Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Turkar BIN 0siaurn Nr. 83 — 2. maí 1992 Nýtt fólkaslag í Norðuratlantshavi Longu í 16. eld vóru turkisk sjórænara- skip farin at gera um seg í Norðurat- lantshavi. Tey komu frá teimum so- nevndu sjørænarartkjunum í Norður- afrika, serliga frá Algier og har um leið- ir. Sum nevnt frammanfyri, sigur Tar- novius tey hava verið við Feroyar á døgum Fríðriks II, men aðrar heimildir eru ikki um hetta. Tann stóri hvekkurin var í 1627, tá ið turkar gjørdu um seg í Íslandi og tvey ár seinni í Feroyum. Í 1627 herjaðu fýra turkisk sjórænara- skip í Íslandi, á Suðurlandinum, í Vest- mannaoyggjunum og á Eysturlandin- um. Teir rændu alt, teir fingu hendur á; nógv fólk varð dripið, og um leið 370 ís- lendingar tóku turkarnir við sær. Av teimum eydnaðist ikki at keypa fleiri enn 37 leysar aftur úr trældóminum — fyri 3.000 kúvirði. Turkar í Tingbók Í 1629 hendi tað óhugnaligasta sjóræn- araálopið í Feroyum. Í Tingbókini hetta ár er skrivað bræv, sum sent er kongi, og sum greiðir frá tilburðinum. Um summarið komu tvey turkisk skip við um leið 500 monnum »af allehaande slags skielmer og parti« inn á Hvalba. Teir tóku ikki bert alt, sum var fyri hiond, av fæ, neytum og bátum, men hartil fleiri enn 30 kvinnur og bern. Seks fólk vórðu dripin. Eins og skrivað varð í brævinum frá 1615, verður sagt, at fólk høvdu ligið úti í haganum í bestu fiski- tíð, tí tey tordu ikki heim aftur, og vóru tí ikki fer fyri at greiða skyldur sínar. Legtingið væntaði, at hungur og neyð fóru at spyrjast burturúr, og stúrdi fyri, at turkarnir fóru at koma mannsterkir aftur árið eftir, tí teir hevdu hótt við at koma aftur við 11 skipum. Meðan skip- ini lógu á Hvalba, brast ódnarveður á, og annað fór á land og varð vrak. Ein danskur maður, sum var við turkunum, hevði sagt, at teir hevdu ætlað at oyði- leggja og brenna alt landið. Feroyingar bóðu tí aftur kong um at fáa byrsur og vápn og ein mann at venja teir, so teir sjálvir kundu gera mótsteðu móti »saadanne ugudelige menneskers vold og overlast«. Á Løgtingi, sum kom saman longu tann 21. juni árið eftir, svaraði kongur føroyingum í brævi, sum fútin las upp fyri tingfólkinum. Kongur bað feroying- ar av kristiligum kærleika og samkenslu og eftir ferimuni royna at fáa tey rændu raf tyrkens tyranni« við at savna loysi- pening saman. Próstur, prestur, leg- maður, legrætta og almúgvan vildu feg- in hjálpa; men vánirnar vóru út av lagi ringar. Veturin fyrihevði verið so ringur, sum eingin visti um. Fiskaloysi hevði verið av tí ringasta, og armóðin so stór, at nógv fólk var deytt í hungri. Einasta vón um hjálp sigst at vera, at »Gud vil give os sine gaver og velsigne af søen«. So varð tó ikki. Åriin um 1630 og nógv eftir tað, vóru neyðarár í Feroyum, so einki leyp av. Loysigjaldið, sum turkur- in kravdi, var altíð ógvuliga stórt. Frá ríkisstýrinum hoyrdist einki aftur, og heldur ikki Legtingið tók málið fram- aftur. Teir rændu føroyingarnir vórðu tí verandi »udi Barbariet«. Í Tingbókini sæst, at ymsir lutir vórðu bjargaðir frá tí sokna turkaskipin- um í Hvalba. Í 1709—1710 nevnir tann kongliga kanningarnevndin tvær turk- iskar kanónir á Skansanum. Høvudsstadur og landverja Landfrødilig støda, tingland, handil, landsfyrisiting og at enda skansarnir, sum verja skuldu hesar stovnar, gjørdu Tórshavn til høvudsstad Føroya. Tær ringu tíðirnar og hóttanin frá fremmandum gjørdi tað náttúrligt at hugsa um, hvussu landið kundi verjast. Eftir turkaránið í 1629 vóru fleiri álop væntandi, og verjan av handlinum í Tinganesi og goymslunum har mátti gerast ein meira átrokandi spurningur. Tá kundi eingin vita, at í veruleikanum gjørdust viðurskiftini frægari í ein mansaldur. Eftir Norsku Lóg Kristians IV frá 1604 hevdu bendur og leigulend- ingar eftir ávísum reglum skyldu at eiga byrsu, lóður, sverð og eks, og eisini aðrir menn skuldu eiga vápn. Feroyingar kunnu ongan meguleika hava havt at fáa sær hesa útgerð sjálvir; tí bóðu teir bæði í 1615 og 1630 kong um vápn og menn at venja teir at nýta tey. Hesa ben tykist kongur at hava gjørt føroyingum, tí á fútaroknskapinum 1633 sæst ein byrsuskjúttari at vera lentur við 20 gyllinum. Hesin maður hevur helst verið sendur til Føroya at læra føroyingar eitt sindur av sjálvverju við skotvápnum. Hetta bendir á, at verjuvilin hevur ver- ið, men ikki ráð at útvega sær neyðuga verjuútgerð. Eitt úrslit av sendiferðini í 1672—1673 var, at feroyingar vóru frí- tiknir fyri sonevnt byrsuhald. Henda skylda kom tó aftur í gildi við Norsku Lóg Kristians V í 1688, men hon var fyri føroyingar avtikin aftur í 1691, eftir at sendinevndin 1690—1691 hevði biðið um hetta. Eftir tað høvdu bert soldátar- nir byrsuskyldu. Skansin á Stangarnesi tykist um 1630 at hava verið um ikki niðurdottin so tó í ringum standi. Undir verandi viður- skiftum mátti Tórshavn fáa hóskandi verju. Tórshavn Tórshavn hevði eisini á annan hátt eina sersteðu. Upprunaliga hevur helst eing- in jørd ligið til staðin. Jerðin — frá Tinganesi og niðaneftir — hevur ligið til Kirkjube og harvið í kristnari tíð til biskupssetrið har. Sjálv Tórshavnar bygd ella býur rakk í gamlari tíð ikki Vit prenta í dag seinna partin av áhugaverdu frá- søgnini hjá Hans Jacob Debes, professara dr. phil. um samband føroyinga við útlendingar í 1600- og på 1700-årunum. Greinin i dag snyr seg serliga um "turka-álopið" í 1626. GA [DT [——————, Danir vóru tidliga og nógv við i millum- landahandlinum og trælahandlinam um Atlantshavið. Teir høvdu skansar og trælahópingarsteðir = á afrikonsku vesturstrondini. Á myndini er træla- skipið »Frederiksborg« út fyri Gull- strondini. longur enn til Bringsnagetu og haðan eystur um ánna og niðan móti Ryggi. Tá ið Jarðarbekurnar taka við í 1584, vóru trý festi skrásett til Havnina: eystara og vestara Húsagarðsfesti hvert 4 merkur, og 2 merkur í Sandágerði. Eftir navnin- um at dema, kundi líkt verið til, at Húsagarðsfestini áður hevdu ligið sam- an, og at bæði tey og Sandágerðisfestið munnu eftir siðaskiftið vera farin frá Kirkjubø sum kongsjerð, tá ið kirkju- jørdin fór undir kong. Hesir garðar hava ligið uttan fyri sjálva ta gomlu Havnina. Havnarmenn áttu sostatt onga jerð, og kundu tí ikki lata skatt av jørå ella tí, sum jerðin gav. Í staðin skuldu teir rinda ein sonevndan húsmansskatt, sum var 5 skinn. Eftir fútaroknskapinum fyri ár 1600 vóru 14 skattaborgarar í Havn. Árið eftir vóru bert sjey, og frá- greiðingin er helst, at ein hervilig far- sótt, sum gekk í Noregi júst um tað mundið, hevur breitt seg til Feroya. Í 1613 var skattaborgaratalið komið upp á 18 og var liggjandi harum enn í 1650. Men við tað, at ikki er heilt vist, hvussu hesin skattur varð álíknaður, og heldur einki er upplýst um, hvussu nógv fólk vóru í hverjum húsi, kann bert ógvuliga leysliga metast um fólkatalið í Havn um hesa tíðina. Havnarmenn sluppu at skera torv og grava flag í Húsahaga, men máttu lata serligt gjald fyri henda rætt. Hjá hesum fólki, sum onga jerð átti, var útróðurin álitið; men tá ið hann sveik, stóð illa til. Tað var vanligt, at havnarfólk fóru um landið at biðja sær ull at virka til per vetrarmánaðirnar. Vísandi til aðrar tekningar í hesi grein (franskar) kann vísast hesin enski máln- ingur í The National Maritime Museum, Greenwich („Aaction with Corsairs«) millum ensk herskip og »korsarar«. Nógv sæst ikki til turkaskipini, men meira til tey ensku herskipini, sum vík- ingaskipini ikki kundu klára seg ímóti.