Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 2. mai 1992 Hetta var í grundini ein rættur, sum ikki bert havnarfólk, men fátækrafólk yvirhevur hevdu. Tíggjundin fór eftir Gulatingslógini og Landslógini í fýra partar, og ein tei.ra var til tey fátæku. Hesin partur varð nevndur bóndalutur- in, og hann skuldi bóndin ikki avhenda, men hava heima við hús at lata teimum fátæku. Men eftir Norsku Lóg frá 1688 datt fátækraparturin og harvið hesi rættindi teirra fátæku burtur. Eftir tað mátti ull biðjast. Í 1645, tá ið misnegdin við skansaarbeiðið av álvara kom fram, fekk fútin Legtingið at seta havnarfólki forboð fyri at fara úr Havniin at biðja ull, tí hesin ósiður hevur við sær, at havnarmenn fella í leti og rógva ikki út, hóast líkindi eru. Hetta man heldur vera ein óbeinleiðis roynd at halda teir til skansaarbeiði. Samstundis verður klag- að um, at havnargentur vilja ikki út á bygd at tæna; aftan fyri hesa klagu man liggja ynski bóndanna um arbeiðsfólk. Annars var nærum ólent tvungið skansaarbeiði, fyrifallandi lossingarar- beiði og útróðu: innlegan hjá havnar- monnum. Sum fólkatalið vaks, máttu koma aðrir innløgumøguleikar afturat. Við kongligari fyriskipan frá 10. apríl 1710 skuldi kongsins partur av tíggj- undarullini latast teimum fátæku í Havn. Stutt fyri 1800 vórðu lagdar inn nakrar traðir — Skansatraðir — til sol- dátarnar á Skansanum. Á hesum jarðar- teigum vórðu epli velt um ár 1800. Um somu tíð fekk nótakastið stóran týdning fyri havnarfólk. Tey annars ringu árini um 1808 var serliga nógvur seiður at fáa á Havnarvág. Eftir at pokurnar høvdu gingið í 1709—1710 livdu bert 80 fólk eftir í Havn. Í 1801 búðu í Havn 554 fólk, í 1834 721. Skansaarbeiði Skansabyggingin eftir turkaálopið í 1629 kom at liggja tung á havnarmonn- um. Í 1630 varð gjørt av at byggja nýggjan skansa — á Reyninum. Hann skuldi verja handilshúsini í Tinganesi uttanfyri og kunna skjóta yvir báðar vágirnar. Eftir Tingbókini sýnaði Jóan Jústinusson saman við 12 legrættu- monnum í ólavsvekutingsetuni 1637 tann nýggja skansa, sum kongsins vegna var gjørdur i Havn, og sum tå hevði staðið í gerð í år. I 1645 er skilligt, at stór misnegd var við skansaarbeiðið, og menn vórðu hóttir við revsing, um teir ikki vildu gera pliktarbeiði á Skans- anum. Tað tykist tó at hava verið drúgt við skansaarbeiðinum, tí í 1647 skrivar Kristian IV til føroyingar um at gera Skansan lidnan og halda hann við líka, so at hann verður ferur fyri at standa í- móti álopi. Í 1652 var sjálvur lensharrin F. W. Rosenvinge í Føroyum og gjørdi tå tilmæli til kongs um eitt størt hern- aðarvirki við 60 monnum, men málið tykist ikki at vera komið longur áleiðis, tá Kristoffur Gabel tók við leninum í 1655. Føroyar í krígstíðum Eftir at Tað skánska Kríggið var brostið á í 1657, komu boð frá tí nýggja lens- harranum um at gera Skansan feran fyri at halda ímóti meguligum álopum. Skansin t.e. Tinganesskansin, sigst tá at vera í ringum standi og »aldeles ruineret<. Legtingið gav um summarið lensharranum viðhald í hesum kravi hansara. Ikki bert skuldi Tinganes- skansin gerast verjuferur, men gerast skuldi eisini ein minni skansi, har sum tann gamli skansin á Stangarnesi stóð. Tað skansaarbeiði, sum nú varð byrjað, kendist so tungt og eyðmýkj- andi fyri havnarmenn, at teir vildu ikki lata sær lynda boðini frá løgtingsmonn- unum, sum jú vóru bendur av bygd. Teir fingu tí sóknarprest sín, Lucas Debes, at seta saman klagu, sum var í 7 greinum. SHerelng fm STytike Soe-Røveres Onde Medfart oa Omganz, da de Fom til landi Moret 1627, og der bort, foge over 300 Mennejker, th:elfl“ ae manae,0g paa tyrannE Maade ide medhandiede dem, Eammenffreven af Præften Oluf Eigilffen Fra Veft-Manee ; Gom tillige blev fort derfra til Algiet, og 1688 fom tilbage igiem. Men nu af Randff overfat paa Danfk. ADUDE lr 0303 EG; 493300-408804- 408904 Trytt í dette Mar. Turkarånid i Islandi i 1627 var ein hvøkkur: meira enn 300 fólk vórðu tikin og ferd til „Barbaríið“ harumframt vórðu fleiri dripin, serliga í Vestmanna- oyggjunum. Hetta er permublaðið á bók, sum hin íslendski presturin Ólafur Egilsson, sum var leysgivin úr trældóm- inum, á leið heimaftur læt geva út í Keypmannahavn. Nakrir íslendingar komu afturíaftur, leyskeyptir, men eing- in feroyingur; ráðini vóru ikki til tess. Teir vildu ikki fyri pening fara undir hetta arbeiðið, tí teir vóru fáir og tí illa mentir; hartil vóru fleiri teirra gamlir, sjúkir ella ússaligir; teir kundu ikki við konu og bernum liva av teimum 10 ríkis- dálunum, ætlanin var at lena teimum við, og teir fóru ikki at kunna rekja út- róðurin, serliga ikki tá ið flutningur og vaktarhald um náttina komu afturat; teir mintu eisini á, at teir vóru menn- iskju »og ikke bæster og ej solgte trælle«. Havnarmenn gjørdu vart við, at teir frammanundan i skatti og fyri torv- skurð lótu 5 skinn, sum var meira enn jarðeigarar í Føroyum yvirhøvur lótu til skansaarbeiðið, sum teir sjálvir sluppu undan. Havnarmenn segdu at enda í klagu sínari, at varð skansaskyldan løgd javn yvir allar landsins íbúgvar, skuldi teirra partur ikki liggja eftir. Eingin teirra hevði tó skrivað undir brævið, »efterdi vi ikke selv kan skrive vores hænder under«. Tap harra Lucasar Henda klaga hjålpti kortini einki. Eftir uppskoti fútans samtykti Legtingið »udi Herrens Navn«, at »af de bedste Havne mænd og paa andre steder udi landet, som er arbejdsføre og kun nærer sig at omløbe paa betleri, bønderne og landet til ingen gavn, men mere til skade, som Recessen om formelder med flere steder at bevise i Norges Lov, af dennem skal tages af de bedste at gøre Skansen færdig og holde vagt i den 30 mand«. Henda loysn var ikki úrslit av stríði millum feroyingar og danskar myndugleikar, men millum feroyingar, ið sótu við jerð ella áttu jorð oðrumegin, og hinumegin ognarleysu og fátæku landsmenn teirra. Reglugerðin, sum Legtingið í 1658 gjerdi fyri soldátatænastuna á Skansan- um, var í 13 greinum. Eftir henni fingu soldátarnir um árið 10 gyllin í løn og tann fjórðingin av tíggjundarullini, sum eftir gomlum var farin til tey fátæku. Eftir at fátækratíggjundin var burtur- dottin við Norsku Lóg í 1688, sluppu soldátarnir í staðin at keypa eina hálva vág av tíggjundarullini hjá kongi fyri 1 gl. Hetta var kortini ússalig len fyri strangt og bundið arbeiði. Ikki fyrr enn í 1760 vórðu 3 gl. lagdir oman á lenina. Teir 30 soldátarnir vóru býttir sundur í tríggjar vaktir, so at 10 arbeiddu í senn hvenn dag og hildu vakt triðju nátt, og hinir kundu tá gera annað arbeiði, t.d. rógva út; eingin teirra mátti tó fara úr Havnini uttan við skrivligum loyvi frá fútanum; skansamenn av bygd skuldu fáa innivist (hús). Skansamenninir vóru undir hernaðarligum aga og vórðu revs- aðir, hildu teir ikki reglurnar. Tað varð ógvuliga illa upptikið, at havnarmenn við harra Lucasi sum tals- manni høvdu loyvt sær at klaga, og fút- in kravdi teir revsaðar. Virðing hansara fyri teimum mundi ikki vera stór, tá ið hann segði seg halda tað vera nógv fyri, at »øvrigheden skal spørge tryglere og omløbere, havd dem skal befales«. Prestur og proletarar Av vitnisburðunum hjá havnarmonnum sæst, at harra Lucas hevur verið rættu- liga trekur, tá teir bóðu hann skriva fyri seg. Hann hevði lagt teimum eina við ikki at gera uppreistur, og var vísur í, at fútin fór at leggja hann undir at øsa fólk upp. Kortini hevði hann skrivað klagu- ritið. Tað skilst, at tað var ikki bert sjálv skansatænastan, sum beyð havnar- monnum ímóti, men eisini tann viðferð, teir fingu, serliga frá fútanum Johan Heidemann. Fútin kravdi, at legtingið tók greiða steðu til, um tær 7 greinirnar í klaguriti havnarmanna ella tær 13 í skansareglugerðini, »som landsens ind- byggere havde samtykt<, skuldu galda. Legrættumenninir svaraðu, at tær 13 greinirnar, sum teir sjálvir hevdu sam- tykt, skuldu vera galdandi. Teir, sum Síða 13 høvdu biðið prestin hjálpa sær, høvdu longu áðrenn fingið dóm og revsing: >Da er for den post af retten afsagt, at de seks havnemænd, som haver omgaaes med Her Lucas Jacobson at skrive de 7 poster at de skal straffes en nat i Mørkestuen og en nat i jern hos Niels Urne (sum var fangaverður), de andre at gaa med dem tillige paa arbejde, naar de vorder tilsagt med flere som hid komm- er til tallet vorder 30 mand og om nogen sig derudimod modvillig anstiller, den samme uden al naade at udføres paa Bremerholm«. Hóast teir skuldu vera frælsir menn eftir lógini, vórðu havnarmenn í skansa- tænastu viðfarnir sum brotsmenn. At tað um hesa tíðina gerst rættuliga van- ligt at døma menn, serliga fyri siðabrot, til skansaarbeiði hevur sjálvandi sum orsek, at eingin fór sjálvboðin í hesa tænastu. Fyri legrættuna tók ein havnarmaður til í 1658, at teir, sum fyri blóðskomm vórðu demdir til skansaar- beiði, vóru latnir leysir, meðan havnar- menn máttu halda fram. Tinganesskansin varð fleiri ferðir broyttur og umbygdur. Í 1600-árunum fóru »turkisk« sjón- rænaraskip at tyrpast í Norðuratlants- havi. Lítið er tó vitað um hesi skip og út- sjónd og konstruktión teirra. Sum demi um hetta sigur rithevundin, at hann fyrst vendi sær til Handels- og 3efarts- museet pá Kronborg í Helsinger; haðan var hann vístur til The National Muse- um í Greenwich, sum heldur ikki kundi hjálpa. Haðan varð hann aftur vístur til Musée de la marine í París. Haðan fing- ust hesar »primitivu« myndir av »turk- iskum« sjórænaraskipum, sum als ikki vóru turkisk, men frá teimum berbisku sjórænararíkjunum í vestara Norður- afrika. see "UN var arne