Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. mai 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Í ) | I stadin fyri åtta vånalig blød: Tad er tørvur á ein dygdarblad í Førovum -Eftir mínum tykki hevði nógv verið vunnið, um vit í staðin fyri átta vánalig blød høvdu EITT dygdarblað, sum ikki var heft at einum politiskum flokki, eitt føroyskt The Guardian ella Le Monde segði Hanus Andreassen, rithóvundi m.a. á pallborðsfundi á Listafólkastevnuni í Vestmanna herfyri. Hann helt fyri, at tað hevur kostað føroyskum blødum dýrt at undirmeta tann týdning, sum listarfólk og mentarfólk kundu havt fyri foroyska blaðheimin. -Tey hava vant fóroyska almenningin upp til at vera nógdan við andaligt gólvsóp. Og andaligt gólvsóp, tað er tað hann - í mongum fórum - fær. Hanus Andreassen nam eisini við spurningin, um vit hava eitt mentunarligt kaðalsamband við útheimin og spurdi um okkara skúlar hava eitt europeiskt stóði. Hann helt tórv vera á einum orðaskifti um okkara pedagogiska umhvørvi, har gongdin higartil hevur verið, at minni dentur verður lagdur á at læra enn á at læra, hvussu ein lærir. Vit prenta her fyrilesturin hjá Hanusi Andreassen. Fyri fyrst fari eg at fera fram tað sjónar- mið, at list verður ikki skapt av peng- um. List verður skapt av eldi, av anda, av sorg, av einsemi, av tosta eftir vakur- leika, av harmi, av klovnum sálum, av tørvi á kærleika. Í grein um islendska yrkjaran Jónas Hallgrímsson — hann livdi frá 1807—1845 og var við til at skapa tað nýggja Ísland, bæði í tjóð- skaparligari og fagurfreðiligari merking sigur Halldór Laxness, at tey >iðunn- arepli, sum yngdu tjóðina upp í 19. eld, vórðu ikki sett á borðið í prýðiligum stovum við tjúkkum bankabókum sum stuðli, heldur stóðu undir endurreisn hennara nakrir illa á heldum komnir, heilsuveikir drankarar í einum stórbýi suðuri við Oyrasund. flippuleysir og í kruvdum skøm«. Síðani fari eg at føra fram tað sjónar- mið, at tað er ikki gjørligt at skapa list uttan pengar, uttan eitt ávíst materielt ella handaligt grundarlag. Ein týðilig mótsegn er ímillum hesi sjónarmiðini. Eg skal royna at greina ein part av or- sekini til hesa mótsegn. Hon er tann ein- falda, at vit í dag liva í einum pengasam- felag. Tað er í hesum samfelag ikki gjør- ligt hjá nekrum at liva uttan at gjalda eitt ávíst tal av rokningum um árið og uttan hvenn mánað at skula forvinna til mat, klæðir og tak yvir hevdið til ein sjálvan og tey, ein varðar av. Bara við eldi fert tú í hesum samfelag til grundar. Við hesum skuldi verið sligið á tveir tangentar, sum nema við hevuðstættir- nar i evninum »livikor hjá listarfólki og meguleikar hjá listini at mennast í Før- oyum«. Hesir eru eðrumegin tað handa- liga grundarlagið og hinumegin tað andaliga umhvervið, hugskotini, stimbranin, umbýtingin av neistum og fyrimyndum. Í hesi greipu er eldurin alfa og omega. Men hvergan lutin kunnu vit vera fyriuttan. Eg fari at royna nú og — um tíðin verður uppi — seinni at siga eitt sindur meira um hesar báðar tættir. Um handaligu ella búskaparligu kor- ini hjá rithevundum vil eg — og her byggi eg fyrst og fremst á mínar egnu reyndir — siga, at tey eru langt frá ide- ell. Stutt sagt: tað ber ikki til hjá einum høvundi at livbjarga sær i Føroyum, utt- an so at hann ella hon hevur okkurt lønt starv aftrat høvundaarbeidinum ella hevur ein sambugva, sum hevur eitt slikt starv. Tå hetta er sagt, eigur at vera lagt aft- rat, at kortini eru korini hjå høvundum munandi batnad eftir 10-15 årum. Tvær grundir eru til hetta. Onnur er tann, at føroyskir høvundar hava havt eitt dug- ligt og arbeidssamt rithevundafelag, sum hevur fingið ta fatan at seyra inn i almenningin og partar av fjølmidlunum, at ein hevundur — sum ell onnur — eig- ur at fáa løn fyri sítt arbeiði. Eg havi sjálvur arbeitt bæði fyri sjónvarpið og útvarpið, og eg kann ikki siga, at eg eri ónegdur við ta viðferð, eg havi fingið frá hesum miðlum, samsýningarliga. Tað tykist mær kortini, sum okkurt liggur á láni og átti at verið umbett. Hin orsekin til, at korini hjá høvund- um eru batnað, er tann, at talið á al- mennum og privatum grunnum, sum stuðla skrivandi fólki, er vaksið, og at arbeiðsekið hjá onkrum av hesum grunnum er rúmkað. Men nettup á hes- um eki — sum eftir mínum tykki hevur stóran týdning — áttu vit at kunnað framt munagóðar umbetingar. Hetta skal eg venda aftur til. Eg nevndi beint nú útvarpið og sjón- varpið. Fara vit frá hesum luftmiðlum til triðja fjølmidilin, blødini, er stødan heilt ødrvisi. Blødini lata vanliga ikki samsýning fyri tað tilfar, sum hevundar og listarfólk lata teimum. Tá tað hevur lukkast at fingið eina avtalu um sam- sýning í lag, hevur hon altíð verið sym- bolsk. Og hon hevur ikki fingist í lag uttan eina ávísa togan. Boðskapurin frá Nr. 83 2, maí 1992 i 8 j . Hanus Andreassen, rithøvundi setti eisini spurnartekin vid pedagogiska umhvørvid i Føroyum í dag: -Minni dentur hevur verið lagdur á at læra enn á at læra. hvussu ein lærir. blødunum er týðiligur: tey kunnu sum einki vera tilfar frá høvundum og ment- arfólki fyriuttan. Ein sleppur illa undan at tvinna hesi viðurskifti saman við tað steði, sum okkara blaðheimur sum heild er á. Vit hava í løtuni minst átta blød i Føroyum. Hesi blød spegla aftur ymiskt úr okkara nærumhvervi — tilfar um handil, vinnu og búskap, túnatos og slatur. Men eitt blað í orðsins veruligu merking — sum umframt alt hetta á myndugan og víð- skygdan hátt speglar aftur teir anda- ligu, listarligu, bókmentaligu, átrúnað- arligu, heimspekiligu, politisku og hug- myndafreðiligu streymarnar í heiminum — hava vit ikki. Eftir mínum tykki hevði nógv verið vunnið, um vit í staðin fyri átta vánalig blød høvdu eitt dygdarblað, sum ikki var heft at einum politiskum flokki, eitt føroyskt The Guardian ella Le Monde. Ég skal ikki her koma við einari upp- skrift upp á, hvussu hetta skal gerast. Men eg fari at loyva mær at siga, at tað hevur kostað føroyskum blødum dyrt at undirmeta tann týdning, sum listarfólk og mentarfólk kundu havt fyri føroyska blaðheimin. Tey hava vant føroyska al- menningin upp til at vera negdan við andaligt gólvsóp. Og andaligt gólvsóp, tað er tað hann — í mongum forum — fær. Vit eru nú farin frá teimum búskapar- ligu fyritreytunum fyri skapandi listar- ligum virki i Føroyum — og nærkast teimum andaligu fyritreytunum fyri hesum virki. Kanska kundi ein hildið fram við at sagt eitt sindur um henda táttin. Í sínum ummæli av bókini um listarmannin Mikines eftir Bárð Jákups- son skrivar Vagn Steen: — Hvad var der med Færøerne om- kring ár 1900? sagde rigsantikvar Glob en dag. Var der nogle solpletter? Og vi blev enige om at det der samlede de kunstnere der skabte færøsk lyrik, prosa og malerkunst på et årti var utro- lige solpletter. I denne generation var maleren Såmal