mikudagur 6. mai 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgðarblaðstjóri: Jan Møller Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith
Fyritaksstjåri: Krisjan Dahl
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Hilmar Jan Hansen -
Útgevari: — P/F Sosískurin
Uppseting: P/t Sosialurin
Prent: P4 Pressan 1981 Ysteton:
Bústaður: Argjavegi 22
Postadrasss. Postsmogu Få
118 Tórshemn
1472
Argjum
182 Telefax:
Mugu koma
til sættis
TAÐ er ikki bert úti i samfelagnum, tað
leikar hart á í hesum døgum. Eisini úti í
Tinganesi tykist tað leika hart á, nú teir
báðir samgonguflokkarnir skulu semj
ast um at fáa fíggjarlógina aftur á beint.
TAÐ er einki dulsmál, at javnaðarflokk-
urin og fólkaflokkurin, hóast teir eru í
samgongu, ikki eru samdir í einum og
øllum. Og serliga nú tá ástendur og
samfelagið er í eini svárari kreppu er
greitt, at hesir flokkar sleppa at standa
sína roynd, nevniliga í sátt og semju at
skula loysa trupulleikarnar so ella so.
HERFYRI legði fíggjarmálaráðharrin
fram tann sonevnda »Sundstein-pakk
an«, sum hevur verið umrøddur í blað
um og restini av pressuni. Hesin pakki
snýr seg í høvudsheitum um sparingar
hjá tí almenna, um at skunda undir
keyp av fiski úr ødrum londum, um
jønarnidurskurå o.a. Tað tykist standa
púra greitt, at javnaðarflokkurin góð-
tekur ikki ein Ignarniðurskurð, soleiðis
sum fólkaflokkurin ynskir tað, meðan
tað sær út til, at fólkaflokkurin ynskir
hann. Umframt at vera ósemja flokk
anna millum um ávísar spurningar, so
tykist eisini vera ósemja innanflokka
um ávís mál, og her er tað serliga rentu
skatturin, sum spøkir í fólkaflokkinum.
Tað skilst, at meðan fíggjarmálaráð
harrin og hansara fólk meguliga vilja
góðtaka ein avmarkadan rentuskatt, so
er hetta reint tabuevni millum teir fólka-
floksmenn, sum stuðla Birgiri Daniel-
sen
HVUSSU er og ikki, so er tað skyldan
hjá hesum landsstýrinum at ganga á
odda fyri at loysa trupulleikarnar. Tað
er nettupp hetta, samgongan hevur
bundið seg til við at taka við ábyrgdini
av landinum. Tað eru tey, sum halda, at
vit mugu ikki fáa eitt val nú, tí tá rýkur
restin av okkara trúvirði, samfelagið
verður lagt lamið í fleiri mánaðir og
okkara útlendsku lánveitarar fara enn
longur uppá bakbeinini. Tað eru so onn-
ur, sum heldur enn fegin sóu eitt val nú,
soleiðis, at fleiri av »gomlu« politikar-
unum fingu durafjórðingin.
EFTIR okkara hugsan tænir eitt val nú
ikki støduni í landinum. Tverturímóti
eigur tað at vera borgarans krav til ver-
andi politikarar, at teir leggja klandurs-
mál og egináhugamál til viks og stýra
landinum við skili. Fólkaflokkurin og
javnaðarflokkurin valdu at skipa sam-
gongu einsamallir eftir síðsta val, hóast
teir í nógvum eru ella áttu at verið sera
ymiskir flokkar. Og nú tað leikar veru-
liga hart á í samfelagnum, gevur at bíta.
Nú koma ideologiirnar hjá hesum flokk-
um alt meira sjónliga fram, eitt nú har
annar flokkurin ikki vil góðtaka rentu-
skatt og hin ikki lønarnidurskuré. Spurt
kann tí verða, um hesir flokkar í heila
tikið eru egnaðir til at loysa verandi
trupulleikar, tá teir nú grundleggjandi
eru so ymiskir. Hetta kunnu tað helst
vera ymiskar meiningar um
OKKARA meting er tann, at megna
hesir flokkar ikki nú at fáa fíggjarlógina
í eina rætta legu aftur, so er tað ein
»falliterklering«, sum teir tá verða
noyddir at taka avleiðing av. T.v.s. antin
at finna nýggjar partnarar ella at loyva
øðrum framat ella at skriva út nýval.
HVÍ fólkaflokkurin tvíheldur um lønar-
niðurskurð er ringt at skilja, tá fólka-
floksmenn jú vita, at fremur landsstýrið
ein slíkan niðurskurð niður yvir høvdid
ur
á lønmåttakaranum, so er tað sum at
seta eld í alt samfelagið. Landsbanka-
stjøin segði við Sosialin í gjár, at lønar-
niðurskurður er tann rætti vegurin at
ganga, men ein fyritreyt er tann, at fólk
góðtaka hetta. Og tað vita bæði hann
og eisini fólkafloksmenn, at lønarnidur-
skurð góðtaka fólk ikki. Hví so tvihalda
um hetta undarliga uppskotið, sum fáur
í veruleikanum dugir at síggja avleiðing-
arnar av.
FÍGGJARMÁLARÁÐHARRIN segði við
pressuna í vikuni, at flokkur hansara
vildi sleppa lønarlækkingini, um javn-
adarflokkurin kom vid onkrum ødrum
uppskoti, sum kann gera vinnuna meira
kappingarføra. Tað er at vóna, at javn-
aðarflokkurin tekur av hesum »tilbodi«
og kemur vid nøkrum góðum uppskot-
um. Tí lønarnidurskurå hvorki kann ella
eigur flokkurin at góðtaka. Hetta bæði
av prinsipiellum og eisini reint praktisk-
um grundum. Ein tvungin lønarnidur-
skurður vita vit fer at leggja samfelagið
alt fullkomiliga iamið, tí fakfeløgini góð-
taka hann undir ongum umstødum, nú
tey longu hava víst afturhald í lønar-
krøvum. Harafturat vísa allar royndir í
útlandinum, at lønarnidurskurdur bøtir
als ikki um kappingarførid, tvgrturímóti
er vandi fyri, at hann bara gerst ein
nýggjur koddi hjá vinnuni.
TÁ nú javnaðarmenn ikki góðtaka
lønarnidurskurå, so vil onkur siga, at so
kunnu fólkafloksmenn væl hava fullan
rætt til ikki at góðtaka hægri rentu-
skatt. Logiskt, ikki! Møguliga. Men eftir
okkara tykki áttu øll tey, sum hava havt
ráð og møguleika til at spara upp og
»spekulera« í lága rentuskattinum og
stóra rentufrådråttinum, at borið ein
størri part av kreppuni, enn tey gera í
dag. So kann ein altíð tingast um, hvar
markið skal vera. Sjálvandi skal hesin
skattur ikki hækka so mikið, at hetta
ræðir fólk at spara upp og fær tey at
flyta peningin av landinum. Men ein
sannroynd er tað, at núverandi rentu-
skattur er so gott sum einki og tolir har-
við at taka sín part av kreppuni.
VIT halda eisini, at tær høgu og føstu
lønirnar tola nakað hægri skatt. Tað er
tó greitt, at tað kann heldur ikki vera
rætt at hækka skattin bert fyri at uppi-
halda einum kanska alt ov høgum tæn-
astustødi í samfelagnum. Almenni sek-
torurin má spara enn meira og skerjast,
har hetta ikki rakar tey, sum framman-
undan eru ringast fyri.
MEN um somu tíð mugu vit brúka alla
orku til at bróta upp úr nýggjum. Vit
mugu so sanniliga kunna krevja av
vinnulívinum, at tað livir upp til dagsins
krøv til effektivitet, rationalitet og ný-
hugsan. Ikki skulu vit gera nógv burtur
úr tí her. men tað er hugstoytandi fyri
ikki at siga skelkandi at hugsa sær. at
landsins størsta fyritøka, Føroya Fiska-
søla, nu i alt ov mong år hevur framleitt
og selt okkara dyrmæta fisk sum biliga
råvøru til aðrar at virdisøkja. Nógv verð-
ur tosað um svartkjaftaskandalur o.l.,
men legið nokk er tað næstan eingin,
sum dregur fram kanska størstu skan-
dalu í nyggjari føroyskari søgu, nevni-
liga monopolistisku og næstan totali-
teru vanstyringina hjå Føroya Fiskasølu
av so gott sum øllum okkara vinnulivi.
Tad skulu vit venda aftur til seinni.
SJÅLVANDI skulu krøv setast til bædi
Fiskasølu, vinnuliv annars 0.0., men
dagsins tydningarmesta krav frå Før-
oya fólki er til landsstýrið: at tit i sam-
gonguni koma til sættis og styra landin-
um burtur úr tí sera ringa og enn meira
hóttandi vandasjógvi, vit eru komin í.
Tankar um Sjúkrahúsverkið
Fyrst vil eg gera vart við,
tá onkur av læknunum
hevur havt ta trúgv, at eg
nú havi verið ráðgevi hjá
myndugleikum í sjúkra-
húsmálum, at ta ivingar-
somu æru fráleggi eg mær
og taki slett ikki undir við
gongdini innan sjúkrahús-
verkið.
Teir læknar, sum eitt
langt lív hava arbeitt inn-
an heilsuverkið, hava ikki
verið spurdir til ráðs um
teirra hugsan og langt
minni hevur verið tikið til
eftirtektar, um teir hava
verið ónegdir við gjørdu
umskipan, ja, í fleiri fórum
hevur verið gjert beint
tverturímóti og sum so
reint diktatoriskt.
Væl vita nú ell Feroya
fólk at sparast skal í tí for-
oyska húsarhaldinum —
eisini heilsuverkinum, nú
fíggjarsteðan er so vána-
lig, at uttanlandsskuldin
uppá hvønn íbúgva í hes-
um landi er komin upp á
200.000,- krónur.
Hvussu hevur so verið
spart í heilsumálum! Jú,
innan sjúkrahúsverkið
byrjaði sparingin við rein-
gerðing og við at stongja
heilar deildir um hegtíðir
og í feriutíð, umframt at
ein deild varð gjørd um til
4—5 dagadeild, so at hon
tók ímóti sjúklingum frá
fyrrapart mánadag, til
hon stongdi aftur á mid-
degi fríggjadag, og sjúk-
lingarnir vórðu tá sendir
heim.
Eru allar familjur fult
ferar fyri at rekja ólíka
sjúkur og handfara tey
sjúku á rættan hátt,
sjúkralegur, sum fyrr og
enn í nógvum førum áttu
at farið fram á sjúkrahúsi.
Ja, nú verða sjúkrahús-
ini í staðin fyri sjúklingar
fylt við stjórum = yvir-
læknum, sum skulu hava
skrivstovur, kanningar-
rúm og skrivara, og fyri at
halda skil á, hvat hesir
yvirlæknar taka sær fyri,
skulu so vera settir fleiri
sum administrerandi yvir-
læknar, at stíla so fyri, at
teir ikki detta um feturnar
á hverjum eðrum.
Umframt allar hesar
yvirlæknar, skal nú eftir
hvat hoyrist setast heilsu-
stjóri.
Hvat hava vit so av
stjórum og yvirlæknum í
tí føroyska heilsuverkin-
um í nærmastu framtíð og
tá er ikki tikið við lands-
stýrismaðurin í heilsumál-
um og heilsustjórin í
Tinganesi:
Jú, 1 heilsustjóra, 1
læknastjóra, 1 sjúkrahús-
stjóra og einar 5—6 ad-
ministrerandi yvirlæknar.
Í alt eru nú einir 35—36
yvirlæknar við sjúkrahús-
verkið og hetta tal fer
helst at vaksa skjótt, tí
myndugleikarnir meta jú,
at tá ein yvirlækni rekkur
tey 60 árini, er hann vorð-
in so veikur, at hann má
hava ein yngri yvirlæna
afturat sær at partrola
við.
Ein administrerandi
yvirlækni, sum soleiðis
hevur ekta ábyrgd, fær
samsýning fyri stríðið,
sjálvt um hann sjáldan
tekur part í vanligum ar-
beiði á deildini javnt við
sínar kollegar.
Jú, meguleikarnir eru
nógvir innan heilsuverkið
og í hesum talvi er taparin
tann, sum alt hetta skuldi
byggjast upp til, tann
sjúki, sum tað nú er bæði
minni ráð og pláss til inn-
an sjúkrahúsverkið.
Kanska vilja fleiri halda
meg vera afturhaldandi
(konservativan), tá eg
skrivi um sjúkrahúsbroyt-
ingarnar, men sum oftast
havi eg tonkt meira fram
— enn aftureftir og at
sjúklingurin eigur altíð at
vera ferningurin, ið ein
roynir at bjarga í vanda-
veðri og ikki vera tað, ið
fyrst varð blakað fyri
borð.
Sum eg fyrr havi skriv-
að, gerst nógv tað stersta
arbeiðið í primersektorin-
um og fyri at avlasta tað
»ovbyrjada« sjúkrahús-
verkið, vil eg ráða til, at
primersektorurin upptek-
ur nýggjar kanningarhátt-
ir, t.d. eitt nú ultraljóð-
kanning, sum ikki krevur
nakað specialbygt heli, og
kommunulæknin skuldi
verið tann, ið best kendi
sínar sjúklingar.
Eg vil tí ráða til, at
kommunulæknar fáa hevi
til at seta seg inn í ultra-
ljóðkanningar, so henda
kanning framyvir verður
gjørd í primersektorinum.
Eg havi fleiri aðrar hug-
sjónir um, hvussu heilsu-
og sjúkrahúsverk kundi
verið skipað framyvir, so-
leiðis at tað passar betur
til alt tað nýggja, sum er
farið fram innan fyri kann-
an og viðgerð av sjúkling-
um, men lat hetta bíða til
eina aðru ferð.
Johan Djurhuus
yvirlækni