Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EA Nr. 85 — 6. mai 1992 Ikki áður hugsað um glopraregn -tí tað hevur ikki verið neyðugt. Pakkaloysnin frá Brunatrygg- ingini kemur væl við, heldur Húsalánsgrunnurin Hjá peningastovnunum ræður um at hava sítt pant í eitt nú sethúsum so væl vart sum tilber. Síðani fyrst í åttatiårunum hevur Húsalánsgrunnurin kravt, at sethús, grunnurin fíggj- ar, eru tryggjaði móti eldi, stormi og vatni. Hetta fyri at hava sítt pant í góðum standi, um stórskaði kemur á húsini av hesum ávum. Men skaði kann eisini koma á annan hátt. Eitt nú orsaka av glopraregni. Hetta hendi til dømis um jóltíðir, tá ein kloakk í Havn typtist, og vatn floymdi inn í hús. Jóannes Dalsgarð, stjóri í Húsalánsgrunninum sigur, at tað hevur ongantíð verið eitt krav frá teimum at hús eru tryggjaði móti glopra- regni. Helst tí at tað ikki hevur verið hildið at vera neyðugt. Jóannes Dalsgarð sigur tó, at nú tilikir skaðar henda, kann eitt pant hjá ul dømis Húsalánsgrunninum koma í vanda um stórskaði hendir av glopraregni. Tryggingarpakkin Brunatryggingin lýsir í hesum døgum við nýggj- um tryggingartreytum. Tryggingin bjóðar fólki ein sokallaðan irvggingar- pakka, har mangt annað enn tað vanliga - Le. Wygg- ing móti eldi, vatni og stormi - er við. Millum annað er nú eisini glas- trygging, trygging móti glopraregni, herverki, skaða á el-húsarhaldstól, frostspreinging og ákoyr- ing, við í hesum góða tryggingarpakka. Ein tilik Øl í felag Fakfeløgini, sum hava sátt- mála við landstýrið, seta felags nevnd at samráðast Glopraregn kann í ávísum fórum gera, at pantið hjá lánistovnunum kemur í vanda. Mynd: Kalmar samla trygging er nakað dýrari enn vanlga trygg- ingin í dag. Sum dómi kann nevnast, at eru eini sethús úr túmburi tryggjað fyri eina millión mót eldi, vatni og stormi, er árliga trygging- argjaldið 1600 krónur. Samlaði tryggingarpakkin kostar 2200 krónur. Tað skal tó viðmerkjast, at framyvir ber eisini til at velja gomlu tryggingar- skipanina. Jóannes Dalsgarð heldur, at hendan samlaða bruna- tryggingin er gott hugskot, tí tá kunnu fólk vera vís í, at tey eru tryggjaði móti ti, sum herida kann, í mun til í mongum fórum nú, at fólk liva í falskari trygd. Eisini eru pantid hjå lånistovnunum tryggari um eitthvørt meira at kalla óvanligt hendir. tór.- Ungur Skattainntekan. Stóri sær nú frægari út Minkingin í skattainntøkuni er steðgað,- fyribils Landsstýrið setti í hinari vikuni Emmy Joensen úr Miðvági í skúlastjóra- starvið á skúlanum á Giljanesi. Emmy hevur higartil starvast sum årsvikarur á skúlanum. Hon er bara 23 ára gomul. Tað vóru triggjar um- sóknir til starvið. Skattainntøkurnar mánað fyri mánað í ár hava verið heldur ótespuligur lesnað- ur hjá bæði politikarum og embætismonnum. Tá landsstýrið gjørdi figgjar- lógina var roknað við, at skattainntøkan bleiv einar 60 milliónir hægri enn í fjór, men veruleikin vísti tað øvugta. Fyrstu triggir mánaðirnir í ár góvu einar 50 miliónir minni enn somu mánaðir í fjør, og menn óttast fyri, at hetta fór at verða gongdin restina av árinum. Men apríl mánaður víst ein glotta. Skattainntøkan í apríl er áleið hin sama sum fyri apríl í fjør. Buskaparfrødingar eru tó varnir fongu nú at gera nakrar bjartskygdari met- ingar av hvussu skatta- inntøkan verður restina av árinum, og hvussu hon fer at samsvara við tað, lands- stýrið metti á fíggjarlóg- ina. ; tor.- Månadagin hittust nevndimar i teimum fakfeløgum, sum hava sáttmála við landsstýrið 19 feløg vóru umboðað á fundinum Tað er eitt sindur ymist, nær sáttmálarnir hjá teimum ganga út - summir ikki fyrr enn næsta ár- men samráð ingar fyri tey øll um lønina skulu verða 1 juni. Feløgini avgjørdu å fundinum at hava felags samrådingar vid lands- stýrið um lønarspurn- ingin. Tað er betri, ti mannagongdin hevur altíð veri, at tá eitt felag hevur gjørt såttmåla, er lønarspurningin av- greiddur fyri øll, sigur Hartvig Hansen, for- madur i Starvsmannafe- Sad lagnum Avgjørl varð at seta nevnd at samráðast fyri landstýrið, og í hest nevnd skulu umboð verða fyri tey stórsu Starvsmanna- felagið, Førova Post- Førova Maskin- feløgini felag, meistaralelag og Føroya Skipara- og Navigatør felag, Sjúkrasystrafelag Føroya og eitt umboð fyri feløgini á undirvis ingarøKinum Henda nevnd fer at bíða um samráðingar við landsstýrið. Eingin vil siga, hvat lønarkravid verður. Tann spurningurin er sera Ogreidur, nú partar av samgonguni tosa um at lækka allar lønir. randi Føroysk skip á íslandsmiðjum: Í posanum Íslendsk blað skrivar. at ís- Ali bendir á, at skuldsetingar frá íslend- | skum skipum, um at før- oysk línuskip geva skeivt upp, tá tey royna í ís- lendskum sjógvi ikki hava nakað við veruleika at gera. Ein íslendskur veið- ueftirlitsmaður fylgdi við landingunum hjá føroysku línuskipunum í eina viku herfyri, men hann kom ikki fram á nakað óreglu- ligt. Tórðar Eytórarsson, deildarstjóri í íslendska fiskimálaráðnum fekk herfyri klagu um, at før- oyingar góvu skeivt upp. | islendska veidueftirlitid sendi beinanvegin ein mann til Føroya og hann kannadi øll linuskipini, sum komu heim meðan landað varð. --Hetta er eins og so ofta fyrr. Islendsk skip veiða saman við føroyskum og íslendsku fiskimennirnir trúgva ikki tí sum tey lendingar hava kannað før- | oysk skip og veiðan er lóglig føroysku geva upp. Is- lendska skipið fekk tosk á línuni, meðan føroyska sum lá skamt frá. fekk annan fisk. Men tá ís- lendski veiðueftirlitsmað- urin kannaði føroysku skipini visti tad seg, at frávikið hjá føroyska skipinum var innanfyri eitt prosent frá tí sum skipið hevði uppgivið fyri ís- lendsku fiskiveiðumyndu- leikunum, sigur Tórar Ey- tórsson, deildarstjóri, skrivar Morgunblaðið. jústinus Ringið! - og vit skriva (11820