týsdagur 15. apríl 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 73 - 15. apríl 2003
Nr. 73 - 15. apríl 2003
33
Frá 1. august 2003 at rokna verða 7-9 ársvikariatir
leys at søkja í hesum lærugreinum:
lívfrøði, donskum, enskum, evning, alisfrøði,
føroyskum, søgu, ítrótti, støddfrøði,
samfelagsfrøði og týskum
treytað av faksamansetingini hjá umsøkjarunum.
Umsøkjarar eiga at gera vart við,hvørjar aðrar læru-
greinir teir hava undirvísingarførleika í. Umsøkjari,
ið ikki hevur lokið prógv í námsfrøði fyri setanar-
dagin, skal taka lut í innleiðsluskeiði í námsfrøði,
sum Mentamálaráðið skipar fyri í august í 2003 – í
viku 33.
Í sambandi við starvsetanina leggur skúlin dent á,
at umsøkjarar hava kunnleika um føroyskt mál og
føroysk samfelagsviðurskifti, og at umsøkjarar eru
áhugaðir í at ogna sær hetta innlit. Skúlin leggur
somuleiðis dent á, at umsøkjarar virknir fara at taka
lut í menningini av einum góðum námsfrøðiligum
skúlaumhvørvi, har samstarv, kunningartøkni og
nýggir arbeiðshættir eru týðandi tættir.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um skúlans
stevnumið,um teir venda sær til leiðslu skúlans ella
kunna seg á heimasíðu skúlans: www.hoydalar.fo.
Umsókn á oyðublaði frá YF ella GL verður stílað til
Føroya Landsstýri, Mentamálaráðið, Tórshavn, men
verður sent til:
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
att.: Mads Winther, rektari
Hoydalar
FO-188 Hoyvík
Føroyar
í seinasta lagi 6. mai 2003.
Avrit av próvtøkuskjølum ella útskrift úr próvtøku-
protokoll skulu sendast saman við umsóknini.
Setanarsamrøður fara fram miðskeiðis í mai.
FØROYA STUDENTASKÚLA
OG HF-SKEIÐ
Hoydalar • Tórshavn • Føroyar
Tlf. +298 312973 • Fax +298 318624
Fundur í
Havnar Róðrarfelag
Fundur verður í Havnar Róðrarfelag 25. apríl 2003
kl. 17.00 við hesi dagskrá:
1. Val av fundarstjóra.
2. Frásøgn formansins frá farna árinum.
3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til
góðkenningar.
4. Val av nevndarlimum.
5. Val av tiltakslimum.
6. Møgulig uppskot av limum.
7. Ymiskt.
Sethús í Hoyvík
Frálík sethús við góðum útsýni og í barnavinarligum
umhvørvi á Djúpagilsvegi 16 til sølu.Bilhús er eisini til
2 bilar.
Húsini eru í tveimum hæddum til víddar umleið 110
m2 hvør umframt hjallur 8 m2.
Grundøkið er 600 m2.
Í ovaru hæddini er køkur, stova, 3 kømur, wc, bað og
gongd/trappa til niðaru hæddina,sum er partvís inn-
rættað, men væl hóskandi til at gera íbúð ella kømur
í.
Húsini,sum eru frá 1984,eru í góðum standi.
Nærri fæst at vita við at ringja til
Demmus Hentze, lrs,
og Turið Debes Hentze, advokat
E.Jalsgøta 1,100 Tórshavn,tlf.311460
Heimarøktin
Vágar Norðstreymoy
Lýsir eftir summarferiuavloysarum
Søkt verður eftir feriuavloysarum at arbeiða í tíðar-
skeiðinum 15.juni til 15.september 2003 í skiftandi
vaktum.
Vit søkja eftir heilsuhjálparum at arbeiða úti í
Heimarøktini í hesum økjum:
Vágar – allar bygdir
Vestmanna/Kvívík/Kollafjørður
Sundalagið/Eiði
Somuleiðis verður søkt eftir heilsuhjálparum
og heilsurøktarum at arbeiða inni á hesum
eldrasambýlum:
Korndalsbýlið á Eiði
Eldrasambýlið í Vestmanna
Eldrasambýlið í Kollafirði
Arbeiðið umfatar praktiska og persónliga hjálp til
eldri borgarar,og arbeitt verður í tøttum samstarvið
við sjúkrarøktarfrøðingin í Heimarøktin um brúkar-
ar sum tørva røkt og viðgerð.
Søkt verður eisini eftir sjúkrarøktarfrøðingum
at arbeiða í Heimarøktini til Vestmanna/Kolla-
fjørð, Sundalagið/Eiði og til Vágar
Vit kunnu bjóða:
• Eitt spennandi og mennandi starv har arbeitt
verður tvørfakligt
• Eitt starv við nógvum avbjóðingum
• Eitt starv í einum øki sum er í støðugari menning
Meira fæst at vita um størvini við at ringja til økis-
skrivstovuna á tlf. 333249 ella beinleiðis til økisleið-
arin á tlf. 282249.
Ynskiligt er, at umsøkjarin viðmerkir í umsóknina,
hvar ein ynskir at arbeiða. Um ikki ber til at arbeiða
alt hetta tíðarskeiðið ert tú eisini vælkomin at søkja.
Størvini vera sett sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. verður
at senda til:
Heimarøktin Vágar/Norðstreymoy
Økisskrivstovan
370 Miðvágur
Umsóknarfreist: 30.04.03
Um páskirnar
Framsýningin hjá Føroya Fornminnissavni
í Brekkutúni 6 í Hoyvík
er bert opin 2. páskadag kl. 14-17.
Í summar, frá sunnudegnum 18. mai fram til sunnu-
dagin 14.september,verður opið hvønn dag soleiðis
Mánadag til fríggjadag
kl. 10 til 17
Leygardag og sunnudag
kl. 14 til 17
Føroya Fornminnissavn
Vakstrarhús til sølu
Vakstrarhúsið inni í Dølum Kirkjubø – húsið er
1200 m2.
Áhugað kunnu venda sær til
Vakstrarhúsið inni í Dølum Kirkjubø
Tlf. 211853 – 316653
Stongt vegna feriu
Sjúkrakassin verður stongdur vegna feriu frá 22.
apríl 2003 til 29. apríl 2003 og frá 8. mai 2003 til 19.
mai 2003, nevndu dagar íroknaðar.
Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis
Urtagarðsarbeiði
Vit gera alt urtagarðsarbeiði.
Fa. Urtagarðsrøkt
v/ Mass Jensen, Nólsoy
Tlf. 32 71 31 – 28 39 53
Tórshavnar
Ítróttar- og
samkomuhøll
Nú verður aftur høvi at leiga høllina til ítrótt hjá
privatum virkjum og feløgum í tíðarskeiðnum mill-
um páskir og ólavsøku á tlf. 311475 millum kl.
08.00 - 16.00.
Høllin
Treytað av góðkenning frá játtandi myndugleikum verður frá 1. august 2003 at
rokna 3-4 føst størv leys at søkja sum adjunktur/lektorur við faksamanseting
ætlað til lærugreinaráðið í studentaskúlum og HF-skeiðum. Størvini eru treytað
av faksamansetingini hjá umsøkjarunum. Hesar lærugreinir hava serligan áhuga:
teldufrøði, heimsspeki, føroyskt, geografi, ítróttur,
støddfrøði, samfelagsfrøði og spanskt
Umsøkjarar eiga at tilskila, hvørjar aðrar lærugreinir innan studentaskúla- og HF-
skipanina teir hava undirvísingarførleika í. Umsøkjari, ið ikki hevur lokið prógv í
námsfrøði fyri setanardagin, skal taka lut í innleiðsluskeiði í námsfrøði, sum
Mentamálaráðið skipar fyri í august 2003 – í viku 33. Nýsett starvsfólk skulu
sambært føroyskari kunngerð um námsfrøði hava staðið námsfrøðiliga útbúgv-
ing í seinasta lagi tvey ár eftir setanardagin.
Í sambandi við starvssetanina leggur skúlin dent á, at umsøkjarar hava kunnleika
um føroyskt mál og føroysk samfelagsviðurskifti, og at umsøkjarar eru áhugaðir í
at ogna sær hetta innlit.Skúlin leggur somuleiðis dent á,at umsøkjarar virknir fara
at taka lut i menningini av einum góðum námsfrøðiligum skúlaumhvørvi, har
samstarv, kunningartøkni og nýggir arbeiðshættir eru týðandi tættir.
Gjørt verður vart við tveyárasáttmálan, ætlaður umsøkjarum við vantandi før-
oyskum málførleika og vantandi kunnleika um føroysk samfelagsviðurskifti. Tað
vil siga,at umsøkjarin verður settur í tíðaravmarkað starv fyri tvey ár.Skúlin rindar
kostnaðin hjá umsøkjaranum fyri flyting og ferð fram og aftur millum verandi bú-
stað og Føroya Studentaskúla og HF-skeið.Skúlin endurrindar í mesta lagi 30.000
kr. fyri flyti- og ferðaútreiðslur hvønn vegin – gevið gætur – upphæddin er skatt-
skyldug. Ætlar umsøkjarin at halda fram í starvinum eftir tveyáraskeiðið, skal um-
søkjarin søkja starvið av nýggjum á jøvnum føti við aðrar umsøkjarar. Áhugaði
kunnu venda sær til skúlan.
Umsøkjarar kunnu fáa meiri at vita um skúlans stevnumið, um teir venda sær til
leiðslu skúlans ella kunna seg á heimasíðu skúlans: www.hoydalar.fo.
Umsókn á oyðublaði frá YF ella frá GL verður stílað til Føroya Landsstýri, Menta-
málaráðið,Tórshavn, men verður sent til:
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
att.: Mads Winther, rektari
Hoydalar
FO-188 Hoyvík
Føroyar
í seinasta lagi 6. mai 2003.
Avrit av próvtøkuskjølum ella útskrift úr próvtøkuprotokoll skulu sendast saman
við umsóknini. Setanarsamrøður fara fram miðskeiðis í mai.
FØROYA STUDENTASKÚLA OG HF-SKEIÐ
Hoydalar • Tórshavn • Føroyar
Tlf. +298 312973 • Fax +298 318624
Almannastovan søkir við hesum eftir
stuðulsfólki. Sum stuðul fær tú eitt
sjálvstøðugt og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
• Fylgjarauppgávur
• Stimbran
• Familjuráðgeving
• Umlætting
Størvini eru hesi:
Tórshavn
1) - at stuðla einum 3 ára gomul fjøl-
brekaðum drongi á allan hátt,við venj-
ingum og spæli og fara við honum til
viðgerð.Tímatalið er 20 tímar um vik-
una, skiftandi morgun og seinnapart.
Arbeiði er í heiminum hjá barninum
og við tilknýti til dagstovn.Neyðugt er,
at tann ið settur verður hevur koyri-
kort.
Eysturoy
2) - umlættingarfamilja/fólk til 6 ára
gamla gentu, eitt vikuskifti um mán-
aðin.Arbeiði fevnir um at umlætta fam-
iljuna og arbeiði verður gjørt heima
hjá umlættingarfamiljuni/fólkinum.
Ynskiligt er, at tann ið settur verður
hevur kunnleika til børn við serligum
Almannastovan
Stuðulsfólk
tørvi. Játtanin er fyribils galdandi í eitt
ár.
Norðoyggjar
3) - stuðulsfólk til 7 ára gamlan fjøl-
brekaðan drong, 5 tímar um vikuna.
Arbeiðið fevnir um at umlætta familj-
una. Arbeiðstíðin er skiftandi seinna-
partar-, kvøld- og vikuskifti. Játtan er
fyribils galdandi í eitt ár.
Lønar- og setanarviðurskifti
Setanarviðurskifti eru sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálaráðið og av-
varðandi yrkisfelag í mun til uppgáv-
una.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Ragnhild Dahl á tlf. 353510, gerandis-
dagar millum klokkan 09.00 og 13.00,
tó ikki mikudag.
Umsóknir saman við upplýsingum um
útbúgving,royndir og møguligum við-
mælum, skulu vera Almannastovuni, J.
Broncksgøta 27, Postsmoga 3096, 110
Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 29.apr.
2003.
Í umsóknini skal vera tilskila upp-
gávunummar.
Landsstevnan hjá
sjómanskvinnuringunum í
Føroyum í Nesvík 2-4 mai 2003
Fríggjadagur 2/5
Kl. 17.30 . . . . . . . . . . . .
Móttøkan er opin.
Kl. 18.00- 19.15 . . . . .
Nátturði.
Kl. 20.00 . . . . . . . . . . . .
Stevnan verður sett. Ole Petersen frá DK talar.
Glyvra streingjakór syngur.
Leygardagur 3/5
Kl. 09.00 . . . . . . . . . . . .
Morgunmatur.
Kl. 10.00 . . . . . . . . . . . .
Bíbliutími við Ole Petersen.
Kl. 12.00 . . . . . . . . . . . .
Døgurði.
Kl. 15.00 . . . . . . . . . . . .
Medarbeiðarafundur. Inngangur við Torleif J.
Frítt orðaskifti um arbeiðið.
Kl.17.00 . . . . . . . . . . . .
Nátturði.
Kl. 19.00 . . . . . . . . . . . .
Møti við Sverra Steinhólm.
Simony og Amaliel Knudsen syngja og siga frá
arbeiði teirra í donsku sjómansmissiónini.
Sunnudagur 4/5
Kl. 09.00 . . . . . . . . . . . .
Morgunmatur.
Kl. 11.00 . . . . . . . . . . . .
Guðstænasta í Eiðis kirkju við Emil Olsen.
Kl. 13.00 . . . . . . . . . . . .
Døgurði.
Kl. 15.30 . . . . . . . . . . .
Skilnaðarsamkoma. Ingolf Johannesen talar og
menn úr Sandavági syngja.
Kl. 17.30 . . . . . . . . . . .
Drekka.
Tekning hjá bygdaformanninum áðrenn mikudagin 16 apríl
Hjartaliga vælkomnar!
Føroyska Sjómansmissiónin
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
C
M
Y
K
33
32