hósdagur 7. mai 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
RE me.
Nr. 86 — 7. mai 1992
Framhald av síðu 2
stødid nógv lægri og av-
leiðingarnar verða ikki
nóg góðar heldur.
-Sjálvur taki eg undir
við landsbankastjóranum,
tá hann sigur, at tað fer
at taka nógv fleiri ár at
fáa búskapin uppá fótur
aftur, koma vit ikki nú
við nøkrum loysnum
sum muna, og her kemst
illa uttan um
lønarnidurskurdin.
Fólk góðtaka
lønarlækking
Vit spurdu Jógvan Sund-
stein um hann roknar
við, at fólk i Føroyum
veruliga góðtaka ein
lønarnidurskurd!
-Tad geri eg avgjørt.
Fólk siga, at tey vilja
heldur hava nakað minni
í løn enn at liva við
stóra vanda við at verða
uppsøgd, og tey, sum eru
vorðin arbeiðsleys, siga,
at tey heldur vilja hava
nakað minni í løn, so-
leiðis at møguleiki er at
fáa arbeiði aftur.
Jógvan Sundstein
sigur, at stórsta
avleiðingin av
lønarnidurskurdi er tann,
at vit minka um arbeiðs-
loysi.
Fleiri í arbeiði
-Hvørja trygd hava fólk
fyri at tey varðveita sítt
arbeiði og at arbeiðsleys
fáa arbeiði aftur, um
lónarniðurskurður verður
settur í verk?
-Sjálvandi kann eg ikki
siga hetta við vissu, men
alt talar fyri ti, at ar-
beiði verður til fleiri
hendur enn í dag.
-Er tað ikki kapping-
arførid, sum hevur mest
at siga fyri teg, tá tú
tosar um lønarnidur-
skurð?
-Hetta er sjálvandi
sera avgerandi, men fyri
meg er
lønarnidurskurdur =
færri uppsagnir og fleiri
nýggj arbeiðspláss - bæði
í tí almenna og tí pri-
vata sektorinum.
-Men hvat hjálpir
hetta, tá stórur partur av
vinnulívinum er farin á
heysin og enn stórri
partur stendur hóttur
eitt nú alivinnnan!
-Nettup fyri alivinn-
via vildi tað verið ein
veldug innspræning við
einum lønarnidurskurdi,
soleiðis at vinnan kláraði
teir lækkandi prísirnar
og harvið kann halda
fram við sínum mongu
arbeiðsplássum.
Lønarlæækking fer
longu fram
Vit spurdu eisini Jógvan
Sundstein, um lønarnid-
urskurðurin eisini skal
fevna um fólk í privatari
vinnu. Til tað sigur
hann, at nógv privat
virki, slík sum ikki hava
sáttmálar, tey hava
longu sett lønina langt
niður, nógv við upp til
10-20%.
-Tað er nevniliga farin
fram ein heilt munandi
lønarnidurskurdur hjá
teimum, sum íkki eru
bundin at sáttmálum
undirstrikar fíggjarmála-
ráðharrin.
Hann sigur, at fólk
vilja hetta heldur enn at
skula missa arbeiði.
Rentan lækkar
Uppá fyrispurning um
prísstýðið og rentan av
lánum til eitt nú sethús
fer at lækka tilsvarandi,
um lønin fer niður sigur
Jógvan Sundstein, at
lækkar lónin, so lækka
prísirnir eisini og hvat
rentuni viðvíkur, so er
fíggjarmálaráðharrin
sannførdur um, at sjålvt
rentustødid fer at kvinka
niður eftir.
-Hetta tí, at kostnað-
arstødid lækkar og virk-
ini, sum bankarnir annars
tapa pengar uppá, hava tá
betri møguleika at
yvirliva og bankarnir fáa
harvið minni tap, har-
aftrat skulu bankarnir
eisini sjálvir lækka sínar
lønir, og harvið fáa teir í
hvussu er eitt sindur
betri møguleika at lækka
rentuna, um ikki annað
so eitt sindur.
Jógvan Sundstein
sigur, at hann hevur
tosað við onkran av
bankunum um
rentuspurningin í sam-
bandi við lønarnidur-
skurð og ætlar hann, um
uppskotið verður sam-
tykt, at taka upp samráð-
ingar við allar peninga-
stovnar um júst henda
Spurningin.
Stødan betri
hjá heildini
-Vil tå við øllum hesum
siga, at fólk alt í alt
verða ikki verri fyri fáa
vit ein lónarniðurskurð?
-Lækka lønirnar eini
6% so fara fólk at vera
10% betri fyri um eitt
år, tí tá verður ein stórri
lønarmongd, sum verður
útgoldin samanlagt. Tað
verður minni pr. eind,
pr. tíma og pr. mánaða,
men samanlagt verða
fleiri pengar, tí tað
verða fleiri fólk, sum
hava arbeiði.
-Hendir tað at eitt nú
bankarentan ikki lækkar
samtíðis sum lónin verð-
ur lækkað, fer tað ikki at
gera, at eingin fær endar-
nar at rókka saman?
-Tað er greitt, at fólk,
sum hava eina fasta løn í
dag og ávísar útreiðslur
sum rentur ol., við
lønarnidurskurdi fáa
minni at ráða yvir, men
alternativið er, at síðu-
maðurin als onga løn
hevur.
Gott fyri fak-
felggini
-Er tað ikki at leggja upp
til uppsøgn av sam-
gonguna, tá ut vilja
krevja av javnaðarflokk-
inum, at hann skal ganga
við til lønarnidurskurd,
tá vit vita, at ein stórur
partur av veljarunum
floksins, sum eitt nú
umboða mong av fak-
feløgunum, ikki góðtaka
slíkan niðurskurð?
-Nei tvørturim6ti.
Javnaðarflokkur stuðlar
bert fakfeløgunum við at
siga, at tit fáa fleiri fólk
í arbeiði, út fáa betri
umstødur, tit fáa sam-
anlagt meira í løn við
einum lønarnidurskurdi.
Hetta er ikki ødrvisi enn
tá javnaðarflokkurin sig-
ur við fólkaflokkin, at
rentuskatturin skal
hækkast. Her hevur
fólkaflokkurin alla tíð-
ina sagt, at tað hevur
verið eitt skaldrarmerki
at verja spararan og
stimbra til hægri
uppsparing. Her sigur
javnaðarflokkurin = so
sum náttúrligt er við
fólkaflokkin, at soleiðis
sum stødan er so må
rentuinntókan bera nakað
av kreppuni.
-Ég meini, at argu-
mentatiónin er eins log-
isk báðar vegir.
Neyvan langt aðal-
verkfall
-Men roknar tú ikki við
stórur trupulleikum á
arbeiðsmarknaðinum, um
tit við lóg samtykkja
lønarniðurskurð?
-Best hevði sjálvandi
verið um hetta var gjørt
sjálvboðið, men tá vit
onga samskipaða fakfel-
agsrørslu hava i land-
inum, so verður ómggu-
ligt at fara út til 50
feløg at samráðast. Men
tað, sum eg kenni á mær,
er, at tann meinigi løn-
takarin og kanska nokk
so langt inn i sjålva
leidsluna i
fakfeløgunum, har eru
fólk, sum skilja tydn-
ingin av einum lønar-
niðurskurði. Tað kann
vera, at tey fara at mót-
mæla, men eg trúgvi ikki
tey heilhjartað ganga inn
fyri at leggja alt sam-
felagið lamið av teirri
orsøk.
-Tå oddafólkini í fleiri
av landsins stórstu fak-
felógum hótta vid at
leggja samfelagið lamið,
um lóg kemur um løn-
arniðurskurð, hava tey tá
ikki undirtóku millum
sínar limir?
-Tað meini eg ikki tey
hava, men hetta er ikki
ein pástandur, sum eg
kann dokumentera, men
meira ein persónlig
kensla.
Síða 3
Jógvan Sundstein
Sigur, at eilt
aðalverkfall í langa tid
er sera ringt fyri
samfelagið, men tað
ringasta, sum kann
henda, er, at vit ikki fáa
loyst trupulleikarnar.
Bert tveir flokkar
Jógvan Sundstein heldur
fyri, at tað á Føroya
løgtingi í dag bert eru
tveir flokkar, ið tora at
reka politikk og teir eru
javnaðarflokkurin og
fólkaflokkurin.
-Men slitnar sam-
gongan eru tá aðrir
flokkar, sum vilja góð-
taka lønarnidurskurd
saman við fólkaflokk-
inum?
-Eg trúgvi ikki, at
nakar av hinum
flokkunum torir at vera
við til nøkur tiltøk
heldur ikki
lønarnidurskurd.
-Slitnar samgongan
uppá spurningin um løn-
arniðurskurð metir tú tá
einasta møguleika at vera
nýval!
-Ja tað geri. Men eg
met ikki, at samgongan
slitnar.
Komnir langt
Vit spurdu at enda
Jógvan Sundstein, um
møguleiki er fyri, at
samgongan fer at halda
fram, har ein loysn
hvorki fevnir um lønar-
niðurskurð ella rentu-
skatt sigur hann, at hetta
er eisini ein møguleiki,
sum teir arbeiða við.
-Vit eru komnir langt
og kunnu vit vísa á eina
loysn viðvíkjandi fíggj-
arlógini fyri 92 saman
við li sera positivu sann-
roynd, at vit hava fingið
eitt gjaldsjavnayvirskot í
91, so hevur hetta sera
stóran tynding fyri
víðari framgongdina hjá
føroyskum búskapi og
umdømi tess.
Javnaðarflokkurin
landsfund
Jógvan Sundstein sigur,
at hann vónar at hava
eina loysn einferð í
næstu viku. Nú má
javnaðarflokkurin sleppa
at avgreiða sín landsfund
fyrst, og tað er so ikki
ætlanin hjá fólkaflokk-
inum at provokera nakra
loysn fram innan lands-
fundin sigur hann.
-Men ér ikki
møguleiki fyri, at ein
stórur meiriluti á
landsfundinum hjá
javnaðarflokkinum fer at
krevja av ting- og lands-
stýrismanning floksins,
at hon skal siga kortanei
til lønarnidurskurd?
-Tann møguleikin er
sjálvandi til steðar. Aðra
viðmerking havi eg ikki
til tað.
jan
Framhald av síðu 1
sagt rætt sigur Atli Dam
víðari, at lægri løn,
serliga í almenna sek-
torinum og innan fast-
lønarøkid, gevur pláss
til at fáa fleiri í arbeiði.
Hinvegin sæð er hvorki
fastlønarsektorurin ella
tann parturin av arbeiðs-
marknaðinum, sum hevur
timalønt arbeiði, førur
fyri at veita løntakarun-
um trygd í starvssetan-
ini.
Trýr lítið uppá lønar-
niðurskurð sum bú-
Skaparamugð
Atli Dam sigur víðari,
at javnaðarflokkurin ikki
hevur noktað fyri at tosa
við fakfeløgini bæði tey
i fastlønar- og tí tíma-
| lénta partinum á ar-
beiðsmarknaðinum og
heldur ikki við fiski-
mannafelagspartin, men
javnaðarflokkurin tryr
sera lítið uppá lønar-
niðurskurð sum búskap-
aramboð, tí um so skuldi
verið, at hesi avmarkað
seg út yvir tað avmark-
ing, sum tey longu sjálv-
boðin eru gingin undir,
nevniliga reallgnaraftur-
gongd í tvey ár uppá 9-
11%, so er eingin trygd
fyri, at hetta fer at
hjálpa, tí í verandi stóðu
er tað eins væl ein or-
ganisatións- og arbeiðs-
leiðsluspurningur og at
tilpassa virksemi til
møguleikarnar fyri at
selja meirvidgjørdar vør-
ur.
Møgulcikin fyri at
koma inn å hesar markn-
aðir setir nátúrligt mark
fyri, hvussu skjótt vit
kunnu fáa munandi stórri
virksemi.
Í fýra pørtum
Atli Dam vísir síðani á,
at metingin av einum
lønarnidurskurdi er í
fýra pørtum, einum løg-
frødiligum og einum
sáttmálaligum tvs. er
hetta løgfrødiliga hald-
bart og skulu vit enda i
eini stødu, har gjørdar
avtalur skulu setast úr
gildi tilvildarliga, hvat
ikki hevur verið kunnað
gjørt síðani Norska lóg á
sinni kom í gildi.
I øðrum lagi er tað ein
metan av tí búskaparligu
nyttuni í støduni, og
hetta er longu umrøtt.
Tað eru mark fyri,
hvussu skjótt vit røkka
hesum fleiri tímunum,
sum vit ynskja at fáa.
Í triðja lagi er tað ein
meting um, hvert tað er
rættvíst, at hesi tíma-
løntu, sum ikki hava
skapt kreppuna, nú út-
yvir tey 11%, skulu
rinda uppaftur 6% aftrat,
meðan arbeiðsfríar
inntøkur og
væltryggjadar håinntøkur
eru so væl vardar av 50%
skattamarkinum, at tær
lutfalsliga bera ov litlan
part av ti, sum neyðugt
er at bera.
Í fjórða lagi er hetta
eisini ein politiskur
spurningur, sum i al-
heims samanhangi er
spurningurin, um vit
undirgrava trygdina, sum
arbeiðstakarar hava vunn-
ið sær alt síðani høvuds-
avtalan kom í gildi í
1899 og sum nærum
javnsetir såttmålarætt-
indi við onnur grund-
lógartryggjað rættindi.
Rentuskatturin
-Líta vit at spurning-
inum um rentuskatting-
ina, sigur Atli Dam
víðari, so hevur einki
land í heiminum so høga
realrentu sum Føroyar.
Henda rentan av kapitali
kann bert takast eina-
staðni frá og er tað
burtur úr framleiðsluni.
Og hesin parturin av
tí, sum verður tíkin av
framleiðsluni hevur sum
kunnugt ongantíð enn
rindað nakað til samfel-
agsraksturin. Tí siga vit,
at ein skatting uppá 5 -
7% av rentu, ið sum
sagt, verður tíkin frá
framleiðsluni, er alt ov
lág, og hava mælt til, at
vit í minsta lagi hækka
hesa skatting til tað hon
var, tá ið fólkaflokkurin
í 1953 á fyrsta sinni
førdi inn hesa
rentuskattaskipan, sum í
dag er galdandi í
Føroyum, nevniliga 14%.
Loysir ikki høvuds-
trupulleikarnar
Lækking av lónum loysir
ikki høvudstrupulleikar-
nar hjá foroyskum vinnu-
lívi, sum er, at kapital-
kostnaðurin, sum bankar,
figgingarstovnar 0.0,
sum hava lykilin til,
kvalir føroyskst vinnu-
liv, ti vandi er fyri, at
tað, sum løntakararnir
møguliga kundu givið,
verður tikid aftur av
fíggingarstovnunum.
Skal rættvísi valda
mugu gll onnur viður-
skifti í samfelagnum eitt
nú samsýningar til lib-
eral vinnurekandi, láni-
upphæddir og rentustødi
osfr. alt samalt koma
undir eina líknandi lækk-
ing og av royndum vita
vit, at slík lóggáva er
nærum ómegulig at
smíða.
Atli Dam sigur at enda,
at javnaðarflokkurin og
fólkaflokkurin hava eina
skyldu at loysa trupul-
leikarnar í samfelagnum
við ella uttan rentuskatti
og lønamidurskurdi.
jan