Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 86 — 7. maí 1992 Síða 15 Gera motionsfimleik — elsini um summarid Tey seinastu árini hevur eitt av ultøkunum, Havnar Fimleikafelag hevur havt å skránni, verið motions- fimleikur. Flestu árini hevur talan tó bert verið um motions- fimleik um veturin, men tíðin tykist av álvara vera komin til, at motionsfim- leikur eisini fer at verða íðkaður um summarið, og hetta hevur Havnar Fim- leikafelag tikid til eftirtekt- ar Ti verður nú farið undir at íðka motiónsfimleik hvort tyskvøld, og verður eitt kvinnulið og eitt mans- lið. Kvinnurnar íðka týs- kvold frå kl. 20 til 2i, og menninir frå kl. 21 til 22. Byrjað varð longu nú tyskvøldid, og er kostnað urin 100 krónur um mán aðin. Onkur hugsar kanska, um hetta er nakað fyri ein sjálvan, og til tað siga vit, at felagið leggur dent á, at tað er motionsfimleik, vit tala um,< sigur Havnar Fimleikafclag í tíðinda- skrivi. >Soleiðis kunnu øll vera við, bæði kvinnur og menn, ung og gomul. hj Bussurin varð Ov Seinur Tveir leiðarar og 14 svimjarar úr Fuglafirði, sum skuldu til eina kapping í Vági, stóðu sum kánus á Bursatanga leygarmorgunin, tá tað gjørdist teimum greitt, at samferðslukervi ikki helt til ferðaætlanina. Tey vóru farin úr Fuglafirði kl. 8 um morgunin, og skuldu verið í Havn kl. 9.50, men vóru ikki fyrrenn kl. 10.02. Og tá fóru Teistin út eftir Havnarvág... Nú gekk hjá Leygardagin skuldu nakrir svimjarar úr Fuglafirði til Vágs at vera við í eini kapping. Lagt varð so til rættis, at tey skuldu ferðast við Bygdaleiðum úr Fuglafirði til Havnar, og hagani við Teistanum til Suðuroyar. Men mongum brestur ætlan, og tað gjørdi hon eisini hjá fuglfirðingum. >Vit fóru kl. 8 frá mat- stovuni Muntra í Fugla- firði, sum eisini samsvar- aði við ferðaætlanina, og umframt okkum, ið vóru tveir leiðarar og 14 svimj- arar, vóru eisini onnur, ið skuldu allan vegin til Suð- uroyar,< sigur ein av leið- arunum hjá fuglfirðingun- um. >Vit skiftu so buss í Leirvík, og fóru í ein buss frá Pf. Bil. Bussføraranum greiddu vit frå, at vit vóru á veg til Suðuroyar og skuldu náa bátin kl. 10, og tað segði hann vera í lagi.< Drúgvari enn væntað Men ferðin suður gjørd- ist drúgvari enn væntað, tí steðgast skuldi á fleiri staðni, og serliga gjørdist steðgurin á Oyrarbakka so drúgvur, at leiðarar og svimjarar byrjaðu at fáa nervar. >Tá vit so vóru komin niðan á Oyggjarvegin fór eg fram til bussføraran og spurdi, um tað nú var heilt víst, um vit náddu bátin, og tað tryggjaði hann bæði meg og onnur ferðandi um, at tað gjørdu vit,< sig- ur svimjileiðarin við Sos- talin. >Hann segði seg at hava tosað við Teistan, og at teir skuldu bíða eftir okkum.< Koyrt varð víðari, og í Havn varð somuleiðis steðgað á gllum hugsandi stóðum, so klokkan var 10.02, tá bussurin endiliga var niðri á Bursatanga. Tað fyrsta tey sóu, var Teistan á veg út eftir Havnarvág... Mólu í Havnini allan leygardagin »Vit royrdu so alt, hvat vit kundu, fyri at fáa fatur á Teistanum, og tá tað ikki eydnaðist, royndu vit at fáa fatur á strandferðslu- stjóranum, men tað vísti seg, at tað einasta, ið kundi gerast fyri okkum, var at fáa Rituna at sigla okkum á Hvalba, men tað hildu vit íkki vera skilagott, tí túrurin vildi var triggjar tímar, og kappingin skuldi byrja kl. 15, so endin varð tann, at vit settust aftur í Havn, har vit so bíðaðu allan dagin, til Teistin fór suður aftur um kveldið kl. 21.« Svimjileidarin fortelur fyri Sosialinum, at tey so royndu at fåa tidina at ganga sum frægast — tveir leidarar og 14 børn. Mill- um annað vóru tey uppi i svimjihøllini, í SMS, plantasjuni og annars runt um í býnum. >Á Sjómans- heiminum møttu vit stóra vælvild, har vit fingu bæði mat, uppihaldsrúm, sluppu at hyggja at sjónvarpi og annars hvíla okkum, hóast hetta ikki var nakað, vit høvdu fyrireikað okkum til,< sigur svimjileiðarin. Bíða eftir rokningini Nú bíða tey í Fuglafirði bert eftir, at tey skulu fáa eina bót frá Svimjisam- bandinum afturfyri, at tey ikki møttu til eina kapp- ing, tey høvdu meldað til. »Eg veit ikki, hvussu nógv tað fer at kosta okk- um, hóast vit jú als íkki kundu gera við, at vit vórðu ov sein.< Einasta, ið gjørt varð frå samferðslusíðu at bøta um mistakið, var at lata svimj- ararnar sleppa norður aftur sunnukvøldid uttan at Framhald á síðu 17 EB-Skála 1-4 (0-2) 0-1: Arthur Johansen 0-2: Heri Mikkelsen 1-2: Høgni Vesturdal 1-3: Agnar Højgaard 1-4: James Olsen Sidsta vikuskiftid gekk einki serliga væl hjå skåla- monnum i heimadystinum móti LÍF, ið Skála tapti við uimum málum. Men mistøkini eru vidgjørd og rættað, og vísti hetta seg eisini í dystinum á Mølini á Eiði sunnudagin, ið varð vunnin uttan stórvegis hóvasták. Og lat tá verða sagt, at skálamenn altso vunnu hann. Í fyrra hálvleiki legði Arthur Johansen við besta málinum í dystinum Skála á odda, tá hann heilflukt- aði bóltin upp í nettakið eftir góða avlevering, Agnar Højgaard gav honum við hgvdinum. ” Løtu seinni fekk Skála eitt fríspark í vinstru síðu, sum Heri Mikkelsen skjeyt móti málinum. Bólturin kom á vegnum í ein EB-ara, og hetta snýtti Málskjúttar, 1. Malan Klakkstein, KI Jóhanna Vang, B36 Asla Jacobsen, HB Durita Eliasen, IF Harriet Petersen, IF Sólvá Hansen, Skála Sonja Jacobsen, Skál: Margrith Steinkross kvinnudeild I i 1 Steðan, 1. kvinnudeild Skála-Sumba - Í B36-HB KÍ-ÍF EB-VB D "4 Skåla ] 3 )- ( J 0 ki 0 ÍF 0 HB 0 B36 0 EB 0 VB 0 0 0 0 0 0 0 Sumba 0 Næstu dystirnir: Í Í D TI Skála-B36 1B-KÍ F-EB Sumba-VB málverjan so mikið, at hann ikki fekk tíkið skotið. Brotssparkskjansur Í seinna hálvleiki fekk EB ein góðan kjans at gera vart við seg, tá brotsspark varð dømt. Tveir av verju- spælarunum hjá Skála kendu seg inni í egnum brotsteigi noyddar at steðga einum púra fríum Jógvani Sólsker, og fyri tað varð sjálvsagt dømt brotsspark, ið Høgni Vesturdal trygt setti netið, so Eiði nú fekk minkað um munin. Hetta munaði bara ikki, tí skálamenn fingu tvinni mál dystin 4-1. Agnar Hgj- gaard, ið hevði roynt fleiri ferðir at fáa bóltin inn — tó uttan neyðuga hepni — fekk nú kjansin, tá hann á markinum til 16-meturin snaraði sær á og skjeyt bóltin í málið, dygst úti við aðra stongina, og løtu seinni økti James Olsen til 4-1, tå hann fekk ikki minni enn tvinnar royndir aftrat, og vunnu Skála at stúta móti málinum eftir hornaspark. Ta fyrru ferð- ina stóð ein EB-ari fyri, men seinnu ferð fór bóltur- in inn, og so var dysturin so ruddiliga vunnin. Sigurin hjá Skála var fult uppiborin, og sær út til, at síðsta ósigurin hava skálamenn rist av sær, so teir kanska kunnu verða teir fyrstu, ið býta frá sær móti Royn, ið kemur norður á vitjan leygardag- in komandi. Hinvegin hevur ikki ver- ið so vælkoyrandi hjá upp- flytarunum av Eiði, ið enn eiga alt til góða í 2. deild. (hj.) AO ru