Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mai 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; Síða 6 Trýstið á Kvinnuhúsið veksur - tær venda sær til Kvinnuhúsinum í Havn - úr øllum heraðshornum i Føroyum, øllum aldursbålkum og øllum stættum . Tað er tó bert hålv hjålp, tå familjan sum heild ikki verður tikin vid í myndini, sigur Jane Hoydal, forkvinna m. a. í sam- róðuni Tað var upprunaliga føroy- sku luttakarnir á Kvinnu- ráðstevnuni í Oslo, sum stovnaðu Kvinnuhúsið í Havn, har kvinnur og børn kunnu venda sær, sum hava verid fyri sålarligum ella likamligum harðskapi heima. Stór hækking 1. ársfjóðring - Nú tvey ár eru liðin, síðani Kvinnuhúsið lat dyrnar upp, og fór undir at hjálpa og vegleiða kvinn- um í kreppustødu, er tað prógvað, at brúk er fyri hesum stovni. Í fjørð fekk Kvinnuhúsið 104 áheitanir um telefon og vitjanir, og 12 kvinnur og fimm børn gistu í 129 døgn á stovninum. - Í fyrsta ársfjóðringi í ár, hevur Kvinnuhúsið hig- artil = fingið 87 áheitanir, og seks kvinnur, við seks børnum hava gist 120 samdøgur á stovninum. Tað er ein ógvuliga stór hækking, sigur Jane Hoy- dal, forkvinna í Kvinnu- húsinum, men skoytir uppí, at tað hevur víst seg at vera meira brúk fyri hjálp í vertarhálvuni. Trupulleikarnir fækkast, nú tann ljósa tíðin kemur. Sjálvboðin arbeiðsmegi Størsti parturin av ar- beiðinum er sjálvboðin ar- beiðsmegi, og 50 kvinnur nýta partar av síni fritid, at taka eina hond í, tá neydstøddar kvinnur pikka upp á dyrnar Oman Pisu- varða í Havn. Jane Hoydal er upp- runaliga útbúgvin sosial- ráðgevari, sum seinni fekk sær læraraútbúgving og ar- beiðir í Kommunuskúla- num í Havn. -Tað var á fundi í Mettustovu, at vit tóku spurningin um støðuna hjá kvinnum, sum eru fyri harðskapi heima. Tað vísti seg beinanvegin, at tað var átroðkandi at fáa eitt stað at fara, hjá hesum kvinn- um. - Tað hevur eisini víst seg - sum frálíður - at nógvar kvinnur hava brúk fyri hjálp, tá alt annað rap- ar saman um tær, og tá tær - oftani á nátt - noyðast at fara av húsum við børnu- num. Øl hava tagnadarskyldu - Í kvinnuhúsinum eru vit til reiðar at taka móti teimum. Ofta verða vit ringd upp á nátt, og um tað ber til at koyra til Havnar, eru vit í Kvinnuhúsinum til reiðar at hjálpa beinavegin. ” Jane Hoydal, forkvinna í Kvinnuhúsinum: - Eitt hjartasuff havi eg kortini, og tað er at einki stað er hjá harðrendum monnum at venda sær fyri at fáa hjálp. Slíkir menn eru neydardyr, og hava ti eisini brúk fyri at tosa um trupulleikarnar, sum raka familjuna so meint Orð: Dagny Myndir: Kalmar Tvær hjálparkvinnur eru á staðnum, og onnur tekur sær av konuni, tosar við hana, ger ein kaffimunn 0.s.fr., meðan hin tekur sær av børnunum. Kvinnurnar verða bein- anvegin gjørdar varugar við, at tær hava tagn- arskyldu mótvegis hinum, sum búgva á stovninum, eins og tær trygt kunnu tosa um sínar trupulleikar við hjálparfólkini, við vissu fyri, at einki kemur út, um hesi viðurskifti. Fáa tær frið fyri monnu- num? - Menn hava,sum heild havt virðing fyri Kvinnu- húsinum, og konurnar eru tryggar hjá okkum. Tað hevur tó onkuntíð verið neyðugt at biða Løgregl- una um hjálp, eitt nú tá farið verður eftir klæðum til konu og børn. Skapt trygdarnet Bidja vit Løgregluna koyra framvid Kvinnu- húsinum av og á, tå okkurt serligt leikar á, so hava teir eisini verið beinasamir. Vit hava eisini fingið konur inn, sum vit ikki kunnu hýsa, eitt nú um viðkomandi hevur brúk fyri aðrari hjálp, enn henni, sum vit kunnu veita. Her hava vit heitt á Blá- krossstovuna, ella á kom- munulæknan, um t.d. onk- ur hevur havt brúk fyri sálarligari ella aðrari læk- nahjálp. A henda hátt hava vit roynt at skapt eitt trygd- arnet um Kvinnuhúsið, sum ger tað møguligt hjá okkum at virka á besta hátt. $