fríggjadagur 8. mai 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 87 — 8. mai 1992
Fara ov skjótt heim
Royndirnar higartil hava
víst, at um kvinnurnar fara
avstað aftur, áðrenn ein
vika er farin, so hava tær
ikki fingid greidi å sini
persónligu stødu.
Gista tær hinvegin í eina
viku ella meir, so eru tær
komnar so mikið fyri seg,
at tær kunnu fóta sær, og
fara styrktar avstað aftur.
Koma tær somu kvinnur-
nar aftur til tykkara?
- Tað er oftani soleiðis,
at kvinnurnar velja at ver-
ða verandi hjá mønnunum
og at harðskapurin heldur
fram. Her kunnu vit bert
stuðla teimum, og verða til
hjálpar, tá á stendur.
Hjálp til sjálvhjálp
Okkara uppgáva er at
menna kvinnurnar - hjálp
til sjålvhjålp, sum vit kalla
tað. Tað er heldur ikki lætt
hjá id. eldri konu á bygd,
at fara frá manninum. Hon
hevur kanska einki arbeiði
ella íbúð, og tá eru møgu-
leikarnir ikki nógvir í at
velja.
Aðrar kvinnur velja at
fara frá manninum, og tá
kunnu vit hjálpa og veg-
leiða teimum, at tær fáa
síni viðurskifti í rættlag.
Tó mugu tær sjálvar syrgja
fyri hesum, men vit stuðla
teimum, har á stendur.
Í øllum fórum hevur
harðskapur verið framdur
móti kvinnunum, og í ødr-
um føri hevur harðskapur
og brennivín verið atvoldin
til kreppustøduna, sigur
Jane Hoydal.
Kvinnurnar, sum í ár hava
vent sær til Kvinnuhúsið
hava verið í aldurs-
bólkinum 20 ul 60 ár, og
børnini hava verið frá Í til
17 ár.
Úr øllum
heraðshornum
Kvinnurnar eru frá 17
ymsum kommunum í
landinum.
Kvinnuhúsið er sum sagt
eitt stað - har kvinnur, sum
eru raktar av harðskapi,
kunnu fáa hjálp.
Annar trupulleiki eru
børnini, sum í øllum førum
eru ógvuliga illa fyri.
Teimum royna vit eisini
at hjálpa, men tá mamman
er so illa fyri, er torført hjá
okkum at gera meira enn
at vera um tey og geva
teimum frið eina tíð.
Børnini kunnu fara út at
spæla, men oftani tora tey
ikki fara út frá mammuni.
Eru nógv børn, fáa vit
ein barnagarðlærara, sum í
Kvinnuhúsinum og tekur
sær av teimum.
Ótrygg fíggjarsteða
- Tó hava vit so stutt-
skygda fíggarliga framtíð,
at vit ikki kunnu gera
stórvegis meir enn higartil.
Høvdu vit fingið vissu
fyri stuðli úr landskassa-
num t.d. fimm ár fram, so
bar betur til at leggja
arbeiðið til rættis.
Higarul hevur Kvinnuhús-
ið sekt Landsstýrið um
pening hvørt år, hava fing-
ið 100.000 og 200.000
krónur árliga, umframt at
allar kommunur í landi-
num fáa áheitan um stuðul.
Har er tó ikki stórar
upphæddir komnar, og
bert ein lítil partur hevur
játtað stuðul.
- Vit noyðast tí at dúva
upp á sjálvbodna arbeiðs-
megi, og tá er ógvuliga
torført at gera meir enn
tað, sum er hægst neyðugt
í gerandisdegnum.
eru neyðardýr
Jane Hoydal: - Eitt
hjartasuff havi eg kortini,
og tað er, at tað átti at ver-
ið eitt stað, har menn sum
eru harðrendir við fam-
iljuna, eisini kundu vent
sær at og fingið hjálp.
Hesir menn eru í veru-
leikanum neyðardýr, sum
ongan hava at tosa við um
sínar trupulleikar um, hví
hann er harðrendur móti
konu og børnum.
- Tað átti at verið gjørt
meira fyri at varðveita
familjuna. Børnini vilja
helst vera hcima, og at
mamman og påpin eru
saman.
Sum pápi - so sonur
- Serliga tí kanningar
vísa, at børn, sum eru upp-
ald í harðskapi, eisini
fremja harðskap, tá tey
verða tilkomin. Tølini vísa,
at 70% av slíkum børnum
føra harðskapin víðari, tá
tey vaksa til.
Slíkan felagsskap, har
menn eisini fingu tosað um
sínar trupulleikar, er tørvur
á í dag, nú alt fleiri hava
brúk fyri hjálp, sigur Jane
Hoydal, og skoytir uppí:
sum nú er, beta vit bert um
helvtina av familjuni, og tá
er ikki torført at ímynda
sær, hvussu framtíðin hjá
teimum myndar seg, tá
kreppustøda aftur er í
heiminum.
Blindastovnur Føroya
hevur opið månadag— friggjadag kl. 9—16.
Telefonir: 18222 og 19288.
SP Sosialurin
Sida 7
Missionsstevna
I TB-husinum
Vikuskiftið 15.-17.
missi6nin fyri stevnu i TB-húsinum á Tvøroyri, har greitt
verður frá arbeiðinum í orðum og myndum, umframt at
eisini nógvur sangur og tónleikur verður at hoyra
Dýrabiðidag, 15. mai, byrj-
ar ein missiónsstevna í TB-
húsinum á Tvøroyri. Talan
er um eitt tiltak, ið Skandi-
naviska Bamamissiónin i
Føroyum skipar fyri.
Sum ein góðan stuðul til
arbeiðið, letur 100 ára
gamla bóltfelagið TB húsið
ókeypis hesar dagarnar,
missiénsstevnan er.
A skránni er mangt og
hvat, so sum sangur og tón-
leikur, men tað, ið mest um-
ráðandi er, er í orð og mynd-
um at greiða frá virksem-
inum hjá barnamissiónini,
ið útynnir eitt stórt arbeiði —
serliga á Filipsoyggjunum,
men eisini aðrastaðni, har
børn líða neyð og tørvur er á
menniskjansligari og anda-
ligari hjálp av ymsum slagi.
A Filipsoyggjunum verð-
ur serliga nógv gjørt fyri at
hjálpa teimum heim- og for-
eldraleysu 'gøtu-børnun-
um', ið ongan góðan eiga,
og mugu royna at klára seg
sjálv sum frægast.
Stuðlað við gávum
Altarbeiði, ið gjørt verður
í Skandinavisku Barna-
missiónini, verður gjørt við
stuðli frå rúgvum gevarum,
ið hvgnn mánað geva eina
upphædd ul arbeiðið.
I Føroyum eru ikki færri
enn okkurt um 700 fólk, ið
fast geva missiónini pengar
til arbeiðið, og er stevnan á
Tvøroyri ikki minst ætlað
hesum, so tey kunnu koma
at kunna seg um, hvat givnu
pengarnir fara til, og hvussu
teir verða brúktir.
Millum tey, ið vera við á
stevnuni, er Sólvá Nielsen
úr Skopun, ið júst er komin
aftur av Filipsoyggjunum,
har hon sjálvboðin hevur
verið við í arbeiðinum í
tríggjar mánaðir. Sosialurin
hevur áður skrivað um hana
og havt prát við hana, sum
lesararnir ói vað minnast aft-
ur á.
Greiðir frá tí, hon hevur
sæð og upplivað
Sólvá fer at greiða frá tí,
hon hevur sæð og upplivað
hesar triggjar mánaðirnar,
og man hon sum fáur kunna
geva eina góða mynd av,
hvussu gerandisdagurin i
arbeiðinum gongur, og
hverja nyttu føroysku peng-
arnir gera har yviri. |
Hon var millum annað
við, tá føroyska bygdin —
Faroe Village — varð vígd.
Hettaer ein bygd, ið er gjørd
fyri pengar, ið eru givnir úr
Føroyum.
Eisini = verður sjálvur
stovnarin av Skandinavisku
Barnamissiónini, sviin Sig-
vard Wallenberg við. Hann
starvast sum leiðari í miss-
i6nini fulla tíð. Hann er
fyrrverandi sjónleikari, og
varð hann í síni tíð kendur
sum “Sveriges Dirch Pas-
ser". Fyrst í 80'unum stovn-
aði hann Skandinavisku
Barnamissiónina, ið er ein
av størstu hjálparfelags-
skapunum i Nordurlondum
i dag.
Sangur og tónleikur
Men ikki verður bert
greitt frá. Eisini sangur og
tónleikur verður at hoyra,
og verður talan bæði um
lokalar sang- og tónleika-
krefur, umframt fólk aðra-
staðni úr landinum við.
Tá stevnan verður sett
fríggjadagin kl. 15, syngur
Jens Lisberg úr Trongis-
vági, ið fyri jól gav út band,
hvørs ágóði stuðlar miss-
i6nini. Umframt fer Miriam
Carlsen eisini at syngja
barnasangir saman við
børnunum.
Tær wíggjar Vanja, Linda
og Lydia fara at syngja —
eisini saman við Miriam, og
somuleiðis fer Sigvard Wal-
lenberg sjálvur við sínum
frálíka klaverspæli og sangi
at seta sín dám á.
Hvert kvøld er møti kl.
20, har Sigvard Wallenberg
talar, og eisini har fara sang-
ur og tónleikur at hava ein
stóran leiklut.
Leygarkvøldid kl. 22.30
verdur hugnaløta fyri ung
vid einumspennandi ung-
dómsfilmi, umframt sangi
og tónleiki, og sunnudagin
kl. 15 verður aftur kunnandi
fundur um arbeiðið.
Alla stevnuna ber til at
ogna sær bøkur og bond, at
leiga sjónbond og somu-
leiðis at keypa sær ein
drekkamunn og góðgæti at
njóta í TB-húsinum.
hj.