Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. mai 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 sf - Scansat/TV3 Fríggjadagin kl. 18.35: Nutcracker Bretskur filmur frá 1982 við Joan Collins í høvudsleiklutinum. Ein russisk balle- rina fer av i London og fær arbeidi sum dansarinna í einum sjónleikarhúsi, sum ein rík, men óvinarlig, kona eigur. Fríggjadagin kl. 21.00: Miami Vice Eingin livir ævigt Nakrir unglingar loypa ótta á fólk í Miami. Teir eru allastaðni og teir oyði- leggja alt, har teir koma. Legreglan er hjálparleys. Crockett hugsar mest um eina kvinnu, hann júst hevur hitt. Hann fær ikki hugsað um arbeiðið samstundis { og Castillo sær hvussu vorðið er við hon- Fríggjadagin kl. 22.55 Kojak tænastumaður sum ikki ger nógv burtur úr sær sjálvum, £ n ara er alt ov trygt g kedil Stjórin er júst skotin, og hetta fær hann at hugsa gjøllari um lívið. Seinni fær hann meguleikan, og tá byrjar hann uppá ævintýrið Leygardagin kl. 19.30: Rehearsel for Murder Am. filmur frá 1983 — ein krimisega. Broadway-skrivarin, Alex Dennison (Ro- bert Preston) bjóðar sjónleikarum og eðr- um at ganga nýggjasta leik sín igjøgn- um. Men veruliga orsekin til samkomuna er, at hann ætlar at taka mannin, sum hevur dripið gentu hansara, sum var sjónleikari. Legreglan kom fram til, at Monica Wells doyði av lopinum úr vind- eyganum í Manhattan-íbúðini. Leygardagin kl. 23.30: The Dirty Dozen The Deadly Mission Am. sjónvarpsfilmur frá 1987 við Telly Savalas og Ernest Borgnine í hevuðsleik- lutunum. Major Wright er hóttur av krígsrætti, um hann ikki góðtekur upp- gávuna at fáa seks vísindamenn, sum nazistarnir hava tikið til fanga, leys- latnar. At hjálpa sær fær Wright nakrar fangar, sum allir eru demdir fyri harð- skap. Fyri at koma til kleystrið, har fang- arnir sita, mugu Wright og menninir læra at samstarva og líta hver á annan. Teir fara at venja beinanvegin. Sunnudagin kl. 14.30: Gjest Baardsen Eftir kríggið við Sveríki og Ongland er stór neyð í Noregi. Alt silvur skal latast statinum. Gjest Baardsen verður settur í fongsul, tó ikki av nekrum stórum lógar- broti, men hann sleppur til rýmingar. Lensmenn jagstra hann um alt landið, og hverja ferð teir fáa fatur á honum, sleppur hann frá teimum. Hann verður skjótt fólkahetja. Hann livir av at stjala, men hann stjelur bert frá teimum ríku Sunnudagin kl. 19.30: Beaches Segan um tvær kvinnur, sum koma úr sera ymiskum heimum, og vinarlag teirra sleppur at standa sína roynd. CC Blom (Bette Midler) og Hillary (Barbara Hershey) hittast á strondini í Atlantic City bert 11 ára gamlar. Báðar eru har og ferðast, og hóast tær eru ymiskar, so halda tær saman. CC Blom er frek, reyð- hærd, úr New York og ætlar at verða sangarinna, meðan Hillary er lítillátin og úr San Franscisco. Tá ið frítíðin er av, skriva tær saman, og vinarlagið heldur, tær siga hverjari aðrari alt, og at enda kemur vinarlagið í eina kreppu Mánadagin kl. 18.35: Memories of Me Am. filmur frá 1988 við Billy Crystal, Alan King og JoBeth Williams í hevuðs- leiklutunum. Hjartaskurðlæknin Abbies hevur ikki nakað gott samband við pápa sín. Tí hjarta hjá sær sjálvum, er Abbie ikki førur fyri at lekja, orsakað av pápan- um, Abe. Pápin hevur ongantíð givið honum meira enn eitt herðaklapp og kanska onkra skemtisegu á vegnum. Mitt í eini skurðviðger fær Abbie ein hjartatilburð, og Abbie noyðist at við- ganga, at hann noyðist at hvíla seg. Hann ger av at fara úr New York at vitja pápa sín, Hollywood-statistin, í Los Angeles. Kona Abbie stuðlar honum í at fara til California til pápa sin... Leikarar: Abbie — Billy Crystal, Abe — Alan King, Lisa — JoBeth Williams, Dorothy Davis — Janet Carroll, David Ackroyd, Horace Bosco — Phil Fonda- caro, Al — Robert Pastorelli o.a. Mánadagin kl. 20.30: In The Heat of The Night Eftir stytta fongsulsrevsing kemur Pros- per Hoag aftur til Sparta. Fleiri av íbúgv- unum harmast um, at hann longu er sloppin útaftur, tí Hoag var beinleiðis orsekin til eina álvarsliga vanlukku, har tríggir unglingar doyðu og tveir vórðu illa særdir. Eitt kveldið verður Hoag funnin skotin, og Emory Tanner við son- inum Walt, sum varð skaddur av van- lukku, verða illtonktir. Hóast Gillespie og Tubbs fáa at vita, at bæði pápin og sonurin hava alibi morðkveldið, játtar Emory morðið. Mánadagin kl. 22.30: McCall Legreglumaðurin Dan Turner verður handtikin, funnin sekur, tá ið hann var vitni til eina neyðteku. McCall er settur at kanna málið at prógva at Turner er ósekur. Týsdagin kl. 19.30: 92 Grosvenor Street Bretskur filmur frá Hal Holbrook í hevuðsleiklutinum. Undir seinna heims- bardaga í London arbeiða amerikanskir hernaðartænastumenn á eini skrivstovu vid »strategiskari« krígsferslu. Har eru prof. hermenn, ævintýrarar og tekniskir Nr.87 — 8. mai 1992 serfreðingar, drápsmenn og aðrir, sum allir hata arbeiði sítt. Turner er ein av hesum hermonnum. Tá ið hann frættir, at ein vísindamaður í Noreg leiðir týskar- arnar móti loyniligu tungvatnsgoymsl- uni í landinum, fær hann seg ikki at geva boð um avrætting. Flynn verður í eðini, sjálvur hevði hann ikki ivast. Ein ser- deild verður sett í vón um at fáa vísinda- mannin úr klernum á týskarunum. Fyrsta royndin miseydnast, og tí verður ein vekur ung fronsk kvinna send saman við dóttir vísindamannin. Samstundis fær Grosvenor Street 92 eini ræðulig tíð- indi. Ein týskur njósnari roynir at koma inn í teirra felagsskap. Týsdasgin kl. 22.00: | Married with Children Al tekur Steve við at spæla poker. Eftir at hava hugt at í ein tíma, vil Steve sleppa at spæla við. Hann tapir beinan- vegin nógvar pengar til Al og verður keddur. Pengarnir skuldu brúkast til at gjalda rentur og avdrag fyri, og hvussu skal hann siga tað fyri Marcy. Men Al gevur honum ráð... Mikudagin kl. 22.30: McCall Stephan Oledzki verður skotin eftir at hann hevur skriftað fyri faðir Nicholas at hann skal verða við í eini kvettroynd. Faðir Nick vil ikki bróta tagnarskyldu sína... Hósdagin kl. 21.00: Miami Vice Albert Lombard vitnar í rættarmálinum móti rivalinum Librizzi. Hann fær valið millum deyðan ella at siga sannleikan. Fusco, hjálparmaðurin hjá Lombards, bjóðar sær at sannfera Librizzi um, at Lombard ikki skal »slatra«. Í staðin gera Librizzi og Fusco eina avtalu — Lombard skal drepast! Dýra biðidag kl. 18.35: varpsfilmur frá 1986 við Kimb- Susan Blakely og Craig T. Nel- í hevuðsleiklutunum. Hetta er søgan um Teddy Kennedy Jr., son Edward Kennedy, sum tólv ára gamal misti ann- að beinið orsakað av krabbameini. Hin ungi Teddy veksur upp í eini verð, har ítrótturin hevur stóran leiklut, og hvat nú? Teddy gevur ikki upp er SNOoOp son Dyra bididag kl. 22.55: Kojak Takkað verið Kojak verður ein higartil ókendur narkotikahandlari drigin fyri rættin. Ákærdi rænir konu McNeil. Hann lovar at lata hana aftur, um hann fær prógvini. Útvarp Føroya Sunnudagin kl. 13.10: Fritid og náttúra Hesa tiðina koma gåsarungarnir út og í Frítíð og náttúru sunnudagin sigur Kim Hanusson fra gásarhaldi. Kim greiðir frá, tá ungar skuldu slepp- ast upp, hvussu gásarhúsið skal gerast, um heilivág, nær gæsnar eru bestar, hvussu gásin skal fødast o.s.fr. Ein av gæsnum hjá Kim er ættað undan eini grágás og hevði í vikuni lagt heili 34 egg. Kim Hanusson, sum er ættaður úr Leynum og býr í Havn, hevur fingist við gæs næstan heila sítt lív. Jóhann Mortensen vitjaði ein dagin á stykkinum oman móti Hoydalsá, har Kim hevur nekur gásaper og tvær tví- lembur. Týsdagin kl. 11.01 og 17.30: Heilsa og heiisurgkt Í hesi sending fara vit at tosa um, hvat ein hygiejnesjúkrasystir er fyri nakað. Lene Thomsen er útbúgvin hygiejne- sjúkrasystir, men eitt slíkt starv er ikki í Feroyum í dag. Vit tosa eisini við Pál Weihe, læknastjóra. Síðst í sendingini greiðir Hildigarð Mortensen frá, tá sonur hennara varð smittaður við hospitals- sjúkuni — stafylokokkum — og hvussu lívið hjá honum hevur verið síðani, til í dag, nú hann er 14 ár. Armgarð Arge leggur til rættis. Morgunlestrar í Útvarp Foroya 11.—16. mai 1992. Hesa vikuna lesur Steingrim Nicla- sen i Havn Sålmar: Månadagur 11. mai nr. 3 Harranum lovið 2. Mós. 15,2 Tysdagur 12. mai nr. 48 Lítla Guðs barn, hvat sakar teg Matt. 6,25 Mikudagur 13. mai nr. 517 Hvat var Guðs jørð eitt fagnarstað Galat. 6,2 nr. 393 Guð fari meg vara Hósdagur 14. mai nr. 320 Ger tað sindrið, tú kanst Galat. 6,2 nr. 515 Guðs náði altíð er mær hjá Leygardagur 16. mai nr. 238 Kom, Halgi Andi, okkum lær Jóhs. 16,5 nr. 61 Í Harrans hondum eri eg