fríggjadagur 8. mai 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 87 — 8. maí 1992
James Coburn
Fríggjadagin kl. 21.05:
Hollywood
Vit skulu síggja framúrskarandi myndir
frá m.a. »Mad Max-filmunum«, »Sidste
udkald« og frå »Franska sambandinum«
Friggjadagin kl. 22.40:
Undir illgruna
Kelly McGillis og Jeff Daniels
Spennandi am. filmur frå 1987. Søgan er
úr New York 1951. Tá vórðu øll ødrvisi
hugsandi forfylgd og Emily er ødrvisi. Tá
ið FBI fær áhuga fyri henni, missir hon
arbeiði sítt
Leygardagin kl. 23.15:
Fellan
Franskur filmur um tíðindamannin
Jeseph, sum undir seinna heimsbardaga
roynir at sleppa úr hersetta Fraklandi til
Onglands og upp í herliðini hjá de
Gaulles. Meiningin er góð, men hann fer
undarliga fram.
Sunnudacin kl. 19.55:
Gori. ur
Í regns! num í afrikanska statinum
Rwanda . framvegis uml. 300 fjalla-
gorillur. ski granskarin Alan Goodall
vísir okkum gorilla-familjur, hvussu tær
liva, og ungarnar.
Sunnudagin kl. 20.45:
Manna millum
Fyri góðum sjeyti árum síðani var fyrsta
vatnrikna elverk í danska kongaríkinum
tikið í brúk. Hetta var elverkið hjá Vágs
kommunu í Botni.
Dánjal Jákup Mikkelsen í Vági minn-
ist, tá ljósið varð tendrað fyrstu ferð í
kekinum hjá teimum. Nógv fólk var kom-
ið saman og fleiri hildu hetta vera raman
gand. Hvussu kundi heitur legur koma
frá útkelnaðum komfýri? Kundi breyðini
etast úr legna bakarovninum? Hetta og
mangt annað fer Dánjal, vanliga nevndur
Mikkel, at siga frá í sendingini. Hann
hevur enn fyrstu elektrisku lutirnar í
varðveitslu.
Feroya Fimleikasamband skipaði á
Krossmessu fyri »Fimleika Fagnaða< í
hellini á Kambsdali. Fagnaðurin er fram-
førsla, ið vísir fimleik við brúk av litum,
ljósi og ljóði. Brot av framfersluni verða
at síggja í sendingini.
Nýtt sjónbandalag er eisini á skránni.
Sunnudagin kl. 21.20:
Samansvørjingin 1:2
Frå »Rainbow Warrior«
Tann 10. juli 1985 helt manningin á
»Rainbow Warrior« veitslu umborð, með-
an skipid lå vid bryggju i Auckland, New
Zealand. Kl. 23 hoyrdust tvær ógvuslig-
ar spreingingar, og skipið sakk skjótt.
Ein av manningini, portugisiski fotograf-
urin Fernando Ferrera, doyði.
Tað kom fram, at franska fregnartæn-
astan stóð aftanfyri.
»Rainbow Warrior« var har um leiðir at
mótmæla ætlaðu fronsku royndar-
spreingingini av kjarnorkuvápnum á
lítlu Stillahavsoynni Mururoa.
Tað eydnaðist bumbumonnunum at
flyggja í båtinum »Ouvea«, meðan tveir
franskir agentar, sum innanífrá hevdu
stuðlað álopinum, vórðu handtiknir og
demdir fyri manndráp. Teir náddu bert
at sita fáar mánaðar av 10 ára fongsuls-
tíðini. So varð New Zealand noytt at lata
teir til Fraklands.
Sendingin lýsir hesa hendingina alla
sum hon er, og spurningur verður settur
við hverja stødu USA og Ongland høvdu.
Týskveldið kl. 20.35:
»Ogur vilja vinna«
Sending um elsta ítróttafelagið i landin-
um, Tveroyrar Bóltfelag, sum verður 100
ár mikudagin 13. mai.
Vit hitta fleiri fólk, sum bæði á vellin-
um og uttan fyri vellin hava gjert seg
galdandi hjá TB.
Mervyn Dimon var við at mynda TB í
meira enn fjórðingseld. Hann spældi í
nógv ár á frægastu liðunum hjá TB, og
var formaður felagsins í fleiri ár.
Sjeytiárini vóru helst tey bestu hjá TB
nakrantíð. Tá vann felagið tvey meist-
araheiti í ovastu deildini. Spælarar sum
tá gjørdu seg galdandi, vóru m.a. Sig-
mund Nolsøe, Petur Hammer, Henrik
Thomsen v.fl.
Vit fara sjålvandi eisini at frætta, hvat
felagid ætlar sær i år og årini framyvir —
og hvønn tydning tað hevur havt fyri
felagslívið á Tveroyri.
Í SvF týskveldið kl. 20.35.
Lagt til rættis hava: Leivur Hansen og
Sigmar Blåberg.
Tysdagin kl. 21.15:
Teir fyra
muskutera
rnir
FR
Teir fyra muskuterarnir
Undirhaldandi filmur frå 1974, og sjén-
leikararnir eru Michael York, Oliver
Reed, Frank Finlay og Richard Chamber-
lain.
Mikudagin kl. 23.00:
Lég og lógloysi
i Chicago
Lica situr å åkærubeinkinum, og Torello
skal vitna fyri hann. Men tað tykist sum
løgreglumadurin er tann ákærdi.
Mike Torello
Lagt ti! rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist á tif 156 16
Hósdagin kl. 19.00:
Heidid og kristid
Siegfried lærir James, hvussu ein djóra-
lækni skal fara við fólki. Men hin tveri
Charlie er nakað serstakt
Hósdagin kl. 20.50:
Carol og tey
Væl kendi amerikanski skemtarin Carol
Burnett er aftur við skemtiligum hend-
ingum, sum hon sjálv hevur leikstjórnað
og spælir hevuðsleiklutin í. Hesin part-
urin er um eina trúgva konu, sum upp-
agar, at nú hevur maður hennara aftur
verið henni ótrúgvur. Ein grannakona
gevur henni góð ráð
Hósdagin kl. 22.55:
Sudurkorea
Fyrsta sending í eini sendireð um »teir
fýra smáu drekarnar< í Asiu, Suður-
korea, Singapore, Hong Kong og Taiwan.
Í hesum árum er Suðurkorea fyri ein-
um fíggjarligum unduri, sum við einum
ættarliði hevur gjert eitt svøltandi land
til ein nýmótans ídnaðarstat. Men prísur-
in hevur verið hegur.
Dýra biðidag kl. 21.35:
Tann svarta slangan
Oktober-kollveltingin í Moskva hevur
stórar avleiðingar fyri allan heimin.
Hetta merkir m.a. vápnahvíld í Ruslandi
og mótálop úr Týsklandi. Men hetta
kennist eisini í skotgrevunum vestan-
fyri, eisini hjá Baldrick, og hann verður
kollveltingarsinnaður. Hann kjakast
m.a. um, um Charlie Chaplin er stuttligur
ella ikki, og hann verður biðin um at
finna upp á okkurt stuttligt. Tá stendur
á hjá honum, men so hjálpir Bob honum.
Men hver er hesin Bob í veruleikanum?
Dýra biðidag kl. 22.30:
Astaðið
Alan Caldwell (Sean Connery) er oberst-
løjtnantur og av tí gamla skúlanum. Tá
ið eitt morð verður framt, har hann starv-
ast, noyðist hann at samstarva við leg-
reglumannin Jay (Mark Harmon). Hetta
hóvar ikki Caldwell, og verri verður, tá ið
Jay fer at fjeppast uppi í dóttir hansara,
Donnu (Meg Ryan).