fríggjadagur 8. mai 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sb
EEN SD
Nr. 87 — 8. mai 1992
Politiskt dugnaloysi
tveitt ung og gomul
ut I arheiðsloysi!
I ramasta álvara ætla teir nú at pilka vid lønina. Skera i
lønini? Teir skulu bara våga sær segdi Øssur W inthereig i 1.
mairødu síni á Vaglinum í Havn herfyri. Hann segði:
Teir sigrar, sum fakfe-
lagsrerslan hevur vunnið
seinastu árini, eru nú í
álvarsomum vanda!
* Vit mistu dýrtíðarvið-
bótina við lóg.
* Landskassin skulkaði
sær undan at gjalda til ar-
beiðsloysistryggingina
við lóg.
* Fríar samráðingar á
arbeiðsmarknaðinum eru
rárar hendingar, teir plaga
at steðga teimum við lóg.
* Fyrst og fremst polit-
iskt dugnaloysi hevur
tveitt bæði ung og gomul
út í arbeidsloysi.
Tað er lætt at vera fak-
felag í góðum tíðum. Tað
er nú vit mugu vísa, at
fakfelogini skulu verja
tað, sum vit og tey, sum
vóru undan okkum, hava
vunnið.
Fakfelogini hava so
sanniliga víst varsemi í
lønarkrøvum. Í fjør góð-
tóku vit 95 kr. um manað-
an í lenarhækking. Í alt
hjá øllum 1200 limunum í
Starvsmannafelagnum er
talan um 1,3 mill. kr. í eitt
heilt ár. Ja, 1,3 mill. kr. í
eitt heilt ár. Helvtin er far-
in aftur í landskassan í
skatti — altso kostaðu
seinastu lenarsamráðing-
ar okkara arbeiðsgevara
600.000 kr. Eru tað nú tær
600.000 krónurnar, sum
hava sorað føroyska bú-
skapin? Hvat við teimum
40 milliónunum, sum
landskassin misti í gjár?
Málið í 1992 og
sparið momsin
Alt innan-
dura og
uttandura
málara-
arbeiði
HESSIAN
GLASFIPUR
TAPET V.M.
Skjótt úr hondum greitt
Tilboð verður givið
MÁLARAMEISTARI
P/F NIELS SØRENSEN
Garðsgeta 9 — 160 Argir
TLF. 12846 - FAR 88846
So skjótt styrkin hjá
fakfeløgunum loyvir rimi-
lig og rættvis lønarkrøv,
gloyma politikararnir —
eisini teir, sum skira seg
arbeidaraflokkar —
gloyma teir demokratiska
rættin til friar samråding-
ar á arbeiðsmarknaðinum.
So kemur legtingið uppí
og kroystir eina lóg um
hevdið á okkum.
Sanniliga er talan um
hóvsemi. Sáttmálarnir við
teir privatu eru longdir,
hóast prístalið er hækkað
seinasta árið. Felegini,
sum hava sáttmála við tað
almenna, fara til samráð-
ingar nú áðrenn 1. juni.
Hesaferð verður ein álvar-
som roynd gjerd at gera
eina felags samráðingar-
nevnd — alt í eini roynd at
verja tað, sum er vunnið.
Í ramasta álvara ætla
teir nú at pilka við lønina.
Skera í lenini? Teir skulu
bara vága sær. Vit, sum
fyrst standa fyri skotum í
juni mánað, skulu gera
okkara mótsteðu, og vit
vænta okkum stuðul.
Slíka vanvirðing fyri tí ar-
beiði, sum ger at nakar
tímir at búgva í Feroyum,
óni eg ikki at vit góð-
taka.
Ein arbeiðsgevari helt
fyri í fimmaranum í út-
varpinum ein dagin, at
betur var at alt var privat,
tí tey privatu máttu taka
fylgjurnar, um tað gekk
illa hjá eini fyriteku og tí
vildi tað privata altíð til-
laga seg umsteðunum.
Hverjar fylgjur tekur
tað privata? Tey keypa
sínar egnu fyritøkur, síni
egnu skip og síni egnu
virki aftur, tá tey fara á
húsagang — ella kanska
sleppa tey á ting ella
verða sett út í landsstýrið.
Nei, tey sum merkja
fylgjurnar eru tey, sum ar-
beiða á virkjunum og sigla
við skipunum, og á al-
mennu stovnunum. Hand-
verkarar og smáu handlar-
nir — tey merkja avleið-
ingarnar. Tey merkja
oyðslið. Teir stóru fiskar-
nir taka onga risiko, land-
ið stendur altíð við endan.
Vit, sum gjalda skatt,
hava goldið meira enn
eina milliard til ørvitispro-
jekt, sum åbyrgdarleysir
politikarar i heimildar-
loysi saman við summum
. privatum hava staðið fyri.
Sjálvandi kostar hetta
krónur og oyru. Men tað
eru ikki konurnar í kantin-
uni í Hoydelum, arbeiðs-
fólkið á Polarfrost ella
vaskikonurnar umborð á
Dúgvuni, sum hava dúvað
upp á landskassan — tað
eru heldur ikki vit alment
lentu, sum galið er við —
ikki ein gang pedagogun-
um.
Vit vita væl, hver er far-
in við meginpartinum av
lagkekuni. Tí lagkeku,
sum Pauli Ellefsen á sinni
skar sundur frá hesum
rødarapalli.
Verða lenirnar settar
niður við lóg, sleppa
spekulantarnir, ráðgevar-
arnir og tey, sum sita
fjálgt og taka sterstu bit-
arnar til sín sjálvs, aftur
undan. Hver fer at krevja,
at teir, sum stýra teimum
planløgdu tvingsilsselun-
um, fara niður í len. Verð-
ur tað ikki stuttligt at
síggja reiðararnar og
stjórarnar í tinginum at-
kveða fyri at seta lenirnar
hjá okkum niður — vón-
andi gloyma teir ikki sínar
egnu.
Ein felagssigur liggur
enn á láni. Arbeiðsloysið
veksur dag um dag. Stríð-
ið móti arbeiðsloysinum
byrjar ikki við at seta fólk
niður í len. Lenarvekstur-
in hevur ongantíð verið so
lítil, sum seinasta ár, prís-
talið er hækkað, men út-
loysti onga dýrtíðar-
viðbót, eitt hálvt prosent
er tikið til eftirlønar-
grunn, 2 prosent verða
tikin til arbeiðsloysis-
trygging, vit hava goldið
til tvungna uppsparing,
men hvar eru nýggju ar-
beiðsplássini? Arbeiðs-
loysið veksur í hverjum.
Trúgva vit uppá, at lenar-
niðurskurður fer at hjálpa,
nei, tverturímóti fer tað at
raka enn harðari. Margin-
ið er ikki vorðið bíligari,
bankarnir skulu hava tað
sama, oljuprísurin lækkar
Vit tosa um familjur,
menn, kvinnur, ung og
bern. Vit kunnu ikki eta
eitt forkølad yvirskot á
gjaldsjavnanum.
Ferð eftir ferð er ávíst
at lenarútreiðslurnar í
Feroyum eru ikki hægri
enn í londunum, vit kapp-
ast við. Ein skilabetri leið
at vinna á arbeiðsloysin-
Ossur Winthereig: -
Øll fakfelog hava
fakligar sigrar at
verja. Teir skulu vit
hjálpa hvørjum eðr-
um at verja
um, er við at arbeiða fisk-
in, sum kemur upp á land.
Ikki senda hann óvirkað-
an beinleiðis av landinum.
Tað hevði ongantíð hent,
um arbeiðsfólk sjálvi vóru
við at stýra virkini og
skipini. Fyrilitaleys
stýring av fiskivinnuni
hevur oyst trolarar inn á
landgrunnin at fiska alt
frá summarseiði til smá-
seið. Vit tosa framvegis
um livandi menniskju,
sum búgva her — ikki um
køld tonsatøl.
Tann spjaðing, sum
hetta landsstýrið setti í
fakrersluna — millum
fastlønt og tímalent — tå
arbeiðsloysistryggingin
var skundað gjøgnum
tingið, vísir muruna i ar-
beiðaraflokkinum. Ikki
eitt einasta orð var broytt
eftir okkara ynskjum —
ódemokratiskt so tað for-
slær.
Kammerátar, vinir. Vit
eru øll — fastlønt, tima-
lent og fiski- og útróðrar-
menn — mitt i einum fak-
ligum stríði. Øll fakfeløg-
ini hava fakligar sigrar at
verja, hvørt å sinum øki.
Teir skulu vit hjálpa
hverjum eðrum at verja.
Hetta er eitt fakligt stríð
móti ágangi — enntá frá tí
flokki, sum sigur seg verja
okkara áhugamál. Tað
sær ikki út til at onnur
enn vit sjálvi kunnu verja
okkara sigrar, so lat okk-
um gera tað!
SB
Pól farbróður
s , . .
til áminningar
Júst sum vit komu inn í mai mánað, fekk eg
deyðsboðini av pápabeiggja mínum, Pól
Johs. Dahl úr Funningi. Hann andaðist tann
2. mai, 75 ára gamal, aftan á langa sjúkra-
legu.
Hóast hetta hevði verið væntað leingi, =o
er tað hugstoytt at fáa slík boð, ein syrg'r,
hóast ein veit, at hetta var best fyri hann, tí
drúgv og svár var sjúkralegan. Men so er
tað, at minnini koma fram! Til dagligt geva
vit okkum kanska ikki far um tey mongu
minni, vit eiga, men í slíkum førum eru tey
góð at leita sær fram í ljósmála.
Sum barn og hálvvaksin var eitt tað besta,
eg og vit ell í húsinum vistu, tá ið Pól pápa-
beiggi kom at vitja. Ofta var tað til og frá
skipi, tí á sjónum hevur hann livað tað mesta
av ævi síni. Hetta var ikki sum at fáa vanlig-
ar gestir, og ikki kom hann við vanligum
tinganesti til okara, men kekurin, har vit ell
sessaðust uttan um hann, gjerdist ein sjón-
leikarpallur, ein talarastólur, ein dansistova,
eitt skipsdekk, og skiftivís lurtaðu vit hug-
tikin ella flentu i skellilåtri, tí avbera væl
dugdi hann at siga frá og gera burturúr.
Lítillátin maður var Pól farbróður, stillis-
liga førdi hann seg fram, men gløgt var eyg-
að, og stór var tann mentanarbarlast, hann
bar við sær og oysti av, sangir, sjómansrím-
ur, sálmar og ikki minst kvæði dugdi hann
uttanat í hópatali, og gott hevði hann málið.
Eg minnist eitt kveldið við nátturðaborðið
heima hjá okkum í Klaksvík, nú skuldu vit
vita, hvussu skjótt vit lærdu eitt kvæða-
erindi uttanat, segði Pól .. .<Landnyrðingur
við kavaroki, myrk mundi náttin vera,
mysingur í Djúpunum kann sjóvarillsku
gera«. Soleiðis var Pól.
Barngóður sum fáur, altíð hugsaði hann
um børnini, ja, eg haldi, eg kann siga, at børn
í Funningi høvdu eina góða verju í Póli, altíð
hevði hann eygað við teimum, antin tey
spældu í ánni, í fjøruni ella á bønum.
Tey seinastu árini vóru ring við hann.
Sjúkan setti síni spor, og ferðin inn og út av
hospitalinum meddi hann, men sterkur var
viljin, og heim aftur til Funnings kom hann
enn eina ferð, so at hann kundi sleppa at
leggja eyguni saman í heimbygdini; fyri
hetta hava tit, Óluva og Jóanes æruna og
stóra tekk uppiborna.
Eg spurdi einaferð Pól farbróður, hvat ið
var tað besta, hann visti. »At standa eina
ódnarnátt á brúnni, meðan tað er passaliga
ringt at stýra, tá feli eg meg væl til passar«,
svaraði hann.
Nú liggur skútan still við tær himmalsku
strendurnar, árarnar eru lagdar inn, og ell
segl eru strikað. Lívið var ein langur róður í
góðum og ringum líkindum og við andróðri
til endans.
Pól er nú lagdur til hvíldar millum ell tey,
ið undan honum fóru. Ofta hevur hann staðið
á trappuni og hugt út á fjørdin út móti Kalls-
oynni, latið eyguni fylgja fjallatromunum,
lurtað eftir áarsuðinum og málageipi frá kát-
um bernum, sum hann var so góður við.
Ég síggi hann fyri mær, ikki sum tann út-
maktaða sjúklingin, men við glógvandi
eygum, smíli á kinn. »Y vir og farin, vit síggj-
ast, lukka!«
Hvíl í friði, góði Pól farbróður.
Tóra.