mikudagur 16. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 74 - 16. apríl 2003
Nr. 74 - 16. apríl 2003
3
Kunngjørt verður, at kona, mamma, omma
og vermamma okkara
Astrid Maria Dalsgaard Hellisdal
Tórshavn
ættað úr Skálavík
andaðist í heimunum sunnudagin 13. apríl,
50 ára gomul.
Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum
mikudagin 16. apríl kl. 18.30 í Vesturkirkjuna.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
skírisdag kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Tom, Fróði og Brynhild
Tey, ið vilja minnast Astrid við blómum ella kransi,
kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Neyðhjálp
Fólkakirkjunar, konto í Føroya Banka.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at okkara kæri pápi, verfaðir, abbi, langabbi
og vinur mín
Robert Brockie
vanliga nevndur Bobby
Tórshavn
andaðist sunnudagin 13. apríl, 76 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin 16. apríl kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Alan, Derek, Edna, Robbie, Ian og Frynhild
Eg trúði tí ikki, tá ið eg hoyrdi,
at pápi mín var funnin drukn-
aður, hann, sum var so góður
svimjari. Eg helt, at tað kundi
ikki passa, men so komu beiggj-
arnir Eiler og Jón, tá gekk upp
fyri mær, at tað mátti vera satt.
Góði babba, eg minnist, tá ið
vit vóru børn, tá tók tú okkum
við tær til Klaksvíkar, har tú
lærdi okkum at svimja. Tú hevði
so gott tol og dugdi tú eisini so
væl at læra frá tær, tú gavst ikki,
fyrrenn vit øll dugdu at svimja.
Góði babba, ongantíð gloymi
eg, tá ið tú fast hvønn sunnu-
morgun kom og vakti meg, fyri
at geva mær drekka uppá song-
ina, og hvussu tú altíð gav tær
tíð at spæla ymisk spøl við
okkum. Tú kundi sita í fleiri
tímar og ikki var tað altíð so lætt
hjá tær, tí eg og Adelaid klandr-
aðust so illa, men tú dugdi so
væl at fáa okkum at halda uppat,
tí tú var so tolin við børn og tað
sást eisini, tá ið tú koyrdi lastbil
og gravmaskinu. Tú var ongan-
tíð einsamallur, tí tað sat altíð
okkurt barn í hjá tær, meðan tú
arbeiddi. Og minnist eg, at børn
komu heim til okkum fyri at
vita, um tey kundu sleppa við
tær til arbeiðis.
Góði babba, eg minnist, tá tú
kom til mín og segði, at tú hevði
teknað meg til at taka tað stóra
koyrikortið. Eg trúði ikki, at eg
fór at klára tað, men eg fekk so
góða hjálp frá tær og gloymi
ikki, tá ið eg fór upp í koyring,
tá koyrdi tú aftan á mær alla
tíðina, tú var so spentur at vita,
um eg fór at klára tað, og var tú
so glaður, tá ið eg hevði koyri-
kortið í hondini, og eg var so
glað, tí nú kundi eg koma at
hjálpa tær.
Góði babba, ikki hevur tað
altíð verið lætt hjá tær, men tú
var so tolin, altíð smílandi og
ongantíð segði tú eitt øvugt orð
um nakran, altíð hugsaði tú um
onnur, soleiðis var tú bara.
Góði babba, tað tók hart uppá
teg, tá ið Ægir fór á land, tú var
so glaður fyri at vera við har og
helt tú so nógv av Thorleifi,
altíð spurdi tú meg, um eg hevði
sæð hann.
Babba, at tú var væl avhildin,
sást á tí stóra skara, sum kom at
fylgja tær, og eitt skalt tú vita,
babba, eg var ógvuliga slt av
tær, tí øll, sum høvdu vit teg at
gera, søgdu, at tú var tiltikin
raskur maður, og vil eg takka
tær fyri alt, sum tú hevur gjørt
fyri meg. Tað er ógvuliga tungt
at vita, at tú nú ikki er millum
okkum meira, men góði babba,
nú hvílir tú í friði, vit skulu
nokk møtast aftur ein dag.
Ærað veri minnið um pápa
mín, Hjalmar Guttesen.
Dóttir tín Guðrun
Minningarorð um pápa mín
Hjalmar E. Guttesen
f. 6. mai 1948 d. 26. mars 2003
Mánadagin var
fundur í Glæmuni í
Kvívik í sambandi við
at posthúsið í
Leynum og í Kvívík
lótu aftur seinast
fríggjadag. Tað var
Soffi Egholm í
Leynum, ið hevði
kallað inn til fundin.
FUNDUR
Magnus Gunnarsson
Eini hundrað fólk møttu til
fundin, har umboð fyri
Posverk Føroya eisini vóru
við. Í Kvívíkar sókn búgva
umleið 5-600 fólk. Tey eru
sera misnøgd við at post-
húsini eru niðurløgd, og við
at tey skulu nýta posthúsið í
Kollafirði í staðin. Í sókn-
ini búgva nógv fólk sum
ikki hava bil, serliga eldri
fólk. Um tey skulu nýta
bussrutuna, tekur tað teim-
um fýra tímar at koyra til
Kollafjarðar at gera síni
ørindir á posthúsinum. Eis-
ini Sparikassin, sum heldur
til í somu húsum sum post-
húsið í Kvíkvík er næstan
afturlatin, har er bert opið
hósdag frá kl. 15-18. Tað
sum fundarfólkið ynskti var
at fáa posthúsið latið upp
aftur ella at fáa eina land-
postrutu, har fólkini í sókn-
ini kunnu avgreiða síni
postviðurskifti við post-
boðið. Eisini var eitt upp-
skot um at havt ein post-
banka, har fólk kundu av-
greitt síni post og banka-
ørindi á einum staði. Soffi
Egholm sigur, at tað sum
nú kemur at henda er tað at
tey fara at savna inn undir-
skriftir, har tey krevja at
posthúsið verður latið upp
aftur, ella at tey fáa eina
landpostrutu. Undirskrift-
irnar skulu handast løg-
manni. Soffi Egholm sigur,
at hon undrast á, at Post-
verk Føroya enn er bundið
av einum sáttmála, ið teir
arvaðu, tá postverkið var
yvitikið í 1976. Hetta er ein
knútur, sum bert politikk-
arnir kunnu loysa, tí Post-
verkið er bundið á hendur
og føtur. Teir kunnu ikki
gera annað enn at niður-
leggja posthús o.l.sigur
Soffi Egholm. Soffi er úr
Leynum, hon hevur búð í
Danmark í 28 ár. Hon hev-
ur sitið í Viborg Amtsråd í
17 ár. Hon hevur eisini ver-
ið upstillað til fólkatingið.
Soffi flutti heim aftur til
Leynar í fjør.
Postfundur í Kvívík
Soffi Egholm í Leynum
kallaði inn til fundin
Bergur í Garði, postverkstjóri, og Roymer Lamhauge, deildarleiðari, vóru við á fundinum
C
M
Y
K
3
2