mikudagur 16. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 74 - 16. apríl 2003
Nr. 74 - 16. apríl 2003
5
Læra frá vøggu til grøv
Komandi tingsetu
verður eitt uppskot
langt fram á tingi um
yrkisskeið og før-
leikamenning fyri ar-
beiðsfólk. Fyri stutt-
um handaði ein
arbeiðsbólkur lands-
stýrismanninum álit
um yrkisskeið. Talan
er um eitt uppskot,
sum mælir til víð-
fevnd eftirútbúgving-
artilboð fyri øll, ið
hava tilknýti til ar-
beiðsmarknaðin
ÁLIT
Ingrid Bjarnastein
Mánadagin varð kunnandi
fundur hildin fyri løgtings-
limum um álit um yrkis-
skeið. Talan er um eitt
uppskot, sum mælir til víð-
fevnd eftirútbúgvingartil-
boð fyri øll, sum hava til-
knýti til arbeiðsmarknaðin,
antin um tey eru í arbeiði,
men eisini um tey eru ar-
beiðsleys.
– Grundtankin er tann, at
tú gongur í skúla alt lívið,
og tú eigur at kunna halda
áfram við at útbúgva teg,
meðan tú ert á arbeiðs-
marknaðinum. Hetta fer at
geva møguleika til fólk á til
dømis flakavirkjum at fáa
prógv uppá tað, sum tey
longu hava lært, sigur
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður í skúlamálum.
Ein arbeiðsbólkur hevur
síðani í oktober mánaði í
fjør havt fundir, og í mars
mánaði varð álitið handað
landsstýrismanninum.
– Ein nevnd uppá 13 fólk
hevur sitið og arbeitt við
álitinum, og sum nakað
heilt serligt, vartað ein
samd nevnd, sum legði álit-
ið fram. Tað er vinnan sjálv,
sum hevur ynskt hetta, og
tað verður eisini vinnan
sjálv, sum kemur at standa
fyri meginpartin av fígg-
ingini, sigur Høgni Hoydal.
Lívslang læra
Alfred Petersen, sakførari,
er formaður í nevndini,
sum hevur arbeitt við álitin-
um. Hann greiðir soleiðis
frá arbeiðsgongdini:
– Vit býttu okkum upp í
fýra bólkar, har vit ar-
beiddu vit ymiskum upp-
gávum hvør, og síðani
savnaðu alt saman í eina
heild. Tað er serliga kostn-
aðurin, sum er áhugaverd-
ur, tí um ein arbeiðsgevari
verður biðin um at halda
eitt skeið, so skal hann gera
tað og eisini gjalda fyri tað.
Nevndin kallar hesar
møguleikarnar fyri lívs-
langa læru. Vinnan mennist
alsamt og starvsfólkini eiga
tí eisini at mennast við
henni.
– At ganga í skúla er ikki
avmarkað til frá tí tú ert 7
til tú ert til dømis 20. Skúli
er nakað, tú hevur brúk fyri
alt lívið. Okkara mál er
millum annað at geva virk-
isføra til øll, eisini arbeiðs-
leys og vinnutarnað, um-
framt at tað fer at gera eina
lønsama og meira kapping-
arføra vinnu, sigur Hans
Andrias Dam Joensen frá
Mentamálaráðnum.
Lagt verður upp til brúka
verandi umstøður, sum
longu eru í landinum. Tað
verið seg skúlar og lærarar,
og harafturat verður tosað
um, at fólk, sum leingi hava
arbeitt í vinnuni, kunnu
brúkast sum lærarar.
Eisini verður lagt upp til
fjarundirvísing frá teimum
smærru plássunum í Føroy-
um, og at brúka skúlar í út-
jaðarinum, so alt ikki kem-
ur at vera á meginland-
inum.
Álitið er somuleiðis eis-
ini eitt lógaruppskot, sum
verður lagt fram á tingi
beint eftir ólavsøku, og er
Høgni Hoydal sannførdur
um, at uppskotið fer at
verða væl móttikið.
– Hetta er eitt lógarupp-
skot, sum ikki fer at geva
Landskassanum tær stóru
útreiðslurnar, tí tað eru ar-
beiðsplássini, sum skulu
gjalda, og á kunningarfund-
inum í dag, tóku løgtings-
limirnir væl ímóti hesum,
sigur Høgni Hoydal, sum tó
leggur afturat, at tað var so
sum so við uppmøting.
Í og við at fólk fáa møgu-
leika til yrkisskeið, verða
yrkisskeiðini góðkend av
almennu myndugleikunum,
og kunnu tey tí eisini verða
nýtt til prógv uttanlands.
Høgni Hoydal metir tað
verða av stórum týdningi,
at fáa hetta uppskotið
ígjøgnum so skjótt sum
gjørligt, og tí verður tað
lagt fram á tingi fyrst í
komandi tingsetu.
Henda myndin varð tikin, tá Alfred Petersen, formaður í nevndini, handaði álitið til Høgna Hoydal, landsstýrismann tann 24.
mars í ár
Mynd: Jens Kr. Vang
TILTØK
Ingrid Bjarnastein
FSV-stuðlar skipa páskaaft-
an fyri fleiri tiltøkum á
Giljanesi. Byrjað verður
longu klokkan 15, tá klovn-
urin Fjotti og Gandakallu-
rin Ásbjørn fara at undir-
halda, og Óluva Dam fer at
syngja. Harafturat verður
páskareggjatombola
við
páskareggum, bamsum og
sodavatn.
Seinni um kvøldið verður
skipað fyri stórari gospel-
konsert. Tá verða tað bólk-
arnir I am, MMM, Chain
og Braquet, sum fara at
spæla.
Annað páskakvøld verð-
ur skipað fyri eini rock
konsert. Tá verða fleiri
kendir og vælumtóktir tón-
leikabólkar við, harav fleiri
av teimum hava luttikið á
Prix Føroyum í ár. Talan er
um Mind´s Eye, Flux, Rok
og Fluffy Toys. Henda
konsertin byrjar á midnátt.
Spennandi tiltøk á Giljanes
Tingfólk
í dýrastu
neyð
Fólkaflokkurin
verður avgerandi
fyri, um landsstýris-
maðurin ella banka-
stjórin fáa sín vilja í
málinum um per-
sónsupplýsingar,
sum verða fluttir av
landinum. Enn hev-
ur flokkurin ikki
tikið støðu í málin-
um og kanska
verður tað útsett
PERSÓNSVERND
Ingi Rasmussen
– Eg skal púra ærliga við-
ganga, at eg ivist stórliga
í, hvat er rættast at gera í
hesum málinum, sigur
Jógvan á Lakjuni, for-
maður í Rættarnevndini.
Málið um persónsupp-
lýsingar, sum liggur í løg-
tinginum, hevur sett ting-
fólk í eina svára tvístøðu.
Rættarnevndin hevur havt
fýra fundir um málið. Út-
við 20 fólk hava verið inni
hjá nevndini og greitt frá
sínum
sjónarmiðum.
Teirra millum umboð fyri
Elektron, Føroya Banka,
Sparikassan, Tryggingar-
felagið, Posthúsið, Dátu-
eftirlitið og landsstýris-
maðurin við síni umsit-
ing.
Peningastovnarnir og
hini mæla avgjørd frá at
samtykkja uppskotið, tí so
avbyrgja vit okkum frá
umheiminum, siga tey.
Landsstýrismaðurin
er
líka avgjørdur og sigur
okkum missa løgræði og
vitan av landinum, um vit
lata standa til.
Av landinum
Málið um persónsupplýs-
ingar kom fyri dagin, tá
peningastovnarnir
fóru
undir eina nýggja Gjald-
Skipan. Skipanin svarar
til ta donsku Betalings-
Service, ið loysir gomlu
V&T-skipanina í Føroy-
um av.
Gjaldskipanin
hevur
við sær, at persónsupplýs-
ingar verða fluttar av
landinum. Og tað er ikki í
samsvari
við
tingsins
vilja, sambært Høgna
Hoydal. Hann ætlaði at
steðga nýggju gjaldsskip-
anini við kunngerð, men
av tí at so nógv mót-
mæltu, legði hann heldur
eitt lógaruppskot fram við
sama endamáli, so tingið
kann geva sína støðu til
kennar.
Men tað er ymiskt, hvat
tingmenn leggja í tingsins
vilja. Eitt nú Javnaðar-
flokkinum hevur longu
gjørt púra greitt, at lands-
stýrismaðurin umboðar
ikki hansara vilja, og eftir
øllum at døma sigur Sam-
bandsflokkurin tað sama.
Sostatt er líkt til, at tað
verður avgerandi, hvat
Fólkaflokkurin heldur og
ger. Men haðani fæst onki
avgjørt svar enn.
– Øll vinnan er ímóti
hesum, og tað fær meg at
ivast. Skal eg siga akkurát
sum er, so er tað ótrúliga
ringt at finna útav, hvørjar
avleiðingarnar eru, um vit
gera hetta ella hatta, sigur
Jógvan á Lakjuni, sum
hevur sitið og granskað
uppskotið langt út á
kvøldarnar.
Ein hoyring
Hvussu verður og ikki.
Løgtingið
hevur
bert
stutta tíð eftir av hesari
tingsetuni. Spurningurin
er tí, um tingfólk eru nóg
væl brynjað at taka støðu.
Formaðurin í Rættar-
nevndini ivast.
– Tað kundi hent seg, at
vit útseta málið, men eg
veit tað ikki enn. Nú hava
Astrup og Hoydal kjakast
í eitt heilt ár í fjølmiðlun-
um, síðan verður málið
kastað niðan í tingið beint
upp undir evstamark, og
vit skulu taka støðu eftir
stuttari tíð. Eg kundi
hugsað mær eina hoyring,
har vit fáa allar partar at
greiða frá sínum sjónar-
miðum, so vit vóru betur
ílætin at taka eina skila-
góða støðu, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Váttar tilburð – verjir atburð
Formaður Tjóðveld-
isfloksins hevur svar-
að kæruni frá Sjón-
varpi Føroya um
framferðina hjá Páll á
Reynatúgvu, lands-
stýrismanni. Hann
verjir sín mann og
leggur ikki fingrarnar
ímillum í sínari at-
finning móti sjón-
varpinum. Álitið á
tíðindaviðgerðina í
SvF hevur fingið eitt
sera, sera álvarsligt
afturstig, sigur Høgni
Hoydal millum annað
AFTURSVAR
Ingi Rasmussen
Tjóðveldisflokkurin
og
Sjónvarp Føroya eru í
hornatøkum.
Tað sæst týðiliga av
drúgva
brævaskiftinum
millum flokkin og miðilin,
sum hava havt vánalig við-
urskifti sínámillum síðan
seinastu samgongukrepp-
una. Sosialurin hevur fing-
ið innlit í alt brævaskiftið.
Í vikuni, sum fór, svaraði
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins, teirri
kæruni aftur, sum sjón-
varpsstjórin
Mikkjal
Helmsdal sendi vegna síni
starvsfólk, ið kendu seg
hótt av Páll á Reynatúgvu,
landsstýrismanni.
Sjón-
varpsstjórin fýltist millum
annað á, at Páll á Reyna-
túgvu, landsstýrismaður,
hevði blakað eitt tíðinda-
fólk út úr Almannaráðnum
»í sansaleysari øði«, og at
sami
landsstýrismaður
seinni hevði hótt ein tíð-
indamann í kaffikøkinum
hjá løgtinginum við per-
sónligari forfylging.
Svarið hjá Høgna Hoy-
dal, sum telur heilar sjey
síður, váttar, at hendingar-
nar eru farnar fram. Men
hann gevur kortini ikki
sjónvarpinum viðhald og
verjir atburðin hjá lands-
stýrismanninum.
Skjeyt við skørpum
Formaðurin byggir sítt svar
á frágreiðing frá Páll á
Reynatúgvu sjálvum. Sam-
bært hesum breyt sjón-
varpið eina avtalu, tá eitt
tíðindafólk var sent á stað-
ið, tí loyvi varð bert givið at
taka myndir. Tá so tíðinda-
kvinnan kortini bað um
viðmerkingar, fyrst frá
landsstýrismanninum og
síðan aðalstjóranum, so bað
hann hana fara út úr fund-
arhølunum.
»Hann var kontantur,
men at brúka orð sum
"sansaleys øði" og at
"leggja seg fysiskt ímill-
um" er ein skeiv og einvís
útlegging, leggur Páll á
Reynatúgvu dent á«, skriv-
ar Høgni Hoydal í svar-
inum.
Næsta hendingin, sum
SvF kærir um, fór fram í
kjallaranum í tinghúsinum.
Páll á Reynatúgvu váttar, at
hann gjørdi speiskar við-
merkingar til eitt tíðinda-
fólk hjá SvF um tíðinda-
flutningin í Degi og viku
um eitt innslag um Tjóð-
veldisflokkin.
»Tí segði hann í svørtum
skemti, at nú fór hann hin-
vegin at savna upplýsingar
um journalistar, sum kundi
brúkast
ímoti
teimum.
Hann hevði ikki droymt
um, at tað, sum verður sagt
í tinghúskjallaranum, varð
fatað sum annað enn skemt,
tí hetta vita øll tíðindafólk,
sum hava sína gongd í ting-
inum, at har verður skotið
við skørpum hvønn dag«,
skrivar Høgni Hoydal í
sínum svari.
Álit fekk afturstig
Alt byrjaði við einum inn-
slagi í Degi og viku, har
sjónvarpið legði Tjóðveld-
isflokkin undir at spæla
sjónleik í sambandi við
eina samgongukreppu, har
samstarvið eftir øllum at
døma hekk í leysum tráði.
Høgni Hoydal kærdi inn-
slagið, sum hann segði vera
beinleiðis
ósatt.
Hann
hevðist eisini at sjónvarpin-
um fyri at gera søgur uttan
at geva tí ákærda møgu-
leika at svara fyri seg.
Tað var eisini hetta, sum
fekk øði í Páll á Reyna-
túgvu.
Í svarinum til SvF finst
Høgni Hoydal eisini at
fleiri øðrum málum, har
Dagur og vika hava gjørt
niðurstøður og sátt iva um
trúvirði hjá persónum í
Tjóðveldisflokkinum, uttan
at teir hava fingið høvi at
vart seg
»Tá kann eg ikki koma til
nakra aðra niðurstøðu enn,
at mítt álit á tíðindavið-
gerðina í SvF hevur fingið
eitt sera, sera álvarsligt aft-
urstig. Eg kann als ikki
góðtaka slíka viðgerð og
kann ikki hava álit á nøkr-
um samskifti við tey tíð-
indafólk, sum gera slíkt,«
skrivar Høgni Hoydal og
váttar sostatt, at talan er um
eitt álitisbrot við tann
stovn, sum hann áður ar-
beiddi fyri.
Kortini sigur hann seg
vóna, at til ber at fáa eitt
samskifti í lag, sum kann
greiða, hvørjar spælireglur
eru galdandi millum fjøl-
miðlafólk og politikarar – í
hesum føri serliga millum
tíðindafólk hjá SvF og
Tjóðveldisflokkin.
Mikkjal Helmsdal hevur
enn ikki svarað brævinum
frá Høgna Hoydal. Tá
verður so enn ein kapitull
skrivaður um hólmgonguna
millum miðilin og flokkin.
Páll
bjóðar
SvF av
Sjónvarp Føroya
hevur fingið eina
bílegging frá Páll á
Reynatúgvu, lands-
stýrismanni, um
eina hólmgongu
millum seg og tíð-
indastovnin, sum
hevur kært hann
fyri floksformannin
HOLMGONGA
Ingi Rasmussen
Páll á Reynatúgvu vil
gjarna sleppa framat
senditíðini hjá sjónvarp-
inum.
Síðan Sjónvarp Føroya
kærdi Páll á Reyna-
túgvu fyri at hava hótt
tíðindafólk, hevur hann
verið pírin við viðmerk-
ingum til fjølmiðlarnar.
Og tí er málið mest lýst
frá sjónvarpsins síðu.
Í teldupost-samskifti
við SvF, sum Sosialurin
hevur fingið innlit í,
sæst, at Páll á Reyna-
túgvu helst vil gera sín-
ar viðmerkingar í SvF.
Og helst í einari bein-
leiðis hólmgongu við
tíðindastovnin.
Hann skrivar soleiðis í
teldubrævi til sjónvarps-
stjóran, tann 4. apríl:
»Tíðindaverðin sókn-
ast eftir einari viðmerk-
ing frá undirritaða við-
víkjandi støðuni okkara
millum, sprottin sein-
astu vikurnar. Tað hevði
verið ynskiligt at gjørt
viðmerking til málið,
men best av øllum var,
um eg fekk høvi at við-
merkt støðu mína á røtt-
um palli. Á heimavøll-
inum hjá tykkum, bein-
leiðis í SvF.
Haldi eisini, at tað hevði
verið ein meira virðilig
viðgerð fyri allar partar.
Tit ímóti mær. Og latið
so fólkið gera av, hvør
stendur seg best í trú-
virði. Mær hevur ongan-
tíð dámt skuggaboksing,
ella tað at lata onnur føra
mína sak á øðrum pall-
um. Skal tú í »infight«,
so krevur tað dirvi í full-
um dagslýsi. Eg eri til-
reiðar. Eru tit?«.
Ljóskastarin varð settur á atburðin hjá Páll á Reynatúgvu, tá hann eftir øllum at døma var ófantaligur við tíðindafólk. Hansara floksformaður verjir hann og
vendir í staðin kanónunum ímóti sjónvarpinum
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4