mikudagur 16. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 74 - 16. apríl 2003
Nr. 74 - 16. apríl 2003
7
Yngsti føroyski yrkis-
fótbóltsleikarin og
kanska størsta før-
oyska fótbóltstalentið
er ikki í iva um, at
framtíðin fyri seg er
fótbólturin, og menn-
ingin og fótbóltin
finnur hann í Ong-
landi. Ingi Højsted
hevur lært eina rúgvu
í Onglandi, og hann
trýr upp á, at enn
nógv meira liggur fyri
framman
SAMRØÐA
Heri á Rógvi
London: Hjá sumum verð-
ur dreymurin til veruleika.
Tað munnu vera nógvir
óvitar, størri dreingir og
enntá vaksnir, sum droyma
um eina tilveru og yrkisleið
innan fótbóltin.
Helst
best
umtókta
ítróttagreinin av øllum í
heiminum vekir nakað í
menniskja sálini.
Ein teirra, sum frá barns-
beini av spældi fótbólt, er
Ingi Højsted úr Havn. Hann
upplivdi — sum eingin
annar føroyingur — at flyta
úr barndómsfelagnum til
B36 til kanska størsta fe-
lagið í Onglandi — Arse-
nal.
Tað eru óivað fá, sum
ikki kenna søguna um Inga
Højsted og hansara skifti til
Arsenal.
Men hvussu er tilveran so
í Onglandi sum yrkisleik-
ari?
Sosialurin var — eitt
sindur síðani — og vitjaði
Inga í enska høvuðsstað-
num, London.
Dystur
Fyrsta stigið á leiðini er at
fylgja unga stórtalentið,
sum vanliga spælir við U17
liðnum hjá Arsenal. Hann
er fyltur seytjan, og hann
hevur eisini snoddað til
onkur av teimum eldru lið-
unum.
Hendan dagin er ein
útidystur móti Tottenham á
skránni. Dysturin verður
spældur langt, langt burturi
í útjaðaranum av London.
Tottenham skuldi verið
yvirkomilig mótstøða, men
dysturin endar við einum
tapi, og Ingi Højsted fær
bert ein hálvan seinna
hálvleik á vøllinum.
Beinanvegin
sæst,
at
karmarnir eru ikki sum hjá
javnaldrunum í Føroyum.
Disiplinin er hørð, og
leikararnir kunnu ikki bara
loyva sær at práta við
áskoðararnar.
Ikki
tí.
Áskoðararnir eru ikki teir
heilt nógvu. Hóast talan er
um Tottenham, kundi ein
ímyndað sær glæsiligari
umstøður.
Men búnarnir eru einki at
taka feil av. Her er eisini
talan um væl vandar ungar
leikarar.
Á odda fyri ungdómslið-
unum hjá Arsenal er Liam
Brady. Hann er fyrrverandi
írskur landsliðsleikari, sum
spældi millum annað bæði
við Arsenal og Juventus.
Her er talan um eitt lið og
karmar, sum seta føroyskan
standard í eitt fjarskotið
perspektiv.
Fulla tíð
Ingi Højsted spælir fótbólt
fulla tíð. Hann hevur havt
eitt sindur av skúlagongd,
men hetta verður nú sjálv-
boðið.
Tá hann fylti seytjan ár
kundi hann skrivað undir
ein fulltíðarsáttmála, og
Ingi og Arsenal gjørdu ein
sáttmála fyri trý ár.
Sjálvur vil ikki siga nak-
að ítøkiligt um, hvat hesin
sáttmálin gevur honum og
kanska eisni gamla felag-
num B36.
- Eg kann liva av hesum,
sigur Ingi.
Eftir ein lættan stórsigur
til Arsenal á Highbury, sum
er heimavøllurin hjá Arse-
nal, eru vit farnir inn í býin.
Og afturvið bæði góðum
mati og ís av betra slagnum
fáa vit Inga at siga sína
søgu. Og tað stendur heldur
ikki á at greiða okkum frá.
Greitt er, at yvirav mær í
enska høvuðsstaðnum situr
ein hin mest búgni seytjan
ára gamli føroyingurin, eg
havi sæð og hoyrt.
Tað eru skjótt tvey ár
síðani, at hann fór til Ong-
lands, og hesi árini hava
uttan iva merkt — uttan at
tað á nakran hátt skal
skiljast negativt.
Og Ingi dylur heldur ikk
fyri, at hann er broyttur,
síðani hann kom til Ong-
lands.
Enski
høvuðsstaðurin
helda nógv vera hugvekj-
andi, og tað er uttan iva
nakað um prátið. Men tað
er stórur munur frá lítlu og
tryggu Føroyum og milli-
ónaíbúgvunum í London.
Men í Føroyum er einki
Arsenal og eingin yrkisfót-
bóltur.
Og Ingi Højsted er heldur
ikki í iva um, hvar fram-
tíðin hjá honum býr.
- Eg ætli mær at verða
verandi í Onglandi. Eg satsi
upp á fótbóltin. Trúgvi upp
á, at tað bert til hjá mær her,
sigur ein sannførandi Ingi
Højsted.
Sum fimtan ára gamal
fekk Ingi møguleikan, og
hann tók av. Tað eru ikki
mong, sum taka eitt so stórt
stig á so ungum aldri, men
Ingi angrar einki.
– Eg havi upp og niður-
túrar eins og øll onnur, men
hetta er eitt val, eg havi
gjørt. Tað kann vera, at eg
hugsi um, at eg ikki fekk tí
ungdómstilveruna í Føroy-
um, men eg havi haraftur-
Ingi Højsted:
– Eg verði verandi
Navn:
Ingi Højsted
Aldur: 17 ár
Yrki:
Fótbóltsleikari
Felag: Arsenal
Ætlan: At halda fram at mennast sum
fótbóltsspælari – helst í Onglandi
Fakta
Enski høvuðsstaðurin og føroyski Ingi Højsted klæða hvørjum øðrum. Lívið sum yrkisleikari er gott lív fyri Inga, og hann ætlar at verða verandi.
Mynd: Heri á Rógvi
ímóti fingið ein stóran
møguleika, sum eg eri
glaður fyri, at eg tók av,
sigur Ingi Højsted, sum
sigur, at tann fyrsta tíðin
var strævin, men tað er
støðugt vorðið betri.
Í Arsenal koma og fara
nógvir leikarar við stórum
talentum.
Fleiri
verður
nógv roknað við, men er
innstillingin og viljin ikki
tann rætti, verður tað oftani
ikki til nakra glæsiliga yrk-
isleið sum fótbóltsleikari.
Eftir at hann kom til
Arsenal hevur Ingi fingið at
vita, at tað var eftir eina
Norðurlandameistarakappi
ng fyri ungdómslandslið í
Føroyum, at fólk uttanlands
fyri eyguni upp fyri gávun-
um hjá Inga á fótbólts-
vøllinum.
– Eg havi fingið at vita,
at tað var enski landsliðs-
venjarin, sum vísti nøkrum
feløgum á meg, sigur Ingi.
Fleiri tilboð komu, og
Ingi valdi valdi at royan seg
í einum hálendskum og
einum enskum felagi.
– Tað var lætt at velja
Arsenal, sigur Ingi.
Og hóast hann livir
dreymin hjá nógvum, so er
hann lítillátin.
–Tað følist ikki sum um,
at eg eri nakað serligt, sigur
Ingi Højsted, sum hevur
upplivað, at fólk hava spurt
hann eftir undirskriftini.
Atletik
Umstøðurnar
at
spæla
fótbólt í Arsenal eru heilt
aðrar enn vit kenna í Før-
oyum. Men tað eru ikki
bara teir fysisku karmarnir,
sum munur er á, heldur
Ingi.
- Tað, eg havi lært her um
fótbólt, er nakað heilt
annað enn tað, eg gjørdi í
samband við fótbólt í
Føroyum. Tað er eitt heilt
annað sjónarmið til fótbólt,
sigur Ingi Højsted.
Og hetta sæst einabest
aftur í, hvørj støðan er til,
hvat fótbóltur er fyri nakað.
– Fótbólturin er atletisk
ítróttagrein. Skalt tú klára
tað á hægsta stigi, krevur
hetta framúr góð atletisk
evni. Hetta lærir tú als ikki
í Føroyum, sigur Ingi Høj-
sted.
Og í Arsenal snýr tað seg
ikki bert um at vinna dystir.
– Sjálvandi vilja vit vinna
allar dystir, men týdningar-
mesta er menningin hjá tí
einstaka
leikaranum.
Í
Arsenal skal tann rætti
mentaliteturin eisini vera til
staðar, sigur Ingi Højsted.
10-15 tímar
Ingi býr hjá einari familju
saman við einum øðrum
leikara, einum svia millum
annað. Teir hava onkuntíð
búð fleiri saman, so tað
skiftir eitt sindur.
Hóast nógvu teppini ‘i
Bretlandi kunnu fáa ein og
hvønn at ynskja seg langt
vekk, so trívist Ingi væl,
hóast maturin ikki er tann
besti, hann hevur roynt.
Seinni hugsar hann um at
fáa sær sína egnu íbúð, sum
nógvir av teimum eldru
leikarunum hava gjørt.
Ingi
og
liðfelagarnir
venja 10-15 tímar um vik-
una, og dystir verða vanliga
leiktir hvørt vikuskifti. Vant
verður á stóra og stásiliga
venjingarøkinum hjá Arse-
nal við teimum sjey fót-
bóltsvøllunum og øllum
hugsandi hentleikum, har
fyrsta liðið eisni venur.
Hetta sama venjingarstaðið
er eisini valt til tað besta í
Evropa, veit Ingi at siga.
Tað er eitt sindur ymisk,
hvussu nógv veðrur vant,
alt eftir árstíðunum og
kappingarárinum.
Og
fyrsta
liðið
hjá
Arsenal er heldur ikki hvør
sum helst. Á liðnum eru
fleiri heimsmeistarar, eitt
nú Thierry Henry, Patrick
Vieira og Gilberto Silva.
Tískil verður tað trupult
hjá Inga at sláa ígjøgnum í
fyrsta liðnum hjá felagnum,
men hann hevur møgu-
leikan. Ingi avvísir als ikki,
at hann eftir verandi sátt-
mála í Arsenal fer til annað
felag at royna seg. Men í
fyrstu atløgu er alt Arsenal.
Og eingin ivi skal vera
um, at Ingi trýr upp á sína
søk.
– Hesi næstu árini skal eg
útviklað meg. Eg havi
fingið ábendingar um, at eg
eri á røttu leið, men tað
verður sjálvandi trupult,
skal eg trýsta Gilberto Silva
og Patrick Vieira av lið-
num.
Men eg havi fingið
møguleikan í fótbóltsskúl-
anum hjá Arsenal, og tað er
útbúgving, sum telir nógv í
fótbóltsheiminum,
sigur
Ingi.
Og Ingi hevur eisni verið
fastur maður á U17 liðnum
hjá Arsenal. Hesin eini
dysturin, ið fimm føroysk
landastrok hava leitað sær
til við næstan álvarsomum
fylgjum, er einasti dysturin,
har Ingi er byrjaðu á beink-
inum.
Vanliga er hann fastur
maður í miðjuni – í høgru
síðu ella miðskeiðis á
miðjuni.
Arsenal er væl fyri og
nýtir nógvar pengar til síni
ungdómslig. Nógvir út-
lendskir leikarar fáa eisini
lærlingasáttmálar og van-
ligar sáttmálar. Harímillum
eru nógvir írar, danir og
sviar. Eisini sleppa ungu
leikararnir at royna seg í
kappingum uttanlands.
– Útlendingarnir plaga at
halda saman, sigur Ingi.
Øðrvísi leikarar
Hetta sama við teimum
ateletisku evnunum ger
eisini, leikararnir eru heilt
øðrvísi í Onglandi enn í
Føroyum, heldur Ingi.
– Leikararnar eru ótrú-
liga væl fyri kropsliga. Teir
orka væl, men teir eru eisni
krútsterkir allir, sigur Ingi
Højsted.ø
Sjálvur metir Ingi seg
eisini hava tikið seg nógv
fram sum fótbóltsleikara.
– Tað verður ótrúliga
nógv gjørt við tað tekniska
partin av spælinum. Eg
havi betrað meg á flest øll-
um økjum, sigur Ingi Høj-
sted, sum dømi nevnir, at
hann eisini hevur fingið
vant, hvussu hann kann
renna skjótari við teknikk-
um.
À venjingarlegu í Spania
fekk Ingi eisini møguleikan
at snodda til besta føroyska
landsliðið. Og tað fer valla
at undra nakran, um Ingi so
smátt fer at nærkast einum
føstum plássi á besta før-
oyska liðnum, tá hugsað
verður um, hvørjir karmar
og evni Ingi Højsted hevur.
Ì London eigur føroyskur
fótbóltur eina rætta stjørnu
at vera errin av. Hugurin at
spæla fótbólt drívur verkið,
og nógv tykist at liggja fyri
framman.
»Tað kann vera, at eg hugsi um, at eg ikki
fekk tí vanligu ungdómstilveruna í
Føroyum, men eg havi harafturímóti fingið
ein stóran møguleika, sum eg eri glaður
fyri, at eg tók av«
»Tað følist ikki sum um, at eg eri
nakað serligt«
Tað er á vøllinum, at Ingi skal vísa, hvør dugur er í honum. Higartil hevur tað gingið væl, men tað er ein langur vegur eftir enn
Mynd: Heri á Rógvi
C
M
Y
K
7
6