Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 74 - 16. apríl 2003 Nr. 74 - 16. apríl 2003 9 Tá tiltakið aftur í 60 árini hjá Neistanum aftur verður viku- skiftið 25. og 26. apríl, verða Faroe Boys ein av trimum bólkum, sum fólk fara at kunna dansa til. Aftur í 60´ini er vorðið eitt afturvendandi tiltak, sum nú hevur 15 ár á baki AFTUR Í 60´INI Solby A. Eliasen Faroe Boys og Flamingo. Tvey høvuðsnøvn í sam- bandi við tiltakið hjá Neista- num í ár. Tað vóru umboð fyri Neistan og tónleikabólkar- nir Twilight, Cream Crack- ers og Faroe Boys, sum av fyrstan tíð byrjaðu upp á hetta tiltakið. Ætlanin var, at tað bert skuldi verða tað eina ári í 1988, men av tí at undirtøkan var so ovur- hondsstór, so varð gjørt av at skipa fyri tí aftur. Frá Neistanum verður sagt, at fólk byrja at ringja langt áðrenn at spyrja, nær tað verður. Og tey ætla sær at halda fram við tiltakinum so longi sum fólk koma. Tí tað er vorðið høvuðstiltakið hjá felagnum. Skráin hetta kvøldið býð- ur upp á annað enn bara dansitónleik. Tá klokkan er farin av hálvgum tólv, verð- ur ymiskt undirhald á skrán- ni. Til dømis ein mótasýn- ing. Hetta plagar altíð at verða vælmóttikið. Tað er Neistin, sum skip- ar fyri tiltakinum, og er tað eitt sera stórt tiltak. Eini 100 fólk eru til arbeiðis hesi bæði kvøldini tiltakið er. Orsøkin til, at tað er tvey kvøld, er tann ovurstóri áhugin millum fólk. Tey koma allastaðni frá í landi- num. Og ofta er talan um bólkar av fólki, sum fylgj- ast. Til dømis koma fleiri bindiklubbar og líknandi. Fólki kemur til Havnar tíð- liga á kvøldi, so fara tey ofta út at eta ein góðan bita, áðrenn leiðin gongur í høll- ina at dansa og hugna sær. Tað er ikki ov nógv sagt, at allar matstovur í høvuðs- staðnum hesi bæði kvøldini eru á tremur við fólki, og nógv av teimum eru bert komin til aftur í 60 árini. Dyrnar plaga at lata upp um 22 tíðina, og tá tað líður móti midnátt, eru tey flestu komin. Tá plagar høllin at vera stúgvandi full av fólki. Vagnur Mikkelsen er ein av fyrireikarunum, og hann sigur, at tey kenna eina ávísa ábyrgd fyri tiltaki- num, tí tað er so vælumtókt millum tey »eldru«. – Hetta tiltakið hevur samstundis verið við til at grava fleiri av teimum gomlu bólkunum frá seksti árunum uppaftur, sigur Vagnur Mikkelsen. Tað stuttliga hjá fólki- num, sum kemur til eitt tí- líkt tiltak er, at tað eru allir teir góðu, gomlu slagarar- nir, sum aftur verða at hoyra. Og óivað vekja teir góð minnir hjá teimum flestu. Bólkarnir Bólkarnir, sum fara at spæla til dans hetta kvøldið, eru Twilight, Flamingo og Faroe Boys. Uttan at taka nakað frá hinum, so kann ikki annað sigast enn, at Faroe Boys eru tað heilt stóra navnið í ár. Tað eru nú 41 ár, síðani teir spældu á fyrsta sinni. Og var tað tá til eina skóta- veitslu. Faroe Boys var sum sagt ein av bólkunum til tað fyrsta Aftur í 60 árini tiltak- ið, og hóast so long tíð nú er liðin, síðani teir stóðu á palli fyrstu ferð, so hevur tað eydnast Neistanum at fáa teir upp aftur á pallin enn einaferð at spæla til dans. Um tað verður sein- astu ferð, at bólkurin er á palli, sigur søgan tó onki um. Faroe Boys spældu nógv kring landið, og teir góvu eisini eina LP plátu út, sum nú eisini er komin út á fløgu. Neistin hevur givið ein faldara út í sambandi við tiltakið, og har stendur mill- um annað, at tey »eldru« hava nógv at takka Faroe Boys fyri. Twilight var eisini við til tað fyrsta tiltakið av hesum slagi í 1988, og teir verða somuleiðis við aftur á palli- num í ár. Men teir hava kortini verið við hvørt ár. Teir hava nevniliga staðið fyri tí tekniska á hvørjum ári. Og í faldaranum hjá Neistanum takkar Neistin Twilight fyri stuðulin við at siga, at var tað ikki fyri teir, so var onki Aftur í 60 árini. Flamingo kom undan kavi í 1962. Bólkurin spældi ymsa- staðni runt í Havnini í seks- ti árunum. Seinni skiftu teir manning, men tá Regin Jacobsen kom upp í aftur í níti-árunum, var Flamingo mest sum endurreist. Eisini hava fleiri aðrir tónleikarar hjálpt bólkinum í styttri tíðarskeið. Síðani Neistin fyrstu ferð skipaði fyri hesum tiltaki- num hava tey selt yvir 30.000 atgongumerki. Fólk kemur sum sagt úr øllum landinum. Til dømis vita tey at siga frá, at tað koma 200 fólk bert úr tí eini bygdini. Og hóast tað ikki er heilt útselt í ár, so verða tað eini 1.800 fólk, sum fara at hugna sær til hetta tiltakið í ár. Faroe Boys aftur á pallin Faroe Boys verða aftur á palli, tá tiltakið Aftur í 60 árini, sum Neistin skipar fyri, verður vikuskiftið 25. og 26. apríl Regin Jacobsen og Flamingo verða eisini at hoyra hetta kvøldið. Tiltakið hevur gjøgnum árini verið við til at grava fleiri av teimum kendastu sekstiára bólkunum uppaftur Tiltakið Aftur í 60 árini hevur nú 15 ár á baki, og tað fer at halda fram so longi fólk koma, verður sagt frá Neistanum NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 16. apríl. Mariana. Teir vita onga halga konu við hesum navni. Dagurin hevur eisini verið róptur magnussarmessa, til minnis um Magnus Erlendsson. Hann var jallur yvir helvtini av Orknoyggjum, men systkinabarn hansara Hákun Pálsson, sum hevði hina helvtina, søkti at honum, og Magnus varð hálshøgdur tann 16. apríl 1115. Magnus varð seinni skírdur halgimenni, og dómkirkjan í Kirkjubø er vígd honum. Í halgilutaskápinum í múrinum eru bein av Magnusi. Samfylking nýggjan formann Aksturvinnufelagið Sam- fylking hevði ársaðalfund í síðstu viku. Uppmøtingin var góð. Mál, ið høvdu við hýruvognsvinnuna at gera vóru viðgjørd. Stórt sæð vóru limirnir nøgdir við núverandi umstøður at arbeiða undir. Tó eru smá mál, ið arbeiðast skal víðari við. Formaður felagsins síðan 1999, Birgir Eng- hamar, boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali, og í hansara stað var Magnus Fuglø valdur. Hini í nevnd- ini tóku við afturvali. Tey eru, fyri bilstøðina Bil: Axel í Skorðastovu og Niels Thomsen. Fyri bila- støðina Auto: Dánjal Norð- foss og Torfríða Enghamar. Eykalimir eru, Eilif Berg fyri bilstøðina Bil og Regin Enghamar fyri bilstøðina Auto. Magnus Fuglø var eisini formaður frá 1993- 98. Í dag, 16. apríl, fyllir Gunnhilda Rasmussen í Sandavági 90 ár. Hon er á Ellisheiminum í Vágum, har dagurin verður hildin saman við børnunum. 90 ÁR Asaf Olsen 40 ár á skipasmiðjuni 16. apríl hevur Asaf Olsen í Søldarfirði arbeitt 40 ár á skipasmiðjuni á Skála. Asaf er føddur og upp- vaksin í Søldarfirði, ynskti sonur Óla Jákup á Heimbø. Undir krígnum arbeiddi hann saman við bretsku hermonnunum við t.d. at gera oljutangar og barakkir í Søldarfirði. Hann tók skiparaprógv í Havn í 1952. Frá 1955-60 sigldi hann m.a. sum bestimaður við íslendska trolaranum "Gud-mundur Juni". Fyrst í 60-unum sigldi hann við føroyskum fiskiskipum, til hann fekk starv á skipa- smiðjuni á Skála 16. apríl í 1963. Hetta var um ta tíðina, tá teir bygdu fyrsta stálskipið, Boðanes. Asaf byrjaði sum arbeiðsmaður, men lærdi til sveisara og fekk sveisiserfikat. Asaf ein teirra, sum í 70’unum fekk prógv sum kranførari, og hann var tann fyrsti á skipasmiðjuni, sum fekk serfikat sum alumini- umssveisari. Hann var m.a. við til at sveisa tær flestu brúgvarnar til stásiligu nýbygningar, sum gjøgnum árini eru bygdir á skipa- smiðjuni. At Asaf var skip- aralærdur, kom eisini væl við á skipasmiðjuni, har hann hevur verið skipari á teimum flestu nýbygn- ingunum á Skála á teirra fyrsta royndartúri. Asaf gevst nú á Skipasmiðjuni, hann verður um stutta tíð 76 ára gamal. Hann giftist 14. september í 1954 við Áslu, f. Olsen, úr Syðru- gøtu, tey eiga børnini Ólav og Malenu. Jón Joensen í Bø fyllir sjeyti Annan páskadag fyllir Jón bóndi úr Bø 70 ár. Her hevur tú livað og slit- ið tínar barnaskógvar, spælt á sandinum, uppi í Lítla- hyli, har tit smádreingir við heimagjørdum bátum sigldu og løgdu at við brúgvar. Og so var tað hornini, sum vóru seyðir. Lundabein, kasta kongar og mangt annað. Stuttligt er at minast aftur á, nú man er blivin eldri. Sum elsti sonur bleiv tað tín lutur at gerast bóndi eftir pápa og bleiv lærdur at fletta, røkta seyð og neyt, bø og haga, til bjargar og at drepa grind. Ungur fórt tú til Noregs at útbúgva teg til agronom, og tá tú kom heimaftur, var nógv at taka hond um. Tað, sum tú fórt undir at gera, var altíð væl úr hond- um greitt. Tú hevur altíð verið ein hegnismaður og góður í ráðum. Ein álitis- maður. Sum formaður í Vága Bjargingarfelag, grindaformaður og mong onnur álitisstørv. Alt hevur tú røktað til fulnar. Í sálminum »Miskunsami mildi faðir«, sum eg veit, tær dámar so væl, og sum lýsir skaparverk Guðs, stendur: Veit tí tú mær dagsins føði, ei eg kann av sjálvum mær, havsins fong og landsins grøði alt eg fáa má frá tær, røkja seyðin vit sum best, óvist er, hvat fæst í heyst, Harrin og ei hagamaður er tað fyri skurði ræður. Seyðin hevur tú altíð røktað væl, og mangar eru ærnar og lombini, tú hevur borið heim at húsum í kavaroki og vermt lombini í køkin- um, til tey eru komin fyri seg aftur. Tín bátur á lívshavinum hevur ikki altíð havt við- streym, men í mótráki lærir ein at kempa, og tann eginleika hevur tú havt. Seinast í 80'unum fóru tit undir at byggja nýtt fjós norði í Haga við plássi til seyðin. Har er køkur og alt inni, sum brúk er fyri. Og so allur bøurin, sum tú hev- ur dyrkað. Eitt satt prýði fyri eygað. Vakur er ein veltur dalur, grasgóð er ein albeitt líð tó, hvat geva kýr og smalur, leggur Guð ein signing í, uttan hegni, vit og kraft armóð høvdu øll vit havt, gloym ei tað er Guð, ið gevur arbeiðsevni, tey tú hevur. Í dag gleðast tú og Olivia, hvørja ferð, tit fara út í Áarhús. Og ikki minst, tá tykkara elskaðu abba- og ommubørn koma við og hugna sær og spæla í ánni og hoyra fuglasangin uttan- fyri. Eg fari við hesum orðum at ynskja tær av hjarta tillukku við degnum og Guðs ríku signing yvir teg og tíni kæru, og at Hann, ið øllum ræður, skal geva tær heilsu og kreftir tann teinin, sum er eftir av lívshavin- um. Takk kæri bróðir fyri trúfesti og kærleika. Prísi Guði øll við gleði fyri hjálp og dagligt breyð ongantíð frá yngsta degi lat hann okkum líða neyð. Hvønn ein morgun, faðir mín, leita vil eg mær til tín, og tá sól í hav er lækkað fyri dagligt breyð tær takka. Systir tín Elinborg Gunnar og Hassi 40 ár hjá býráðnum Fríggjadagin 11. apríl var hátíðarhald á vegadeldini hjá Tórshavnar Býráð í Varðagøtu í Havn. Orsøkin var at Gunnar Guttesen og Hans Justinussen, vanliga nevndur Hassi, høvdu arbeitt hjá býraðnum í yvir 40 ár. Gunnar Guttesen, ið er 65 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Havn. Sum ungur arbeiddi hann á Mejerínum, á Bacalao og á heilsøluni hjá Poul Hansen til 1958, tá hann fekk arbeið á margarinverk- smiðjuni Marga. Hann arbeiddi aftur hjá Poul Hansen eina tíð, áðrenn hann í apríl 1962 fekk starv hjá Tórshavnar Býráð. Fyrstu tíðina koyrdi hann eina maskinu í grótbrot-in- um undir Varða. Síðan 1964 hevur hann havt sum fast starv at koyra lastbil hjá býráðnum. Gunnar er giftur við Ragnfríð, f. Samuelsen, úr Klaksvík og eiga tey sjey børn, tey eru: Krista, Maria, Sólvá, Gunnfríð, Ragnar, Regin og Gunnar Hassi Justinussen, ið er 67 ára gamal, er føddur og uppvaksin í Havn. Hann arbeiddi sum maskinførari tá Oyggjarvegurin bleiv bygdur. Ta fyrstu tíðina búði hann í Kaldbak, og sigldi við báti inn í Kald- baksbotn, senni blivu barakkir bygdar í Mjørka- dali, tá búðu arbeiðsfólkini har. 2. mars í 1962 byrjaði hann sum maskinførari í grótbrotinum hjá Tórshavn- ar Býráð undir Varða og í grótbrotinum í Marknagili. Síðan grótbrotið bleiv nið- urlagt hevur Hassi arbeitt á vegadeildini hjá býráðnum. Hassi er giftur við Sunn- ovu, f. Clementsen, úr Havn og tey eiga fýra børn, tey eru: Unni, Heini, Ingun, Hans Pauli og Maria. Gunnar Guttesen, Jan Christiansen, borgarstjóri, og Hassi Justinussen C M Y K 9 8