Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 74 - 16. apríl 2003 Nr. 74 - 16. apríl 2003 11 Stórar broytingar eru í ferð við at henda á kommunala økinum. Kommunur leggja saman, kommunur samstarva um ávísar uppgávur og kommunur átaka sær nýggjar uppgávur. Nógv áhugaverd initiativ koma frá kommunum ella kommunalum felagsskapum. Hitt mest kenda dømið man vera SEV, ið var eitt kommunalt initiativ, sum broytti allar Føroyar. Onnur dømi eru IRF og tunnilin undir Vestmannasundi, ið upprunaliga var eitt átak hjá felagskommuni í Vágum. Eitt rák, ið alt meira hevur gjørt seg galdandi seinastu árini, snýr seg um at flyta uppgávur frá landi til kommunur. Fyri nøkrum árum siðan var tað umvent: tá vórðu kommunalar uppgávur fluttar frá kommunum til landsmyndugleik- arnar. Eitt dømi um hetta rákið er, at nógvir kommunalir vegir gjørdust landsvegir. Men nú er rákið sum sagt hetta, at stórar og tungar upp- gávur eru ella fara at verða fluttar frá landi til kommunur. Barnaansingin er flutt, og ásannast má, at henda flyting yvirhøvur hevur eydnast væl. Tað næsta, ið verður flutt, er eldraøkið, og so eigur skúlin tørn. Tað má ásannast, at virk- semi, ið nemur við gerandisdag og lív borgar- ans eigur at vera so nær borgaranum sum møguligt. Í so máta kunnu góðar grundir vera til at flyta ábyrgd og fyrisiting frá landi til kommunur. Men hesin politikkur krevur, at allar fortreytir eru í lagi. Hetta merkir, at talan má vera um uppgávur, ið egna seg til at leggja út, og at kommunurnar hava fíggjarliga orku og fyri- sitingarliga at reka tær verða lagdar út. Hetta merkir so aftur, at landið eigur ikki at leggja uppgávur út bert fyri at spara landskassanum pening. Flyting av uppgávum frá landi til kommunur eigur bert at vera gjørd við tí fyri eyga at veita borgarunum betri tænastur. Landsmyndugleikarnir eiga tí at vera varnir í sínum politikki at flyta uppgávur, eins og kommunurnar eiga at vera varnar tá teimum verða álagdar nýggjar uppgávur. Hetta merkir so aftur, at landsmyndugleikarnir ikki eiga at smoyggja loysnir niður yvir kommunurnar. Heldur eiga landsmyndugleikarnir at samráðast við Kommunusamskipanina og Kommunu- felagið um eina langtíðarætlan fyri tær útlegg- ingar, sum talan kann verða um í framtíðini, soleiðis at kommunurnar altíð vita, hvar tær flóta. DAGSINS MEINING Sosialurin Land og kommunur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nevndin Føroya Náttúruverndar- felag 12. apríl 2003 Vinnumálaráðið hevur biðið Landsverkfrøðingin at gera uppskot til hvar nýggja samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði kann byggjast til nýggja Smyril. Verandi havnarlag á Drel- nesi kann ikki brúkast tí, sum sagt verður frá, er ov nógvur súður fram við syðra partinum á fjørðinum og verður tí neyðugt at leggja grótkast út á fjørðin at verja atløgubryggjuna. Sambært uppskotinum skal samferðsluhavnin byggjast upp at Lítla Hólmi og grótkastið leggjast yvir innara part av økinum har stóra grynnan stutt úr landið verður partur í uppfyllingini. Við uppskot- inum verður í framtíðini ikki siglandi inn um hólm- in. Lítli Hólmur er serstakt náttúruøki inna á Trong- isvágsfirði og einasti í landinum av sínum slag. Frá Gálganum eystaru megin er Birgishavn og Punthavn og síðan stóra víkin innan fyri Lítla Hólm við Krambatanga og veld- uga sevinum og tarðaskóg- inum kring hólmin. Tarða- skógurin niður á 4 metra dýpi er upp í 6 hektarar í vídd og tí vækstrarstað hjá hópin av smákyknum, fiskayngli, igulgerðum, øðum og øðrum skelja- djórum. Nógv æða og onnur fuglasløg halda til í økinum, ið allarhelst eisini er ónerva av dálking frá húsarhaldum, vinnuvirkj- um og alingini á fjørðinum. Alt strandaøkið frá Gálg- anum og væl vestur um Lítla Hólm er náttúruøki burturav og nógv brúkt sum útferðapláss har siglast kann við smábátum inn um hólmin. Óføra áhugavert er at hava snøri ella tráðu við sær tá reyðfiskur, seiður og flundra altíð kann fáast. Dýpið millum hólmin og Krambatanga er 3 til 6 metur og er í støðum ljósur sandbotnur og áhugavert at kaga á botn og síggja alt tað lív, ið har fer fram. Á Krambatanga eru fornar leivdir har miðvíst mark ikki kann setast fyri víddini á økinum. Forn- minnissavnið hevur stað- fest økið som friðað øki, og kann tað tí tykjast í meira lagi, at Tvøroyrar komm- una í nýggja og broytta býarplaninum hevur lagt alt økið fram við hólmin og í mark til forna økið út til havn og ídnaðarøki. Økið hevur annars stórt hall og er rættulig ónýtiligt til t.d. ídnaðarbygging. Nýggi býarplanurin leggur næstan 2 kilometrar av havnarøki út og kann tað við stóra havnarlagnum á Yvirlýsing frá Føroya Náttúruverndarfelag Lítli Hólmur má friðast sum náttúruøki Framhald á næstu síðu Áki Andreasen Vísandi til grein hjá undir- ritaða "Tá veruleikin ikki kann nýtast – skapa vit ein annan!!", vil eg enn eina ferð seta blaðstjóranum á Sosialinum nakrar spurn- ingar; ikki tí - eg havi ikki fingið svar uppá hvussu tað bar til, at Sosialurin kundi skrivað eina yvirskrift um, at løgmaður ikki ger mis- mun á landsstýrisfólki. Tí í Sosialinum var Anfinn Kallsberg citeraður fyri at siga, at hann ikki hevði út- talað seg alment um Annlis Bjarkhamar fyrr enn hann fekk ein fyrispurning í løgtinginum. Men eg vísti á, at Sosialurin sjálvur hevði prógvini fyri, at hetta var ósatt, tí løgmaður hevði júst úttalað seg til Sosialin, áðrenn nakar fyrispurning- ur var í løgtinginum. Enn ein roynd at seta fram nakrar spurningar – svar ynskist!!! Sosialurin heldur fram mikudagin 9. apríl í somu rillu. Nú er tað ein blað- maður hjá Sosialinum, Ed- vard Joensen, sum skrivar oddagreinina (sambært internetSosialinum), eg gjørdi nakrar ávegis við- merkingar og staðfestingar av hvussu, leyst fjølmiðlar arbeiða og hvussu lætt verður farið um tað sum vanliga verður róptur "gott fjølmiðlaavrik" í fyrru grein míni, og fyri at koma – so eg vil spyrja: • Hvussu ber tað til at Tjóðveldisflokkurin sjálvur hevur skyldina av persónsstríði tá m.a. Óli Breckmann dag um dag spillir Tjóðveldisflokkin, tjóðveldisfólk og enntá tey sum hava tilknýti til tjóðveldisfólk út við nógv verri orðum enn tey, sum Edvard Joensen tekur fram um løgtings- mann Tjóðveldisfloksins Torbjørn Jacobsen? Hev- ur Edvar Joensen nakran- tíð sett sær spurningin, hvussu nógv persónsrok hevði verið, um tjóðveld- ispolitikarar reageraðu á sama hátt, uppá skipaðu útspillingina hjá Óla Breckmann, Dagblað- num o.ø - sum løgmaður gjørdi í samband við greinina hjá Tórbjørn Jacobsen, Og hevur Ed- vard Joensen nakrantíð spurt seg sjálvan ella spurt løgmann, um tey so nógv umrøddu orðini hjá Torbjørn Jacobsen, vóru sonn? • Sosialurin leggur síðani Annlis Bjarkhamar og Høgna Hoydal undir, at hava framt tað grovasta persónsálopið á nakran við at seta ein dana fram um ein føroying í starv. Sig mær, er Sosialurin beinleiðis rasistiskur? Ella veit Edvard Joensen, hvat er farið fram í hes- um máli? • Síðani sigur Edvard Joensen, at ein landsstýr- ismaður hevur blakað eina tíðindakvinnu á dyr. Og at sjónvarpsstjórin hevur noyðst at sent eina kæru til floksformannin. Sig mær, hevur Sosial- urin yvirhøvur kannað, hvat er farið fram í hes- um máli? Enn einaferð sleppur ein undan at prógva, hvussu langt úti Sosialurin er. Tað megnar hann nógv betri sjálvur. Tjóðveldisflokkurin, yvirtøkurnar og fullveldisgongdin Síðani sigur Edvard Joen- sen, at Tjóðveldisflokkurin hevur ikki yvirtikið nakað mál, men tað hevur hin- vegin Fólkaflokkurin. Veit ein fulltíðarsettur tíðindamaður veruliga ikki betur? Ella lýgur hann so- leiðis við vilja. Tað var Høgni Hoydal, sum bæði gjørdi samtykt- ina um Sjálvstýri Føroya fólks og legði hana fyri tingið. Við henni varð gongd sett á yvirtøkurnar. Tað var Høgni Hoydal, sum gjørdi og framdi ta stóru yvirtøkulógina, har skúlamál og almenna for- sorgin vóru yvirtikin saman við eini røð av øðrum málum. Tað var henda lógin, sum framdi niðurskurðin í blokkstuðlinum. Síðani hava aðrir landsstýrismenn tikið sær æruna av yvirtøk- um, sum vóru gjørdar við hesari lógini. T.d. havum- hvørvið og radiogrundaða neyð- og trygdartænastu, sum aðrir landsstýrismenn hava breggjað sær av. Tá ein tíðindamaður kann føra so grovar lygnir og skeivleikar fram alment, so er tað besta prógvið um, hvussu vánaliga fjølmiðl- arnir arbeiða. Hetta er óhugnaligt, tá ein hugsar um, at fjølmiðl- arnir skulu upplýsa fólk. Eg vil hervið enn eina- ferð heita á Sosialin og í hesum føri bæði blað- stjóran og Edvard Joensen, um at rætta sínar lygnir. VIÐMERKINGAR Edvard Joensen hevur ikki skrivað oddagreinina í blaðnum 9. apríl, soleiðis sum Áki Andreassen leggur hann undir. Tað er eitt mis- tak, at Edvard Joensen hevur staðið sum høvundur av oddagrein í Internet- sosialinum. Blaðstjórin Rætting til Girokortini (Irak-hjálpin) hjá Reyða Kross Føroya Av missgávum er telefonnummarið hjá Smylil Line og Skipafelag Føroya komin skeivt fyri í Girokortunum, ið borðin eru út til hvørt húski í Føroyum. Smyril Line hevur telefon nummar 345900 og Skipafelag Føroya hevur telefon nummar 311225. Sosialurin prógvar, hvussu vánaliga fjølmiðlarnir arbeiða Mistak Finnleif Guttesen Tíðin er komin, har Kommunusamskipan Føroyar og Føroya Kommunufelag mugu standa saman sum ein maður og siga við landsstýrið, at nú er tað nokk.Tí landsstýr- ið hevur við sínum til- tøkum víst, at tað leggur ein lort í komm- unurnar Tað einasta sum lands- stýrið skilur, er, at alt tos um útlegging til komm- unurnar kann gloymast, til allar lógir um øktar útreiðslur og skerdar inntøkur hjá kommun- unum eru burturbeindar. Hetta er greið tala og kann ikki misskiljast, heldur ikki av landsstýr- inum. At kommunustýris- limir sita í samgonguni og góðtaka hetta, er heldur ikki skiljandi, tí kommunurnar kunnu ikki blíva við at átaka sær útreiðslur hjá land- inum og góðtaka, at inn- tøkurnar blíva skerdar av landstýrinum. Bert fríggjadagin 11. apríl 2003 vóru trý mál fyri á løgtinginum, sum áleggur kommununum útreiðslur við afturvirk- andi kraft, hetta var: • FAS-skatting • Barnaansing • Dagpengar til tímalønt Og í næstum kemur uppskot um landskatt og kommunuskatt, sum skerja inntøkurnar hjá kommununum enn meira. Omanfyri nevnda er einki eindømi hesi sein- astu nógvu árini, og ongin kommuna ella nakað kommunufelag við virðing fyri sær sjálvum kann finna seg í hesum, og er tíðin tí komin, har kommunur og kummunufeløg siga við landstýrið, at nú er tað nokk. At hetta skuldi verði gjørt fyri langari tíð síðani, er nakað heilt annað, men betri seint enn ongantíð. Hvar eru kommunu- feløgini? Skeiv mynd Í blaðnum í gjár kom skeiv mynd at standa undir grein hjá Áka Andreassen á Argjum. Vit biðja Jan Áka Andreassen og høvundan sjálvan umbera okkum fyri hetta óhepna mistakið. Blaðstjórin Tvøroyri sýnast í meira lagi, tá møguleikin fyri nýggjum havnarøki og bryggjukanti tá er nøktaður rættuliga nógv ár framyvir. Friðingarnevndin fyri Suðuroyar Sýslu hevur við- mælt ætlaðu plasering av samferðsluhavnini og vísir í niðurstøðu síni einans til § 2.stk.2 nr. 1 í fyrsta parti í løgtingslóg um náturfriðing frá 9.juli 1970, har sagt verður, at innangarðs eigur ikki at verða bygt, uttan loyvi frá friðingarnevndini, undir bakkanum fra vall- ingini og omaneftir og á øki, ið eru upp til 100 metur frá bakkatromini, har eingin fjøra er frá megin- sjóðarmálanum. Annar partur viðger náttúrufriðing, ið friðingar- nevndin einki ger við í niðurstøðu síni. Sambært hesum parti § 6 stk. 1, 2 og 3 kunnu friðingartiltøk setast í verk viðvíkjandi økum á landi, á vøtnum - og firðum - og áum, tá frið- ingin má haldast ynskilig av vísindaligum ella søgu- ligum orsøkum. Eisini viðvíkjandi økum, ið bera av í vakurleika, hava ser- eyðkennir í landslagnum, plantigróður ella djóralívi, ið hava munandi týdning fyri fólk. Og afturat hesum fyri øki sum einsæris landsløg sum drangar, gjáir og gil, fossar, klettar, stórir steinar, áir, vøtn, trø og træ- hópar, - tá ið friðingin tyk- ist ynskjandi í mun til vísindaligt ella søguligt virði, vakurleika ella ser- eyðkennir. Føroya Náttúruverndar- felag hevur á aðalfundi 12. apríl viðgjørt ætlaðu plasering av samferðslu- havnini og vil harðliga mæla frá, at verkætlanin verður fram sum hon fyri- liggur í løtuni. Sum er verður neyðugt at spreingja og dýpa havnarlagið, tá alt ov grunt er í innara parti í ferguplássinum. Allarhelst er orsøkin til ætlaðu plaser- ing at avmarka nøgdina av gróti, ið leggjast skal út. Hólmurin sýnist sum partur av uppfyllingini, men er lítið ella heldur einki vunnið í kostnaðinum, tá spreingjast skal út í botn- lendinum. Vit vilja tí mæla til, at náttúruøkið við Lítla Hólm verður friðað og lagt út í býarplaninum sum frílendi til tryggjan av framtíðar møguleikum at njóta órørda náttúru og annars at tryggja eitt neyðugt liv- frøðiligt margfaldni. Frá- støðan til Drelnes og økisvíddin er ríkiliga stór til at samferðsluhavnin við fyrimunum kann flytast umleið 150 metur vestur so at rætta dýpið verður gagn- nýtt og soleiðis at grót- kastið heldur ger nýtslu av 10-12 metur grynnuni, ið liggur út fyri gomlu kirkju- garðsbrúnni. Tað sýnist ikki sum vegaíbindingin til landsveg er liðugt um- hugsað. Hall er á lands- vegastrekkinum og ein møgulig rundkoyring kann ikki fremjast uttan so at gamli kirkjugarðurin part- vís verður tikin burtur. Við hjáløgdu tekning verður heitt á Vinnumála- ráðið og Tvøroyrar komm- unu at bera so í bandi, at samferðsluhavnin verður flutt góðar 150 metur og Lítli Hólmur og økið kring- um verður lagt út sum frílendi og náttúruøki burt- urav. Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10