Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 74 - 16. apríl 2003 Nr. 74 - 16. apríl 2003 13 Ræðisavmarkingar eru einki verdar Tað at skip verður ræðisavmarkað, tá tað verður tikið út flotan- um, hevur ongan praktiskan týdning. Tí tá ein keypari er til skipið, strikar Fiski- málastýrið bara ræð- isavmarkingina og flytir hana yvir á okk- urt annað far ístaðin, um biðið verður um tað FISKILOYVI Edvard Joensen Tá línuskipið Ågot varð seld norðmonnum, tí klaks- víkingar fingu annað skip ístaðin, varð sett í loyvið frá Fiskimálastýrinum um flyt- ing av fiskirættindunum dagf. 15 august 2001, at Ågot ongantíð aftur máti reka vinnuliga fiskiskap undir føroyskum flaggi. Kortini hevur skipið nú fingið loyvi til júst hetta. Stjórin á Fiskivinnustov- uni vísir til ein dóm, sum sigur, at ræðisavmarkingin uttan víðari kann flytast. – Humbukk, sigur for- maðurin í Vinnunevnd Løg- tingsins, og formaðurin í Felagnum Línuskiop sigur tað vera at halda fólk fyri tað turra spott. Tann 15. august 2001 hava Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiski- vinnumálum og ein embæt- ismaður í Fiskimálastýrin- um skrivað undir loyvi til at flyta fiskirættindini hjá Ågot til norska línuskipið Urvaag, sum keypt var at koma í flotan fyri Ågot, ið tikin varð úr flotanum og seld norðmonnunum, sum áttu Urvaag. Í hesum loyvi frá Fiski- málastýrinum stendur tann treyt, at : »Tilsøgnin um flyting av fiskirættindunum er eisini treytað av, at eigarin av m/s "Ågot" við ræðisavmarking váttar, at skipið ikki verður sett inn í vinnuligan fiski- skap aftur undir føroyskum flaggi. Somuleiðis skal vera tilskilað, at skipið ikki má seljast uttan so, at keyp- arin góðtekur hesa avmark- ing í nýtsluni av skipinum«. Hesa ræðisavmarking hava so bæði seljarin og keyparin váttað á einum ískoytisskjali, sum liggur við loyvinum um flyting av fiskirættindunum hjá Ågot. Kortini hendir so hvørki verri ella betri enn tað, at Ågot, sum nú eitur Ågot 1, verður keypt av føroyskum felag og fær fiskiloyvi und- ir føroyskum flaggi frá sama Fiskimálastýri, sum tó nú eitur Fiskimálaráðið. Hóast hesa áðurnevndu ræðisavmarking. – Tað er einki, sum hindr- ar tí, sigur stjórin á Fiski- vinnustovuni í Fiskimála- ráðnum. Tað er beinleiðsi álagt okkum í dómi, sigur hann. Talan er um borgarligan dóm nr. 817/1999, har sagt verður, at ræðisavmarking- in kann strikast, um annað ella onnur før samstundis verða ræðisavmarkað. Formaðurin í Vinnu- nevnd løgtingsins, Henrik Old, og formaðurin í Felag- num Línuskip, Rólant Poul- sen, eru milt sagt ikki nøgdir við hesa tulkingina. Henrik Old, formaður í Vinnunevndini, heldur tað vera tað reina humbukk alt tað heila. Hann undrast á, hvat hatta skal standa í lógum og kunngeðrum til, tá tað einki virði hevur kortini. Og so seint sum seinasta fríggja- dag er kunngerð lýst við júst hesum sama orðalagi um ræðisavmarkingar. Tað er ov vánaligt av Fiskimála- stýrinum, heldur hann, at tey har vita um hendan dómin og kortini blíva við at seta slíkt í kunngerðirnar. Formaðurin í Felagnum Línuskip sigur tað vera at halda fólk fyri tað turra spott at kunngerða slíkt, tá ein veit frammanundan, at tað kann broytast sum best ber til kortini. – Her skriva mennundir eitt skjal í góðari trúgv og gera, sum lógin ásetir. Teir lata eitt stórt skip frá sær, tí soleiðis er álagt teimum. Men sama skip fáa aðrir so aftur fyri tveir smáar út- róðrarbátar. Hesir fyrru menninnir kundu gott gjørt akkurát tað sama. Nú eru teir rukkur ístaðin, heldur hann. Úr Fiskimálstýrinum verður sagt, at ræðisavmarking av einum skipi til einahvørja tíð kann strikast, um okkurt annað far verur ræðisav- markað ístaðin. Tað er hum- bukk og at halda fólk fyri spott, siga formenninir í Vinnunevndini og Felagnum Línuskip Tjaldur var vakrari skip Ein teirra, sum fyri hálvari øld síðan tók í móti nýggja Tjaldrin- um, var eisini á bryggjuni, tá nýggja Norrøna kom. Hann heldur, at gamla skip- ið var vakrari enn tað nýggja FERÐAMANNASKIP Edvard Joensen Tórshavn: Petur Skeel Jacobsen úr Havn var staddur á bryggj- uni, tá nýggja ferðamanna- skipið Tjaldur hjá Skipa- felagnum Føroyar kom á Havnina 1. februar 1953. Hann tók eisini í móti Nor- rønu tann 10. apríl 2003. – Eg má siga tað, at Tjaldur var vakrari skip. Sniðið er nógv broytt hesa hálvu øldina. Men eg ivist ikki í, at Norrøna er gott skip, sum eg ætli mær at royna, sigur hann og vónar, at hendan nýggja Norrøna hevur størri dansidúrk, enn gamla Norrøna hevði. Petur Skeel Jacobsen hevur ferðast við nógvum ferðamannskipum millum Føroyar og Danmark. Hann var fyrstu ferð við gamla Tjaldrinum, tí sum fórst á Mjóvanesi, í 1939. Síðan hevur hann roynt øll Tjøldr- ini og eina Norrønu um- framt okkurt DFDS skip. Til dømis ta legendarisku Drotningina. Og hann ætlar sær við nýggju Norrønu heilt skjótt. – Og fyri at gera listan fullan, kann eg siga, at eg var í Hanstholm og dansaði fyri Smyrli, tá hann fyrstu ferð kom hagar í 1975, minnist Petur eisini. Petur Skeel Jacobsen er nógv upptikin av veðrinum, tá hann tosar um ferða- mannaskipini. Tjaldur var eitt illveðursskip, um so kann sigast. Tað kom í ill- veðri, minnist Petur, og tað hevði fleiri ringar túrar av veðri eisini. Tann ringasta túrin, Tjaldur gjørdi, var, so løgið tað ljóðar, mitt um summarið. Tað var mitt í juni 1959, og kavin lá oman í hálvan hagan, minnist veðurfrøðingurin. Petur Skeel Jacobsen var á bryggjuni og tók í móti nýggju Norrønu, sum hann eisini var fyri 50 árum síðan, tá nýggja Tjaldur kom. Hann hevur verið við trimum Tjøldrum og skjótt tvemum Norrønum umframt øðrum feðramannaskipum, sum hava siglt millum Føroyar og Danmark Mynd: Jens Kristian Vang Seinni í summar fer felagið aftur at skipa fyri Bakka-hugna og fiskikapping TILTØK Vilmund Jacobsen Sunnudagin, 27. apríl kl. 17, hevur Bátafelagið á Bakka aðalfund. Charles Jacobsen, for- maður í felagnum, sigur, at miðjað verður eftir at halda fundin í húsunum, sum felagið letur byggja inn- anfyri kappróðrarneystið á Bakka. - Húsið er ikki liðugt enn, og tað verður heldur ikki liðugt til aðalfundin. Vit miðja tó eftir, at húsini standa innilokað til aðal- fundin. Ætlandi vórðu sperrurnar lidnar seinasta vikuskiftið. Síðan er eftir at fáa út- veggirnar upp at standa, og takið lagt á, soleiðis at aðalfundurin kann haldast í hølunum. - Vit vænta ikki, at vindeyguni eru komin í til aðalfundin, sigur Charles. Hann leggur aftrat, at verða hølini ikki innilokað, 27. apríl, tá ið aðalfundurin er lýstur at verða, verður fundurin í staðin hildin í kappróðrarneystinum. Húsið, sum Bátafelagið á Bakka letur byggja, verður umleið 50 fermetrar. Nýggjur formaður Tað var Charles, sum tók stig til at stovna Bátafelag- ið, og hann hevur sitið sum formaður í felagnum hesi tvey árini, felagið hevur verið virkið. - Skipanin sigur, at formaðurin kann bara sita í tvey ár í senn; tí skal nýggjur formaður veljast á komandi aðalfundi. Hann heldur, at skipanin við, at formaðurin skal skifta, tá ið tvey ár eru um- liðin, er góð. - Tað er í fínasta lagi, at tú verður avloystur sum formaður, tá ið tú hevur sitið í tvey ár, heldur hann. Formaðurin kann tó halda fram í nevndini sum nevndarlimur. Í nevndini sita annars 5 limir. Bátafelagið á Bakka hevur stívliga 60 limir, men Charles Jacobsen dugir ikki í løtuni at siga, hvør av- loysarin verður. Bakka-hugni og fiskikapping Í fjør skipaði Bátafelagið fyri sonevndum Bakka- hugna, og ætlanin er at taka hetta tiltak uppaftur í ár. Nær dagurin verður, er ikki endaliga avgjørt enn, men hetta verður ein leygardag síðst í juli. Hendan dagin fer Báta- felagið á Bakka eisini at skipa fyri fiskikapping. Bátafelagið á Bakka nýggjan formann Bátafelagið á Bakka, sum hevur sløk tvey ár á baki, hevur stívliga 60 limir. Felagið byggir felagshús innanfyri kappróðrarneystið á Bakka. Á aðalfundi felagsins, 27. apríl, skal nýggjur formaður veljast Hóast Erling Simon- sen líður av parkin- sonsjúkuni, hevur hann átikið sær upp- gávuna sum formað- ur í FNU, Føroya Náttúruverndarfelag - Eg helt ikki, eg kundi bera meg undan, men eg havi sett nakrar treytir við formansstarvinum, sigur hann UMHVØRVI Vilmund Jacobsen Á aðalfundi hjá Føroya Náttúruverndarfelag, sum varð hildin á Hotel Hafnia, 12. apríl, varð nýggj nevnd vald. Nevndin skipaði seg við Erlingi Simonsen sum for- manni. Hinir nevndarlim- irnir eru Eyðun Lauritsen, Saltangará, Brynjálvur Nattestad, Miðvágur, Jóhan Christiansen og Hans Ellef- sen, Tórshavn. Nýggir til- takslimir eru Kári Thomsen og Oddmar J. Samuelsen, Tórshavn. Sett treytir Nýggi formaðurin í felag- num, Erling Simonsen, sigur, at hann hevur játtað at gerast formaður í FNU, hóast heilsan ikki er so góð. Erling líður nevniliga av herviligu parkinsonsjúkuni. - Eg havi sett nakrar treytir við formansstarvin- um, har eg eitt nú kann útdelegera ymiskar upp- gávur og fáa hjálp til aðrar. Við míni heilsustøðu, tori eg ikki einsamallur at átaka mær at halda skil á øllum og fylgja neyvt við øllum tí, sum felagið luttekur í. Spurdur, um hann í fyrsta lagi verður ein – í positiv- um týdningi – kransakøku- figurur hjá felagnum, sigur Erling, at nakað soleiðis hongur tað saman. - Virkar skipanin ikki, sum eg vil, at hon skal gera, er møguleikin at taka meg aftur sum formaður, sigur hann. Eingin skal tó ivast í, at hjartað hjá Erlingi brennur fyri umhvørvinum og øll- um tí, sum uppi í hesum hongur. - Eg haldi, at FNU er tað mest týðandi felagið, vit hava. Tað, sum felagið stendur fyri, snýr seg um lívið hjá okkum øllum – og í allar mátar. Ganga vit væl um náttúruna og alt, sum í henni rørirst og nørist, kemur tað at gagna okkum sjálvum. Erling vísir á, at náttúru- vernd fevnir bæði um sosial viðurskifti, fíggjarviður- skifti, veðurlagsbroytingar og ikki minst um politisk viðurskifti. Nýggi formaðurin heldur ikki nógv um, at heimssam- felagið byggir sína orku- keldu á olju og kjarnorku, og hann heldur, at hetta fer at koma okkum aftur um brekkur. - Vit vita ikki, hvussu leingi oljan, sum er lív- runnin, verður ein orku- kelda. Um hetta verður í 10 ella 50 ár, er undirornað, tí einaferð kemur tann dagur, tá ið henda orkukelda er uppi. Tá ræður um at vera fyrireikaður, og lítið er, sum bendir á, at heims- samfelagið tekur nóg stór stig tann vegin, heldur Erling. Hann leggur dent á, at vit noyðast at laga okkum til tey krøv, sum náttúran og lívið seta. - Vit mugu hava so mikið at skili, at lívið kann livast – ikki bara í nærmastu framtíð, men altíð. Vardi meg ikki Erling sigur, at tað vardi hann ikki, at hann fór at vera biðin til undangongu- mann í FNU, tí hann er ikki so gamal í garði í felagnum. Spurdur, um tað hevur havt sín týdning, at hann hevur bygt bil sín um, soleiðis at hann nú koyrir við matolju heldur enn diesel-olju, heldur hann, at tað hevur havt sín týdning. - Eg vil siga, at nógv hava givið sær far um hetta, bæði her heima og uttan- lands. Erling sigur, at bilurin koyrir væl, og tá ið motorurin er nóg heitur, er kraftin í minsta lagi tann sama, sum frammanundan. - Eg helt, eg illa kundi bera meg undan, nú heitt varð á meg um at gerast formaður í FNU, Føroya Náttúruverdarfelag, sigur 71 ára gamli og fyrrverandi tannlæknin. Hjarta brennir fyri umhvørvinum Erling Simonsen er nú formaður í FNU, Føroya Náttúruverndarfelag. - Eg helt ikki, eg kundi bera meg undan, tá ið heitt varð á meg, sigur hann. C M Y K 13 12