mikudagur 16. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 16. apríl 2003
15
UTTAN ÚR HEIMI
Nógvir arábarar eru
seinastu dagarnar
tvingaðir at flyta úr
bygdunum við býin
Kirkuk har norðuri í
Irak. Hildið verður, at
fleiri túsund eru
longu noyddir burtur
haðani
IRAK
Árni Joensen
Frágreiðingar, sum eru kom-
nar úr Norðurirak seinastu
dagarnar, siga, at kurdar
hava rikið nógvar arábarar
burtur úr fleiri bygdum á
leiðini við býin Kirkuk.
Amerikanska blaðið The
New York Times vil vera
við, at kurdarnir hava longu
rikið fleiri túsund arábarar
frá húsi og heimi.
Mannarættindafelagsskap
urin Human Rights Watch
sigur seg frá sínum medar-
beiðarum í Irak, at í minsta
lagi 2.000 arábarar eru
riknir úr bygdum sínum.
The New York Times
skrivar, at teir burturriknu
arábararnir royna at lív-
bjarga sær sum frægast
uttan fyri bygdirnar, sum
teir eru riknir úr. Í nógvum
førum er talan um bæði
gomul og børn, sum einki
hava at búgva í, og sum
hvørki hava vatn, mat ella
heilivág, skrivar blaðið.
Í sjálvum Kirkuk og
bygdunum við býin búgva
kurdar, arábarar, turkmenar
og fleiri aðrir etniskir
minnilutar. Stýrið hjá Sadd-
am Hussein royndi at trýsta
kurdarnar longur norður,
samstundis sum arábarar
vórðu eggjaðir til at flyta
hagar ístaðin. Nú stýrið í
Bagdad er fallið, vilja kurd-
arnir sleppa aftur til bygdir-
nar, har teir einaferð búðu,
og hetta hevur nú elvt til
trupulleikar.
Sambært The New York
Times hava leiðarar í kurd-
iskum felagsskapum biðið
limir sínar geva arábar-
unum boð um at flyta úr
bygdunum innan tríggjar
dagar, og hetta skulu ameri-
kanararnir hava góðtikið.
– Vit hava fingið boð frá
flokki okkara um, at fólk
skulu flyta aftur hagar, tey
upprunaliga búðu, og hes-
um boðum fylgja vit, sigur
næstformaðurin í kurdiska
flokkinum PUK við The
New York Times.
Turkaland hóttir
Eisini turkmenararnir har
norðuri í Irak kæra seg um,
at teir fáa ikki frið fyri
kurdunum. Sagt verður, at
nógvir turkmenar hava út-
vegað sær vápn, so teir
kunnu verja seg, og Turka-
land hevur boðað frá, at
gera kurdarnir seg inn á
turkmenararnar, fer Turka-
land at senda hermenn til
økið at forða áganginum.
Amerikanararnir hava roynt
at sissa turkar við at siga, at
amerikanski herurin fer at
átaka sær at skipa fyri friði
í Kirkuk.
Amerikansku hermenn-
inir royna eisini at fáa part-
arnar at samstarva, og
sunnudagin eydnaðist tað at
skipa eitt ráð við átjan um-
boðum, seks kurdum, seks
arábarum og seks turkmen-
um. Uppgávan hjá ráðnum
verður at forða fyri lógloysi
og at endurreisa tær al-
mennu tænasturnar, men
enn hevur ráðið ikki havt
sín fyrsta fund.
Etnisk útreinskan í Norðurirak
Fleiri arábarar har norðuri í Irak hava eins og hesin maðurin fingið sær vápn, so teir kunnu verja seg ímóti kurdunum.
Nú irakska mótstøð-
an er at kalla burturi,
hava amerikansku
hermenninir hert
leitingina eftir hóp-
oyðingarvápnum hjá
Saddam-stýrinum.
Kríggið sjálvt hevur
ikki avdúkað nøkur
tílík vápn
HÓPOYÐINGARVÁPN
Árni Joensen
Fyri hvønn dag sum gong-
ur, veksur trýstið á stjórn-
ina í Washington um at
leggja fram prógv fyri, at
Irak veruliga hevur hóp-
oyðingarvápn. Tí so leingi
eingi tílík vápn eru funnin,
stendur trúvirðið hjá bæði
George W. Bush, forseta og
Tony Blair, forsætisráð-
harra í váða. Tað vóru júst
hesi vápnini, sum vóru tann
almenna grundgevingin fyri
at leypa á Irak.
Fyrradagin kunngjørdi
amerikanska herleiðslan í
Qatar, at hon hevur sett sær
fyri at leita eftir hópoyðing-
arvápnum á 36 støðum
ymsastaðni í Irak. Talan er
um ein part av teimum
støðunum, sum amerikan-
arar hava nevnt fyrr sum
møguligar
hópoyðingar-
vápnagoymslur so sum rann-
sóknarstovur, verksmiðjur
og herstøðir.
Í verjumálaráðnum Penta-
gon vóna tey, at leitingin
fer at geva úrslit skjótt, men
tey hava kortini nevnt, at
arbeiðið kann fara at taka
ein mánað.
Teir
amerikansku
og
bretsku hermenninir hava
fleiri ferðir boðað frá, at
teir hava sæð tekin um, at
Irak fjalir hópoyðingar-
vápn. Teir hava funnið eitt
nú gassmaskur, serligar
trygdarbúnar og evni, sum
eru ætlað at verja ímóti
gasseitran. Fleiri ferðir
hava teir tikið royndir av tí,
sum teir hava funnið, men
eins og vápnaeftirlitsmenn-
inir hjá ST eru teir hvørja
ferð komnir til ta niður-
støðu, at talan var kortini
ikki um hópoyðingarvápn,
men heldur okkurt evni
ímóti illgrasi ella okkurt
annað lógligt evni.
Ikki í iva
Stjórnin í Washington er
kortini ikki í iva um, at
hópoyðingarvápnini
eru
onkunstaðni. Stjórnin sigur,
at bæði amerikanskar og
bretskar fregnartænastufrá-
greiðingar vísa, at irakar
hava fingist við at gera
bæði evnafrøðilig og lív-
frøðilig vápn.
At hermenninir ikki hava
funnið nøkur slík vápn
kemst av, at irakar eru
vorðnir sannir meistarar í
at fjala tey, siga talsmenn
hjá stjórnini í Washington.
– Vápnaeftirlitsmenninir
hjá ST funnu eingi hópoyð-
ingarvápn, og vit fara held-
ur ikki at finna tey, fyrr enn
vit hava fingið møguleika
at tosa við teir menninar,
sum kunnu siga okkum,
hvar tey eru fjald, segði
Donald Rumsfeld, verju-
málaráðharri, sunnudagin.
Seinastu dagarnar eru
amerikansku
leiðararnir
farnir at finnast at Sýria-
landi. Ein av orsøkunum er,
at sambært amerikanar-
unum eru fleiri av teimum
monnunum, sum vita um
tey iraksku hópoyðingar-
vápnini, flýddir til Sýria-
lands.
Óheftar eftirlitsmenn
Amerikanska blaðið Wash-
ington Post skrivaði fyrra-
dagin, at finna amerikanar-
arnir hópoyðingarvápn í
Irak, kann USA vera bund-
ið til at lata óheftar vápna-
eftirlitsmenn kanna tað,
sum funnið er til tess at
vátta, at amerikanararnir
siga satt. Hetta sigur blaðið
seg hava fingið at vita frá
keldum í Bush-stjórnini og
frá vápnaserfrøðingum.
Keldurnar vísa á altjóða
sáttmálan frá 1993, sum
bannar londum at menna,
framleiða og at goyma
evnafrøðilig vápn. Irak
hevur ongantíð skrivað
undir sáttmálan, men tað
hevur USA gjørt saman við
150 øðrum londum. Finna
amerikanararnir tey ólóg-
ligu vápnini í Irak, noyðist
landið at halda seg til regl-
urnar í altjóða sáttmála-
num, skrivar Washington
Post.
Sambært blaðnum hava
embætismenn hjá Bush-
stjórnini umrøtt sáttmálan,
og hvussu ymsar reglur í
honum skulu tulkast, men
semja er ikki um tulkingar-
nar, skrivar blaðið.
Óheftir
amerikanskir
vápnaserfrøðingar
hava
mælt stjórnini til at lata al-
tjóða eftirlitsmenn kanna
og
oyðileggja
møgulig
evnafrøðilig og lívfrøðilig
vápn, verða tey funnin í
Irak. Teir halda, at ein slík-
ur framferðarháttur hevði
gjørt tað lættari hjá ameri-
kanarum og bretum at
sannført altjóða samfelagið
um, at tað var rætt at fara í
kríggj við Irak.
Leita nú eftir
hópoyðingarvápnum
15
14
Nr. 74 - 16. apríl 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Verjumálaráðið
Pentagon og Donald
Rumsfeld,
verjumálaráðharri
ætlaðu at leypa á Irak,
tá kríggið í Irak var
av, men forsetin
vrtakaði ætlanina
KRÍGSÆTLANIR
Árni Joensen
Fyri nøkrum vikum síðani
bað amerikanski verjumála-
ráðharrin, Donald Rums-
feld, nakrar av medarbeið-
arum sínum í verjumála-
ráðnum Pentagon leggja
eina ætlan um, hvussu USA
skuldi leypa á Sýrialand, tá
kríggið í Irak varð liðugt.
Grundgevingin hjá ráð-
harranum var, at Sýrialand
hevði latið Irak vápn, og tí
landið skal hava samband
við yvirgangsvirksemi.
Tað er bretska blaðið The
Guardian, sum avdúkar
ætlanina hjá Rumsfeld.
Sambært blaðnum bað ráð-
harrin Doug Feith, vara-
verjumálaráðharra í polit-
iskum viðurskiftum, og
William Luti, leiðara á
ætlanardeildini hjá Penta-
gon, leggja álopsætlanina.
The Guardian vísir í hesum
sambandi á, at longu í 1996
mæltu Doug Feith og aðrir
republikanarar Ísrael til at
gera eitt átak ímóti Sýria-
landi.
Men ætlanin hjá Rums-
feld varð av ongum, tí George
W. Bush, forseti steðgaði
henni, skrivar The Guard-
ian.
Seinastu dagarnar hava
bæði Donald Rumsfeld og
Colin Powell, uttanríkisráð-
harri
ávarað
Sýrialand
ímóti at hýsa fyrrverandi
irakskum leiðarum, og ill-
grunin um, at landið hevur
hópoyðingarvápn,
hevur
eisini verið nevndur. Í gjár
hótti Powell sýrar við diplo-
matiskum
tiltøkum
og
handilstiltøkum, vil landið
ikki samstarva, sum hann
málbar seg.
Ísraelski forsætisráðharr-
in, Ariel Sharon, hevur eis-
ini hert sínar atfinningar at
Sýrialandi. Í gjár segði
hann, at sýriski forsetin,
Bashar al-Assad, er ein
vandamikil maður, tí hann
kann fara skeivur av makt-
javnvágini millum Sýria-
land og Ísrael.
Herviliga lungnasjúk-
an SARS kann gerast
ein líka deyðilig um-
farssjúka sum span-
skasjúka, ið kravdi
millum 30 og 40
milliónir mannalív í
árunum 1918 og 1919
SARS
Árni Joensen
Tað heldur Kåre Mølbak,
sum er yvirlækni á danska
Serumstovninum.
Hann sigur, at fer SARS
at breiða seg til tey fátæk-
astu og tættast bygdu økini
í Asia so sum India ella til
Afrika, kann tað fáa ræðu-
ligar avleiðingar.
Sum er doyggja millum
trý og fýra prosent av teim-
um, sum fáa sjúkuna, og
tað er ikki nógv meiri enn
av einari vanligari influ-
ensu. Men fyritreytin fyri,
at hetta er so, er, at sjúk-
lingarnir fáa ta røttu við-
gerðina. Rakar sjúkan øki,
har heilsuverkið er vána-
ligt, verður myndin heilt
ein onnur, sigur danski yvir-
læknin.
Kåre Mølbak heldur, at
tað er hesin vandin, sum
hevur fingið alheimsheilsu-
stovnin WHO at ráða fólki
frá at ferðast til tey økini,
har sjúkan gongur.
– Eitt eru tær heilsuligu
avleiðingarnar av sjúkuni.
Nakað annað er, at sjúkan
eisini er tyngjandi fyri sam-
felagsbúskapin og heilsu-
verkið í teimum økjunum,
sum verða meinast rakt av
henni, sigur Kåre Mølbak.
WHO
hevur
higartil
skrásett 3.169 tilburðir av
SARS. 144 fólk eru deyð
av sjúkuni, og 1.499 fólk
fáa viðgerð, sigur WHO.
Rumsfeld ætlaði at leypa
á Sýrialand aftan á Irak
Donald Rumsfeld. Fyri nøkrum vikum síðani bað hann sínar embætismenn fyrireika álop á Sýrialand, men Bush steðgaði ætlan
hansara.
SARS kann fara at krevja
fleiri milliónir mannalív
Styðja Abbas
Teir flestu palestinararnir styðja Mahmoud Abbas,
sum herfyri varð valdur til tann fyrsta forsætisráð-
harran í teimum níggju ára gomlu palestinsku sjálv-
stýrisøkjunum.
Ein meiningakanning vísir, at 64 prosent av teimum
spurdu styðja Abbas. 70 prosent svaraðu, at hann eig-
ur at fara undir friðarsamráðingar við Ísrael sum
skjótast, men bert 39 prosent halda, at tað fer at eydn-
ast honum at fáa tamarhald á teimum víðgongdu
felagsskapunum og at fáa teir at ganga undir ein
vápnahvíldarsáttmála.
Sambært kanningini halda 43 prosent av palestin-
unum, at Mahmoud Abbas er førur fyri at vinna sær
álit ímillum palestinar, og tey halda eisini, at skipanin
við einum forsætisráðharra fer at gera støðuna hjá
Yasser Arafat, forseta veikari.
Stuðla krígnum
Bretar hava eina heilt aðra uppfatan av krígnum í Irak
nú, enn teir høvdu, áðrenn kríggið byrjaði.
Tá vóru nógvir bretar ímóti, at Bretland skuldi
senda hermenn til Irak at hjálpa amerikanarunum at
leypa á Irak, men nú siga 63 prosent av teimum spur-
du í einari meiningakanning, at tey taka undir við, at
Bretland hevur virkað við til at koyra stýrið hjá Sadd-
am Hussein frá. Fyri einari viku síðani søgdu 56 pro-
sent tað sama.
Miðskeiðis í februar vóru stórar mótmælisgongur í
London ímóti krígsætlanini, og tá vístu meininga-
kanningar, at bert 38 prosent av bretunum tóku undir
við ætlanini at leypa á Irak.
Onnur ferðamál
Kríggið í Irak hevur stóra ávirkan á ferðavinnuna.
Á donsku ferðavinnustovunum verður sagt, at ferða-
seðlasølan til Turkalands er minkað niður í helvt,
samstundis sum áhugin fyri at halda summarfrí við
Miðjarðarhavið er vaksin nógv. Ein av donsku ferða-
vinnustovunum, Star Tour, sigur, at har hava fólk ser-
liga víst áhuga fyri at fara til oyggjar so sum Mal-
lorca, Menorca, Kos og Kanarisku Oyggjarnar. Á
hesum leiðunum verður neyðugt við eyka flogførum,
meðan fleiri ætlaðar flogferðir til Turkalands í summ-
ar eru avlýstar ella útsettar.
Undir Flógvakrígnum í 1991 minkaði eftirspurn-
ingurin eftir frítíðarferðum næstan 50 prosent. Í sam-
bandi við hetta kríggið er fyribils talan um 20 prosent
minking, siga donsku ferðavinnustovurnar.
Denktash hevur skyldina
ST-trygdarráðið gevur nú turkiska leiðaranum á Kýp-
ros, Rauf Denktash, skyldina av, at einki kom burtur
úr samráðingunum um at samskipa tann turkiska og
tann grikska partin av oynni.
Øll tey fimtan limalondini í trygdarráðnum at-
kvøddu fyri einari samtykt, sum sigur, at Denktash
gjørdi alt ov lítið fyri at fáa glið á samráðingarnar, og
londini mæla honum til at fara aftur til samráðingar-
borðið. Kortini ásanna diplomatar hjá ST, at útlitini
fyri einum nýggjum samráðingarumfari eru vánalig,
tí hvørgin parturin tykist serliga hugaður fyri at taka
samráðngarnar uppaftur.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, kom fyri einum
mánað síðani við einum uppskoti um at halda fólka-
atkvøðu á Kýpros um at samskipa teir báðar partar-
nar, men hesum vísti Rauf Denktash aftur alt fyri eitt.
Hann legði afturat, at hann fer ongantíð at ganga við
til eina fólkaatkvøðu um sameining.
C
M
Y
K
14