Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 74 - 16. apríl 2003 Nr. 74 - 16. apríl 2003 17 Ein týskari ognaði sær í farna mánaði føroyska internet navnaøkið sex.fo. Og tað er hann ovurfegin um. Ætlan hansara er at selja ella útleiga føroyska navnaøkið við stórum vinningi, og hann viðgongur, at innihaldið neyvan fer at vera fyri børn INTERNET Rúnar Reistrup Tað gongur ein søga um, at dagin eftir at myndatólið varð uppfunnið, bleiv tann fyrsta nakinmyndin tikin. Og hóast tað kanska bara er ein søga, so er tað ein væl- kend sannroynd, at eitt tað fyrsta einhvør nýggjur mið- il verður brúktur til, er so- nevnt "undirhald fyri vaks- in". Soleiðis var eisini við internetinum, tá tað kom fram í síni tíð, og enn er internetið ein miðil, ið verður dúgliga nýttur til hetta serliga slag av undir- haldi. Orðið, sum oftast verður tastað inn á tær stóru internetleitimaskinurnar, er "sex", og tað er eisini hetta sama orðið, sum gevur flest leitiúrslit. Sømiligt føroyskt Føroysk parturin av inter- netinum hevur tó ikki verið umfataður av hesum ráki og kann ikki lýsast sum annað enn ógvuliga sømiligur samanborið við restina av innihaldinum á internetin- um. Skrivar tú orðið "sex" í leitiskipanini á Olivant, koma ikki meira ónærislig úrslit fram enn vevsíðurnar hjá All That Rain og Consul Sól og so ein føroysk upp- lýsingarsíða um gjeikarar. Fyri stuttum funnust eis- ini bara sømilig føroysk navnaøki. Men nú er navnaøkið sex.fo skrásett. Tað syrgdi 25 ára gamli týskarin Henrik Steffen fyri í farna mánað, og tað angrar hann ikki. - Eg havi verið øgiliga heppin. Eg eri rættiliga vísur í at .fo var tað seinasta frælsa navnaøkið í heimin- um, har navnið "sex" ikki var tikið, so eg keypti eg tað umgangandi, tá eg kom fram á tað. Her er talan um tað virðismiklasta .fo navnaøkið, ið finst, og fyri mær er tað ótrúligt, at eingin hevur keypt tað fyrr, sigur Henrik Steffen í telefonini, tá hann verður spurdur um, hví hann hevur valt at keypa sex.fo. Henrik Steffen ætlar ikki sjálvur at brúka sítt nýggja føroyska navnaøki, men ætlar at selja tað ella leiga tað út til onnur at brúka. Og tað ætlar hann ikki at gera bíliga. Okkurt við sex at gera Spurdur um hvat hann væntar, at navnaøkið sex.fo fer at vera brúkt til í fram- tíðini, er hann realistiskur. - Tað blandi eg meg als ikki uppí, men eg kann fyristilla mær, at tað fer at hava okkurt við sex at gera, sigur týskarin. Hóast sín unga aldur eigur og rekur Henrik Steff- en eina fyritøku, ið telur 120 fólk. Fyritøkan tekst við at tilevna vevsíður, og tað var tá Henrik Steffen sjálvur skuldi keypa eitt .fo navnaøki fyri eitt við- skiftafólk, at hann av tilvild fann útav, at sex.fo var leyst á marknaðinum. - .fo var eitt navnaøki, ið eg ongantíð hevði hoyrt um fyrr, so eg gjørdist forvitin og royndi til stuttleika at kanna, um ymisk væl um- tókt nøvn vóru tikin. Og eg gjørdist sera bilsin, tá eg sá, at fleiri virðismikil .fo nøvn enn eru leys, sigur Henrik Steffen, sum tó enn bert hevur keypt sær hetta eina .fo navnaøkið. Selist dýrt Tað kostar góðar túsund krónur at keypa eitt .fo navnaøki. Harumframt skal eigarin gjalda aðrar góðar túsund krónur um árið fyri at varðveita navnaøkið. Men hesar upphæddir hugsar eigarin av sex.fo ikki um. - Teir pengarnir fara at koma aftur. Fleirfaldaðir! Fyri stuttari tíð síðan skifti tað hollendska navnaøkið sex.nl hendur fyri hundrað túsund evrur (einar 750.000 krónur, blaðm.), so tað eru ikki smáupphæddir, ið verða lætnar fyri góð navnaøki, sigur Henrik Steffen. Internetið hevur verið mín vinnuvegur, síðan eg í 1996 stovnaði mína fyrstu fyritøku, og eg havi eftir hondini lært at síggja, hvat er ein góður handil í hesari vinnuni. Keypið av sex.fo fer heilt víst at vísa seg at vera ein óvanliga góður handil. Eg havi verið sera heppin, sigur týskarin. Hann hevur enn ikki roynt at funnið ein keypara ella leigara til navnaøkið, men tað hevur heldur ikki tann stóra skundin, tí sum hann sigur. Prísurin á ein- um góðum navnaøki fer bert ein veg við tíðini, og tað er ikki niðureftir. Tvørlig skráseting Tá vit spyrja Henrik Steffen um hann yvirhøvur veit hvat land .fo navnøkini hoyra til, er hann ikki heilt sørur. - Jú, tað eru Føroyar. Tit hava okkurt slag av tilknýti til Danmarkar. Og tit hava spælt fótbólt ímóti Týsk- landi fyri stuttum, svarar hann fúsur. Við tí geografiska gongst eitt sindur verri. - Landið liggur onkra- staðni í Atlanthavinum. Nokkso langt sunnanfyri, haldi eg. At landið er nokkso lítið, hevur Henrik Steffen longu fingið varhugan av. Tá hann skuldi skráseta føroyska navnaøkið, funnust neyð- ugu oyðibløðini ikki á enskum máli á vevsíðuni hjá FO-Umsitingini, ið um- situr føroysku navnaøkini. Hann setti seg tí í samband við FO-Umsitingina, har ein hjálpsom rødd umsetti, so hvørt sum týskarin út- fylti føroysku oyðibløðini. - Tað segði mær so mikið sum, at tað neyvan var hvønn dag at nakar skrá- setur eitt .fo navnaøki, sigur týskarin. Lovar føroyskum gentum framat Í løtuni er einki annað inni- hald á adressuni www.sex.fo enn eini boð um at fyritøkan hjá Henrik Steffen, "Top Concepts Internetmarketing", stendur fyri navnaøkinum. Men týskarin lovar, at um ein ella fleiri føroyskar gentur senda honum myndir av sær, so skal hann syrgja fyri, at tær verða lagdar á síðuna. Hann leggur tó dent á, at genturnar mugu vera yvir 18 og í minsta lagi vera ílætnar um miðjuna, annars vil hann ikki leggja navn til at almannakunngera mynd- ir av teimum á sex.fo. Men spurningurin er, hvørjar etiskar reglur fram- tíðar eigarar ella leigarar av hesum føroyska navnaøki fara at seta sær sjálvum. Sex á føroyskum navnaøki Týskarin Henrik Steffen væntar sær stóran vinning av at selja ella útleiga navnaøkið sex.fo, ið hann júst hevur keypt. Spurdur hvat innihald er í væntu á føroyska navnaøkinum, svarar hann »Eg kann fyristilla mær, at tað fer at hava okkurt við sex at gera« Landsstevnan hjá Javna verður í ár hildin í Havn. Aðalmálið hjá Javna hetta árið er at menna menn- ingartarnað. Hetta gerst eisini við at skúlin verður tillagaður tí einstaka næminginum. Ung við menningar tarnað eiga eisini aftaná vanligan skúlaaldur at fáa møguleika at fara í skúla. Framhaldsskúli Fyrsta stigið er tikið til ein framhaldsskúla, og málið hevur verið til um- røðu í løgtinginum. Mentamálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at tørvur er á einum skúla til ung við menningartarni, og at skúl- in skal síggjast úr einum víðari sjónarhorni enn tann vanligi bókligi skúlin. Komandi framhalds- skúlin verður eitt heildar- tilboð, sum verður sett saman av bústaði, skúla og arbeiði, og hvørs enda- mál verður at menna tey ungu til at virka sjálvstøð- ugt í arbeiðslívi og í ger- andisdegnum. Foreldur og lærarar Javni frøðist yvir, at kom- ið er so langt, at vit hóma framhaldsskúla til ung við menningartarnað í Føroy- um, og heitir við hesum á øll foreldur, ið hava børn sum nú ella í framtíðini væntast at fara á skúlan, um at koma á fundin. Somuleiðis heita vit á lærarar um at koma á fundir, so vit øll í felag kunnu fáa eitt gott kjak. Landsstevnan sett Stevnan byrjar í sam- komuhøllini á Lands- sjúkrahúsinum. Tað verður landsstýris- maðurin í mentamálum, Høgni Hoydal, ið fríggja- kvøldið 25. apríl kl. 19.00 setur landsstevnuna. Aft- aná fer orkestrið "Æla- bogin" at spæla løg. Fyrilestrar Á landsstevnuni fara pol- itikarar, foreldur og lærar- ar at røða um framhalds- skúla til ung við menn- ingartarni. Røðarar verða: Elin Nora Reines, mamma til unga gentu. Lea Wolles formaður í foreldraráðnum í Skúl- anum á Trøðni. Janus Jensen, undirvís- ingarleiðari í Mentamála- ráðnum. Magnus Hansen, skúla- stjóri í Skúlanum á Trøðni. Katrin Dahl Jacobsen, og Jógvan á Lakjuni, ið bæði eru lærarar, løg- tingsumboð og í mentan- arnevndini hjá Løgting- inum. Fundarstjóri verður Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavík. Møguleiki verður at seta spurningar. E i n drekkamunnur verður eisini at fáa. M´as í Grasagarði Leygarmorgunin 26. apríl kl. 11:00 fer M´as blues band at spæla løg í Grasa- garði. Frítíðarklubbin hjá teimum ungu selur bollar og kakao. Veitslan Kl. 18:00 verður veitsla á Hotel Føroyum. Her verð- ur døgurði og undirhald. Aftaná spæla M´as blues band til dans. Landsstevnan endar á midnátt. Seinasta freist at tekna seg til veitsluna er 22. apríl. 2003. kl. 12:00 á tlf. 314827 og øll eru væl- komin. Landsstevnan hjá Javna 25. & 26. apríl: Árið 2003: "At menna menning- artarnað" Rætting til Girokortini (Irak-hjálpin) hjá Reyða Krossi Av misgávum er telefonnummarið há Smyril Line og Skipafelag Føroya komin skeivt fyri á girokortunum, ið borðin eru út til hvør húski í føroyum. Smyril Line hevur telefon nummar. 345900 og Skipafelag Føroa hevur telefon nummar 311225. Ørskapur at siga nei til eina sparing upp á einar 45 milliónir Sjálvandi skulu sam- ferðsluhavnin og tunnilin í Suðuroy gerast undir einum. Talan er um eina sparing upp á 45 milliónir og tað er ørt ikki at taka av, sigur Hergeir Nielsen ALMENNAR ÚTBYGGINGAR Áki Bertholdsen Suðuroy: Sjálvandi skulu arbeiðið at gera samferðsluhavn í Trongisvági og arbeiðið at gera tunnil ímillum Øravík og Hov tengjast saman í eina verkætlan. Hergeir Nielsen, einasti tingmaður úr samgonguni í Suðuroynni, sigur, at tað hevur hann hildið leingi. Og hóast bæði Lands- verkfrøðingurin og lands- stýrismaðurin í vinnumál- um, Bjarni Djurholm, hava talað ímóti, hevur hann ikki skift hugsan. Hann sigur, at longu fyrst í februar mælti hann til at tengja bæði arbeiðini sam- an og fyrimunirnir við tí eru so stórir, at hann skilir ikki, hví landsstýrismaður- in og Landsverkfrøðingurin ikki hava brúkt tíðina til nú til tær kanningar, sum skulu gerast fyri at fáa arbeiðið framt. – Og enn er onki komið fram, sum hevur fingið meg at skifta hugsan. Og eftir drúgvar kanningar, er ein stórur meiriluti í vinnu- nevndini hjá Løgtinginum komin til sama úrslit og tað fegnist eg um. Spara 45 milliónir Hergeir Nielsen sigur, at tað slepst ikki uttanum at bæði arbeiðini skulu gerast. Løgtingið hevur samtykt at siglingin hjá Smyrli til Vágs skal halda uppat og tí mugu viðurskiftini fáast í rættlag. – Men verða bæði ar- beiðini tengd saman í eina verkætlan, førir tað við sær, at landið sparir 45 milliónir og tað er ørt ikki at taka av tí tilboðnum. Hann sigur, at Bjarni Djurholm var á veg í Løgtingið við eini ætlan um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov uppi í fjøll- unum, har tað ikki slepst undan einum longum fjallavegi. Men síðani hevur norska felagið NCC boðið sær til at gera ein nógv betri tunnil niðri í dalinum, har tað slepst undan allari vega- gerð. Verða hesar báðar ætlan- irnar tengdar saman, so at grótið úr tunlinum verður brúkt til samferðsluhavn- ina, fer landið at spara 45 milliónir og tíbetur varð ætlanin hjá Bjarna Djur- holm steðgað. – Tað er eitt tilboð, sum vit sjálvandi skulu taka av tí. – Tað hevði verið ørt at vippa grótið úr tunlinum í eina rúgvu uttanfyri tunnil- in fyri síðani at høgt grót onkra aðrastaðni frá til samferðsluhavnina. Tað er ikki smávegis av koyring sum skal til, einir 12-14 lastbilar hvønn ein- asta dag í meiri enn eitt ár og nógv hava víst á, at hetta fer at føra stóran ampa við sær fyri ferðsluna annars, tí vegirnir eru so smalir. Eitt nú hava umboð fyri Hvalbi- ar Kommunu stúrt fyri at tað fer at tarna fiskaflutn- inginum til og frá flaka- virkinum munandi. Aðrir møguleikar eru Nú siga bæði Landsverk- frøðingurin og landsstýris- maðurin í vinnumálum, at verða bæði arbeiðini tengd saman, verður samferðslu- havnin ikki liðug til tíðina og tað síggja teir sum ein stórt afturstig tí so vita teir ikki, hvar Smyril skal liggja í Suðuroy. – Tað kann væl vera, at havnin ikki verður liðug til nýggi Smyril kemur. Men verður hon seinkað tveir, tríggjar mánaðir, taka suður oyingar tað við, tí afturfyri fáa vit eina loysn, sum er nógv betri enn tað, sum upprunaliga lá í kortunum. Kortini eri eg sannførdur um, at atløgusíðan kann gerast liðug so at Smyril kann leggja at. Men eydn- ast tað heldur ikki, finnast aðrir møguleikar í Suðuroy. Á almenna fundinum í Øravík um samferðslu- havnina upplýsti skiparin eisini, at av neyð kundi Smyril leggja at á bryggj- uni norðaru síðu á Tvør- oyri. Spurningurin hevur eisini verið reistur um, hvussu eitt so stórt arbeiðið skal fíggjast. – Tað er neyðugt at fara undir samferðsluhavnina nú. Tað er somuleiðis løg- tingsins vilji, at farast skal undir tunnilin í ár og eg kann ikki hugsa mær, at ætlanin at var drýggjað tunnilsarbeiðið yvir eini 10 ár. – Sostatt skal fígging til undir øllum umstøðum, so eisini tað mugu vit finna útvegir fyri, sigur Hergeir Nielsen. Hann sigur, at ein máti er at fáa eina avtalu um at fíggja tað yvir nøkur ár, tí tann møguleikin er nevndur, sigur hann. Er nøkur avtala ói sam- gonguni um, hvussu farast skal fram. – Tað er í hvussu so er ongin avtala um at fremja tað vánaligu og dýru loysn- ina, sum Bjarni Djurholm hevur ætlað at seta í verk. Uppskotið at tengja báðar verkætlanirnar saman er bæði nógv betri og nógv bí- ligari, so eg kann ikki ímynda mær annað enn at vit fremja tað í verki, sigur Hergeir Nielsen. Tað var í tøkum tíma, at vit fingu steðga ætlanini hjá Bjarna Djurholm fyri Suðuroynna, tí afturfyri hava vit fingið eina loysn, sum bæði er nógv betri og nógv bíligari, sigur Hergeir Nielsen C M Y K 17 16