mikudagur 16. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 74 - 16. apríl 2003
Nr. 74 - 16. apríl 2003
19
Hetlendingar hava
sett nógvar pengar í
Norrönu, tí teir halda,
at hetta er ein skila-
góða íløga, sum eisini
fer at síggjast aftur í
Hetlandi. Sosialurin
hitti tveir av odda-
monnunum har
NÝGGJA NORRÖNA
Jan Müller
– Eg eri ein sera fegin mað-
ur í dag. Hetta er eitt frálíkt
skip. Hetta er ein góð verk-
ætlan. Og eg haldi, at vit
gjørdu tað rætta sigur
»løgmaðurin« í Hetlandi,
Tom Stove, sum varð mill-
um ferðafólkini á fyrsta
túrinum við Norrönu úr
Týskalandi til Føroya og
víðari til Hetlands. Tom
Stove er júst »afturvaldur« í
enn eitt fýra ára skeið at
leiða Hetland inn í framtíð-
ina. Val er í Hetlandi í mai
og eingin hevur stillað upp
ímóti Stove. Hann hevur
verið »convenor« t.v.s. ov-
asti í lokalstýrinum í Het-
landi seinastu fýra árini og
hevur tí eisini havt møgu-
leika at fylgja við og vera
við til at ávirka gongdina í
málinum um ferðamanna-
skipið Norrönu.
Norröna hevur stóran
týdning fyri Hetland sigur
Tom Stove. Her hugsar
hann ikki minst um tað at
fáa samband við fleiri onn-
ur lond við einum skipi,
sum er so mikið stórt, at tað
kann flyta allan farm og
ferðafólk, sum tørvur er á,
og so eisini á einum støði,
sum tíðin krevur.
Tom Stove trýr uppá, at
leiðin hjá Norrönu fer at
fáa enn størri undirtøku, nú
nýtt skip er komið. Hann
sær fyri sær, at nógv fleiri
bretar og skotar fara at
leggja leiðina úr Aberdeen
til Lervick og síðani víðari
til Føroya og Ísland ella til
Bergen í Noregi. – Fólk
vilja ikki bara hava sól. Tey
vilja eisini hava nýggjar
náttúrupplivingar og tað fáa
tey við at brúka Norrönu.
Hetta er ein góð íløga, sum
vit vóna fer at bera seg og
vera til frama bæði føroy-
ingar og hetlendingar.
Møguleikar
– Hetta er fyrst og fremst
ein stór løta fyri føroyingar,
men hetlendingar eru eisini
sera fegnir um at vera við í
hesi verkætlan sigur um-
boðið hjá Hetlandi í nevnd-
ini í Smyril Line, Morgan
Goodlad, sum var við á fyr-
sta túrinum hjá Norrönu úr
Lübeck til Føroya og eftir
tað til Hetlands. Morgan
Goodlad umboðar hetlend-
ska partapeningin í Smyril
Line uppá 50 mill. kr. Hann
er eisini ovasti embætis-
maðurin í hetlendska heima-
stýrinum og formaður í
fleiri av ríku oljugrunn-
unum.
Morgan er sera fegin um
nýggja skipið og ivast ikki
í, at tað fer at fáa avgerandi
týdning fyri oyggjasam-
feløgini í Norðuratlants-
havi. Hann viðgongur, at
tað verður tungt at reka
skipið, men hetlendingar
høvdu ikki gjørt hesa íløgu-
na, um teir ikki mettu hana
skilagóða. Hann roknar
við, at íløgan teir hava gjørt
fer at síggjast aftur í Het-
landi uppá longri sikt.
Hann sær góðar møgu-
leikar við hesum betraða
infrastrukturinum at menna
flutningin millum londini í
Norðuratlantshavi og so
meginlandið eitt nú gjøgn-
um Lervick. Eisini ferða-
vinnan kann fáa eitt veru-
ligt skump og sær hann fyri
sær, at ferðafólk úr Bret-
landi og Hetlandi fara at
brúka Norrønu og at ferða-
fólk eisini fara at fara
øvugta vegin og vitja í Het-
landi og Skotlandi.
Uppá fyrispurning um
tíðirnar kunnu gera at
neyðugt verður at koyra
meira partapening í felagið
sigur Morgan, at teir hava
tilrættalagt alt so væl, at
teir síggja ikki nakra orsøk
til hetta sum er. – Vit vita
øll, at hetta er eitt stórt skip.
Men roynir tú einki nýtt, so
kemur tú heldur onga veg
víðari. Eg h aldi vit skulu
vera eitt sindur varin við
bara at fokusera uppá tað
negativa. Soleiðis er tað
eisini í Hetlandi. Fólk velja
heldur ivan og pessimismu
enn bjartskygni. Hetta eru
jú ein stór løta fyri bæði
samfeløgini, og eg haldi vit
eiga at vera fegin og trúgva
uppá, at hetta fer at ganga.
Morgan Goodlad sær fyri
sær stórar møguleikar at
menna samvinnuna millum
Hetland og Føroyar, nú
hetta eru næstu grannar.
Hetlendingar fegnast um Norrönu:
Sera góð íløga fyri Hetland
Tom Stove er hetlendski
»løgmaðurin« og sær stórar
møguleikar í nýggju
Norrönu. Her er hann
uttanfyri »Simmer Dim«,
sum á hetlendskum stendur
fyri »summardimmi« og er
heitið á tí fínastu matstovuni
umborð á Norrönu.
Mynd: Jan Müller
Morgan Goodlad, er ovasti
embætismaðurin í
hetlendska heimastýrinum og
umboðar hetlendska
partapeningin í nevndini í
Smyril Line. Hann sær stórar
møguleikar í Norrönu.
Mynd: Jan Müller
Stjórin á Flender Werft handar teimum trimum »Norrönunum«, konunum hjá Jónasi
Hallgrimsyni úr Íslandi, Morgan Goodlad úr Hetlandi og Óla Hammer úr Havn gávu við
handina av skipinum í Lübeck.
Mynd: Jan Müller
NÝGGJA NORRÖNA
Jan Müller
Jónas Hallgrimsson er ein
av teimum, sum hevur stør-
stu orsøkin til at fegnast um
nýggju Norrönu, tí hann
hevur verið við frá byrjan.
Hann hevur trúð uppá hesa
verkætlan seinastu 30 árini,
líka síðani at Smyril varð
keyptur.
– Hetta er frálíkt. Man er
rørdur sigur maðurin,. sum
tók ímóti Smyrli, tá skipið
kom á Seyðisfjørð 16. juni
1975. Tá var Óli Hammer
1. stýrimaður. Jónan hevur
verið nevndarformaður í
Smyril Line í mong ár. Í
dag er hann nevndarlimur.
Hann er sum so eisini ein
av undangongumonnunum
aftanfyri Norrönu í Íslandi
og hevur gjørt eitt stórt ar-
beiði á Seyðfjørðinum at
skapa áhuga fyri Norrönu.
Hvat merkir hetta nýggja
og stóra skipið fyri Íslandi:
– Tað hevur alstóran týdn-
ing fyri íslandi. Fyri Seyð-
isfjørð og Eysturlandið og
Norðurlandið, har tað verða
gjørdar stórar íløgur fyri at
taka ímóti ferðafólkinum
við Norrönu. Hetta betýðir
ótrúliga nógv fyri Ísland.
Tá vit nema við spurn-
ingin um hvussu tað fer at
ganga at svara eini so stór-
ari íløgur sigur hann: – Eg
vóni ikki tað verður neyð-
ugt at seta fleiri pengar í
men verður tað neyðugt, so
mugu vit meta um tað.
Hann er tó á ongan hátt í
iva
um,
at
henda
ferðaleiðin fer ongantíð at
detta niðurfyri. Norröna er
komin fyri at blíva.
– Vit eiga ikki at
undirmeta týdningin
av, at vit hava frían
kapitalflutning. At
bæði hetlendingar og
íslendingar hava sett
pengar í skipið eigur
at vísa okkum, at
onnur síggja møgu-
leikar her, og at Før-
oyar sum íløguøki
ikki er uttan áhuga
NÝGGJA NORRÖNA
Jan Müller
– Hetta er eitt sera stórt og
positivt átak. Gamla Norr-
öna var ikki tíðarhóskandi
longur, og Smyril Line varð
tvungið til at skifta skipið
út sigur landsstýrismaðurin
í ferðamálum Bjarni Djur-
holm, sum var við fyrsta
túrin við nýggju Norrönu.
Hann viðgongur, at føð-
ingin hevur verið eitt sindur
turbolent. Tað er bara at
vóna, at íleggjararnir og
felagið sjálvt fáa tað burtur
úr sum teir hava sett sær
sum mál.
– Hetta er ein stór upp-
gáva. Man vónar og biðjur
eftir, at tað fer at hepnast.
Koma teir undan tey fyrstu
árini so er sloppið, eri eg
sannførdur um.
Bjarni Djurholm er ikki
sinnaður at tosa um møgu-
leikan fyri at seta almennar
pengar í Norrönu í framtíð-
ini, um alt skuldi gingið
galið.
– Fyrst vil eg síggja ta
støðuna, áðrenn eg úttali
meg. Men sum útgangs-
støði so vil landið heldur
avvikla síni vinnuligu en-
gagement enn at taka nýggj
á seg. Hyggja vit at støðuni
hjá rækjuflotanum kveppa
menn seg við at fara inn
við skipanum av ymsum
slag, so tað má síggjast í
eini heild. Sum útgangs-
støði er tað ikki indiskutab-
ult men nakað sum líkist tí.
Landsstýrismaðurin held-
ur tó ikki, at vit eiga at
undirmeta týdningin av, at
vit hava frían kapitalflutn-
ing. At bæði hetlendingar
og íslendingar hava sett
pengar í skipið eigur at vísa
okkum, at onnur síggja
møguleikar her, og at Før-
oyar sum íløguøki ikki er
uttan áhuga. So tá fólk
síggja skipið er ikki óvist,
um tey ikki eisini vilja seta
kapital í. Tað er so nakað
nevndin má taka støðu til.
Men jú meiri innskotskapi-
talur er í tess betri er tað
fyri tað samlaða projektið.
Bjarni Djurholm sigur, at
eingin ivi er um, at vágin
veksur proportionalt við
kostnaðinum av skipinum.
Nevnd og leiðsla eru samd
um, at hetta er tann rætta
loysnin. So er at vóna, at
tað heldur. Gangi út frá at
man setur nyttuna upp móti
kostnaðinum og man hevur
valt eina optimala loysn.
Men fortreytirnar kunnu
broytast. Vit síggja at út-
flutningurin av alifiski er
broyttur í mun til støðuna
sum var áðrenn. Møguliga
hava teir tikið hædd fyri
hesum.
Hetta er eitt stórt tak og
tað skulu takast nøkur øgi-
lig tøk fyri at fáa hetta at
bera til. Tað vóni eg eisini
fer at eydnast
Jónas Hallgrimson er ein errin maður í dag. Hetta er tað hann
hevur stríðst fyri seinastu 25 árini. Loksins er komið á mál og
vit eiga øll at vera stolt sigur hann.
Mynd: Jan Müller
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður umborð á nýggju
Norrönu.
Mynd: Jan Müller
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður:
Fegnast um at útlendingar
vilja gera íløgur í Føroyum
Norröna stóran
týdning fyri Ísland
Jónas Hallgrimsson, sum hevur fylgt Norrönu frá byrjan, her saman við øðrum á sóldekkinum á nýggju Norrönu fyri at
veitra eitt seinasta farval til ta gomlu.
Mynd: Jan Müller
C
M
Y
K
19
18