Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. apríl 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 16. apríl 2003 21 HB vann ársins fyrstu grannauppgerð KVINNUR Páll Holm Johannesen Landskappingin hjá kvinn- unum fór av bakkastokki um vikuskiftið. Kvinnu- deildin í ár er skipað sum ein deild við tíggju feløg- um. Eftir ætlan skuldu fimm dystir leikast um vikuskiftið, men bert tríggir teirra vórðu avgreiddir. Havnarfeløgini B36 og HB brustu saman fríggja- kvøldið, og í fyrstu granna- uppgerðini í ár, var tað eldra havnarfelagið, ið var omaná. Dysturin endaði 3- 1 til HB, eftir hálvleikstøð- una 2-1. Dysturin var javnur, har bæði liðini skiftust um at hava leikliga yvirvág. Úr Gundadali verður sagt, at á dystinum sást, at kappingarárið júst er byrj- að, og at leikararnir ikki enn eru í bestu venjinga- støðu. Ása á Neystabø legði B36 frammum tíðliga í fyrra hálvleiki, meðan HB svaraði aftur við málum frá Kristinu Simonsen og Fríðu Petersen. Seinasta málið í dystinum skeyt Malan á Dunga seint í seinna hálv- leiki til endaligu støðuna 3- 1. Havnarfeløgini fara helst bæði at mynda oddin í kvinnudeildini í ár, har tey skulu royna at rista Kí av trónini, sum fremsta liðið í kvinnudeildini. KÍ stórsigur Sunnudagin fekk KÍ vitjan av FS Vágum, og greipu- vinnararnir vunnu ein knúsandi 11-0 sigur. Sum úrslitið sigur, so var talan um einvegis ferðslu allan dystin. Stóri leikarin í Klaksvík sunnudagin var Malena Josephsen, sum skeyt heili sjey mál. Toppskjúttin í kvinnu- deildini í fjør, Rannvá Andreasen, skeyt trý mál og Vivian Bjartalíð fekk eitt. Úr Klaksvík verður sagt, at stórur munur var á liðunum, og dysturin var sjón fyri søgn, at munur er at vera í oddinum í 1.deild og leika í 2.deild. FS Vágar hevur ikki áður verið umboðað í bestu deildini, og tí kann tað tykjast ein stór uppgáva at møta greipuvinnarunum longu í fyrsta umfari, áðrenn leikararnir hava vant seg við leikferðina í bestu deildini. Rakul gjørdi bart Á Krossinum í Sumba hevði Sumba vitjan av EB/Streymi um vikuskiftið. EB/Streymur vann 3-0, eftir ein málleysan fyrra hálvleik. EB/Streymur hevur ikki havt kvinnulið í fleiri ár, men í ár hevur sundalags- felagið boðað frá luttøku. Liðið er einamest mannað av leikarum,ið eisini leika í deildin gentur 14-17. Ein av leikarunum úr gentum 14-17 ár gjørdist stóri leikarin sunnudagin. Bert 15-ára gamla Rakul Magn- ussen, hevði seinasta fót á í øllum trimum málunum hjá EB/Streymi, so tað var ikki eitið á fyri debut í vaksna- mannadeildini. Rakul hevur ikki máltev frá ókendum, tí pápin Bergur Magnussen, var seinast í áttati árunum ein av vandamiklastu áleypar- unum í føroyskum fótbólti. Leika aftur annan páskadag Annað umfar í kvinnu- deildini verður annan páskadag. Dystirnir eru: EB/Streymur-B71, Sumba- KÍ, FS Vágar-B36, HB-AB og B68-GÍ. 1.umfar í tølum Sumba-EB/Streymur 0-3 (0-0) 0-1 Rakul Magnussen 0-2 Rakul Magnussen 0-3 Rakul Magnussen B36-HB 1-3 (1-2) 1-0 Ása á Neystabø 1-1 Kristina Simonsen 1-2 Fríða Petersen (br) 1-3 Malan á Dunga KÍ-FS Vágar 11-0 (5-0) 1-0 Vivian Bjartalíð 2-0 Rannvá Andreasen 3-0 Rannvá Andreasen 4-0 Malena Josephsen 5-0 Malena Josephsen' 6-0 Malena Josephsen 7-0 Malena Josephsen 8-0 Malena Josephsen 9-0 Malena Josephsen 10-0 Rannvá Andreasen 11-0 Malena Josephsen AB-B68 útsettur GÍ-B71 útsettur KÍ-kvinnurnar vunnu stórsigur í fyrsta umfari Greipuvinnararnir úr Klaksvík byrjaði landskappingina væl í ár. Tær vunnu heili 11-0 á FS Vágum um vikuskiftið. Mynd: SáH 21 Nr. 74 • mikudagur • 16. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Stórfingin móttøka var í Vági, tá hond- bóltskvinnurnar leyg- arkvøldið komu heim sum meistarar ÍTRÓTTUR Orð og myndir: Dagfinn Olsen Tað eru meira enn 50 ár síðani, at VB kvinnur gjør- du vart við seg á toppinum á sama hátt sum í dag. Og tí var stór móttøka, tá VB kvinnurnar komu heim leygarkvøldið sum meistar- ar, greipuvinnarar. Í høllini var samkoma við nýyrktum sangum, røðum og fagnaði, umframt flott- ari køku, sum var eftirger av Vágshøll og annars smurdum breyði og lesk- andi afturvið. Umboð fyri kvinnuliðið, sum fyri meira enn 50 árum síðani vóru á ovastu rók í føroyskum hondbólti, komu á pall. Tær fingu heilsu og N.P. Nolsøe greiddi teirra vegna skemtiliga frá viður- skiftunum tá í tíðini. Og steyp og heilsanir til VB kvinnurnar trutu ikki. Borgarstjórin, Jógvan Kross- lá, taldist millum røðarar- nar, og at hann er VB við- haldsmaður er ikki løgið, tí á liðnum eigur hann bæði døtur og abbadøtur. Eftir røður, sang og ábit, var stórur dansur við Hans Jacobi og Vinmonnum og rómurin vardi til ljósan morgun. Stór móttøka fyri VB kvinnunum Greipuvinnararnir fingu gylta greipu í part Jógvan Krosslá, borgarstjóri. Í baksýni sæst kvinnuliðið, har hann eigur døtur og abbadøtur Guðrið Mortensen hevur fingið steyp frá Jógvani Krosslá, sum eisini er abbi hennara Kaja og Betta vóru á liðnum hjá VB, sum gjørdi vart við seg á ovastu rók fyri meira enn 50 árum síðani. Her fáa tær heilsu frá John Henrik Holm, formanni í VB C M Y K 20