mikudagur 16. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 16. apríl 2003
23
KÍ leitar eftir tendringini
Bilsmiðurin í venjara-
starvinum hevur
ongantíð vitað, at
áhugin fyri fótbólts-
flaggskipinum í
Klaksvík var so
stórur, sum hann er
KÍ Í TUNGUM SJÓGVI
Jóannes Hansen
Í morgin fær KÍ vitjan av
VB. Mánadagin skal KÍ á
Argir. Talan er um teir báð-
ar síðstu dystirnar í bólka-
spælinum í steypakapping-
ini. Í fjør megnaðu klaks-
víkingar ikki at spæla seg
víðari úr bólkaumfarinum.
Og tað er møguleiki fyri
somu útgongd úr bólka-
spælinum í ár.
Aðra staðni verður tosað
og mett um, hvør venjari
fer at verða tann fyrsti at
missa høvdið. Eitt nú í
Danmark verður veddað
um, hvør fer at verða fyrst
uppsagdur. Um tað skal
dømast út frá úrslitunum
higartil í steypakappingini,
so kundi hugsast, at nýggi
KÍ venjarin, Jan Joensen,
situr eitt sindur leysur í
saðlinum. Men hetta sigur
hann seg ikki hugsað um:
– Eg havi spælt við besta
KÍ liðnum í meiri enn
helmingin av mínum lívi.
Eg havi altíð vitað, at
áhugin fyri fótbólti í Klaks-
vík hevur verið stórur.
Hetta er fyrsta árið, at eg eri
venjari, og eg má siga, at eg
havi ongantíð vitað, at
áhugin er so stórur, sum
hann er. Tað ørkymlar her
norðuri, at tað higartil ikki
hevur gingið so væl í
steypakappingini. Tey, sum
vilja tosa um fótbólt og KÍ,
uppmuntra meg og spælar-
arnar. Tað kann vera, at
okkurt verður tutlað í krók-
unum, sum eg av góðum
grundum ikki hoyri nakað
um. Men sjálvur hugsi eg
ikki um uppsøgn og at
missa høvdið. Leiðslan
hevur víst okkum álit, og
vit arbeiða so nógv og væl,
sum vit evna, og vit rokna
við, at tað fer at bera til.
Treytirnar
Undan VB vitjanini og
ferðini á Argir er tað púra
greitt fyri Jan Joensen og
hansara monnum, hvat skal
til fyri at halda fram í
steypakappingini:
– Treytin er, at vit mugu
vinna øll seks stigini. Tað
verður torført, men tað eig-
ur at bera til. Í fjør kom tað
óvæntað,
at
vit
ikki
megnaðu at spæla okkum
víðari úr bólkaumfarinum.
Tá ið vit nú hava ta roynd-
ina, eiga vit ikki at verða
tiknir av fótum. Men vit
mugu ásanna, at tað higartil
ikki hevur gingið, sum vit
høvdu vónað, og sum eg
haldi, at vit kunnu rokna
við, at tað skal ganga hjá
KÍ.
Týsdagin fylti Jan Joen-
sen 35 ár. Tá vóru allir
spælararnir
heima
hjá
Duritu og honum undir
Brúnni og fingu sær ein
drekkamunn. Einki er at
ivast í, at nógv av prátinum
snúði seg um fótbólt.
– Vit venja nógv og
spælararnir vísa áhuga og
leggja nógv fyri. Um vit
siga, at dystirnir eru próv-
tøkurnar, so mugu vit siga,
at úrslitini hava als ikki ver-
ið nóg góð. Og vit eru
heldur ikki so ósamdir í, at
høvuðsorsøkin hevur verið,
at vit hava ikki verið nóg
sannførandi í arbeiðnum.
Spælararnir hava ikki verið
nóg tendraðir til avbjóðing-
arnar. Tað mugu teir vera.
Munurin á liðunum er so
mikið lítil, at tað skal ar-
beiðast hundrað prosent.
Annars gongur tað ikki.
Allir eru greiðir, at neistin
skal vera betri, enn hann
hevur verið, sigur bilsmið-
urin í KÍ venjara sessinum.
Meiri varnir
Tá ið Jan Joensen gjørdist
KÍ venjari, fjaldi hann ikki
dreymin um, at KÍ skuldi
verða meiri spælstýrandi,
enn teir hava verið undan-
farnu árini.
– Tá ið vit vunnu FM í
1991 og aftur í 1999, var
útgangsstøðan tann, at vit
fóru á vøllin at verja tað,
sum vit høvdu, og so dúv-
aðu vit upp á møguleikan at
fáa eitt ella tvey mál í skjót-
um álopum. Eg haldi, at tað
er hugaligari at seta seg á
spælið, royna eitt tvey
samanspæl og at fáa vong-
verjarnar við í framrættaða
partin. Hetta gekk væl í
Klaksvíkskappingini, tá ið
eg haldi, at vit megnaðu at
spæla okkum til sigur á HB,
og tað gekk væl í fleiri
venjingardystum. Men eg
má ásanna, at gongdin
higartil í steypakappingin
hevur við sær, at vit hugsa
um ikki at vera heilt so
avgjørdir í hesum, sum vit
hava verið higartil.
Tit ætla altso at broyta
spælistíl, nú tað resta tvey
umfør av bólkaspælinum?
– Vit ætla ikki at broyta
spælistíl. Men vit ætla at
gera onkrar tillagingar so-
leiðis, at tað verður størri
dentur lagdur á verjupartin,
enn tað hevur verið. Ein
onnur broyting er, at eg eri
givin at spæla. Tær seinastu
vikurnar havi eg vant við
og spælt á miðvøllinum.
Soleiðis verður tað ikki
meiri. Hjá onkrum ber tað
til at vera spælandi venjari.
Royndirnar hjá mær eru, at
tað ber ikki til hjá mær. Tí
verði eg á beinkinum, og eg
haldi, at vit eiga spælarar-
nar at røkja uppgávurnar.
Fyrstu avbjóðingarnar eru
nú hósdagin og mánadagin.
Fyrsti landskappingardyst-
urin verður í Gøtu. Tað er í
hesum trimum dystunum,
at vit skulu prógva, at vit
hava funnið tendringina,
sigur Jan Joensen.
Venjarin í KÍ, Jan Joensen, er
ikki bangin fyri at missa
høvdið, hóast úrslitini
higartil ikki hava verið av
teimum bestu hjá KÍ.
Mynd: Savnsmynd
Komandi dagarnir
skulu føroysku
telvararnir rættiliga
bíta frá sær, um teir
skulu hava møguleika
at ogna sær IM-norm.
TALV
Páll Holm Johannesen
FM fyri einstaklingar í talvi
byrjaði leygardagin í Lær-
araskúlahøllini. Kappingin
er øðrvísi skipað í ár, enn
undanfarin ár. Sum nakað
nýtt eru seks útlendskir
telvarar bodnir við til
kappingina í ár.
Eitt av endamálaunum
við at hava útlendingar við í
kappingini, er at økja um
møguleikarnar hjá føroy-
ingunum at tryggja sær ein
IM-norm.
Eftir fýra umfør eru telv-
að av kappingini, sær tað
heldur dapurt út, hvat IM-
normi viðvíkur. Vanliga
verður mett, at fyri at
tryggja sær IM-norm, er
kravið at fáa um tveir trið-
ingar av møguligu stigun-
um í kappingini.
Hóast kappingin ikki er
meir enn hálvrunnin, so
bendir nógv á, at føroying-
arnir fara gerast ov stuttir.
Føroysku telvararnir hava
mist nógv í fýra teimum
fyrstu umførunum, og tí
verður tað torført at røkka tí
málinum.
Ikki hevur hilnast væl
ímóti teimum útlendsku
telvararunum, og júst talv-
ini ímóti teimum eru avger-
andi fyri IM-normarnar, so
henda gongd skal vendast.
Í løtuni liggja teir báðir
hægst styrkismettu, John
Shaw og Kim Pilgaard, á
odda í kappingini við trim-
um stigum. Fremstu føroy-
ingarnar eru Heini Olsen og
føroyameistarin í fjør, Hans
Kristian Simonsen, sum
báðir hava hálvtriðja stig.
Styttri umhugsunar-
tíð
Talvsamband Føroya hevur
valt til FM-kappingina í ár
at broyta umhugsunartíðina
hjá telvarunum. Altjóða
talvsambandið hevur ásett
nýggjar reglur, og tær hevur
Talvsamband Føroya tikið
til sín.
Telvarar hava styttri tíð at
umráða seg í, og tað havt
við sær skjótari telving.
Vanliga hava talvini ligið á
6-7 tímum, meðan til FM-
kappingina hava talvini
verið um 3-4 tímar.
IM-normurin fjarar burtur
Møguleikarnir hjá føroysku telvararunum at fáa IM-
norm í FM-kappingini í ár fjara burtur. Tað hevur ikki
gingið heilt eftir vild hjá føroysku telvararunum í
teimum fyrstu fýra umførunum.
Mynd: Jens Kristian Vang
FM 2003 Atlantic Airways
Cup
Samlaða støðan eftir fàra umfær
Landsliðsbólkurin
Rating
Stig
John Shaw
2474
3
Kim Pilgaard
2440
3
Eirik Gullaksen
2354
3
Saevar Bjarnason
2258
3
Heini Olsen
2278
2,5
Hans Kristian Simonsen
2224
2,5
Martin Poulsen
2239
2
Eyðun Nolsøe
2220
2
Carl Eli N. Samuelsen
2142
2
Joan Hendrik Andreasen
2106
2
Christan Jepson
2412
1,5
Flóvin Tór Næs
2324
1,5
Ólavur Simonsen
2250
1,5
Heikki Westerinen
2360
1
Torbjørn Thomsen
2212
1
Finnbjørn Vang
2006
0,5
23
22
Nr. 74 - 16. apríl 2003
MÓTTØKA
Páll Holm Johannesen
Eftir at FM-steyp og heið-
ursmerkir vórðu handaðið
strandingum í høllini í Vest-
manna, helt gleðisrúsurin
fram á Strondum. Leygar-
kvøldið bjóðaði Sjóvar
kommuna øllum STÌF-við-
haldsfólkum í bygdahúsið á
Strondum at heiðra ný-
kosnu meistararnar.
Leikararnir komu inn á
Strendur um átta-tíðina, og
so var farið rundtúr ígjøgn-
um bygdina við føroya-
meistarunum, so ung sum
gomul fingu høvi at heilsa
FM-vinnararunum.
Eftir rundtúrin í bygdini,
savnaðust strandingar í
bygdarhúsinum til suppu.
Av Strondum verður sagt at
salurin var stúgvandi fullur.
Eftir ábit var skipað fyri
dansi í bygdahúsinum, og
dansurin helt á til tann
ljósan morgun.
Stórsligin móttøka á Strondum
FM vinnararnir úr STÍF á veg inn í bygdahúsið, eftir túrin í bygdini
Leikarar og viðhaldsfólk hjá
STÍF vóru koyrd í lastbil, og
síðan varð koyrt runt í
bygdini. Bilkøðin aftanfyri
lastbilin segðist vera ein
kilometur long
Ungu sum gomul viðhaldsfólk hjá nýggju FM-vinnararunum av Strondum høvdu leitað sær í
bygdahúsið leygarkvøldið.
STUÐULSFELAGIÐ
HJÁ FS-VÁGUM
Tíðindaskriv
Ítróttarhøllin á Giljanesi
verður um páskirnar karm-
ur um ymisk tiltøk. Fyri-
skipari er stuðulsfelagið
hjá fótbóltsfelagnum FS-
Vágum.
Páskaaftan, leygardagin
19. apríl kl. 15.00 verður
stórt
familjutiltak,
har
nógv ymiskt er á skránni,
bæði fyri ung og gomul.
Klovnurin Fjotti og ganda-
kallurin Ásbjørn koma á
vitjan, Óluvá Dam syngur
og Sanna Akselsen fer at
syngja saman við børnun-
um. Eisini verður tombola
við bamsum, páskaregg-
um, Restorff´s sodavatni
og køkum. Harumframt er
møguleiki at keypa sær
okkurt lætt til matna og ein
góðan kaffimunn við onkr-
um afturvið. Familjutil-
takið er ein góður møgu-
leiki hjá allari familjuni at
hugna sær saman.
Páskaaftan kl. 20.00 verð-
ur stór gospelkonsert í
ítróttarhøllini á Giljanesi.
Bólkarnir sum eru við eru: I
am, MMM, Chain og Bra-
cket, so hetta lovar til eina
góða konsert. Kostnaðurin
fyri konsertina er 100,- kr.
2. páskakvøld 21. apríl
kl. 24.00 verður stór rock-
konsert, eisini í ítróttar-
høllini á Giljanesi. Bólkar-
nir sum spæla til hesa kon-
sertina eru: Mind´s eye,
Flux, ROK og Fluffy toys,
so her verður eisini góður
tónleikur á skránni. Kostn-
aðurin fyri rockkonsertina
er 120,- kr.
Í samband við rockkon-
sertina koyra bussar úr
Fuglafirði, Leirvík, Tórs-
havn (City) og Vestmanna.
Bussarnir koyra úr øllum
støðunum kl. 22.30. Eisini
koyra bussarnir heimaftur
eftir konsertina.
Hesar konsertir skuldu
verið eitt gott høvi hjá
ungum og gomlum at notið
góðan tónleik.
Øll eru vælkomin í
ítróttarhøllina á Giljanesi
um páskirnar.
Ítróttarhøllin á Giljanesi karmur um nógv tiltøk
á páskum
C
M
Y
K
22