Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. mai 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 FM-kapping í Judo Síðsta vikuskiftið varð FM-kappingin i judo fyri einstak- -* - lingar avgreidd i itrottarhøllini i Havn Fleiri av dystunum vóru javnir, og mangan var rætt- ur spenningur í. Mynd: S0- fus Johannesen Leygardagin varð einstak- lingakappingin um FM- heiti í judo avgreidd í ítrótt- arhøllini í Havn. Byrjað var kl. 10 um morgunin, og hildið var fram út á seinna- partin, tá finalurnar vóru. Í mun til vanligu undir- tøkuna, var ikki serliga stór undirtøka hesaferð, og verð- ur tað hildið at hava orsøk i, at einstaklingakappingin nú lå ov seint, og at undirtøkan Oivad hevði verið betur, var kappingin fyrri á árinum. Búgvi Poulsen úr HJF, ið vann bæði opna mans- bólkin og -70 kilobólkin. Mynd: Sofus Johannesen Skarpheðinn Njálsson úr HJF vann sokallada figh- ter-steypið fyri at hava sýnt størsta stridsvilja og besta teknikk undir kappingini. Mynd: Sofus Johannesen Vantandi undirtøkan førdi eisini við sær, at onkrir bólkar vórðu strikadir vektbólkarnir -38 kilo og - 42 kilo hjá deringjum, og vórðu so íðkarar úr hesum bólkunum fluttir upp í bólk- in -48 kilo. . Hjá monnum varð vekt- bólkurin -63 kilo strikaður saman við -93 kilo, og vórðu íðkarar í hesum bólk- um fluttir i åvikavist -70 kilobólkin og +93 kilobólk- in. Teir mest vinnandi judo- íðkararnir vóru Ragnar við Streym úr SJF, Skarpheðinn Njálsson úr HJF og Bugvi Poulsen úr HJF. Ragnar við Streym vann bólkin +54 kilo hjá dreingj- um og opna dreingjabólkin, Skarpheðinn Njálsson vann hjá unglingum -75 kilobólk- in og opna unglingabólkin, og vann Búgvi Poulsen -70 kilobólkin hjá monnum og opna mansbólkin. Haraftrat varð latið eitt serligt, sokallað fighter- steyp ul tann íðkaran, ið undir kappingini sýndi størsta stridsviljan og besta teknikkin, og hetta steypið vann Skarpheðinn Njáls- son. hj. „Nr. 88 — 9. mai 1992 Vinnararnir í teimum ymsu bólkunum vóru hesir: Dreingir —48 kg: 1. Eirikur Poulsen, HJF 2. Báraldur Joensen, SJF Dreingir +54 kg: 1. Ragnar vid Streym, SJF Dreingir opin bólkur: 1. Ragnar við Streym, SJF Unglingar —75 kg: 1. Skarpheðin Njálsson, HJF 2. Annfinn Jacobsen, KJF 3. Ingvar Ingvarsson, SJF Unglingar opin bólkur: 1. Búgvi Poulsen, HJF 2. Brian Rygaard, KJF 3. Josef Grettirsson, HJF Menn +80 kg: 1. Hans Edmund Josephsen, KJF 2. Niels Jákup Dalabrúgv, KJF Menn #93 kg: 1. Essa Johannesen, KJF Menn opin bólkur: 1. Búgvi Poulsen, HJF 2. Essa Johannesen, KJF 3. Finn Hansen, HJF — Í fjer leiktu vit fleiri dystir móti HB, sum Jógvan Norðbúð tá var venjari hjá. Hann kennir tískil okkara lið heilt væl, og vit hava einki nýtt í posanum, sum kann klekka toftamenn og venj- aran. Uppskriftin fyri góð- um úrsliti má vera at nýta alla vallarbreiddina og so vóna, at tað verður skorað upp á meguleikarnar, sum standast. Tað er Finn Rentved, TB venjarin, sum vit práta við, og hann heldur fram: TB álop móti B68 varni — Vit spæla hverja ferð fyri sigrinum. Norðuri í Klaksvík var hetta um at kosta okkum javnleikin, tí leikararnir hevdu í trongdu steðuni fram móti dystarenda trupul- leikar av at gerast so verjukendir, sum steðan noyddi teir at vera. Vit mugu síggja í eyguni, at tað var gott, at vit ikki komu fram um fyrr í dyst- inum. Hevdu vit tað, so er sannlíkt, at KÍ vann, tí teir fóru rættiliga at gera um seg eftir at vit hevdu skorað. Tá lið er so kroyst, sum vit vóru móti dystarenda í Klaksvík, so plaga leikar- arnir at gera alt fyri at draga tíðina út, so vítt sum tað ber til. Á hesum ekinum eru okkara leikar- ar lítið royndir. Fleiri ferð- ir sást, at teir góvu klaks- víkingunum bóltin í hond- ina, tá teir áttu innkast. Sjálvandi er hetta posi- tivt, men tað er ein sann- roynd, at á útivelli plagar lítið at síggjast til slíkt. Móti B68 verður talan um eðrvísi dyst. Teir eru uttan iva — sum øll onnur lið, ið vitja á Sevmýri — negdir við javnleik, so tað verða okkara leikarar, ið skulu mynda álopsleikin. Hetta má gerast so mið- víst, at trygdin í verju- partinum ikki ber í sær onkrar hissini meguleikar til útiliðið. Góð heilsustøda Tverámenn hava so at siga allar leikararnar tek- ar. Einasta ivamálið er um Tórður Holm verður klár- ur. Hann koykti fótin und- ir venjingini mánakveldið, men fær viðgerð. Bogi Johannesen var ikki við móti KÍ, men mið- vís viðgerð hevur borið í sær, at koykti fóturin aft- ur kann nýtast í fótbólts- dysti. — Vit nýttu 12 rullur av bindi í bussinum á veg norður til Klaksvíkar. Tí- betur er hetta ikki neyð- ugt nú. Birgir var týðu- liga plágaður av skaða í dystinum, men hann er Framhald á síðu 19 3 3 i