leygardagur 9. mai 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
Nr. 88 — 9. mai 1992
Tað vakti miklan ans á
Strandferðsluni tíðliga í
gjáramorgunin, tá ein
stuttorðað kunngerð í út-
varpinum brádliga segði
frá, at Dúgvan aftur sigldi
føstu rutuni millum
Havnina og Skåiafjørdin.
»Eg sat og fekk mær
morgundrekka heima, tá
eg hoyrdin lýsingina, og
eg hvakk við, tá eg hoyrdi
hetta, tí Dúgvan hevði
siglt millum Gøtu og
Klaksvík í tveir dagar, og
skuldi eisini gera tað nú,<
sigur Páll Heinesen,
deildarleiðari á Strand-
ferðsluni, tá Sosialurin
tosaði við hann í gjár
Páll Heinesen segði fyri
Sosialinum, at tey har á
Strandferðsluni í fleir tím-
ar ul fånytus høvdu roynt
at fingið fatur á Dúgvuni
um fartelefonina - men
uttan at tað lukkaðist
Fyri skiparans
egnu rokning
>Handan kunngerðin, ið
Meinhard Mohr sjálvur
eisini stóð undir, má vera
fyri hansara egnu rokning,
tí higani eru so eingi boð
komin um, at Dúgvan ikki
skuldi halda fram at sigla
millum Gøtu og Klaks-
vík,< segði hann við Sos-
ialin, samstundis sum
hann tó leggur aftrat, at
belegningurin hjá
Dúgvuni millum Gøtu og
Klaksvík ikki hevði verið
nakað serliga stórur.
>Tað er einans, tá ringt
veður er á sjónum, ella tá
kanska hálka á Oyggjar-
vegnum forða ferðsluni
annars at koma av Skála-
fjørðinum ul Havnar, at
skiparin sjálvur kann gera
broytingar í ferðaætlan-
ina,< sigur Páll Heinesen.
„Her eru sum sagt eingi
boð givin frá okkum, so eg
kann ikki hugsa mær ann-
að, enn at hetta er okkurt,
skiparin er funnin uppá
sjálvur, men so leingi, sum
vit ikki hava fingið sam-
band við hann og hava tos-
að við hann, vita vit tað
ikki.«
= Síða 15
Meinhard Mohr, skipari
Í gjáramorgunin boðaði ein kunngerð í útvarpinum frá, at
Dúgvan ikki longur sigldi millum Gøtu og Klaksvík — sum ann-
Meinhard Mohr, skipari
á Dúgvuni, tók í gjár
bókstaviliga róðrið í egn-
ar hendur og Strand-
þ Í På
ferdsluna av ræði, tá
hon í tveir dagar ne
elt tóm millum Gótu
Klaksvík. Myndir:
Kalmar
sjálvum, hví gjárdagurin
hjá Dúgvuni lagaði seg so-
teid1s, sum hann gjørði, og
heldur ikki kundi nakar
annar greiða ta gátuna, ti
Strandferðslan hevði sum
Men annars skilist, at
orsøkin ul "kvetid” var, at
hvørki fólk, bilar ella
farmur av týdningi hava
verið flutt við Dúgvunt
millum Gøtu og Klaksvík
hesar báðar dagarnar
mikudagin og hósdagin
og at skiparin tí hevur valt
at taka róðrið í egnar
hendur — heilt bókstavi-
liga.
Ikki eydnaðist okkum
áðrenn prentingarfreistina
á Dugvunt:
Tok rodrid
!
at fåa fatur å strand-
ferðslustjóranum, sum
fyrraparun i gjår var å
fundi hjå lands-
styrismanninum i sam-
ferdslumålum, Svend
Aage Ellefsen.
Hvat tann fundurin
snúði seg um, er ikki ringt
at ímynda sær, men einki
alment úttalilsi fekst í gjár,
so harvið skal heldur einki
verða gitt her.
Men í gllum fórum var
tað ein sannroynd, at skip-
arin á Dúgvuni, Meinhard
Mohr, í gjár tók Strand-
ferðsluna av ræði og
silgdi, sum honum lysti og
ikki, sum fyriskriva varð
honum av hægri stað.
Tað sama var í roynd og
veru eisini galdandi fyri
ars fráboðað — men nú aftur var i føstu skålafjardarsiglingini.
Skiparin á Dúgvuni, Meinhard Mohr, heuði koyrt kunngerðina í
útvarpið av sínum eintingum — uttan at spyrja nakran eftir
tær,< segði ein einki ser- men í skálafjarðarsiglingi-
liga prátingarsamur Mein- ni?
hard Mohr. >Tað veit eg ikki. Hví
Hví siglir Dúgvan ikki = vilt tú hava tað at vita?<
millum Gøtu og Leirvík, segði Dúgvu-skiparin.
Við ødrum orðum bend-
ir alt á, at Meinhard Mohr,
skipari á Dúgvuni, í gjár
persónliga á heilt serligan
hátt tók róðrið í egna
hond, og lat ferðaætlan
vera ferðaætlan og sigldi,
sum honum lysti at gera
tað.
Meinhard Mohr
vildi einki siga
Men hóast tað íkki
eydnaðist Strandferðsluni
at fáa fatur á Dúgvuni og
skiparanum, so eydnaðist
hetta Sosialinum.
Hví var tað ikki Strand-
ferðslan, men tú, ið koyrdi
hasa kunngerðina í út-
varpið, um at Dúgvan
aftur sigldi í skálafjarðar-
siglingini?
>Tað veit eg ikki, eg
havi ikki nakað at fortelja
Hevur Dúgvan ikki siglt
millum Gøtu og Klaksvík
hesar síðstu tveir dagarn-
ar?
>Nei, álvara. Eg veit
einki at siga tær,< endaði
Meinhard Mohr hetta
stutta prát við Sosialin.
Einki av týdningi
verið flutt við Dúgvuni
Sostatt bar ikki til at fáa
at vita frá skiparanum
NO
Av ti, at Dúgvan ikki i
gjår sigldi millum Gøtu
og Leirvik, sum annars
ferdaætlanin segdi, at
hon skuldi gjørt, vórðu
stórar bíðirgðir eitt nú í
Klaksvík, av tí at leig-
aða ferjan Fagranes als
ikki nøktadi allan
flutningin.
So hóast lítil ferðsla
gv híðaðu
Pride, ið annars átti at havt
røkt skálafjarðarsiglingina,
meðan Dúgvan sigldi mill-
um Gøtu og Klaksvík. Tó
eydnaðist ikki Sosialinum
at fáa nakra viðmerking
hagani.
hj.
hevði verið við Dúgv-
uni millum Gøtu og
Klaksvík teir báðar
fyrru dagarnar, var enn
stórri tørvur á henni, nú
hon ikki sigldi í gjár,
sum er friggjadagur, tá
ferðslan ofta er stórri
enn aðrar dagar.
hj.