leygardagur 9. mai 1992síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
„Ósjónligi byurin« eykasyning í Sjónleikarhúsinum!
Skálvíkingar
sera væl mót-
Seinasta vikuskifti varð
sjónleikurin — »Osjonligi
byurin« eftir Astrid
Saalbach, vístur 2 ferðir í
Sjónleikarhúsinum, og so
góð var undirtekan, at
skálvíkingar fara at fram-
fera leikin einaferð afturat
í Havnini.
Hetta verður sunnu-
dagin kl. 16.00 og verður
seinasta framfersla hjá
»Kelduni« av leikinum
yvirhøvur:
Ósjónligi býurin er bert
ósjónligur, tí ongin vil
vera við, at hann er til.
Leikgongdin fer fram á
einum ellisheimi, um enn á
einum gomlum heimi, sum
fyrr hevur verið sjúkra-
tiknir í Havn
hús. Júst hetta er áhuga-
vert og gevur eitthvert at
hugsa um, tá tað stendur í
leikritinum, at leikur fer
fram nú — ella í framtíð-
ini, og eiga vit at hugsa
um í dag, at einaferð verða
hesi nýggju stásiligu heim
eisini gomul — eins og vit.
Leikurin viðger sostatt
eitt mál, sum er sera við-
komandi á staðnum, men
hann er tó meira áhuga-
verdur enn sum so, við
tað, at hann eins og ferð-
ast í fleiri legum, soleiðis
at tað ber til at seta før-
oyska samfelagið sum
heild í fokus. Og millum
mangar aðrar spurningar
kunnu vit seta okkum
henda:
Hvat skulu vit heldur —
skapa semilig kor til okk-
ara eldri í dag og í fram-
tíðini, ella skulu vit heldur
byggja undirsjóvartunnl-
ar, flogvellir, flyta heilar
oyggjar í aðrar v.m. Undir
ellum umsteðum mugu
vit spyrja, hver skal
gjalda, bæði so ella so.
Tað ber eisini til bara at
lata standa til og grava
sína egnu grøv!?
Leikurin viðger álvars-
mál um lív og deyða.
Hevundurin hevur tó ikki
gloymt skemtið, sum
kanska í stødåum nærkast
tí absurda.
Tað er áhugavert, at eitt
so lítið felag sum Keldan
tekur slíkan tátt upp, at
spæla nútíðardramatikk.
Givið er, at skal lív verða
lagað fyri sjónleiki í Fer-
oyum, so noyðast vit eis-
ini at taka upp tættir, sum
spegla nútíðarsamfelagið
upp á gott og ónt í gaman
+ Nr. 88 — 9 mai 1992.
og álvara, verður sagt í
leikskránni.
Nógv fólk eru væntað til Ársmetið '92
HM-vinir hittast
til Arsmóti í Havn
— Endamálið er hit sama — í fjør, 1
framtiíð-
ini: At kunngera gleðiboðini um Jesus Kristus
fyri fólki okkara!
Undir hesum fyritreytum
fer Hin Kirkjuliga Heima-
missiónin at halda árs-
meti sítt nú um vikuskift-
ið. Eins og siður hevur
verið, verða tey hildin í
Havn.
Ársmetið byrjar seinna-
partin fríggjadagin og
heldur fram til sunnu-
kveldið. Hesar dagarnar
verður Orðið fyrst og
fremst boðað.
Men tá talan eisini er
um »adalfund«, er allur
leygardagurin settur av
til orðaskiftið um stóra og
týdningarmikla arbeiðið,
sum Heimamissiónin ger
her á landi. Eisini verða
nýggjar avbjóðingar fram
móti aldarskiftinum tikn-
ar fram.
ØN í Feroyum skuldu
verið kunnað um Årsmøt-
ið, við tað at blaðið hjá
Heimamissiónini — Trú-
boðin — í farnu viku varð
sendur út í hvert húski í
landinum. Í hesum blað-
num varð eisini greitt
nærri frá skránni, og um
aðrar tættir í arbeiðinum.
Trúskapur
Á nýggjárinum tók Hegni
Poulsen, prestur, við sum
formaður í Heimamissión-
ini. Og leygarmorgunin
skal hann sostatt hava
fyrstu ársfrágreiðing sína.
hesi frágreiðing fer
,
hann m.a. at nerta vid, at
eitt av hevuðsorðunum i
øllum arbeidinum er trú-
skapur — trúskapur móti
tí, vit fingu frá Guði, og
trúskapur í at bera henda
gleðiboðskapin víðari.
Hetta forðar tó ikki fyri
nýggjum hugskotum, og
at bera so í bandi, at hesi
kunnu verða framd í
verki. Soleiðis fer Heima-
missiónin eisini í fram-
tíðini at halda fram við
metum og stevnu, skeið-
og leguvirksemi úti um
landið.
Sum demi kunnu verða
nevnd Bíbliuskúlin, sum
verður tikin upp aftur til
heystar í Fuglafirði, og
ár og i
síðst, men ikki minst,
Leguhúsið í Nesvík, sum í
framtíðin fer at verða ein
avgjørdur karmur um alt
virksemið hjá Heima-
missiónii.
Fyri alla familjuna
Um skránna fyri Ársmet-
ið kann annars verða sagt,
at byrjað verður við
bíbliutíma í Meinigheits-
húsinum fríggjadagin kl.
16 við danska gestinum
Per Segaard. Hann tosar
um evnið „Jesus er vegur-
in!«, ið eisini er sett sum
yvirskrift fyri ell metini.
Kl. 19.30 er inngangs-
gudstænasta við Hans J.
Joensen, bispi og Hegna
Poulsen, presti. Síðani
verður farið í Meinigheits-
húsið til sang- og vitni-
meti og ungdómsletu.
Og leygardagin kl. 10
verður byrjað við frágreið-
ingum og orðaskifti um
arbeiðið. Hetta varar til
nátturða, tá metið verður
aftur kl. 19.30.
Á Ársmetinum verða
annars bíbliutímar, metir,
sang- og vitnimeti og ung-
dómsletur. Alt vikuskiftið
er skipað fyri barnaans-
ing, har serlig skrå er løgd
fyri børnini.
4 þ Storno
--tín trygd fyri góðsku!
#1 Michelsen
Handan á 6, Tórshavn
tif. 1.4414 — fax 1.8045
á
8