leygardagur 9. mai 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 88 — 9. mai 1992
Klaksvíkingar hava altíð
kent seg væl í Gundadali,
uttan mun til hvat havn-
arliðið er mótsteðulið. Í
fjør breyt nýggja klaks-
víksliðið igjøgnum í 3—0
sigrinum móti B36.
Tað hevur ikki gingið so
væl í ár, men nú eru teir
aftur á slóðini frá í fjør.
Móti TB vóru ávísar á-
bendingar um, at meist-
araspælið ikki er so langt
burtur.
Allir KÍ leikararnir eru
tekir. Eisini Arnhold
Joensen, sum móti TB
leikti fyrstu minuttirnar í
landskappingini í ár.
B36 hevur sama fólkið
tøkt. Meguliga verður
annar sumbingurin við
hesa ferð, og so verður
spennandi at síggja, um
Petur Simonsen metir tað
vera gott hugskot at
sleppa Karl Marius Poul-
sen leysum móti gomlu
lidfeløgunum. Tað hevði
kanska verið eggjandi fyri
álopsleikaran, sum skor-
aði sítt fyrsta mál fyri
B36 leygardagin!
B36 kassameistarin
kann gleða seg til, at
klaksvíkingar koma
Aftur á slóðin
Síða 19
mannsterkir í Gundadal.
Bæði fyri hann og KÍ við-
haldsfólkini snýr nógv av
spenninginum í sambandi
við dystin seg um, hvussu
tað fer at ganga við sam-
bandinum úr Klaksvík og
inn á meginlandið. Spurn-
ingurin er m.a. hver varð
seinasti maður í Tinganes
at smekka nevan í borðið,
áðrenn landsstýrið læt
aftur í gjár!
-nn-
Landsliðsleikari
skaddur
Tað var ein ógvuliga ó-
heppin vika hjá Jóan Pet-
ur Olsen úr GÍ. Miku-
dagin fekk hann boð um,
at landsliðssessurin, hann
hevur havt í eygsjón síð-
ani á nýggjárinum, ikki
gjørdist veruleiki, tá tað
av álvara galt, og á
Svangaskarði sunnudagin
bleiv hann borin av velli.
Tað er ikki púra greitt,
hvat fyri skaði talan er
um, men nógv bendir á, at
liðbond í fótliðnum eru
farin. Jóan Petur hevur
ikki vant hesa vikuna, og
er tað so álvarsligt, sum
teir eru bangnir fyri, so
verður hann neyvan at
síggja stórvegis á velli tey
fyrstu nógvu umferini
Spell hjá Jóan Peturi,
sum árini frammanundan
hevur verið nógv plágaður
av skaåum, men sum
higartil í ár hevur staðfest
seg sum berandi kraft á
vælleikandi getuliðnum
Móti VB verður tað
helst Rúni Justinussen,
sum verður vongverji.
Hann sat uttan fyri frá
dystarbyrjan á Toftum.
Veteranurin Dánial Jarn-
skor kom inn móti B68,
men hann er farin til Ong-
lands m.a. at hyggja at
fótbólti og verður tískil
ikki við. Nýggjur í hópin-
um verða Svend Olsen
sum hevur verið burtur-
staddur, og so Sámal Han-
sen, ungur maður sum á
fyrsta ári roynir seg
besta getuhópinum.
Pauli og Magni Jarn-
skor fóru báðir út við smá-
skaðum móti B68, men
teir eru báðir væl fyri móti
VB.
Vágbingar hava saknað
venjaran, Jóannes Jakob-
sen, hesa vikuna. Smeitur-
in er hóast alt ikki so stór-
ur, sum hann var í fjer, tá
Jóannes var uttanlands
við landsliðnum, tí Magni
Eystan a er hjálparvenjari
og tekur sær einsamallur
av hópinum í førum sum tí
hesa vikuna.
VB hevur ikki tapt í
Getu hesi seinastu nógvu
árini. Soleiðis sum GI leik-
ar nú, eru vágbingar
meira enn fegnir, um teir
kunnu endurtaka javn-
leikin frá í fjer.
-nn-
burtur
Havnarmenn i HB fara
spentir um Skopunarfjør&
at hitta uppflytararnar år
B71, men teir stúra ikki
fyri uppgávuni:
— Í fjer stúrdu vit fyri
dystunum og nervarnir
vóru so nógvir, at teir
bundu okkum niður, so-
leiðis at einsteku leikarar-
nir og tískil liðið alt sum
tað var í ógvuliga fáum
førum vísti dygðirnar,
sum áttu at verðið vístar.
Vit fingu vánaligastu
byrjan, hugsast kann, og
tað nívdi okkum alla tíð-
ina. Ungu menninir slerdu
ikki til, og vit eldru megn-
aðu ikki at lyfta teimum.
Tað sigur veteranurin
Gunnar Mohr, sum sær
hópin bjartari upp á leik-
árið 1992:
— Byrjanin hevur verið
væl brúkilig. Vit hava
vunnið dystir, og leikurin
hevur verið á góðari leið í
fleiri forum. Ungu leikar-
arnir eru vorðnir eitt ár
Nervarnir eru
eldri og alt tykist hanga
betur saman enn tað
gjørdi í fjør. Tað ber so
aftur í sær, at vit gleða
okkum til dystirnar og
leika nógv meira frítt enn í
fjør.
HB hevur alt fólki tøkt,
um Jan Dam ikki er darv-
aður av skaðanum, hann
fekk í Bukarest. So vítt
vit hava skilt verður hann
við.
Ikki tapa
Sandoyingar tykjast fóta
sær í 1. deild, og sum allir
hinir er Eli Hentze væl
negdur við javnleikin
móti B36:
— Tað velst sjálvandi
um eyguni, sum síggja.
Vit vóru negdir við annað
stigið og meta, at høvdu
vit eitt vet meiri hepni
fram móti steðginum, so
kundu vit avgjert dystin
okkum til fyrimunar.
Nú ræður um at fáa
nakað burtur úr móti HB,
sum er væl leikandi.
Týdningarmikið er, at vit
ikki tapa. Javnleiki kunnu
vit væl liva við.
B71 hevur allar leikarar-
nar tekar, tá sæð verður
burtur frá Jóan Peturi
Clementsen, sum hevur
havt bruna í hælsinuni
síðani steypadystin móti
VB. Hann vandi eitt sind-
ur mikukveldið, men tað
ganga fleiri vikur, áðrenn
hann verður tekur aftur í
1. deild.
A— AAA —————
Framhald av síðu 14
klárur aftur, sigur Finn
Rentved.
Virðing fyri
fødingardags-
barninum
Mikudagin í komandi
viku verður TB 100 ár.
Jógvan Norðbúð, B68
venjarin, ivast onga letu í,
at tað verða 11 ógvuliga
grammir tverámenn, sum
hansara lið fær í móti sær
í morgin.
— Tað er okkara upp-
gáva at fáa leikararnar á
føtur aftur eftir lúsingin
móti GÍ. Eg havi hugt at
dystinum, sum varð sjón-
bandaður. Uttan at taka
nakað frá GÍ, so sæst
týðuliga á upptekuni, at
B68 leikararnir á ein ella
annan hátt vóru tyngdir
og bundnir. Tað kann væl
vera, tí at hetta var fyrsti
landskappingardysturin á
nýggja grasvellinum.
Undir ellum umsteðum
hava teir fingið at vita, at
á Tveroyri er einki sum
eitur ikki at takla, tá tað
skal gerast.
Toftamenn hava tað
gott, tó hevur Ingolf
Petersen drigist við
skaða. Hver vítt hann
verður við ella ikki skuldi
avgerast í gjárkveldið.
Jákup Eli Olsen fór út í
steðginum móti GÍ, tí
hann hevði fingið harðligt
spark um skinnabeinið.
Hann hevur tó vant alla
vikuna.
Venjarin sigur einki um
tað, men tað man vera
rættiliga sannlíkt, at Súni
Fríði Johannesen hesa
ferð fær meguleikan frá
dystarbyrjan. Í hvussu so
er hevur hann roynst væl,
tá hann er komin inn móti
SÍF og GÍ.
Palleba kveður
Lag: Far litli út um eina løtu
Fær Palleba ktli og fatla tær leyp
og ver nú so fittur og dvaskur.
Alt ov nógv tú spyr um, men tøm henda ste', »
og me ikki landsstýrisakslar.
Og alt ber jú til, tað so mangan er sagt
um Palleba tiga og gjalda.
Í leypin tú fylt alt, sum var tær so kært
ti landskassin, er komin í vanda.
Nei, spyr ikki, hví alt er farið fallit
ei heldur hví erskapur valdar.
Hui eirindaleyst, tú bakbindast skal
tú skal av tær sjålvum tað fata.
Og spyr ikki meira, tú lystra skal lóg
sum landsstýrið lógliga smíða.
Í kunngerðarblaði tú les, »if you know«
og livir tú, fært tú at vita.
Hvi gremja og hvina, tú fullvæl tað veit
tú veit at tað soleiðis skal vera.
Hvat skuldu teir gera, um Palleba sveik
ei sjálvan seg, kunnu teir skera.
Fær Palleba litli, og spyr ikki um
hví tveyhundrað túsund tú skyldar.
Ti líka so lítið helst Jógvan hann veit
um tílíkt, sum hvat tú veitst sjálvur.
Hoyr Palleba ktli, tað bráðneyðugt er
fimmhundrað milliónir í skundi
Um landskassin ikki úr landinum fer
at aðrir her ráða um stundir
Teir lágliga ríða, teir ráðandi menr
um bata og lætta teir karra.
Og spyr ei um hugflog og mentan í
ja, alt tað, veit bara Várharra.
senn
Nei, maður ei kemur í mannsins stað
sum mannaættin seg uggar.
Tá ofta tað koma skal fyri ein dag
at eftirmenn royndust bert skuggar.
Fær skinklandi Palleba, byrðuna ber
og orka ei longur at drassa.
Hvert oyra hann vinnur, og meira aftrat
teir taka í tóma landskassa.
Vit liva í ótta for svárastu neyð
ei hógu, okkar stýrandi duga.
Og leypurin fullur av stjórum seg seyg
so ryggur og bein tók at boga.
Í andaleypi nú Palleba lá
hver skal nú í landskassan bera.
TY ov tung gerast vedhald og lánini há
men legg tey á skuldarans herðar.
Eyðrændur og vónbrotin Palleba fór
so tungt lá á hansara herðum.
Í verkaloysi, bert kvsviljin dró
og dreymur um beturi verður.
Undir leypunum niðast ein beinagrind lá
av mødi var Palleba lagstur.
Hann lítur nú út yvir eystaru vág
og ansar ei veðhald og skattir.
K.V.
Eyðkvæmislinjan
svarar alt samdegrið á tif. 18820.
Týsdagar kl. 16.00—18.00 fæst persónlig ráðgev-
ing og serligir spurningar verða svaraðir.