Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 89 — 12. mai 1992 Lærlingur snytti meistaran VB er framvegis ósigrað í Gøtu, síðani teir komu aftur í 1. deild í 1987. 1. deild GÍ-VB 1—2(1—1) O—1: Egil Steintórsson (27. min.) 1—1: Símun Petur Justin- ussen (40. min.) 1—2: Jan Allan Miller (60. min.) Døtturin er høgur av leik- ligu hæddini, gøtumenn sýndu á Svangaskarði næstseinasta leygardag og til hálva botnslikkaran, trúfastu áskoðararnir vórðu vartaðir upp við í Serpisgerði, tá VB var á vitjan. Flótandi álopsdygdir- nar vóru burtur. Serliga á miðvellinum tóktist meira enn trupult at fáa ferð á hugflogsríka álopsspælið. Jarnskorarnir báðir og serliga Erland Tverfoss fingu ongantíð týðandi leiklutirnar, teir hava havt í skjóta samanspæl- inum, og Rúni og Henning á vongverjunum gjerdust ongantíð vandamiklir við at opna álopsspælið, hóast hugurin tykist vera til tað. Tað var stutt sagt ikki dagurin hjá GÍ. Í staðin fyri spæl í breiddini og innan fyri baklinjuna, varð fyri tað mesta lossað skrátt inn í VB brotsteig- in í vón um at raka hevdið á Símuni Petur. Tað eydn- aðist nakrar ferðir, og eina ferð bar tað óbeinleiðis úr- slit við sær: Úr 10 metra fjarsteðu vinnur toppskorararin luftbólt við annars stinnu miðverjarnar (Eyðunarnir Jacobsen og Kjærboð). Frálíki Bjarni (kimileiki og bólteyga gera hann upplagt landsliðsevni) hálvbjargar, og dómarin demir óbeinleiðis fríspark 7 metrar úr málinum, tá Bjarni tekur bóltin. Trill- að verður stutt til Símun Petur, sum smekkar flatt gjøgnum múrin. Men annars var tað mesta óhvast og lætt hjá Jóannesi (ongantíð frammanfyri miðlinjuna!), og VB liðnum annars at lesa av. Móti dystarenda lá trýstið á VB, sum víð- girdi seg kring brots- teigin. Per og Símun Petur fóru av og á longur aftur á vellin fyri at betra um uppspælið, men nærri enn tvertrænum, beint við síðuna av og næstan gjøgnumbrotum upp á eitt tvey samanspæl kom heimaliðið ikki. Myndir: Jens Chr. Vang Taktiskt snildi VB hevur ofta snýtt GÍ í Getu. Tað eydnaðist eisini hesa ferð at draga teir upp á tráð taktiskt: Jóannes Jakobsen man í HB árun- um mangt snildi hava lært av Johan Nielsen. Einki loyndarmál er, at VB álop- ið (Jan Allan og Egil) er av vandamiklastu í landin- um, men tað var eitt sind- ur av snildi í, at VB ofta var vandamiklari enn heimaliðið, hóast GÍ hevði bóltin mest: Egil stríddist einsamall- ur á toppinum, meðan Jan Allan var meiri miðvallari og bert partvís fór upp í álopið upp á skift við Rúna (góðan bóltferleika og sterkur í nærdystun- um). Egil bant ofta bæði Alva og Anton og tá Sam- son ikki fór á miðvellin, bar tað í sær, at VB var í fleirtali har. Hetta kom serliga til góða í verju- partinum, har Jón Heri átók sær leiklutin sum álopsbrótari frammanfyri verjuna. Frálíkt álopsspæl Álopini vóru beinleiðis og skerp. Ein ella tvær av- leveringar og tað var vandamikið. Beinleiðis meguleikarnir vóru ikki nógvir, men úrtekan var stór: Fyrst spæla Búi (sterk- ur vongverji í hegru) og Rúni fram um miðlinjuna til Jan Allan. Hann hóttir við skoti, sleppur í rettu løtuni til Egil, ið rennur upp á tvers í brotsteigin- um, og so er 1—0. Fyritreytirnar | undan dystinum vóru tær somu sum á Wembley leygar- dagin: skoraði GÍ fyrst mundi alt vera avgjert, men leiðslumálið hjá VB setti ferð í. Teir vístu moralska styrki við ikki at missa takið, tá GÍ javn- aði, og sigursmálið — úr- slit av einmansavriki av landsliðsframherjanum blandað við ov lítlum nær- lagni frá landsliðsmálverj- anum — var ikki púra burturvið: Jan Allan rekur á tvers staddur 20 metrar úr mál- inum. Brádliga smekkar hann til, og bólturin dúkk- ar via tvertræið í netið aftan fyri ein ov frammar- laga staddan og skakkan málverja. 2—1. Fáir, men væl- negdir suðuroyingar fóru úr Serpisgerði, vitandi at VB saman við GÍ telist millum oddaliðini. -nn- Fótbóltur 2. deild menn: So tapti Skåla—Royn 4—3 (2—2) 0—1: Lynge Nielsen 1—1: Agnar Højgaard 2—1: Artur Johansen 2—2: Ingi Hofgaard 2—3: Lynge Nielsen 3—3: Artur Johansen 4—3: Artur Johansen Royn hevði fingið eina ynskibyrjan uppá lands- kappingina í ár og var ósigrað undan dystinum á Skála leygardagin. Skála- menn hevdu ikki fingið so góða byrjan sum teir kundu ynskt, men um teir fingu stig í dystinum móti Royn, so vóru teir í topp- inum. Tað var lagt upp til toppdyst. Og undirhaldið var eisini frálíkt. Gott álopsspæl og ágrýtni frá báðum pertum. Royn Royn kom á odda 1—0 við máli sum leikandi venjarin Lynge Nielsen gjørdi, hann smeyg sær imillum eina afturlegging hjá Skála og setti bóltin trygt í netið. Agnar Hejgaard javn- aði út til 1—1 bert hálvt minutt seinni, tá hann fekk pláss beint uttanfyri brotsteigin og skeyt dygst við stongina. 2—1 bleiv tað tá Royn- verjan aftur lak og Artur Johansen gjerdist fríur eftir samanspæl og legði Skála á odda 2—1. Men stutt fyri hálvleik javnaði Royn. Innkast var í vinstru síðu og Skála- verjan dekkaði mest sum ell við fremru stong, har Ingi Mortensen stóð, men Framhald á síðu 10