týsdagur 12. mai 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 89 — 12. mai 1992
KÍ dusar sær
i Gundadali
Kom í handavend fram um 3—0 og syrgdi
síðani fyri eingi mistøk at gera
1. deild
B36—KÍ 0—3(0—3)
0—1: Allan Mørkøre
0—2: Harley Bertholdsen
0—3: Olgar Danielsen
KÍ treivst væl, tá teir i
Gundadali móti B36
komu aftur á slóðina frá
3—0 sigrinum í fjør.
At teir tíðliga komu á
odda bar í sær, at B36
noyddist eitt vet longur
fram á vellin, og tað bar
aftur í sær, at klaksvík-
ingar komu i leiklutin, teir
tykjast trívast best í:
nógv fólk aftanfyri bóltin,
langir bóltar fram til
álopsleikararnar báðar
(Olgar og Arnhold), sum í
gjár arbeiddu nógv og
ofta lukkaðust at varð-
veita til miðvellurin var
tekur í samanspæli.
Tað vóru annars havn-
armenninir, ið løgdu harð-
ligari fyri. Teir tyktust
uppsettir at tváa vánaligu
og hálvvánaligu úrslitini
fyrstu umferini av sær.
Leikurin hekk ongantíð
serliga væl saman, men
fyrstu letuna bar stóra
ídni vandamiklar steður í
sær, sum góvu fleiri
hornasperk. Burtur úr
teimum spurdust eingi
mál, tí KÍ verjan var eina-
ráðandi í luftini framman
fyri málið: Jákup tryggur
í útlopunum og miðverjan
styrknað við Andrew sum
forstoppara, tá talan var
um luftbóltar.
B36 tykist framvegis í
stóran mun líða av, at
lyklaleiakrarnir hesi sein-
astu árini ikki tykjast
vera á sama leikliga steði,
teir hava verið árini
frammanundan.
Hesa ferð var Tummas
Eli á miðvellinum kanska
í roynd at byrgja upp fyri
væl upplegdu Toda og
Harley, men tá KÍ var
komið á odda var meiri
tervur á framrættaðum
leiki. Tí partinum eiga
Jens Christian og Kári
Reynheim at vera fadrar
at, men hvergin teirra er á
leið á tí steði, teir áður
hava víst.
Klókt læt KÍ Allan
Mørkøre halda seg aftar-
laga og byrgja upp fyri, tá
Jens Christian kom, í
stðain fyri at selja seg
frammi á vellinum. Kári
hevði bóltin nógv, men
enn eina ferð varð stað-
fest, at framdriftin er ikki
tann, hon eigur at vera:
rekur seg ofta fastan, m.a.
tí trupult er at finna lið-
felagar, ið flyta seg og
bjóða bólthaldaranum
hjálp.
Jan Poulsen var fyrstu
ferð í álopinum saman við
Regini, sum tykist kenna
seg illa. Síðstu 20 min. var
hann avloystur av Karl
Mariusi Poulsen, sum
gjørdi lítið ella rættari
einki um seg móti gomlu
lidfeløgunum.
Málini
Lítið korter var leikt, tá
hol kom á. Eyðkent fyri
hetta eins og hini málini
var, at B36 mistek vóru
uppi í. Tað er eingin ó-
dygd at gera nýtslu av
slíkum:
B36 verjan dyrgir við
rangsteðufellu. Tað sær
Jan Joensen, sum lyftir
tvertur um til púra leysan
Harley. Allan pressar seg
fram á síðuna á honum, og
meðan B36 hyggur at
trillar hann avleveringina
frá Harley í kassan.
Skamma stund seinni er
2—0: Harley setur aftar-
laga á vellinum ferð á,
dregur fram við fleiri B36
monnum, ið tykjast hava
tikið sær time out, og hev-
ur sterri hepni at pota
framvið Zakrewski, enn
hann hevði móti TB.
3—0 málið er eisini eyð-
kent av B36 passiviteti:
Bogi ætlar fram við Allan,
sum krekir av honum, fer
við ferð í høgru og roynir
seg frá spískum. Pólverjin
roynir at halda í staðin
fyri at boksa. Olgar er
framman fyri B36 verjuna
og ger sær dælt av hálv-
bjargingini.
Ongi mistøk
So var ballið buðið. KÍ
megnar væl við tolni at
halda nógv fólk aftan fyri
bóltin, soleiðis at megu-
leikarnir hjá B36 gerast
fáir og smáir. Móti dystar-
enda var einasta mistakið
hjá Jákupi um at kosta
mál, men í hinum endan-
um brendi kanska eins
nógv á, tá klaksvíkingar
slerdu kontra. T.d. hevði
Todi skot á stólpan.
Kanska kundi undir-
haldsvirðið í KÍ leikinum
verið sterri. Men tað telur
STS
Harley Bertholdsen og lidfelagarhansara i Ki kundu
saktans smilast i Gundadali sunnudagin, har teir vunnu
3-0 á B 36. Myndir: Absalon Hansen
Framhald av síðu 9
innkastið var longt og ein
annar Ingi — Ingi Hof-
gaard, hevði seinasta
hevdið á bóltinum áðrenn
hann fór í netið til hálv-
leikssteðuna 2—2.
Seinni hálvleikur var
ikki gamal, tá Lynge Niel-
sen aftur var uppá spæl.
Hann legði Royn á odda
3—2 við skoti beint uttan-
fyri brotsteigin.
Men tá umleið 10 min.
so lítið, tá dysturin er| vóru eftir, fekk Skála tvey
liðugur, og stóra KÍ við-| skjót mál. Báðu ferð fór
haldsfjøldin tosaði ikki! Agnar Højgaard igjøgn-
um varnan verjuleik á veg} um i høgru síðu og legði
norður aftur við Smyrli.| inn fyri. Og báðu ferð var
Tá var tað 3—0 sigurin,| tað Artur Johansen, sum
sum taldi.
(-nn-) | setti
bóltin í netið —
einaferð við fótinum og
einaferð við hevdinum.
Bestur hjá Skála var
Agnar Højgaard, meðan
Lynge Nielsen hjå Royn
eisini hevði ein góðan
dyst.
4—3 til Skála í jovnum
og spennandi dysti, har
undirhald var til seinasta
bríksl. Skála hevði munin
— við spæli og hepni.
áh