Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sø Nr. 89 — 12. mai 1992 Mangan leikaði á hjá TB-målverjanum. Mynd: Rógvi Johansen Fødingardagsgåvan for fyri einki TB gloymdi at gera nýtslu av góðu fót- bóltsevnunum, og B68 tók av, tá sigurin stóð í boði. Tað, sum bestu tverá- menninir ikki megnaðu móti bestu toftamonnun- um, greiddu næstbestu TB'ararnir í oddadysti- num móti næstbestu B68' árunum, sum eins og TB høvdu vunuið allar tríggj- ar dystirnar undan topp- dystinum á Sevmýri. Tað var annars B68, sum kom á odda, tá 9 min. vóru leiktir. Edmund Jac- obsen leggur góðan bólt úr høgru til ein fullkomu- líga leysar Steinar Han- sen. Hi temur, fer framvið iverjanum og skjýtur 'ískum í tóma málið. John ! aard javnaði heinleið:- .pp á frispark uttanfyri brotsteigin. Kjartan átti at havt bjarg- að, men hann læt bóltin fara í málið í tí trúgv, at talan var um óbeinleiðis fríspark. Dómarin hevði ikki havt nevan á lofti og málið var góðkent. Meguleikar vóru í báð- um endum eftir hvíldina, men bara TB fekk mál: Eftir horna verður stútað út frá til Ásmund Nolsee, sum smekkar í kassan til 2-1. Tá restaðu 10 min., og tverámenn megnaðu at halda tern síðstu letuna. Tað NSÍ ikki evnar í 1. deild, tykist 3. deild at megna. Og tá so ÍF er púra eidasørt, var ikki løg- ið, at útiliðið vann dyggan sigur í Fuglafirði. Kanska verður ikki leingi til Eyð- un Gaardbo aftur verður í 1. deild. Í hvussu so er stýrdi hann saman við Jóan Peturi Langgaard NSÍ til 6-0 sigur eftir 4-0 leiðslu 1. hálvleik. Stóri skjúttin var Sím- un Danielsen. Í fjør var hann nógvar teir fyrstu dystirnar í 1. deild, men í ár er hann nústaðni farin at venja. Hann skoraði øll NSÍ málini uttan tað trið- ja, sum Sámal Hansen skjeyt. Ikki færri enn fýra av málunum hjá Símuni vórðu stútað eftir horna- sparkssteður ella innlegg úr síðunum. GÍ kneykraði 1-1 javn- leik móti Streymi. Soleiðis var steðan eisini, tá tað var hálvleikt. Tað vóru bara sjey minuttir leiktir, tá Jógvan Páll í Bartals- stovu enn eina ferð vísti seg sum tryggan brots- sparks skjútta, men sundalagsmenn javnaðu, tá hálvur tími var leiktur: Jeffrei roynir seg, men bólturin hevur kós við síðuna av málinum, tá hann rakar Gf-verjuleik- ara og broytir kós í GÍ-- málið. 2. hálvleik vóru megu- leikar í bátum endum, men einki er at liggja oman á, at útiliðið søpladi størru møguleikarnar burtur. . Klaksvikingar komu fyri seg aftur eftir avhølv- ingina á heimavelli móti TB. Teir stóðu hesaferð lítið aftanfyri 1. deildina í Gundadali: 3-1 vunnu teir á B36, sum ongantíð tókt- ist fóta sær eftir óhepna byrjan. Skamm stund er leikt, tá hegri vongverji hjá KÍ, Bjarni Ziska Dahl, leggur havnamenn tvinni inn fyri. Tad halda øll og | ikki minst finn i B36'måli- hum, sum ikki er klårur, tá bólturin siglir oman fyri hann og legst í netið. B36 hevði ilt við at koma fyri seg, og tað var langt frá uppiborið at mið- vallarin Pætur við Keldu ekti fyri hálvleik. Eftir hvíldina legði málsókni framherjin hjá klaksvík- ingum, Benros Dahl, KÍ á odda 3-0, áðrenn Jan Mohr Hermansen mið- skeiðis í 2. hálvleiki við Skoti úr 19 metra fjar- steðu minkaði til endaliga úrslitið 3-1. - Tað gekk betur hjá Skála hesaferð, enn tað gjørdi næstseinast, tá teir vórðu flongdir 12-1. Men tað gekk ikki nóg væl á heimavelli at fáa stig móti HB. | | | | | | Í Svend Højgaard legði Skåla å odda i 1. hålvleiki, men eftir steðgin skoraðu mál. Fyrst hagreiddi Heini Gaard innlegg av bak- linjuni so væl, sum tað :kann gerast — hann heil- fluktaði í kassan, og so hagreiddi Kristian Martin Skála (!) brotsspark soleið- is, sum tað skal gerast. -nn- Fótbóltur 2. deild menn: Tvey stig FÅ KÍ-ÍF 1—2(0—0) 0—1: Rógvi Larsen 1—1: Høgni Kastalag 1—2: Simun Eliassen Klaksvikingurin John Sigurd Joensen, sum ven- ur i ÍF, vann á fugl- firðinginum Peturi Mohr, sum venur KÍ. Torskilt — men talan er um 2. deild- ardystin millum KÍ og ÍF leygardagin. Dysturin var ikki nakað fótbóltsupplivilsi, men heldur harðliga leiktur. ÍF kom á odda við máli, sum Rógvi Larsen gjerdi. Hann trekti seg leysan uttan fyri brotsteigin og smekkaði bóltin í netið til 1—0. Hegni Kastalag javnaði eftir at hann útnyttaði eina verjuvillu hjá IF Júst sum tað tóktist at dysturin fór at enda við javnleiki, tá Símun Elias- sen dukkaði upp við hand- aru stong og skallaði eitt innlegg úr hegru síðu í netið til endaliga úrslitið 2—1 til IF. Tad frættist år Klaks- vík, at målverjin hjá KÍ stóð ein góðan dyst, og at rættuligt bit kom ikki í ÍF-álopið fyrr enn Eyðun Klakkstein (klaksviking- ur!) kom inn í seinna hálvleiki. áh MB—LÍF 3—0(2—0) 1—0: Petur Eiriksson 2—0: Jóhannes Joensen 3—0: Birgir Jørgensen Miðvingar eru ovast í 2. deild. Hetta gjerdist veru- leiki, tá teir eftir góðan 1. hálvleik vunnu greiðan sigur á LÍF, samstundis sum hvalbingar snávaðu á Skála. 1 min. og 20 sekund visti klokkan, tå LIF setti bóltin i spæl eftir fyrsta Miðvágs málið, og tað var ikki lukkuligt mál: Petur Eiriksson fær kanónskot á úr hegru, og bólturin siglir oman fyri Ova og í handara síðunet. Frálík byrjan til heima- liðið, sum rættiliga fekk blóð á tonna, meðan LÍF allan 1. hálvleik hevði meira enn ilt við at fóta sær. Ikki minst á mið- vellinum var yvirvágin hjá MB sjónsk. Nógv av álopsspælinum gekk í hegru um Vinjard Gutte- sen, sum rættiliga tykist ovastu rók | 2. deild trívast í nýggja felagnum. Stívt korter var leikt, tá Jóhannes Joensen ekti: LÍF verjan snorksvevur eftir innlegg. Fleiri mið- vingar eru á bóltinum, áðrenn Jóhannes stútar í mál. Undan steðginum hevði MB tríggjar stórar mál- meguleikar, men eftir hvíldina var tað sum LÍF fótaði sær. Eitt ávíst trýst varð lagt á MB hálvuna, kanska eisini tí heimaliðið var eitt vet varnari. LÍF yvirvágin gav einki úrslit, og móti dystarenda slerdi Birgir sigurin fastan við langskoti, sum dalaði niður á Ova, ið átti at bjargað, men bólturin datt av hondunum og aftur um leirvíkingin. (-nn-)