Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1992síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

#4 3 Nr. 89 — 12. mai 1992 ( Lesarabrøv Progressiónina inn aftur í skattastigan Sosialurin hevur havt fleiri viðtalur við lands- bankastjóran, nú tað stendur á at finna inntek- ur til landshúsarhaldið. Tá ið man hevur lisið hesar viðtalur, hevur man mangan undrast á, at landsbankastjórin ongan- tíð hevur nevnt órættvísu skattingina, har láginn- tekufólk bera meginpartin av skattinum, har skatta- stigin vendir tann tunga endan niðureftir. Og nú talan er um lenarniður- skurð uppá 6% fyri allar lenir, ger tað sama seg galdandi. Tí tað veit ein og hver, at ein, sum tjenar 30.000 kr. um mánaðin hevur betur ráð at lata 1.800 kr. av lenini, enn ein, sum tjenar 15.000 kr. hevur at lata 900 kr. av lenini. Ein leggur eisini til merkis, at bæði politikarar og teirra em- bætismenn, sum gera vart við seg í hesum máli, mala sum hundur um heitan greyt, fyri ikki at raka seg sjálvan. Hugsað verður um, tá ið teir tala um at fara eftir rentuskattinum. Tí munnu hesir sjálvir eiga so nógv inni í bank- unum at lata rentuskatt av? Ein ivast!! Og tå ið inntøka av rentuskatti verður saman- borið við, hvussu renta verður skattað í eðrum londum, átti tað ikki at verið ov mikið at kravt at fingið at vita, hvussu skattingin av inntekum er í eðrum londum saman- borið við hjá okkum — her verður hugsað bæði um láginnteku fólk og håinn- tekufólk. Áðrenn landskassin fekk so stórt vald á fólk- inum, og áðrenn hesir nýggju politikarar fingu sær fótin inn um tinggátt og inn í landsins stjórn, var progressión í skatta- stiganum. Sostatt eru tað ikki so mong árini liðin, síðan 50% hámark varð sett fyri háinntekufólk at lata til tað almenna. Tí skuldi tað verið óneyðugt at farið niður til Keypmannahavnar at tala um eina asosiala skatta- skipan, tí hana hava vit lågtinntøkufélk so sanni- liga fingið svidan av, og fyrrverandi ríkisumboðs- maður, sum tók orðið á fundinum, hevur fingið ágóða av linu skattingini av høgum inntøkum — tí hann verður sjálvandi roknaður uppí henda bólk- in. Hetta sama ger seg galdandi, nú fólk verða kravd eftir 2,5% til ar- beiðsloysisskipanina og marknaðareftirlenar- grunnin. Inntøkan 30.000 kr. fær ein eykaskatt uppå 750 kr. um mánaðin og inntøkan uppá 15.000 kr. fær ein eykaskatt uppå 375 kr. um månadin. Og hetta kallast kanska at javna?? Nei, fáið progressiónina inn aftur í skattastigan, tí tá javnar skattastigin inn- tekumunin. Skattgjaldari Nøkur orð um krigstrygging Hvi tvistast um rættin til krigstrygging, sum danskir fiskimenn hava fingið og fáa? — Sum danskir statsborgarar eiga okur sama rætt! Um tað, sum er skrivað og tosað um krígstrygg- ing og sigling hesa vanda- tíð — við ella uttan vápn- um — vil eg fegin siga frá: 21. oktober 1939 fóru okur við m/sk »Beinisvør« við útróðrarfiski frá Vági til Grimsby. Árið eftir — januar 1940 — fóru okur aftur við útróðrarfiski, hesu ferð til Aberdeen, tí ikki var loyvt tá at koma til Grimsby. Av vápnum umborå hevdu okur eina riflu. Sama árið — juni 1940 — varð farið við m/sk »Harry« til fiskari undir Grenlandi, har okur land- aðu saltfisk til eingilskan dampara. Í september sigldu okur heim við full- um skipi av saltfiski, sum síðani varð førdur til Skot- lands, meðan kríggið leik- aði harðast á. Skuldi árið 1940 blíva grundarlag fyri, at menn missa rættin til krígs- trygging, vildi tað verið skeivt og órættvíst. Nógv bleiv lagt til og ikki vóru tað allir, ið fingu nógvar túrar til Onglands. Onkur fór til Íslands, mynstraði við íslendskum skipi og landaði fisk til feroysk skip, sum fluttu fiskin til Onglands. Hava danskir fiskimenn fingið hesa trygging, hava okur sum danskir stats- borgarar sama rætt. Onkur hevur gloymt at arbeiða fyri okkara sek. Eg fari at heita á teir, sum sita á fólkatingi, at arbeiða fyri, at teir menn, sum fiskaðu og sigldu í krígsárunum, fáa alla tíðina við. Nú eru mennin- ir gamlir og nógvir deyðir, so nú skuldi ikki verðið drálað. Ein, sum sigldi nógv undir krignum Framhald av síðu 3 -Ég haldi, at okkara fakfelag kundi gjørt meira fyri okkum. Hygg bara hvat onnur fakfeløg, sum verja sínar limir, fáa av skafti! Við hesum sipar Djóni til tiltøkini, sum FA setti í verk móti Strand- ferðsluni, tí hon hevði sagt vaskikonum upp. Hon mátti tí seta tær aftur í arbeiði. -Eg haldi eisini, at Havnar Arbeidsmanna- felag kundi verið meira virkið, tá eitt nú gølu- sóparar sum vit uttan víðari fáa sekkin. Tí onkur skal so í hvussu er gera okkara arbeiði, og eg trúgvi neyvan, at hvorki byarverfrødingurin ella borgarstjórin fara út at reinsa tær túsundtals ristirnar. Fólk eiga at kenna sannleikan Bæði Djóni og Jóannes standa nú heilt á berum. Teir hava ilt við at fáa endarnar at rgkka saman sum er. Framtíðin sær alt annað enn ljós út. Teir halda manna- gengdina í hesum máli vera so skeiva og løgna, at teir síggja tað sum sína skyldu at siga fólki sannleikan. At ristirnar ikki verða reinsaðar kann koma teimum og kommununi aftur um brekku verður aftur åarføri í bynum. Ein kann tá bara gita um avleiðingarnar siga teir báðir fyrrverandi gøtu- sópararnir við Sosialin. jan Nr. 7950 Nr. 5413 Bergen . 3411 Aberdeen . 5048 . 6542 . 7009 . 5940 . 7307 Dukkupar S.Í.F. lutaseðlar drignir 10.5. Vinnandi nummrini vóru hesi: Flogferð Vágar-Keypmanna- havn við Atlantsflog Ferð við Norrønu Tórshavn- Ferð við Smyrli Tórshavn- Føroyskt krov Olja, 500 litrar Lamb í heyst Flettingarborð Vinningarnir fåast á tlf. 32867. Hjartaliga tøkk fyri stuðulin. Sandavágs Ítróttarfelag Vísandi til tíðindini um samgongutrupulleikar- nar, er neyðugt at gera hesar viðmerkingar: Nú samgongan ótt- ast fyri at hon ikki er fer fyri at fáa semju í lag um ávísar spurn- ingar, sum andsteðan nærum ongan kunn- leika hevur um, eru leiðararnir fyri sam- gonguflokkarnar byrj- aðir at sleingja um seg við pástandum um, at einki alternativ er til núverandi samgongu. Megnar ov lítið Men veruleikin er helst tann, at samgongan sjálv hevur megnað ov lítið, og at máttloysi í samgonguni er byrjað at gera um seg. Bæði vinnulív og len- móttakarar líða undir hesum máttloysi. Tað er tí neyðugt við po- litikarum og politisk- um flokkum, ið hugsa um samfelagið sæð út frá einum heildar- sjónarmiði; sum hugs- ar um vinnulívið og lenmóttakaran undir einum, og setur al- menna fyrisiting í mun til terv, og í mun til orkuna í tí føroyska samfelagnum. Orsøkin til kreppuna Um samgongan — so- leiðis sum hon ætlar, ikki hevur onnur hug- skot enn at áleggja skattaborgarum land- sins meiri skatt, av- gjeld og ognarskatt, so er stundin komin til at hon leggur frá sær. leikarnir tekin um máttloysi ! — og marglætistrupulleikar og takt- iska spæl samgongunnar eigur at víkja fyri konstruktivum politikki. Lasse Kkein, tingmaður, skrivar Sjálvstýrisflokkurin er sannførdur um, at júst tann hegi skatturin og tey hegu avgjeldini hava elvt til ta kreppu, vit hava í samfelag- num í dag. Til reiðar Tí er tað heilt natúrligt at Sjálvstýrisflokkurin í fyrsta lagi heitir á samgonguna um at miða fram ímóti at lætta um byrðarnar hjá ellum stættum í samfe- lagnum og annars fera ein meira samfelags- vinarligan politikk, og í eðrum lagi taka upp samráðingar við and- steðuna um alternativ- ar loysnir, og í triðja lagi um at leggja frá sær um hon ikki megn- ar at stýra samfelag- num burtur úr »sjålv skaptu< trupulleikun- um. Marglætistrupul- leikar og taktiska spæl samgongunnar eigur at víkja fyri konstruk- tivum politikki. Í døgurdatimanum hósdag- in fór ein havnarmaður av- stað við einum jakka í ein- um handli í SMS. Jakkin var fimm túsund krónur verdur. Onkur sá mannin fara av- stað, og politið varð var- skógvað. Seinnapartin varð maður- in tíkin vestur í Vágum - í Hann er nú ákærður fyri stuldurin. mrandi NU er at spenna BELTINI