Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mai 1992síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Stórt o nýtt tónleikatiltak í / Havn: , på I døgunum frá Stevnan vid klassiskum tónleiki, sum Musika Nova og Konsertfelagið í felag skipa fyri, verður hildin í degunum 23. til 28. juni. Hetta er fyrsta árið, stevnan verður hild- in. Bæði føroyskur og út- lendskur tónleikur er á skránni, og tónleikarar verða bæði úr Feroyum og aðrastaðni Stevnan verður hildin í Havn. Tó verður skipað fyri einari konsert í Kirkjubø. Henda konsert- in verður við kendu Moy- zes Kvartettini týskveldið 23. juni kl. 19.30. Tónleikurin við Summ- artónum fevnir um klass- isk verk frá barokktíðini fram til okkara dagar. Verkini eru bæði av út- lendskum og føroyskum uppruna. Ein skrå er løgd fyri stevnuna, sum sigur hverjir tónleikarar verða við, og hvar og nær kon- sertirnar verða. Á stevn- uni verða fleiri frumfram- førslur av feroyskum verkum, bæði fyri kór, ljóðferi og sang, og fleiri tónaskeld eru umboðað. Burtur úr skránni kunnu vit fyrst nevna nakrar av teimum fer- oysku tónleikarunum. Av føroyingum, sum eru utt- anlands í lestrarerindum og vera heima í summar kunnu vit nevna Onnu Klett (klarinett), Jógvan Zachariassen (fagot), Jo- annu Johansen (sopran), ummartónar í 23. til 28. juni verður eitt stórt og nýtt tón- leikatiltak í Havn við fóroyskum og útlendskum tónleiki og tónleikarum á skránni. Talan er um eitt slag av klassiskum festival, sum verður ymsa staðni í Havnini við eini sera fjólbroyttari og áhugaverdari skrá. Sunleif Rasmussen (stjórn, tónaskald), Páll Sólstein (horn) og Atla Ellendersen (violin). Heimaferoyingarnir eru Ernst Dalsgarð (floytu), Atli K. Petersen (basún, tónaskald), Johannes Andreassen (klaver), Ed- vard Nyholm Debess (bass, tónaskald), Andrea Hendriksdóttir (floytu), Kristian Blak (klaver, tónaskald), Bjarni Berg (tónaskald), Jens Chr. Guttesen (cello), Pauli í Sandagerði (stjórn, tóna- skald) og Bjarni Restorff (stjórn, tónaskald). Harumframt skulu nevnast Málmblásara- kvintettin og Tórshavnar Kamarkór. Útlendsku gestirnir eru navnframa Moyzes Kvar- tett (úr Slovakia), Walter Graffon, violin (Svøriki), Kuno Kjærby Kristensen, violin (Danmark) og Bett- ina Juchs, violin (Brasilia). Hugskotið at skipa fyri Summartónum við klass- iskum tónleiki hevur Kristian Blak fingið úr Orknoyggjum, har St. Magnus Festival hevur verið hildin á hverjum ári síðan 1977. Tó kunnu summartónar ikki saman- berast við hetta tiltak í stedd. Kristian Blak sig- ur, at nú verður skipað fyri nógvum ymiskum musikkstevnum. Tað eru nógvir feroyingar, sum spæla og gera klassiskan/ modernaðan tónleik. Tí hava vit brúk fyri einum stað, har hesin tónleikur kann koma til sín rætt, og tað er eitt av endamálun- um við Summartónum. Tey, sum standa fyri til- takinum eru serliga tóna- skeld og tónleikarar við felagsskapum sum Musi- ca Nova og Konsertfelag- num aftan fyri seg. Flestu konesrtirnar í Summartónum verða hildnar í Listaskálanum, har eisini hevi verður at síggja málningaframsýn- ing, ið letur upp til ta tíð. Lagt verður fyri við solo tónleiki, sum Anna Klett, Ernst Dalsgarð, Kuno Kjærby Kristensen, Ján Slávik, Stanislav Mucha og Jógvan Zachariassen spæla. Seinni um kveldið verða Summartónar á skránni í Norðurlandahús- inum, har skipað verður fyri føroyakvøldi. Har fara Jogvan Zachariassen og Johannes Andreasen at framføra verk eftir Atla Petersen. Sama kveldið verður konsert við Moyz- es Kvartett í Kirkjube. Har verða spæld verk eftir Sunleif Rasmussen og Kristian Blak, umframt egin og eldri klassisk verk. Seinni um kveldið verður konsert á Bládýpi við Ernst Dalsgarð og Jógvan Zachariassen. Aft- an á verður jazzkveld. Næsta dag verða aftur konsertir hildnar í Lista- skálanum og á Bládýpi, umframt at Moyzes Kvar- tett heldur konsert úti í miðbýnum. Í Listaskálan- um fara vit at hoyra Jo- hannes Andreasen og Walter Gaffron spæla franskan tónleik, og sam- an við Johannes fer Jo- anna Johansen at fram- fora pólsk verk. Ein trio við Ernst Dalsgarð, Andreu Hendriksdóttir og Jens Chr. Guttesen fer at framfera eina sonatu. Eis- ini fer Moyzes Kvartett at spæla verk eftir Kristian Blak, og saman við Onnu Klett fer Moyzes Kvartett at spæla verk eftir Moz- art. Seinni um kveldið fer Kuno Kjærby Kristensen at framfera solotónleik á Blådypi, har jazzur verður aftaná. Næstu dagarnir eru eins fjølbroyttir og áhugaverd- ir. Hósdagin 25. juni verð- ur lagt fyri við konsert við Tórshavnar Kamarkóri úti í miðbýnum. Um kveldið verður kórkonsert í Norðurlandahúsinum við Paula í Sandagerði. Tann konsertin hevur fingið heitið »20 ár sum tóna- skald«. Seinni um kveldið spælir Anna Klett solo- tónleik á Bládýpi, har jazzur verður aftaná. Skráin fyri fríggjadagin 26. juni bjóðar eisini nak- að nýtt. Tá verður Málm- blásarakvintettin at hoyra. Fyrst úti í miðbý- num og seinni á konsert í Kommunuskúlanum Málmblásarakvintettin hýsir navnframum per- sónum sum Ken McLeod, Jens Jacob Jacobsen, Richard Stanley, Atla K. Petersen og Rudd. Á konsertini í Kommunuskúlanum fer Málmblásarakvintettin at Graeme Nr. 89 — 12. mai 1992 summar framføra verk eftir Ed- ward N. Debess, Graeme Rudd, Richard Stanley, Kristian Blak, Atla Peter- sen, Antonin Dvorak o.a. Undan Målmblåsara- kvintettini fer Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu Bjarn Restorffs at syngja nýggj føroysk løg eftir Bjarna Berg, Bjarna Restorff og Kristian Blak. Bæði leygardagin 27. og sunnudagin 28. juni hava Summartónar fleiri áhugaverd tiltøk å skrånni. Leygardagin verða konsertir i Lista- skálanum og á Bládýpi. Sunnudagin verður ein stór konsert í Norður- landahúsinum, har teir flestu av tónleikarunum, sum eru við í Summartón- um, verða við. Í sambandi við stevn- una fer Sunleif Rasmus- sen at halda ein fyrilestur. Hann verður mánadagin 29. juni í Pætursastovu, og er um form og kom- positión. Longu nú hevur tiltakið við Summartónum fingið sera góða undirtøku frá teimum luttakandi tón- leikarunum. Eydnast til takið eins væl tónlistar- liga sæð, verður tað upp aftur tikið næsta ár. | i ; | Í Í }