Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ábyrgdarbísðstjóri: Jan Miller = Blaðfólk: Randi Jacobsen - Tórfinn Smith Utgeveri: PI Sonislurin Bústaður: Argiavegi28 = Postsdrasss: Postsmogu 78 Fyritaksstjóri: Krisjen Dahi Ljósmyndari: Kølmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Jústínus Eidesgaard Uppssting: Pit Sosialurin Prent: Pit Prossen 1981 Ysteton: Hjartaliga til- lukku, Tvøroyri DAGURIN i dag er søguligur, ikki bara fyri Tvøroyri, men so sanniliga eisini fyri alt Føroya land. Í dag eru 100 ár liðin, síðani Tvøroyrar Bóltfe- lag — TB — varð stovnað. Hetta er av sonnum ein merkisdagur fyri tvøråfélk, men eisini fyri allar suðringar. Men ikki nóg mikið við tí. TB er eista fótbóltsfelagið í Før- oyum, og tí eigur hesin dagurin at hava nakað at siga okkum øllum. Tað var á Tvøroyri, fótbólturin byrj- aði. NÚ kann ein sjálvandi spyrja, hví fødingardagurin hjá einum av mongum itréttarfeløgum skal fáa slíka umrødu sum í Sosialinum í dag og komandi dagar. Til tað er at siga, at fótbólturin er vorðin ein partur av okkara mentan — av okk- ara gerandisdegi, antin vit so hava áhuga fyri fótbólti ella ikki. TB hev- ur kanska meira enn nakað annað felag í landinum verið skjaldra- merkið — eyðkennið — hjá eini bygd og fólkinum, har hevur búleik- ast. FELAG av slíkum slag hevur verið flaggskipið hjá bygdini — tað hevur fingið fólk at savnast og standa saman sum ein maður. Alt innan- hýsis kegl og stríð hevur verið goymt ella gloymt, tá fótbólturin var á skránni. At TB so hevur havt sterri týdning fyri sína heimbygd enn so mangar aðrar bygdir við líkn- andi feløgum, er nú heldur ikki so legið. Aldurin hevur sjálvandi nógv 116 Tørshuen 1874 Argjum 11820 Telefax: Ein tilvildarlig TB mynd ella! Henrik Thomsen, ein av elstu leikandi spælarunum hjá TB i dag og ein av teimum bestu spælarunum, sum landið hevur fostrað í heila tikið. at siga. Men eisini hetta lætta og livandi lyndið hjá tvgráfólki hevur gjørt sítt til, at júst hetta felagið hevur havt so stóran týdning. Tað munnu vera mong, sum øvunda tvgráfólki at hava havt slíkt felag. Í BLAÐNUM í dag hava vit gjørt nakað burtur úr TB. Løgmaður, ein landsstýrismaður og ein tingmaður — allir tvøråmenn — hava fødingar- dagsheilsu til felagið. Vit tosa so eisini við ein meinigan tvgrámann um felagið og ngkur gomul minni. Ikki skulu vit fara at gita um, hver verður føroyameistari í fótbólti í år, men tað kemst ikki uttanum, at ynski hjá fyrrverandi formanninum í TB um, at eitt føroyameistaraheiti er besta fødingardagsgåvan, ið heimaliðið kann geva felagnum, bygdini og fólkinum har, neyvan er heilt burturvið. Tað skuldi verið so sjálvsagt. Nú er so at síggja til, at hetta kann lata seg gera. EISINI vit skulu ynskja tvøråfélki hjartaliga tillukku við hesum stóra degi við vón um mong góð ár í framtíðini. Eingin ivi er um, at TB hevur verið við til at fylla út eitt týð- andi kapittul í føroyskari søgu. Og her hugsa vit so sanniliga ikki bara um fótbóltsspælið í sær sjálvum, men eisini um tær mongu góðu og uppbyggjandi letur, sum hava verið í sambandi við hetta felag og virk- semi tess.