mikudagur 13. mai 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 90 — 13. maí 1992
Her verður tyrlan tikin uppaftur
TL LON
Tyrluvanlukkan i Bø
ÆI Or0gvadi
radaran
—Man formoder at falsk radarekko har været årsag til, at piloten
har fejlbedømt afstanden til fjeldet, sigur Muller, pressuoffiserur
å Færøernes Kommando
Talan var um mannafeil,
tå ein Lynx-tyrla hjå
donsku sjóverjuni, datt
niður útfyri Bø í Vágum.
Allar kanningar í samband
við tyrluvanlukkuna, sum
kravdi tvey mannalív eru
nú av. Og havaríkom-
misiónin hevur gjørt eina
frágreiðing og niðurstøðu.
--Tað var vánaligt veður
tók tyrlan fór úr Vág-
unum. Helst er komið
sokallað sea-cloutter á
radarskermin. Hetta
kemur fyri tå grøv æl eru
og skermurin gerst hvítur.
Flogskiparin hevur so
verið nærri at fjallinum,
enn hann sjálvur hevur
mett og tí tóku veingirnir
í, sigur Muller, pressu-
offiserur á Færgernes
Kommando.
—Kanningarnar vísa at
onki var galið við tólunum
umborð á tyrluni og tí
verður staðfest, at talan
var um mannafeil og
skrivað verður, at hetta
var eitt hendiligt óhapp.
Flogskiparin hevði drúgv-
Jorð til sølu
Um hóskandi boð fæst, selji eg 3 gyllin
og 10 skinn í Húsgarðshaga; seyður
fylgir við. Innangarðs matr.nr. 98B,
1154 m?.
TIf. 75071
ar royndir at flúgva í
Føroyum, sigur Muller.
--Roknað verður við, at
aftaná at veingirnir hava
borið við fjallið er tyrlan
farin upp at rystast.
Rystingarnar hava verið
so ógvusligar, at halarot-
orurin er gingin fyri.
Tyrlan var á veg
norðureftir, tá óhappið
hendi og roknað verður
við, at teir hava roynt at
koma aftur til flogvøllin í
Vágunum, sigur hann.
Neyðlenda í Bø
--Men tá teir hava sæð,
at teir ikki kláraðu at
koma aftur til flogvøllin,
hava teir roynt at neyð-
lenda í Bø. Hetta eyd-
naðist akkurát ikki. Tyrlan
datt niður beint uttanfyri
fjøruna.
--Í rapportini stendur, at
flogskiparin og teknikarin
druknaðu. Men stoyturin í
sjógvin var so harður, at
teir fingu álvarsligan
skaða innvortis og hava
mist vitið, sigur Muller.
Flogvøllurin stongdur
—Tyrlan hevdi verid ein
navigatiónstúr sunnanfyri
Føroyar. Hon millumlendi
í Vågunum og skuldi ein
túr norðurum, áðrenn hon
aftur skuldi lenda á
Vædderen, sum lá á
Havniní.
--Hetta var seint og flog-
vøllurin var stongdur. So-
statt fingu teir ikki
seinastu vedurtidindini
áðrenn teir fóru, hetta
kann ein harmast um
aftaná, tí teir høvdu neyv-
an valt somu flúgvurutu,
um teir vistu hvussu
veðurvánirnar vóru, sigur
Muller.
Allar treytir fyri náttar-
flúgving við tyrlu vóru
uppfyltar og ongar broyt-
ingar eru gjørdar í manna-
gongdini við tyrluflúgving
i Føroyum aftaná van-
lukkuna. ru
justinus
Síða 3
Kjartan i Halifax
Føroyingar eru i løtuni å fundi i NAFO
felagsskapinum. Hesin felgasskapur tilmælir hvussu
størr heildarveidu hjå londunum, sum liggja vid
Norðuratlantshav skal vera.
Fiskivinnustjórin Kjartan Hoydal og Kai Morten-
sen av fiskivinnustovuni luttaka.
Við fingu ikki uppspurt úr landstýrinum hvørji mál
vóru fyri á fundinum, bert at tala var um ein
eykaaðalfund. 1
justinus
Maersk Air
Bjóðar før-
ovingum
i Sólina
Maersk Air hevur tíkið upp samarbeiðið við danska
ferðafelagið Profil Rejser og hetta fer eisini at koma
føroysku viðskiftafólkunum til góðar.
Føroyingar fáa tilboðið lagaligar pakkaferðir út í
heim. Millum annað verður skipað fyri charter-
ferðum vil vestara partin av Kreta og á Mallorca. við
donskum ferðaleiðara.
Eisini verður skipað fyri ferðum til London og
Paris og møguleiki er eisini at vitja fjareystur
gjøgnum Maersk Air.
Skipað verður fyri ferðum til tropisku risaoynna
Borneo, her verður bretsk talandi ferðaleiðari við og
møguleiki er at koma til Singapore, sum kann
samskipast við eini strandarfritid í Penang.
jústinus
sosialin