Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Aðalfundur í NFSMH og Sinnisbata í Havn: Stúra fyri framtiðini * - og núverandi búskaparstýðuna í Norðurlondum, sum ávirkar umstóð- urnar hjá sálarliga sjúkum fólkum. Avara fóroyingar móti at gera somu skeivleikar - Vit vilja ikki enn eina- ferð gjalda við heilsu okk- ara, verður m.a. sagt í yvirlýsing, sum Nordisk Forening for Social og Mental Helse hevur gjørt, í samband við at aðalfund- urin í felagnum varð hildin í Havn í vikuskiftinum. Víðari stendur m.a. í yvirlýsingini: Øll Norður- lond eru í dag í fíggjarliga ringari stóðu. Hetta hevur við sær, at einstaki borga- rin er fyri vanbyu, eins og t. d. arbeiðsloysið økist. Hetta skapar eisini sálar- ligar sjúkur. Samstundis fer ein broy- ting fram i umhvørvi okk- ara, har styringin av sam- felagsligu åbyrgdini broyt- ist, frå landsmyndugleika til kommunal myndugleik- ar at taka sær av. Nú verð- ur ístaðin ein “peninga- upphædd" latin lokalu myndugleikunum, og hetta gevur politkaranum í ein- stóku kommununi stórri ábyrgd. Hava goldið Tá tað búskaparliga gongur væl í samfelag- num, er lætt at økja um vælferðina, men tá tað er torført at fáa endarnar at røkka saman, verður kravt, at borgararnir skulu gjalda aftur til samfelagið. Tá er vert at hava í huga, at sálarliga sjúk mangar ferðir - og við rentu - hev- ur goldið við sínari vána- ligu heilsu - síni sálarligu sjúku. Tí er tað órættvíst at tosa um sparingar í veik- asta liðnum í samfelag- num, sum frammanundan eru so illa fyri. Felagið Sinnisbati Í samband við aðalfund- in í NFSMH, skipaði Sinn- isbati fyri pallborðsfundi, har evnid var: "Psykiatri- ætlan år 2000”. Ein arbeiðsbólkur hevur síðani 1990 arbeitt við hes- um evni, og uppskot er sent Landsstýrinum, men hetta er ikki gótikið enn. Marjun Smith, formaður í Sinnisbata, sigur við Sos- talin, at gongdin i granna- løndunum og td. Italia hevur verið, at niðurleggja seingjapláss á psykistrisku deildunum, fyri ístaðin at stovna gkissálarlig við- gerdar.stød. Hetta er eisini ætlanin at gera i Føroyum, t6 at vit ikki eru komin so langt higartil. T.v.s. at sålarliga sjúk skulu fáa viðgerð, har tey búgva, ístaðin fyri at fara á psykiatrisku deild í Havn. Avara móti at skarva seingjarpláss Hetta krevur í fyrstu at- løgu, at tilboð eru til sjúk- lingar, har tey búgva, eitt nú arbeiði á vardum verk- staði ella aðrastaðni, har tað er møguligt, og íbúðir eins og bústovnar til sjúk- lingar, sum ikki kunnu vera starvsfólk fyri uttan. Úrslitið av slíkum um- leggingum hava ikki verið uttan trupulleikar í okkara grannnalondum, og umboð fyri NFSMH, sum vóru við í pallboðsfundinum á- Nr. 90 — 13. mai 1992 vara móti at gera somu skeivleikar. Tað hevur nevniliga víst seg, at eingi ítgkilig tilboð hava verið til tey sálarliga sjúku í økispsykiatriini, og tað hevur havt við sær, at sjúk fólk onga staðni hava at venda sær, tá á stendur. Tey ganga stutt sagt og vála á gøtuni. Verða umstødurnar við tilboðum uttan fyri Havn- August Gabriel Vang, økissålarlækni og umboð fyri útlendska felagskapin NFSMH, saman við Brynhild Danielsen, leiðari fyri heima- sjúkrasystraskipanini, sum vóru við í pallborðsfundi- inum í Norðurlanda- húsinum Svenning av Lofti hevur verið formaður í Sinnisbata í eitt ár. Á aðalfundinum varð Marjun Smith afturvald . Hon hevur verið formaður áður ina, útbúgvið fólk at átaka sær viðgerð og rgkt, um- framt arbeiði og bústað, eru vit eins illa fyri og grannalondini. Marjun Smith, formaður í Sinnisbata sigur, at umstødurnar eru ikki 50 vánaligar í Føroyum, at sjúk fólk ongastaðni hava at venda sær, men um vil ikki lurta eftir serkønum i grannalondunum, kann tað eisini gerast veruleiki hjá okkum