Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Skelkur, sjúkueyðkenni ella illvilji? Á okkara døgum koma nógvar løgnar atgerðir fyri, sum ikki tykjast væl um- hugsaðar ella skilagóðar. Og sum ofta bera á tað mótsetta av ti, tú heuði væntað tær settar í verk av teimum fólkum, ið skulu eitast at leggja til rættis, skrivar Tórður Jóansson, lær- ari, M.A., m.a. í »Sjønarmid« í dag. Hetta stendst eyðvitað fyrst og fremst av teirri sjålvgjørdu politisku og búskaparligu kreppu, føroyska samfelagið er komið í. Neyvan er ov nógv gjert av, um vit siga, at >politiska kreppan“ er hin álvars- ligara, tí úr henni er „búskaparliga kreppan« sprottin. Politikkur hevur eingin verið í Feroyum seinastu ára- tíggjuni. Líkt er til, at síðan heimastýrisskipan- in tók við í 1948, hevur bara gingið aftur á hondina, hugsa vit um skilvísan politikk. Tí slíkur er ringur at hóma nakrastaðni. Hverki í tí smáa ella í tí stóra tykjast skil, vit ella for- treytir gera av, hvussu skipað verður fyri. Í seinastu viku stóð til demis lesarabræv í Sosialinum um legnar royndir til tess at minka um virksemi Feroya Handilsskúla. Og sam- stundis um tann veru- leika, at somu fólk, sum slíkt seta í verk, bein- leiðis ella óbeinleiðis eggja og noyða ungfólk at rýma av landinum á vánaligan danskan handilsskúla, sum í markleysari »vælvild« vil taka 75 føroysk ung- fólk inn. — Onkur donsk handilsskúlafólk vilja vera við, at hasin skúlin i Varde helst hevði verið latin aftur, eydnaðust lokabrøgdini í Føroyum ikki. — 13 hvussu er hildu vit, at eitt enda- málið við at stovna mið- námsútbúgvingar her á landi var at sleppa ung- fólki undan at noyðast av landinum í viðkvom- um árum. Og at laga út- búgvingarnar til føroysk viðurskifti. — Hverki verður gjert! Í útvarpinum vildi stjórin í Varde í lítið bæriligum vendingum »upå tað kraftigasta til- bakavisa«, at Føroya Handilsskúli var umboð (hevði agentur) fyri danska skúlan, hóast hetta stendur í stak illa orðaða prentluti teirra. Og feroyski stjórin fegn- aðist um ta miklu væl- vild, danir enn einaferð sýndu mótvegis okkum ólukkudýrum í hesum fátæka og niðurundir- komna landi, sum ikki hevur peningaorku til at útbúgva sítt egna ung- fólk. — Annað mál er so tað, at danir kortini rinda bróðurpartin av tí, skúlaskapurin í Feroy- um kostar at reka. Seta vit okkum stillis- liga at hugsa um, at meginparturin av teim- um fólkum, ið skul eitast at stíla fyri skúla- verkinum í Feroyum, bera orð fyri at vera ella hava verið sjálvstýris-, tjóðveldis- og loysingar- fólk, so rennur fram fyri okkum hin mikla and- segn, ið valdar í hug- myndafreðini og í hugsanarháttinum hjá hesum fólkum. — Summi kalla hetta ser- merkta fyribrigdið >tjóð- veldis-syndromið<, sum er tvísteða í hugburð- inum hjá fyrisitingum og leiðslum innan m.a. skúlaverkið — kanska serliga á hægru skúlun- um. Hendan blinda og búkakandi trúgvin uppá, at alt danskt og alt, ið ber á tað danska, er tað rættasta. — Slík- um trúgva einans summir føroyingar; danir sjålvir gera tad so ikki! Men rætt skal vera rætt: i siåsta enda eru tað fólkavaldu politisku drumbarnir, ið høvuds- åbyrgdina hava. Tad eru teir, ið leggja karmarnar um samfelagsliga virk- semið. Eisini virksemi skúlaverksins. Kortini mugu vit ásanna, at skutilssveinar teirra í dagligu leiðsluni eru lýð- in amboð, tá ið níðings- gerðirnar verða settar í verk. Og mótmæli og skilagóðar ábendingar frá teimum, sum virka innan skúlagátt, rína als ikki við. Hverki leiðslur, stýri, fyrisiting ella M.A. Nr. 90 — 13. mai 1992 Tórður Jóansson, lærari, Prentlutur handils- skúlans í Varde Varde Handelsskole og Handelsgymnasium Slotsgade 17 . 6800 Varde politikarar hirða at geva sær far um sjónarmið, ið víkja frá teimum, tey sjálvi halda seg hava. Okkurt sálarfreðiligt tykist henda við fólki, tá ið tey koma ella troka seg fram at »hægstu sessum samfelagsins«, sum til dømis stjórum. Tey broytast og av- lagast ofta. Serliga illa er statt, tå ið fólk fara út í Tinganes. Um tað er okkurt serliga vanda- mikið í umhvervinum har úti, er ilt at siga. Um eitringar frá eina- handilstíðini ella gábla- tíðini ella okkurt annað rínur serliga við sokall- aðar politikarar, vita vit ikki. Men eisini fittastu, lagaligastu, hampilig- astu og skilabestu fólk gerast óvætti, orð- loysingar, hástór og tykjast missa vit og skil, tá ið tey hava dvelt eitt skifti í Tinganesi. — Onkur álvarslig sjúka, sum sálarfreðingar og sálarlæknar kanska onkuntíð í framtíðini fara at granska og greiða frá. Undirritaði loyvdi sær í 1967 í grein at seta fram spurningin, um heimastýrisskipanin ikki royndist føroyingum verri og meira skadilig enn amtsstødan gamla. Nógv gjørdust ill og skakað av, at slíkt varð TIf. 75 22 23 22 Telefax 75 22 15 85 . Giro 2 14 43 44 borið fram. Men nú tykjast fleiri fólk, serliga búskapar- og samfelagsfreðingar, at hava ta áskoðan, at føroyingar eru »dump- aðir< i royndunum at seta føtur undir egið borð. Ið hvussu er innan tann karm, Heimastýris- lógin setti. — So spurn- ingurin er, um tað ikki hevði verið frægast at fingið danska fólka- tingið at avtikið bæði heimastýrislóg, blokk- veitingar og annað pjøss. Og so kanska roynt av nýggjum — og við nýggjari manning. Tórður Jóansson altíð undir hjálmi tá ið tit súkla £2 fi FLISAR MARMOR MURSTEIN KLINKUR SKIFER TRAPPUFLISAR TRAPPUFLISAR — SIGGID FYRST OKKARA STORA. URVAL n OPIÐ ER: Týsdag til friggjadag 13.00-17.30 Leygardeg $.00-12.00 Månadag er stongt Føroya Flisahandil v MURARAMEISTARA MARCUSSEN STYKKID - TLF. 21295 Serhandi! fyri tsar Sosialurin — fimm ferðir um vikuna!