Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 1992síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 90 — 13. mai 1992 Tyøråmenn slóðbrótarar: Síða 11 At stríðast er málið -Heiðurin er tykkara í dag, og kenni eg samheiður sum fyrrverandi T.B.'ari einaferð at hava verið við til at verja T.B. á vøllinum og so í dag sum lógmaður at vera verji tykkara á tí ytra vøllinum skrivar Atli Dam, lógmaður m.a. í fóðingardagsheilsan síni til TB, sum verður 100 ár í dag. Sum verji hjá ítróttini er tað mær ein heiður at ynskja Tveroyrar Bólt- felag hjartaliga tillukku við 100 ára stovningar- degnum. Ai verja og varða krevur álit og av álitinum kemur styrkin. Álitið á Tveroyrar Bólt- felag hevur sína styrki í teimum 100 árunum, fe- lagið eigur á baki. Tveroyrar Bóltfelag er ikki bert elsta bóltfelag í Feroyum, men eisini elsta ítróttarfelag í Fer- oyum yvirhevur. Fram- fýsni og áræði eyðkendi Tverá bygd um aldar- skiftið og mentannarlív- ið blómaði sum ongantíð áður. Tverámenn vóru sannir slóðbrótarar. Framhaldsskúli, kirkju- lív, málningalist og ikki minst ítróttarlívið breyt sær slóð á Tveroyri. At bóltfelag var stovnað á Tveroyri setti dik á fót- bóltin í Feroyum, og í slóðini frá Tveroyrar Bóltfelag stungu feløg seg upp um alt landið, tá komið var inn í okkara eld. T.B. hevur fram til dagin í dag megnað at hildið felagið høgt í met- um. Fleiri ferðir hava teir vunnið sær Feroya- meistaraheitið og megn- að at hildið sær mong ár í 1. deild. T.B. telist mill- um tey mætu fótbóltslið- ini i Føroyum og hevur virðing millum fótbólts- spælarar úti sum heima. Mangur T.B.'ari hevur spælt á landsliði ímóti útlendingum hesi farnu árini og har fullført sin lut. Sum bygdarmadur er tað við ikki sørt av stolt- leika, at ein longu sum óviti fekk hevi at royna seg á Sevmýri og á sand- inum. Tú lærdi, at fót- bólturin skuldi takast í álvara, verja og álop til rætta tíð og í rettu steðu. Knappa bráðið og snara vendingin vóru av- gerandi; men ikki minst at tú mintist til, at tú vart partur av einum liði, ikki einstaklingur, men ein av mongum. Hetta kom tær væl við seinni í lívinum, bæði á leikvelli og á lívsins stríðsvelli. Tí eitt stríð er fótbólturin — eitt steðugt stríð um málið. Og soleiðis er lívið. Eitt stríð at vinna — og tapa — og aftur at vinna. Tí at stríðast tað er málið. Heiðurin er tykkara í dag, og kenni eg sam- heiður sum fyrrverandi T.B.'ari einaferð at hava verið við til at verja T.B. á vellinum og so í dag sum legmaður at vera verji tykkara á tí ytra vellinum. Atli P. Dam legmaður kad at savnast um Her hava vit nakað at savnast um, her merkir tú týdningin av at vera partur av eini heild - partur av bygdini skrivar Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fóðingardagsheilsu síni til TB á 100 ára degnum. So upprann dagurin, at okkara elsta fótbóltsfelag gjørdist 100 ár. 13. mei 1892 funnu nakrir tverá- menn saman og stovnaðu Tværá Boldklub, sum hann tá kallaðist. Hetta vóru menn, sum í útlond- um høvdu lært hesa nýgg- ju iréttargrein at kenna. Uttan iva hava teir hildið, at hetta fór at verða ein ítróttar sum føroy- ing! ka til sin. Og ræt met! Ræt indangongu- nenr igast at va v is na eitt fótbólt við ongum velli royndum og ongum mótsteðuliði. Men hetta vóru júst eginleikar, sum eyðkendu okkara for- fedrar á Tveroyri Tvøråmenn og tverá- kvinnur vóru undan- gongufólk á so mongum ekjum Felagið hevur hesa fyrstu øldina havt ótrú- liga stóran týdning fyri bygd okkara. Her fór óvit- in hugtikin og forvitin á Sevmýru til fyrsta fót- bóltsdystin. Øtadist yvir tað árin, dysturin hevði á tey vaksnu. Fleiri skiftu jú ham. Her fekk óvitin nakrar fyrimyndir í teim um vaksnu leikarunum, sum seinni hava havt tydning fyri mangan tvør- ådrongin Seinni fór óvitin sjálvur at luttaka í hesum spæli, og nógvar leturnar rann hann aisveittur runt á Sevmýrisvelli uttan at kenna nakað til at keða seg. Gav strembanin úr- slit, so náddi hann kanska at gerast fyrimyndin fyri teir, sum koma aftaná. Sum vaksin og áskoðari hevur tú merkt felags ken- sluna í skapi av gleði ella harmi, alt eftir um úrslitið gjerdist sigur ella tap. Her hava vit nakað at vera saman um, her hava vit nakað at savnast um, her merkir tú týdningin av at vera partur av eini heild — partur av bygdini. Uttan mun til samfelags- áskoðanir = ella aðrar áskoðanir | annars, so standa vit her eksl móti øksl. Mong munnu tey vinar- løg vera, sum eru knytt i Tveroyrar Bóltfelag, og sum hava staðið við. Vin- arbond fyri lívið. Kanska untist tær at fáa álitisstarv í felagnum. Tá kendi tú, at tú ikki bert virkaði fyri felagið, nei her var talan um arbeiði allari bygdini at gagni. Eg vil persónliga siga, at tær fáu letur, ein untist at hava sum aktivur leik- ari fyri TB, eru av stórum týdningi fyri seinni virki títt. Tú kendi tá fyri fyrstu ferð týdningin av at vera partur av einum felags stríði. Gekk væl, so býttu vit gleðina, gekk minni væl, so vóru vit fleiri um at vinna á mis- negdini. Rættar solidari- tetskenslur. Somuleiðis eri eg takk- samur fyri ta tíð, mær untiust at vera aktivur í nevndararbeiði bæði sum nevndarlimur og formað- ur. Tað var, um mangan strævið, ein spennandi tíð. Flestu fólk geva sær kanska ikki far um, hvenn týdning TB hevur havt fyri Tveroyri. Men veru- leikin er, at felagið hevur átikið sær stórar sosialar og sosialpedagogiskar uppgåvur, sum ikki mugu undirmetast. Men her hevur Tvøroyrar Byråd al- tíð dugað at virðismenn hetta arbeiði, sum eisini rætt hevur verið. Eg fari at enda hesa heilsu við at ynskja Tver- oyrar Bóltfelag, nevndini, spælarum, tveráfólki, suð- uroyingum, ja ellum fer- oyingum hjartaliga tilluk- TB hevur átikið sær stórar sosialar og sosial- pedagogiskar uppgávur, sum ikki mugu undirmetast skrivar Jóannes Eidesgaard m.a. ku við teimum 100 árun- um hjá TB. Og vit minnast við virð- ing teir tverámenn, sum gjørdu, at aftur her var Tveroyri á odda, tá brótast skuldi upp úr nýggjum. Jóannes Eidesgaard