Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. mai 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 € Enn cru tríggjar vikur til fyrsta heimadystin i HM -kappingini, ið skal spælast móti Belgia á Svangaskarði. - »Higartil hevur sølan av atgongumerkjum verið góð, og longu nú hava mong tryggjað sær pláss á Svangaskarði mikukvøldid 3. juni, tá dysturin mót Belgia verður spældur,< sigur Børge B. Hansen, næst- formadur i FSF. »Sum er, gongur sølan so mik- ið væl, at fólk helst eiga atskunda sær, skulu tey vera viss í at fáa pláss. Hví eru tey bestu plássini at fáa í Havn- ini, meðan oll tey verru plássini eru at fáa úti á bygd? >Tað hevur nokk sína grund í tí, at vit av fyrst- an tíð hugsaðu, at best mundi vera, um klaks- víkingar sluppu at sita skarð til HM-dystir Sambært FSF gongur sølan av atgongumerkjum til dystin moti Belgia væl, og fólk mugu skunda sær, skulu tey kenna seg viss í at fáa nakað pláss saman, toftamenn sam- an, havnarmenn saman og so víðari, tí ofta kann tað styrkja um uppbakk- ingina, at fólk frá einum plássi sita saman.< Men hóast tað átti ikki at verið neyðugt bert at selt havnarfólki tey bestu plássini, með- an restin var eftir til hini? Tað er nokk rætt, at tey frægastu plássini verða seld í Havn, og tað mistakið eru vit eis- ini keddir av, so tað verður rættað næstu ferð. Men annars ber jú eisini til hjá fólki av bygdatkoma til Havnar at keypa sær atgongu- merki, ella kanska at fáa onkran í Havn at keypa fyri tey, um tey vilja hava pláss fram við langsíðuni.< hj. Nr. 90 — 13. mai 1992 I dag fer eitt ferðalag við fimm fólkum av land- inum við flogfari avstað úr Føroyum fyri at vera við í kappingini um NM í einum bóltspæli, ið kallast boccia. Um tvey ár verður kappingin um NM í boccia hildin her í Føroyum Í dag fara boccia-spælararn- ir Ann Óleyð Sæbúð, Ann í Puntabyrgi og Miriam Rei- nert saman við venjarunum og ferðaleiðarunum Frígerð Sundsskarð og Marjun á Plógv til Finlands at vera við í kappingini um Norður- landameistaraheitið í Fin- landi. Við fyri fyrstu ferð „Hetta er fyrstu ferð, vit eru við í hesi kapping, so vit hava ikki gjørt okkum teir stóru tankarnar um, hvussu úrslitið fer at vera,< sigur annar venjarin og ferðaleið- arin Marjui Plógv við Sosialin. >Fyrst og fremst eru vit glað fyri at vera við, og í fyrsta umfari fara úrslit- ini so at koma í aðru rgð.< Hon sigur fyri Sosial- inum, at kappingin um NM um tvey ár skal verða hildin í Føroyum, og tí hevði verið kærkomið, um hendan lut- tøkan i NM hjá teimum trimum føroysku spælar- unum kundi ment áhugan fyri spælinum, ið er soleiðis vorðið, at øll kunnu spæla tað, eisini tey, ið noyðast at sita. Bkja um áhugan >At vit nú senda fólk til NM í Finlandi, fer helst eis- ini at gera sítt til, at hetta spælið, ið hevur verið roynt í Føroyum síðstu fýra árini, verður ein av teimum ítrótt- argreinunum, vit kunnu satsameira uppá í ISB,< sig- ur Marjun á Plógv. Sum sagt fara teir triggir spælararnir við tveimum venjarum og ferðaleiðarum avstað úr Føroyum til Dan- markar í dag, og verður so farið víðari til Finland fríggjadagin, har kappingin verður hildin í býnum Pori á finsku vestursíðuni. Kapp- ingin endar sunnukveldið, og eru føroysku spælararnir aftur í Føroyum mánadagin. hj. Mergjadur fótbóltur Eiðismenn høvdu ikki nógu at bjóða uppá á Krossinum leygardagin, sum sumbingar vunnu fult uppiborið 4-0 Sumba-EB 4-0 (3-0) 1-0: Marlon Kjærbo 2-0: Eirik Joensen 3-0: Eirik Joensen 4-0: Eirik Joensen Sumbingar vóru uppsettir til dystin leygardagin móti EB, eftir at teir síðsta vikuskiftið máttu lúta fyri leirvíking- um. Hetta sást í hvussu er á stríðsandanum og ti fram- fýsna spæli, sumbingar har suðuri løgdu út við hesa ferð. Tá fyrri hálvleikur var av, var dysturin longu vunn- in við teimum trimum mál- unum, 13 komin vóru, og at bert eitt kom aftrat í seinna, botnaði helst eins nógv í vantandi mótstøðu frá EB sum í nøkrum ødrum. Einasta lótan, nakað veiggj og serligt spæl var í eiðismonnum, var eina løtu í fyrra hálvleiki, men annars tóktust teir ikki hava ta stóru trúnna á seg sjálvar, og av tí sama spurdist kanska heldur ikki hesaferð so nógv burtur úr. Hinvegin var sumbiar- spælið á góðari leið í fyrra hálvleiki, serliga eftir at Marlon Kjærbo hevði sett hol á við einum góðum langskoti, sum EB-málverj- in ikki megnaði at halda. Hinum trimum málunum stóð Eirik Joensen fyri. Fyrst, tá hann fekk skot á bóltin inni í brotsteiginum hjáeiðismonnu. Harnæst, tá hann fekk fatur á einum frí- sparksbólti inni í feltinum, sum hann við høvdinum snittaði inn um málverjan. Og so, tá hann loksins tók ímóti og sendi í meskarnar, eftir at Edni Poulsen hevði fingið fatur á bóltinum aft- uri á baklinjuni og sent inn fyri málið. Umframt málini høvdu sumbingar eisini fleiri rætti- liga upplagdar málkjansir, eitt nú tvinni skot á steng- urnar í fyrra hálvleiki, so einki skeivt hevði verið í, at sumbingar vunnu hendan dystin enn meira. (hj.) MOTOROLA LMR-telefonir Søla & tænasta H.J. Michelsen Handan Á 6, Tórshavn tif. 14414 - fax. 18045 VE SS Sø m— ÓU SAT ÁÁ UA