hósdagur 14. mai 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 14. mai 1992
Tveyára gomul
— 82
illa bítin av hundi
Ein knappliga tvey ára
gomul genta varð illa
hundbitin í Skúvoy
leygardagin. Gentan, sum
ikki er úr Skúvoy, var og
ferðaðist.
Har hon búði, húsaðist
eisini ein átta ára gamal
hundur, sum er plágaður
av gikt. Gentan hevur
spælt við hundin og uttan
iva hevur hetta verið ov
harðligt, tí knappliga bítur
hundurin hana í andlitið,
sigur sýslumaðurin Heima
á Sandi.
Gentan var illa bitin í
andlitið, hon fell sjey sár,
harav tvey vóru so djúp, at
neyðugt var at seyma.
Heimasjúkrasysturin í
Skúvoy kom beinanvegin
á staðið og síðan varð
gentan flutt til Sands, har
sjúkrabilurin stóð fyri
henni. Doktarin Heima á
4
Túrurin hjá smágentuni endaði ikki væl í Skúvoy
Sandi hugdi at gentuni og
hon varð síðan flutt á
skaðastovuna á landsjúk-
rahúsinum.
Men tá gentan var leys
av sjúkrahúsinum fekk
hon fepur og varð innaftur
løgd, sigur sýslumaðurin á
Sandi.
jústinus
Fullir suðringar
Tiknir fyri rúsdrekkasigling
HR)
Sunnukvøldid fór politiid í
Sandoynni, út í Stød,
Heima á Sandi, tí boðað
var frá, at tveir fullir
manns vóru komnir við
einum seksmannafari. Teir
settu upp Heima á Sandi,
tí mjørki kom á teir.
Politiið hevði áðrenn
fingið fráboðan um at
tveir ungir manns 29 og
31 ára gamlir vóru farnir
av Tvgroyri við einum
seksmannafari, ein ball-
ingartúr. Mennirnir vóru
druknir.
Politiið í Sandoynni tók
báðar mennimar og lækn--
in tók blóðroynd av
teimum. Bert ein
persónur kann sova rúsin
út í brummuni á sýslu-
skrivstovuni. Tí var
neyðugt at leiga eitt kamar
á hotellinum, til annan
mannin. Mánadagin fóru
mennirnir aftur til
Suðuroyar.
Mennirnir eru nú skuld-
settir fyri at sigla fullir.
Teir kunnu verða ákærdir
eftir sjólógini ella lógini
um "rlig beruselse" og
her er revsiramman upp til
tvey åra fongsul.
jústinus
30.000 krónur
horvnar úr bili
Ein maður í Sandoynni er í hesum døgum 30.000
krónur í reiðum peningi fátækari. Fríggjadagin
millum klokkan 13:30 og 15:50 eru 30.000 krónur
stolnar úr einum bili í Sandoynni.
Peningurin lá í einum brævbjálva á instrument-
brettinum og maðurin hevur gjørt ørindi bæði i
Skopun og Heima á Sandi, hann veit ti ikki hvar
peningurin er horvin
jústinus
Smálomb
Yvirkoyrd
Fleiri smálomd lata liv í ferðsluni. Seinastu dagarnir
eru trý smálomd yvirkoyrd í Sandoynni. Eitt í
Skopun, eitt í Húsavík og eitt í Skálavík. At
smálomb verða yvirkoyrd hendir á hverjum árið og
tað ger ikki støðuna betri, at onki hegn er fram við
vegunum, sigur sýslumaðurin í Sandoynni.
justinus
Á uppboðssóluni
Prisurin
lækkar
Tridja hvør last hjå
hvørjum einasta is-
fiskaskipi undir Før-
oyum skal seljast
gjøgnum uppbodsøl-
una og i april månad
Mcðalprísurin fyri
apríl var 8,72 kr. fyri
mars var hann 9,13 kr.
Húkaveiddi fiskurin
hevur munandi betri
prís enn trolveiddi.
vórðu 60 selur av-
greiddar.
Nøgdin var góð
2400 tons til eitt virði
av góðum 21 milli-
ónum krónum. Og
miðalprísurin er lækk-
aður í mun til mars.
Miðalprísurin fyri
húkaveidda fiskin var
10,37 kr. meðan
meðalprísurin fyri
trolveiddan fisk var
7,33 kr.
jústinus
Lættur klassiskur
tónleikur
Dýra Biðjudag verður
konsert í Havn og sunnu-
dagin í Klaksvík. Tríggir
av okkara fremstu tón-
leikarum, fiólspælarin
Monika Stauss Joensen,
floytuspælarin Ernst
Sondum Dalsgarð og
pianisturin Jóanes And-
reassen hava tikid seg
saman i eina trio. Fyrsta
konsertin verður í
åtvarpshøllini Dýra Biðju-
dag klokkan 16:00 og
seinna verður í býráðs-
høllini í Klaksvík sunnu-
dagin klokkan 16:00.
Skráin hjá trioini er
fjølbroytt og létt, við
frískligum tónleiki eftir
Carl Stamitz og Friedrich
kublau, har trioin er full-
mannað.
Ahoyrararnir fáa eisini
høvi at lýða á tvey onnur
verk, har ávikavist floytan
og violinin spæla einleik.
Annað verkið er væl-
umtókta vársonatan hjá
Beethoven, meðan hitt er
Fantasi hjá Gabriel Fauré.
Konsertfelagið skipar
fyri.
jústinus
Trioin, Monika Stauss Joensen, Ernst Sondum Dalsgarð og Jóanes Andreassen