hósdagur 14. mai 1992síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 91 — 14. mai 1992
Dagin eftir i Bukarest:
»Faroe football
— no good!«
Síða 15
Eitt 7-0 tap er eisini við til at seta Føroyar á heimskortið
Hóast Rumenia sum heild
er sera fátækt, so er hev-
uðsstaðurin Bukarest ikki
nakar fátæksligur býur.
Har er nógv at hyggja at.
Katólskar kirkjur, forn-
minnissevn og seguligir
bygningar. Fátækum fólki
og biddarum er heldur
ikki meira av í Bukarest
enn í eðrum eðrum europe-
iskum stórbýum.
Einasti munur, tann
ferðandi leggur til merkis
millum Bukarest og vest-
urlendskar býir, er, at as-
falt ella brúgvarsteinar
ikki eru á ellum vegunum,
at handlarnir ikki hava so
stórt úrval og at getuljós-
ini verða slekt tíðliga í
stórum parti av býnum.
Tað einasta, sum býur
einum ímóti, eru tveir
veldugir bygningar, Ceau-
cescu læt byggja, eftir at
hann hevði givið ordrar til
at ríva eina stóran part av
gamla býarpartinum nið-
ur — harímillum fleiri ald-
argamlar kirkjur. >Sigur
sosialismunnar<, kallast
hesar veldugu, ovurhonds
dýru betong-borgir. Tað
einasta orð, tær kemur í
hug fyri at lýsa tað er —
perverst
Blítt fólk
Hóast ferðafólkastreym-
urin til tey fyrrr so aftur-
latnu eystanlondini ektist
sera skjótt, so eru fram-
vegis fá, sum fara til Ru-
menia. Men tey, sum fara,
verða sera væl móttikin
av fólkinum. Eg tosaði við
nakrar sviar á hotellinum
har eg búði, sum høvdu
ferðast í landinum í nakr-
ar vikur. Og teir høvdu
ongantíð upplivað slíkan
blíðskap sum tann, teir
hevdu mett hjá tí fátæka
fólkinum úti á landinum í
Rumenia. Tað er eisini
nakað, sum teir feroying-
ar, sum hava verið í
Rumenia við klæðum, vita
at siga frá.
Men bukarestbúgvar
eru eisini sera fyrikom-
andi. Og skalt tú koma í
samband við teir er tað —
sum so nógva aðrastaðni
— best at fara á eina øl-
stovu.
Góðar øl!
Ølirnar, teir skonkja í
Bukarest, eru øl, ein kann
finna seg i. 0,75 litur!
Gløsini eru tjukk og
ostortlig. Ofta við rivum í.
Serliga rein er tey heldur
ikki. Men tað verður ikki
tikið so tungt. Har eru
bara mannfólk á elstovun-
um...
Tað er dagin eftir dystin
millum Rumenia og Fer-
oyar. Eg eri komin í prát
við Daniel, ein ungur mað-
ur sum livir av at veksla
pengar á gøtuni.
Hann er ikki serliga
stinnur í enskum, so tosið
gongur heldur striltið. So
tá hann spyr hvaðani eg
eri, tími eg ikki undir at
forklára honum, at eg eri
úr Feroyum. Eg sigi í
staðin — sum ferðandi fer-
oyingar tíverri ofta gera
— at eg eri úr Danmark.
Hann greiðir mær so
frægt hann kann frá um
Rumenia, um politisku
broytingarnar, sum verið
hava, um Bukarest — og
kemur so inn á liðið Steua
Bukarest. Fótbóltsfelag-
ið, sum herurin eigur, og
sum tí hevur ráð at hava
dýrar spælarar og venjar-
ar.
Spyr um eg sá dystin í
sjónvarpinum kveldið
fyri. tá Rumenia og Føroy-
ar spældu á stadion hjá
Steua Bukarest.
Jú, eg hevði sæð hann.
Hevði verið á stadion.
Hann gerst eldhugaður.
— Rumenia very good,
he? Balint three gol —
very good rumenia fott-
ball, he?
Faro — no good
Og so fer hann undir tað,
sum eg ikki tímdi fyri letu
síðani: at greiða frá um
mótsteðuliðið hjá Rumen-
ia. Um Feroyar...
— Faro football no
good. Faro small, small
country — no good for
football.
Hann visti eisini at siga
á leið hvar Feroyar vóru,
og at tað vóru nakrar
oyggjar.
Daniel helt — av rettum
— lítið um avrikið hjá fer-
Høvudsborgin í „Sigri
Sosialismunnar«, sum
Ceaucesco læt byggja.
Ein tann størsta og dyr-
asta borgin í Europa — í
einum ti fátækasta land-
inum
oyska liðnum. Men buka-
restbúgvin visti, takkað
verið dystinum, at Feroy-
ar eru til.
EM
Vit, sum av fyrstan tíð
vóru ímóti, at Feroyar
fóru upp í altjóða fótbólt,
vóru m.a. bangin fyri, at
onki uttan stórtap fór at
spyrjast burturúr.
Tann óttin varð gjørdur
til skammar í EM-undan-
kappingini.
Harafturat fingu Feroy-
ar bæði nógva og positiva
umtalu i útlendskari
pressu. Vit »komu á
heimskortið< í hugaheim-
inum hjá nógvum fólki.
Og so fingu feroyingar
endiliga nakað, vit kundu
vera samdir um — og
stoltir av.
EM-luttekan var væl-
eydnað, bæði so og so.
Øll umtala er góð
Sjálvandi er umtalan av
Feroyum ikki so nógv eft-
ir at vit hava tapt 7—0,
sum eftir at vit hava
fingið eitt gott úrslit. Og
tann umtala sum er, er
fyri ein stóran part nega-
tiv. Eitt úrslit sum hetta
seinasta fær nógv at
halda, at eitt land sum
Feroyar skal halda seg
burtur frá altjóða fótbólti.
Men tá menn á eini øl-
stovu í Bukarest standa
og tosa um hvussu vána-
ligir føroyingar eru i fót-
bólti, so vita teir, at vit
eru til! Tað vistu teir ikki
fyri stuttari tíð síðani.
Og at fólk frættir um
Feroyar kann ikki vera
annað enn positivt fyri
okkum. Tað ger ikki so
nógv um tey eisini vita, at
vit ikki eru heimsins
bestu í fótbólti.
Vinna, bert vit
eru við
Taparar í ítróttarkapping-
um nýta ofta floskulin
um, at tað týdningar-
mesta ikki er at vinna,
men at luttaka — mangan
fyri at fjala út yvir at teir
eru harmir um, at so illa
gekst.
Men spurningurin er,
um hetta ikki er fult og
heilt galdandi fyri okkara
landslið. Bókstavliga tal-
að.
Tí hver einasti dystur,
uttan mun til um vit tapa
ella vinna, er við til at seta
okkum á heimskortið. Og
gerast tapini ov nóg og ov
stór og umtalan ov nega-
tiv kunnu vit — ið hvussu
er í nekur ár afturat —
afturvísa tí við at siga, at
vit eru við fyri at læra.
Inntil okkara »lærutiå«
um nekur ár kann sigast
Hóast vit taptu 7—0, so
visti Daniel á myndini
omanfyri meira um Fer-
oyar eftir, enn undan
dystinum
at vera farin, kunnu vit ró-
liga fegnast um, at ell um-
tala, Feroyar fáa í sam-
bandi við landsdystirnar
er við til at siga fólki, at
vit eru til.
Og umtalan verður ikki
minni tá vit fara at spæla
heimadystir í Feroyum,
og útlendsk tíðindafólk
koma hendanvegin. Úr
londum við stórari keypi-
orku.
Tað er nakað sum kann
— ella átti at kunna! —
brúkst av eitt nú fiskaselu
og ferðamannavinnu.
Somikið meira kann ein
bara argast inn á, at tað er
Shell og ikki Fiskaselan,
sum stendur á bringuni og
rygginum á okkara spæl-
arum
Sjúrður Skaale