hósdagur 14. mai 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Framhald av síðu 12
Men tað skal ganga
og tað gongur. Henda leið
fram er rett, og hon er
positiv, og hon kemur at
gera sitt til at venda
samfelagsbuskapinum, og
hon kemur at lofta teim-
um skerjingum i timatal-
inum i fiskivinnuni, sum
hava orsakad av
rationaliseringum framd-
ar fyri einum 2 árum síð-
verið
anl.
Onnur fiskasløg
Um veiðu
fiskasløgum
Thomas Arabo:
— Hyggja vit at ødrum
fiskasløgum, sum vit
kunnu fiska sjálvir, so
eigur at verða nevnt, at
vit gjørdu tær fyrstu
royndirnar í fjør við at fáa
makrel í land í Feroyum.
Hesar her roeyndirnar
eydnaðust væl, og
útviklingurin
ødrum
segåi
eftir
tann
kemur at
halda fram nú í summar,
og útlit eru til eitt veruligt
framlop si framleiðsl-
uni kemur antin í heyst
ella 1 seinasta lagi næsta
heyst. Hetta kann koma
at skapa eitt meirútflutn
ingsvirði í 1993 uppá eini
100 mið. kr
Djúpvatns-
fiskasløg
Royndir vid djupvatns-
fiskasløgum eru gjørdar i
vetur, og hava hesar givið
eitt rættiliga gott úrslit
og verða sostatt eitt fitt í-
skoyti til ávís virkir og til
fiskiflotan hjá okkum.
Sildafiskiskapurin byrjar
nú í mai mánaða. Í ár eru
útlit fyri, at ein partur av
sildini verður virkaður á
landi — ikki so nógv, men
kanska nekur 1.000 tons
— og eru virkir og fyritek-
ur í ferð við at royna at
finna sær ein marknað fyri
hesa framleiðslu. Hetta er
ikki lætt, men tað sær út
til, at teir meta, at hetta
ber til
Barentshavið
Fyrireikingar verða nú
gjørdar til at fara undir
vinnuliga framleiðslu
burtur úr tilfeinginum,
sum fiskað verður eysturi
í Barentshavinum, og tær
fyrstu royndirnar hjá
Beinir í Irmingerhavinum
við at fiska og framleiða
burturúr tí kongafiskatil-
feingi, sum har er, hava
higartil hepnast væl.
Framleidda veran er
ætlanin at viðgera víðari í
Feroyum, so har verða aft-
ur nekur arbeiðspláss úr
egnum tilfeingi. Komandi
verður er so ætlanin, at
báturin skal fara á svart-
kjaftaveiðu, og er egiliga
spennandi at vita, um tað
stersta tilfeingi, hetta
samfelagið kanska eigur,
kann koma til heldar og
meguliga fáast til meirvið-
gerð her í landi.
Svartkjafturin
Japansku royndirnar við
Føroyar eftir svartkjafti
og viðgera hann eru lidnar
á hesum sinni, og úrslitini
hava verið góð hvat fram-
leiðsluviðurskiftunum
viðvíkur, fiskaríið
hevur, vera man,
verið smáligt. Hetta er
ringasta tíð, men teir
koma aftur, og uppá
sikt kunnu vit
vænta ein positivan út-
vikling í einum samstarvi
við teir. Ætlanin er so
sjálvandi at fáa teir at
fara inn í vinnu á landi.
Farið verður nú eisini
undir víðkaðar royndir
eftir nýggjum fiskasløg-
um, og kemur hetta vón-
andi at skapa fyritreytir
fyri meiri virksemi í land-
inum.
men
sum
longri
Mazda 929
Koyrt 40.000 km — til sølu.
Tlf. 15958
Aflysning af
tvangsauktion
Tvangsauktion over matr. nr. 691 a,
Tvøroyri beliggende Tvøroyri, (AS 613/
91) (j. nr. 910233) berammet til
torsdag den 04. juni 1992 kl. 11.00
aflyses herved.
Færøernes Fogedret,
den 11.05.92
Ole G. Olesen
dfm.
Skopuningur vitjar
vinarby í Israel
Nr. 91 — 14. mai 1992
Herfyri var bygdarráðsformaðurin í Skopun, Herman Winther á vitjan í Gan-
Raveh, vinarbýi Skopunar í Ísrael. Hetta var fyrstu ferð, at umboð fyri Skopun
vitjaði vinarbýin. Tað var í fjór, at bygdarráðið einmælt samtykti at fáa ein
vinarbý í Ísrael og at senda umboð at vitja býin. Herman Winther, sum júst er
afturkomin úr Ísrael, hevur latið okkum hesa fråsøgnina frá vitjanini:
Vinarbýur okkara eitur
Gan- Raveh og er tað 1
tími at koyra til hann frá
Jerusalem við bussi, og
hann liggur við strondina
út til Meðalhavið.
Navnið Gan- Raveh,
merkir vatnríkur urta-
garður, sum er navngivin
útfrá Jeremias 31,12.
Tá vit komu til Jerusa-
lem, ætlaðu vit at halda
frí, men vit vóru ikki meir
enn komin har, tá Hanna,
dóttir Essa og Lydiu Arge
kom á hotellið, har vit
búðu, og bjóðaði okkum
ein túr í býin. Hon, maður
hennara og bernini komu
við okkum í býin, og vístu
okkum runt í Jerusalem,
og greiddu frá um tað,
sum vit sóu har, bæði í
gamla og nýggja býar-
parti, og var tað sera
áhugavert. Hon arbeiðir
sum operatiónssjúkra-
systur har. Tey vóru sera
blíð við okkum og seinni
um kveldið, vórðu vit
bjóðað heim til tey. Vit
vóru ógvuliga glað fyri
tað hjálpsemi og tann blíð-
skap, vit mettu frá teim-
um.
Síðan fóru vit til Eilat,
sum liggur við Reyðahav-
ið. har var ein stór kon-
gress, og dálking av um-
hvervinum var hevuðs-
evnið har. Fleiri hundrað
fólk vóru mett har, og var
tað har vit hevdu avtalu
um at meta borgarstjóra-
num fyri vinarbýin Gan-
Raveh, og vóru vit boðin
Herman Winther handar borgarstjóranum í Gan Raveh, Sclamo Elimeleh
føroyska flaggið í gávu
til ymiskar útferðartúrar
har. Millum annað vóru
vit ein siglitúr í Reyða-
havinum í einum báti við
glasbotni, so vit kundu
síggja fisk og annað livan-
di á havbotninum.
Tá vit komu aftur úr Ei-
lat, komu aftur Hanna við
fam. og bjóðaði okkum ein
biltúr til Norður Ísrael, og
steðgaðu vit millum ann-
að við Genezareth vatnið,
og síðan vístu tey okkum
nógv annað áhugavert.
Vinarbýarstevnan bleiv
hildin við at føroyska og
ísraelska flaggið, vóru
sett á stong. Síðan bleiv
undirskrivað eitt vinar-
bandsskjal ímillum Skop-
un og Gan- Raveh. Borg-
arstjórin í Gan- Raveh eit-
ur Sclomo Elimelech, og
hann, konan og býráðslim-
irnir vóru sera beinasamir
at vísa okkum runt, og
fingu vit eisini gott at eta
frá teimum.
Gan Raveh er saman-
settur av 8 býlingum, ein-
um kibbutzi og 7 moshav-
um. Hevuðsvinnan hjá
teimum er appelsinir, ci-
trónir og aðrar citrus-
fruktir. Eisini útflyta teir
blómuleykir.
Annars hevdu teir eisini
Herman Winther, bygdarráðsformaður í Skopun greiðir starvfelaga sínum í
Gan Raveh frå um Føroyar
hønir og kalkunir, bæði til
egið brúk og útflutnings.
Landslagð var fruktagott.
Heim við mær havi eg
heilsu til hond- og fótbólts
áhugaði um samarbeiði.
Eisini hevdu teir eitt
sangkór og musikkskúla.
Tá vinarskjelini blivu
undirskrivað, undirstrik-
aðu teir, at teir ynsktu eitt
samarbeiði í framtíðini, ið
bleiv teirra býi og okkara
bygd at gagni. Hesin býur
er vinarbýurin hjá Skop-
un.
Vinarbýurin hjá Tver-
oyri eitur Atlit, og har
vóru vit eisini. Hátíðar-
haldið bleiv hildið í báðum
býunum, og vóru vit við
til alt í felag.
Hesin túrur vísti okk-
um, hvussu dugnaligir ís-
raelsmenn eru til at út-
nytta alt, og hvussu
dugnaligir teir eru til at
fáa burtur úr øllum. Vit
hava sanniliga nakað at
læra av teimum. Teir hava
ógvuliga langan arbeiðs-
dag.
Nú er bert eftir hjá okk-
um at byrja eitt samar-
beiði við teir, sum teir
hava ynskt, og samstund-
is vilja vit ynskja at Harr-
in má signa hetta sam-
starv millum Feroyar- Ís-
rael.