Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 t så AN Nr. 91 — 14. mai 1992 Síða 13 Tummas Arabo, landsstyrismadur å landsstevnu javnadarfloksins Gott iskoyti at innflyta fisk at tilvirka Try virkir fara burturav at arbeida innfluttan fisk Í fjør innfluttu vid millum 3 og 4.000 tons av fiski, men Tummas Arabo, landsstyrismadur roknar vid, at nøgdirnar av innfluttum verða fýra ferðir so stórar i ár Viðvíkjandi fiskivinnu- virkjum sum heild er at siga, at tá vit gjørdu sam- gongusáttmálan avtalaðu vit at skerja fiskastovnar- nar nakað fyri at lætta um trýstið á fiskastovnarnar, men vit avtalaðu ongan- tíð, at talið av virkjum, sum skulu framleiða burt- urúr fiski, skuldu mink- ast. Hetta var við vilja. Men hetta ger so tað, at tá ov lítið er til av ráveru innanfyri okkara egnu kvotaskipanir, má rávera skaffast aðrastaðni frá. Í fjør innfluttu vit til- samans eini 3—4.000 tons av fiski, og varð hetta eitt fitt ískoyti. Í ár er higartil komið sama tonsatal. Ein partur er komin inn sum feskur fiskur, sum vit hava keypt frá útlendsk- um trolarum. Hin partur- in er so frystur fiskur. Tann framleiðsla, sum fæst burtur úr hesum fiski, verður sostatt so- kallað »dupultfryst pro- duktir<, og hesi produktir mugu seljast uttanfyri EF fyri at vit kunnu gera tað í kapping við aðrar. Hetta er heldur ikki sum at siga tað. Royndin í fjør gjørdi tað, at vit fingu ávísa erfaring í at viðgera henda fiskin, og ávísir feil- ir vórðu gjørdir, so grund- arlagið fyri at økja um hesa framleiðslu er til staðar í ár. Tað hevur víst seg, at tað ber til at fáa eitt sindur burtur úr inn- fluttari, frystari ráveru, men tað hevur eisini víst seg, at skal man arbeiða við hesum tilfeingi, so mugu virkini burturav ar- beiða við tí. Tað nyttar einki at blanda frystan og feskan fisk saman. Á Bacalao gera teir tað, at teir arbeiða frystan fisk um kveldið og feskan um dagin. Bankarnir eru nú í gongd við at umleggja ávís virkir til bert at ar- beiða frystan fisk, og vit í landsstýrinum royna eis- ini at gera okkara ávirkan galdandi fyri at fáa nøkur virkir burturúr framleiðsl- uni av okkara kvotafiski. Eg rokni við, at innan árs- lok eru eini 3 virkir burt- urav blivin frystfiskavirk- ir. Hetta er ein góð gongd, og skal eg meta um tær negdir, sum verða inn- fluttar í ár at virka burtur- úr uttanífrá, vildi eg mett, at eini 15.000 tons komu, og verður hetta eitt fitt í- skoyti til virksemið innan hevuðsídnaðin. Nýggir marknaðir Men her eru eisini trupul- leikar. Tað er ikki bara at siga tað at finna nýggjar marknaðir alla somlu tíð- ina, og at útbyggja marknaðir. Tað tekur sína tíð, og vit eru inni á heilt nýggjum og púra ókend- um økjum. Tann gamla mentalitetin um, at nú skulu vit tjena nógvar pengar skjótt, vit skulu hava stórar nøgdir igjøgn- um osfr., honum mugu vit sleppa. Vit eru noydd at fara inn í ein ídnaðar- mentalitet og erkenna, at ein marknaður fyri eini 3—400 tonsum er eisini ein marknaður fyri okk- um. Vit mugu halda uppat at tonkja í nógvum 1.000 tonsum osfr. 4 ár heldur enn 15 Men strukturbroytingar- nar í fiskivinnuni eru ógv- usligar, og eg trúgvi, at verða vit í Tinganesi í 3 ár afturat, haldi eg at eg kann lova, at fiskiidnadur- in á landi er púrasta koll- veltur í mun til 1991, tá vit tóku við. Ein kollvelt- ing, ið átti at brúkt eini 15 ár um, hon kemur kanska innanfyri 3—4 ár. Hetta má skapa brótingar í sam- felagnum, men kósin, vit hava lagt, er rett, hon skal haldast, og hon verður hildin. Tað sær kanska eitt sindur ógvusligt út í letuni, at nógv skip og virkir fara fallit. Hetta hevur sína forkláring í, at nógv av okkara amboðum hava verið rikin óratio- nelt, virkini eru ov dýr, amboðini, sum vit arbeiða við, eru sum heild alt ov dýr í mun til hvat okkara kappingarneytar hava. Men alt fær ein enda, og tað fær hetta nokk eisini, og vit koma nokk at yvir- liva, sjálvt um tað sær eitt sindur buldrasligt út í let- uni. Men grundhugsjónin er at fáa primervinnuna upp á pláss. Áðrenn vit hava fingið tað í ordan, kann ein ikki lova nakran mun- andi bata í teimum sekunderu vinnunum, t.v.s. tænastuvinnunum og tí avleidda ídnaðinum, sum hongur uppii fiski- vinnuni. Royna at fåa avtalu vid USA Okkara handilsvidurskifti vid útlond eru í stórum broytingum. Vit hava frá 1. januar ein sáttmála við EF, sum skuldi givið okk- um ávísar fyrimunir. Har eru eisini ávísir byrjunar- trupulleikar, men sáttmál- in sær út til at virka rætti- liga væl nú. So tey tingini mugu metast at vera kom- in upp á pláss, í hvussu so er fyri eina tíð. Samstund- is hava vit samráðingar við EFTA-londini at fáa líknandi avtalur um betri handilssamband. Vit hava biðið uttanríkismálaráðið í Keypmannahavn kanna, um vit eisini kunnu fáa nakra avtalu við USA, sum ger tað lagaligari at handla tann vegin. Tað er av avgerandi týdningi eft- ir mínum tykki, at USA- marknaðurin ikki viknar meira, men at hann heldur hin vegin styrknar, at vit fáa meiri framleiðslu yvir tann vegin. Tað er ein av teimum marknaðunum, sum ikki setir treytir fyri uppruna av tí fiski, vit framleiða burturúr. Ein partur av fiskinum er komin sum feskur fiskur frá útlendskum trolarum. Mynd: Kalmar Fleiri kundu farið i oljuvinnuna Sum vera man nam Tummas Arabo eisini vid møguleikarnar i oljuvinnuni. Hann segði, at nógv hevur verið tosað um hesa vinnu, serliga upp undir valini. Møguliga verður framtíð í hesi vinnu fyri Føroyum, men tað verður upp á longri sigt. Ti er eisini vert at hjálpa føroy- ingum til útbúgvingar innan oljuvinnuna. Tummas Arabo segði, at teir, sum higartil eru útbúnir, hava fingið tilboð um arbeiði í Norðsjó- num, men enn eru teir ikki mangir, sum higartil eru farnir at útbúgva seg. Tað harmaðist lands- styrismadurin um. Ein orsøk er helst, at arbeiðið í danska partinum er lagt soleiðis til rættis, at neyðugt er at búgva uttanlands. Landsstýrismað- urin segði, at roynt verður at fáa arbeiði í norska og enska partinum. Hann vónaði, at hetta fór at bera til, soleiðis at teir føroyingar, sum fara at arbeiða har, kunnu búgva í Føroyum. Eins nógvir banka- menn sum fiskimenn -Ein onnur vinna, sum ein ikki hoyrir so nógv um, men sum er við at taka seg upp, er útlendskt bankavirksemi, segði Tummas Arabo og helt, at hesum skuldi einki verið í vegin fyri. -Í Føroyum hava vit nærum eins nógvar bankamenn sum fiskimenn, og ein av banknum arbeiðir á altjóða stødi og vann á hesum øki í fjør 17 milliónir. Eitt gott ískoyti, segði landsstýris- maðurin. Meira arbeiði til skipasmiðjurnar -Síðsta ár gjørdu vit nógv fyri at skapa betur fyritreytir fyri skpasmiðjuídnaðinum, og skipa- smiðjurnar høvdu sáttmálar, sum tær samråddust um, men uttan mun ul hvusssu góðar fortreytir landsstýrið kundu útvega teimum, sá ikki út til at áhugin fyri at byggja skip í Føroyum er stórur, segi Tummas Arabo. Hinvegin hevur virksemi á landsins størstu skipasmiðju - á Skála - verið rættiliga stórt, og åtlitini tykjast eisim rímiliga góð, um samráðing- arnar við Rusland um umbyggingar og umvæl- ingar, koma upp á pláss, segði landsstýrismaðurin og legði aftrat, at trupulleikin er at fáa kontant gjald fyri arbeiði, men í hesum sambandið er landsstýrið uppi í at hjálpa til.