Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1992síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

So ofta hevur stríðið hart staðið við gnýði í Gundadalspark. Væl T.B. hevur gingið, meðan hinir hægst fingu eitt straffispark. Tí T.B. hevur vunnið og vinnur væl enn bæði norðingar, fransar og eingilskmenn. stendur í eini gamlari T.B.- vísu frá 1913. Seinni komu V.B. og K.Í., sum eisini komu at fáa stóran týdning fyri føroyskan ítrótt, og sum T.B. hevur havt góða sam- vinnu við igjøgnum árini, og ikki at gloyma Mið- vingar, sum eisini hava skrivað navn sítt við gull- stavum í segubók T.B.'s og harvið í ítróttarsegu Føroya. Men øll tey fyrstu årini og væl enn tann dag i dag — 80 år aftan å stovnan- ina — eru tad T.B. og H.B. sum lika sum geva nerv- unum ein ekstra spenning, sjálvt um T.B. er dragnad og HB. er i serklassa. Seinast av teimum liðum, sum eru mest kend í segu okkara, er B36. Í 1939 ger T.B. sum fyrsta feroyska felag út- ferð til Íslands, og sjálvt um ítróttarúrslitini ikki vóru tey bestu, vóru T.B.- ararnir fagnaðir sum vinir og frændir, og tá ið ferða- leiðari P. M. Dam, sáli, helt reður sínar á ís- lendskum, vildi fagnaður- in ongan enda taka. Tann veruliga samvinna við ís- lendskan fótbólt er soleið- is komin í lag av T.B.'s áv- um. So kom veraldarbardag- in, sum gjerdi, at nógv av tí unga fólkinum bleiv heima, fótbóltsfelog stungu seg upp á nærum hverjum tanga, bara í Froðbiar sókn vóru 3 feløg fyri uttan T.B. Mangur góður dystur bleiv spældur, og bretar, sum eru upphavsmenn til bóltspælið, legdu nú rættiliga í vaðið, og mang- ur minnist til rokdyst á Sevmýru. Venjingardystur á Sevmýri 2. páskadag TB lið fyrst í 30-unum Í 1943 spælir T.B. seg fram til finaluna um fer- oyameistaraskapin og skulu teir spæla ímóti Miðvingum. Hesir dystir — tí tað blivu fleiri — eru nógv umtalaðir í gerðabók T.B.'s. Skaldið Pól F., sáli, sigur soleiðis: T.B. teir sigur av Suður- oyingum bóru, sterkastir norðanfjerðs Miðvingar vóru. Vandir av bretum eru teir reystu hildnir at vera Føroya- lands bestu. Tá mundi T.B. sín dugna- skap sýna, um longi og langt máttu Miðvingar dvína. Vóru T.B.-ararnir væl fagnaðir í 1932 aftan á sig- urin av Bulldog, varð tað ikki gjert minni burtur úr Feroyameistaraskapinum í 1943. Aftan á mangar umdystir máttu Miðving- ar dvína. Sangurin sigur: Við einum máli, tað var ikki nógu, men fyri Feroyingum bar tað prógu, at enn dugir T.B. at stríða. Veitsla í Klubbanum og oll bygdin fagnaði T.B., tá ið teir við »Nellie« komu siglandi inn eftir fjørdin- um við steypinum í húnar- hátt. Borgarstjórin P. M. Dam helt fagnaðarreðu, og hurrárópini hoyrdust fyri hetjunum, sum enn einaferð bóru steypið heim til Froðbiar sókn. Sjálvt um kríggj er ó- hugnaligt, merktu vit ikki so nógv til tað, men fót- bólt fingu vit nógv av, tað vóru dystir, sum minst verður aftur á tann dag í dag. Serliga dysturin har bretska úrvalsliðið, sum hevði vunnið øll onnur lið í Feroyum, kom suður fyri at ryona at basa T.B. á Sevmýrsvellum. Hetta eru dystir sum ikki kann komast utt- an um og sum koma at geva T.B. heiðurspláss í ítróttarsegu Feroya, hver ið so enn kemur at skriva hana. Aftan á kríggsárini hev- ur gingið bæði upp og nið- ur, sum nú einaferð er við elium felagslívi. Í 1948 er T.B. í seinra lagi við tilmeldan til landskappingina, og ger Í.S.F. av, at T.B. hetta árið skal spæla sum meðaldeild, eitt myrkt blað í segu okkara, men ikki myrkari enn so, T.B. bjóðar ellum meistara- deildarliðunum at spæla í- móti sær, og smyrja vit tey av, og gerst T.B. fer- oyameistara í meðaldeild- ini í 1948, og væl fyri- reikaðir til kappingina vinna somu spælarar meistaradeildina í 1949. Aftan á mangar góðar dystir vinnur H.B. í fyrsta umfari, men við tað at tað prógvast, at linjumenninir til avgerandi dystin ikki kenna lógina, verður um- dystur í Gundadali. >Tá ið kampur er settur, vit sita ei eftir, stendur i einum T.B.-sangi og so varð, vit hildu av stað, og hesaferð vóru T.B.-ararnir ikki populerir, við tað at teir høvdu fingið umdyst. Dysturin byrjar og bólt- urin leikar aftur og fram, nervarnir spentir, ein T.B.- ari útvístur og straffi- spark; málmaður T.B.'s bjargar. Teir 10 T.B.-ararnir bardust sum úlvar á skóg og vunnu henda dagin og harvið føroyameistara- skapið 1949. Í 1950 verður T.B. nr. 2, men kemur aftur i 1951 og vinnur við K.Í. sum nr. 2. Í 1952 kemur T.B. út fyri eitt av teimum bak- kastum, sum eftir mínari meting er ein orsøkin til tey vánaligu úrslit tey seinnu árini. T.B. og K.Í. liggja borð um borð í stig- um, og avgerandi dystur- in skal spælast í Havn. B36 og T.B. og í Klaksvík K.Í. og H.B. Meðan T.B. hevði eian góða málúr- teku, hevði K.Í. ringa og skuldi vinna stórt á H.B., FT