Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 1992síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tvøroyri fyrr = og tóktist tað ógjerligt, við tað at dystir teirra í- millum hevdu verið nakað javnir. T.B. metir til dyst ímóti B.36 og vinnur 1—0, og við tað at H.B. ikki fer til Klaksvíkar at spæla sama dag, avger Í.S.F. at H.B. tapir dystin, men við tað at T.B. hevur betri málúr- teku, er T.B. meistari í 1952. Men enn einaferð fær T.B. eitt bakkast, sum ger seguskrivingina myrka; vikuna aftan á fer H.B. til Klaksvíkar og tapir 5—0. Tað var júst tað, sum K.I. skuldi vinna. Í.S.F. góðkennir dystin, og sostatt gleppur hetta meistaraskap T.B. av hondum, og tað steypið, sum annars skuldi verið ogn Tveroyrar Bóltfelags, er nú ogn K.Í.'s. Hesin smeitur merkist enn og er væl ein orsøkin til, at T.B. ongantíð veru- liga er komið fyri seg aft- Ísafjarðarbikarið vunnið 1962 Síðani hevur gingið upp og niður í landskapping- ini, men í steypakapping- ini, sum seinni kom í lag, hevur gingið eitt sindur betur. Um Ísafjarðarsteypið kappaðust T.B. og H.B. borð um borð, men eisini her komu dómaraskeiv- leikar at avgera, hver ið ognaðist henda grip. Øll, sum sóu seinasta dystin á Sevmýri, vilja minnast framferðina. Av uttanlandsferðum hevur T.B. verið nakrar í Hetlandi og í Íslandi. Tann fyrsta Hetlandsferð okkara var í 1956, ein megnarferð, sum ongantíð verður gloymd. Eitt fótbóltslið sum T.B. ei vit hava sæð, teir vunnu bæði H.B. og onnur lið so fræg. So fóru teir til Hetlands við Tjaldrinum ein dag, humørkid var tað besta, ið nakar hevur sæð. Farið fram garpar, vinnið hvønn dyst, # Nr. 91 — 14. mai 1992 [Færøerne "i 9 ÁR .. SN so øll tey síggja T.B. er fyrst! Frå målmanni og ut til uttasta vong ;,: leiðarin er við ;,- ja øll dáma liðið frá Tvør- oyrar bý! Nógv útlendsk lið hava vitjað, og tap og vinning- ur hava verið á Sevmýri, Valur, K. R., Reynir, Viðir og Víkingur. Men stersti sigur, sum vunnin er á Sevmýri, er dysturin, ið T.B. og V.B. spældu ímóti íslendska landsliðnum, sum vunnið hevði tað føroyska lands- liðið í Gundadali, tað mátti lúta fyri Suðuroy ar- liðinum á Sevmýri. Hesin dystur bleiv tann mest spennandi, ið spæld- ur er í Feroyum, lítið mundi íslendingum vara, at teimum stóð tap í hendi. Hetta kveldið í 1959 var frá allar Suðuroy komið fólk saman til henda stór- dyst, og ongantíð hverki fyrr ella seinni hava Suð- uroyingar stuðlað einum Piltaliðið 1970 liði sum henda dagin, spenningurin var ógvu- ligur, tað lá líka sum í luft- ini, at her for at henda nakað óvanligt. Tað bleiv spælt við øgi- ligum tempo, men ikki hepnaðist íslendingum at gera mál. At enda fekk Suðuroy- arliðið mál, og vunnu teir dystin við 1—0: Tá var frei á Sevmýri, tað sum landsliðið ikki var ført fyri, bleiv gjørt á Sevmyri. Lagið var sum í gamlar dagar. Sum fyrr nevnt hevur tann strukturbroyting, sum verið hevur, fert tað við sær, at bygdirnar ikki longur hava meguleika at halda uppá tað fólkið, sum skal spæla á einum 1. liði, og hava tessvegna úrslit- ini ikki verið góð, men onkuntíð fer T.B. aftur at gera ein verr. Hevur tað ikki gingið væl hjá 1. líði, ella so væl sum ein kundi ynskt, hava piltar og dreingir okkara vitað at gjørt seg gald- adni. Síðan byrjan av dreingjaliðskappingini hava vit fleiri ferðir verið nr. 2, men í 1965 vinna vit fyrsta meistaraskapið, í finaluni vinna vit 3 og 2 á K.Í. Piltakappingin, sum er tann nýggjasta, hevur T.B. verið við í, og í 1968 vunnu T.B. piltar meist- araskapið, og vísir tað seg 25 ár aftaná, at 1. lið vann á miðvingum, vinna pilt- arnir á servingum. Síðani hava piltar okk- ara fleiri ferðir verið nr. 2. Øll minnast finaluna i 1970 í Havn, har H.B. vann eina ivingarsama finalu við 1 og 0. Men tey seinastu árini hevur dreingjalið okkara rættuliga gjert vart við seg og víst, at enn eru knotir í góða gamla T.B. Dreingjaliðið vinnur meistaraskapið fyri 1970 og fyri 1971, og eisini vinna teir steypakapping- ina fyri 1970 og 1971. Tað Kl. 16.00 Kl. 17.00 Kl. 19.00 Kl. 21.00 Fødingardagsvikan Hósdagin 14. mai TB—VB, småpiltar. TB—GIC, dreingir. TB—TB, U80/1.d.80. TB—VB, Old Boys sokallaða >The double«. Um vit fáa loyvi at halda uppá okkara ung- fólk, verður T.B. við hes- um tilfari aftur at tala við um meistaraskap í teim- um hægru deildunum, og verður fødingardagsynski Tveroyrar bóltfelags at so fer at verða. Í hondbólti hevur T.B. eisini luttikið, og bæði dreingir og gentur hava hevjað Tveroyrar bóltfe- lags navn við góðari um- boðan, og meistaraskap hava vit eisini vunnið. Meðaldeildina fyri menn vann T.B. 1953 og 1954. Men tað er at siga, at hondbóltur altíð er komin í aðru rekkju, tað er onki at siga til tað, tí T.B. hev- ur verið frá byrjanini av eitt fótbóltsfelag og vil verða eitt fótbóltsfelag. =