fríggjadagur 15. mai 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Jákup Lindenskov, fólkatingsmaður óttast
avleiðingarnar av automatisering:
Vil ikki missa ;
veðurtíðindini
frá Akrabyrgi
Føroyski fólkatingsmaðurin hevur vent sær til
danska verjumálaráðharran um vitan á Akra-
bergi og loranstødina á Eiði
Jákup Lindenskov, fólka-
tingsmadur, vil fegin vita
nærri um hvussu verður
við ætlanunum hjá donsku
stjórnini at automatisera
vitan á Akrabergi, og
hvussu verður við loran-
stødini á Eiði. Hann sigur
seg Óttast fyri, at ein auto-
matisering fer at ganga út
Ætla at stovna
kvinnufelag í
Norðurstreymoy
Hósdagin 21. mai verður skipað fyri einum
kunnandi fundi um hvussu kvinnufeløg kunnu
virka. Fundurin verður klokkan 19 í skúlanum í
Vestmanna. Á fundinum fara umboð úr Kvinnu-
felagnum í Havn, eins og frá Kvinnu Samskipan
Føroya at greiða frá teirra virksemi. Um søgu
felagsins og ætlanir.
Maria Vilhelm, sum er ein av stigtakarunum
Sigur, at fundurin er fyri allar kvinnur í Norður-
streymoy í aldrinum frá 18 ár og uppeftir. Hon
sigur, at hetta er ikki beinleiðis ein stovnandi
fundur av kvinnufelag, men í fyrsta lagi ein
fundur, har kunnað verður um hvussu tilik feløg
virka aðrastaðni, og haraftrat at kanna, um áhugi
og tørvur er at stovna eitt kvinnufelag fyrr Norð-
urstreymoy.
A fundinum fara tær eisini at tosa um kvinnu-
húsið í Havn. Maria Vilhelm heldur, at hetta er eitt
sera gott uiltak, men tað er tíverri í fíggjarligum
trupulleikum. Tiltakið má ikki detta niðurfyri, og tí
fara tær á fundinum í Vestmanna at kanna møgu-
leikarnar um hvussu tær kunnu hjálpa til fíggjar-
liga.
tór.-
yvir teir mongu fiskimenn-
inar, sum uttan mun til
hvørja tíð á samdøgninum
tað er, vanda sær til vitan á
Akrabergi at frætta verð-
urtíðindi. Hann vil eisini
vita hvussu verður við
teimum fólkum, sum í
løtuni arbeiða har, um vitin
verður automatiseraður, og
hesum spurningi hevur
hann sett Knud Enggaard,
verjumálaráðharra.
Skipanin verður
endurskoðað
Knud Enggard sigur, at
Nr. 92 — 15./16. mai 1992
danska sjóverjan er farin at
endurskoða tílíkar efurlits-
stødir í Danmark og í Før-
oyum. Í hesum sambandi
kunnu automatiseringar
koma upp á tal. Í hesum
sambandi hevur verjumála-
ráðið biðið vita- og sjó-
verjutænastuna um eitt
uppskot hvussu best er at
gera. Fyrr enn hetta er
gjørt verður í hvussu er
eingin broyung á Akra-
bergi, sigur verjumálaráð-
harrin, sum annars sigur
seg altíð vera til reiðar at
tingast um hesi viðurskifti
í Føroyum.
Eiði trygjað til 2003
Danski verjumálaráð-
harrin veit eisini at siga í
svarskivi sínum til Jákup
Lndenskov, at USA, sum í
løtuni figgjar loranstødina
á Eiði, fer ikki at figgja
tilikar stødir uttan fyri
USA eftir 1994. Men vid ti
er ikki sagt, at stødin
gevst.
Noreg, Danmark, Týsk-
land, Holland, Frankland
og Irland fara um stutta tíð
at gera eina avtalu um at
reka loranstøðirnar í Norð-
uratlantshavi. Landsstýrið
hevur lagt dent á týdning-
in, støðin á Eiði hevur fyri
Loranstødin á Eiði skal
nútímansgerast.
Raksturin av stóðini er
tryggjaður í hvussu er
til ár 2003
fiskiskapin undir Føroyum.
Hendan avtalan ger, at
stødin fyribils er trygjað til
ár 2003.
Eins og hinar loranstød-
irnar skal eisini hon á Eiði
nútímansgerast. Tá hetta er
gjørt, verður hon bíligari at
reka. Knud Enggard sigur,
at årligu lónarútreiðslurnar
á Eiði verða ein millión.
Danmark skal rinda helvt-
ina.
tór.-
Ein fær herdaklapp 0g
annar verður ársins ulka
Leygardagin fer Blaðmannafelagið at handa tvær virdislønir
Hvør fær herðaklapp og
hvor verður ársins ulka fer
Blaðmannafelagið at av-
dúka á almennari sam-
komu í Norðurlanda Hús-
inum leygardagin klokkan
16.
Blaðmannafelagið, sum
nú fer at hátíðarhalda sín
fyratiåra fødingardag, sum
annars var i gjår, gjørdi
herfyri av at taka nyggja
tått upp. Eina ferð um árið
at handa tvær virdislønir.
Aðra, sum er at rokna sum
eitt herðaklapp, verður
latin persóni, sum uttan at
hava havt fyri eyga pen-
ingaligan ella partapolitisk-
an vinning, ósjálvsgkin
hevur tikið tók, sum hava
økt medvitið um føroyska
samfelagid millum manna,
ella stuðla demokratiskari
gongd ella hugsan.
Umframt eitt heiðurs-
bræv fær viðkomandi eitt
listaverk, sum eitt ungt
føroyskt listafólk hevur
evnad til. Blaðmannafelag-
10 ætlar å hendan hått, å
hvørjum åri, eisini at geva
einum ungum listafólki eitt
herðaklapp.
Ulkan
Hin virdislønin er til
persón, sum hevur gjørt
vart við seg á ein heilt
annan hátt. Hesin skal vera
ein frammanundan kendur
persónur, sum hevur gjørt
ein ordans brølara alment í
júst farna tólv mánaða
tíðarskeiðnum. Hesin fær,
umframt eitt heiðursskjal,
ein vinning, sum verður
hildin at hóska til høvid
Sig tína meining!
Men Blaðmannafelagið
skipar eisini fyri gðrum
tiltøkum hendan dagin.
Klokkan 14, og í einar
tveir tímar, skipar felagið,
saman við Norðurlanda
Húsinum, fyri almennari
kaffistovu við fotofram-
sýning og hugnatónleiki.
Føroysk tíðindafólk verða
til staðar so tey, sum hava
hug, kunnu hitta hesi, og
siga sína ærligu meining
um føroyskan tidindaflut-
ning.
-—
- tór.-
Danir kunnu
velja í Føroyum
NN
Ríkisumboðsmaðurin sigur frá, at veljarar, sum
standa á vallista í Danmark, men sum fyribils eru
staddir í Føroyum, kunnu velja her í samband við
fólkaatkvøðuna um EF.
Teir kunnu venda sær til fólkayvirlitið í komm-
ununum, eins og til landsfólkayvirlitið. Eisini kann
atkvødast hjá fútanum, sýslumonnunum og hjá
fulltrúunum á Ríkisumboðnum.
Ríkisumboðsmaðurin heitir á tey, sum vilja
atkvøda, at gera hetta skjótast gjørligt, soleiðis at
atkvødurnar kunnu vera kommununum í hendi,
har veljarin býr, áðrenn valdagin 2. juni.
Atkvødur, sum koma valstýrinum í hendi, eftir at
valhølini hava latið upp, verða ikki taldar við.
tór.-