fríggjadagur 15. mai 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ere -
Se
Nr. 92 — 15. / 16. mai 1992
Maersk Air lokkar vid suðurhavsferðum
Men vit halda tó
minstuprisrinar
Síða 3
--Samstarvið við Profilrejser gevur okkum møguleikar at bjóða
viðskiftafólkunum biligar dygdarferðir suðureftir , sigur Steffen
Riiskjær, Maersk Air
=
Riiskjær, Maersk Air
--Minsti prísurin á ferða-
seðlum millum Føroyar og
Danmark verður ikki hótt-
ur, nú Maersk fer undir at
skipa fyri ferðum við
heildarprisi úr Føroyum
og til tey vanligu ferda-
målini suduri i Europa.
Men samstarvid vid
størsta ferdasamskipara i
Danmark, Profil Rejser,
ger tað møguligt at kunna
skipa fyri sera biligum
ferðum frå Danmark og
vidari, sigur Steffen Riis-
kjær, Maersk Air.
Men tað er ikki bara útí
heim, at nýggja tilboðið
hjá Maersk Air fevnir um.
Sum dómi kunnu vit
nevna, at møguleiki er at
fara ul Keypmannahavnar
eitt vikuskifti. Minsti pris-
urin fyri eina tilika ferð i
dag, vid fråferd friggja
ella leygardag og
heimferð sama vikuskifti,
sunnu- ella mánadag, er
1865 krónur.
Maersk hevur gjørt av-
talu við Hotel Cosmopol í
Keypmannahavn. Og í
FRITIDARFERDIR
UR FØROYUM
0
GT
dag bert til at búgva i
triggjar nætur å hesum
hotelli fyri 2810 krónur,
og tå er ferd aftur og fram
til Føroya eisini íroknað.
Og tú kann búgva tvær
nætur fyri 2415 krónur í
summar og eisini her eru
ferðaútreiðslurnar
íroknaðar.
Manér
. Tað var vid maner, at
Maersk Air og Profilrejser
hittu tær fýra ferðamanna-
stovurnar í Føroyum,
Flogfelag Føroya, Smyril
Line, Faroe Travel og
Tora Tourist Traffic. Hesi
Skulu í framtíðini koma
at selja frítíðarferðir við
heildarprisi úr Føroyum
og heimaftur til midal-
havslondini, London og
Paris og fjareystur. Ferdir
sum ådurnevndu donsku
ferdafeløg skipa fyri.
Eini 30 fólk innan ferða-
vinnuna vóru savnaði á
Hotel. Føroyum til
kunning um nýggja
tiltakið og har var eisini
víst fram ein brochura á
føroyskum um prísir og
hotell á teimum stóðum,
sum nýggja tiltakið hjá
Maersk byrjar við. Prátað
var um nýggju ferðamálini
undir hugnaligum
umstødum og Maersk
bjóðaði bæði vátt og turt.
Suðureftir
Profisrejser er sum sagt
størsti einstaki fyrireikari
av pakkaferður kring allan
heim og kann tí bjóða
kappingarførar prísir til
kend stød. Profilrejser
selir ikki ferdir beinleidis
til kundarnar, men altíð
gjøgnum onnur ferða-
mannafeløg. Og sam-
starvid vid Maersk Air og
føroysku
ferdaskrivstovurnar ger
tad eisini møguligt hjå
føroysku kundunum, at
njóta gou av tilbodunum.
—I fyrstu atløgu verdur
skipad fyri ferdum til tvey
stød i Midalhavinum,
Mallorca og Vesturkreta.
Hesir mennirnir standa aftanfyri nýggju ferbamøguieikarnar hjá Føroyingum. Frá vinstru Jahn Schapiro stjøri i
Profilrejser, Stig Elling, stjóri i Sol-rejser, sum skipar fyri Miðalhavsferðunum. Søren Kierulf, Profilrejser og Steffen
Å Mallorca hava vit
avtalu vid tvey hotell, og
hetta eru góð hotell. Tad
eina “ hava vit Bavt
samstarv við í fleiri ár. Á
Mallorca ber til at uppliva
alla frítíðina á hotellunum.
Har eru allir fasilitetir. Í
veruleikanum ber til bert
at halda seg á
hotelløkinum soleingi fri-
tidin varar. Men hevur ein
hug, so eru sanniliga eisini
ríkir útferðarmøguleikar,
sigur Stig Elling, stjóri á
Sol-rejser, sum skal taka
sær av ferðunum til
Miðalhavið.
Frá nú og tl 13. juni ber
til at gera eina ferð til
Mallorca í eina viku fyri
4195 krónur, tvær vikur
fyri 5095 krónur, tá er
hálv pensión írokn-
að. Hetta er ein heildarprí-
sur úr Føroyum og aftur.
A hásumri hækkar prís-
urin, tá er møguleiki at
vera t.d. eina viku burtur
fyri 5040 krónur og tvær
fyri 7080 krónur og í
september lækka prísirnir
aftur.
Vesturkreta
Grikkaland er eitt kent
ferðamannaland og stóra
oyggin Kreta er ein av
perlunum i
Midalhavinum.
Nyggja ferdamålid hjå
føroyingum verdur Chania
å Vesturkreta. Hetta er
fyrrverandi høvudsstad-
urin á oynni og har búgva
60.000 íbúgvar.
--At ferðafólkini eru í
minniluta er ein stórur
fyrimunur, tá hevur tú
møguleika at uppliva eina
mentan og síggja hvussu
fremmand fólk liva og
hendan møguleika fáa fólk
í Chania, sigur Stig Elling.
—Vit hava samstarv vid
tvey hotell i Chania og tað
er sama familja, sum eigur
og arbeiður á báðum, og
tey hava skil fyri at hjúkla
um ferðafólkini. Annað
hotellið liggur úti við
strondina ein kilometur frá
miðbýnum. Hitt liggur
mitt inni í býnum, sigur
Stig Elling.
-Í Grikkalandi er tað
ikki hotellið sum er alt
avgerandi. Okkara eru
sjálvsagt utgjørd við
øllum hentleikum, wc,
brúsu, sjónvarp svimjihyl
0.s.v. Og tey eru á høgum
stødi. Men ein fritid í
Grikkalandi skal upplivast
uttanfyri hotellið. Har eru
ríkir møguleikar at eta úti
í býnum og prísirnir eru
eini 25 prosent lægri enn í
Spania, tí er tað býtt at
hava pensión á hotell-
unum. Men hotell hava
sjálvsagt eisini matstovur,
sigur Sug Elling.
Frá nú av og til 13 juni
er møguleiki at fara eina
viku til Chania fyri 4040
krónur ella tvær vikur fyri
5040 krónur. Prisurin
hækkar eisini er hásumri,
tá kostar ein ferð t.d. 4980
krónur í eina viki og 6775
krónur fyri tvær vikur.
Prísirnir lækka aftur í
august og í september eru
teir á sama stødi sum í
dag.
Í nýggja tiltakinum
verður eisini skipað fyri
ferðum ul London, Paris
og Singapore.
Avgerða sjálvi
-Endamálið við hesum
tiltaki er sjálvsagt at fáa
fleiri fólk at flúgva við
Maersk. Føroyingar hava
fyrr leigad flogfør sudur-
efur. Men hetta er ein
vánalig forrætning. Tí á
eimi tilikari charterferð
skal flogfarið helst verða
fylt. Ferðafólkini rinda
eisini fyri teir tómu Sessir-
nar, sigur Steffen Riis--
kjær, Maersk Air
--Við okkara nýggja
tilboðum kunnu ferðafólk-
ini sjálvi avgera nær tey
fara avstað, tey koma bert
við donsku ferðafólkunum
og tí eru vit spentir at vita
hvussu nýggju tilbodini
verða móttikin, sigur
Steffen Riiskjær
Eftir Jústinus Eidesgaard
Myndir: Kalmar Lindensko
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn, afholdes
Torsdag den 11. juni 1992 kl. 10.50
tvangsauktion (AS nr.
156/92) over
matr. nr. 432 Tvøroyri beliggende Tvør-
oyri.
Auktionen er begæret af advokat Petur
Even
Bryggjubakki 22,
Djurhuus,
Advokatfelagið,
100 Téørshvn, tlf.
1.1260 j. nr. (33201) på vegne en pant-
og udlægshaver.
Ejendommen kan beses efter aftale med
ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes Fogedret,
den 13.05.92
Ole G. Olesen
dfm.