fríggjadagur 15. mai 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 92 — 15./16. mai 1992
Dåmd
at gera sum
Sundstein
- Vit valdu at gera eitt annað felag, ið m.a. skuldi
taka lán og fáa provisión frá undirleveran-
dýrunum, tí helt tað vera skeivt at gera sum
Grannskoðaravirkið hjá Sundstein við Andriasi
at lata provisiónina fara beinleiðis til reiðaríið,
segði Magnus Petersen i Føroya Rætti miku-
dagin, tá hann varð avhoyrdur um sáttmálan fyri
byggingina av Heygadrangi
Magnus Petersen, advokat-
ur, sum var ráðgevi hjá P/F
Heygum, helt seg ikki aftur
at greiða frá, tá hann sum
ein av teimum ákærdu varð
avhoyrdur mikudagin i
Føroya Rætti.
Seinnapartin kom åkærin
inn á teir báðar undirsátt-
málarnar, ið gjørdir vóru
millum reiðaríið og skipa-
smiðjuna. Hesir sáttmálar-
nir vóru ávikavist uppá 5 og
5,75 mió. krónur. Upp-
hæddirnar vórðu innrokn-
aðar í høvudssåttmålan. I
ødrum av hesum sáttmálum
stendur upphæddin 4 mió.
krónur til reiðskap.
Spurdi aðrar
Magnus mintist væl, tå
henda upphæddin var ásett.
Hann hevdi frammanundan
skrivad såttmålan hjå P/F
Vál, ið læt Skálafjall
byggja, og tá hann skuldi
gera henda sáttmáln, setti
hann seg í samband við P/F
Vál og spurdi, hvat var
hóskandi av reiðskapi.
Hann hevði eisini rådført
seg við aðrar reiðarar við
nýggjum skipum m.a.
Mortan Johannesen um
royndimar við Andriasi í
Havnnasundi. Heyga-
drangur skuldi hava fleiri
trol, tvey ella trý botntrol
aftrat, tí hann ætlaði ikki
bara at fiska svartkjaft.
Finnbogi Christiansen
hevði kannað prísirnar á
hesum trolum hjá Vóninií
Fuglafirði, segði Magnus
Petersen. Fýra milliónir til
reiðskap var kanska ov lágt
sett,helt hann.
Ákærin hevði spurt onn-
ur, ið hildu hesa upphædd
vera í so stóra, men ta at-
finningina kveistraði
Magnus til viks, tí tað hevði
hann minst líka gott skil á,
sum tey fólkini, ákærin
hevði rådført seg við, segði
hann.
Login avhoyring
Magnus Petersen, advokatur, hevur lítið gott at
bera politistinum, ið avhoyrdi seg minst tríggjar
ferðir í 1990 og 1991
Tá Finnbogi Christiansen
fyrr í vikuni varð avhoyrdur
í Føroya Rætti fanst hann at
politiavhoyringini, ið hann
kallaði tortur. Hann er ikki
einsamallur um at lata illa at
politistinum, sum avhoyrdi
teir åkærdu og onnur, sum
hava havt vid Heygadrang
at gera.
Magnus Petersen hevdi
heldur einki gott at bera
hesum danska politisti.
- Hann nytti ein heilt
serligan måta at avhoyra.
Eg vil kalla ta eina marg-
håttliga avhoyring. Fyrst sat
hann eitt korter til ein
hálvan tíma og segði sina
hugsan um málið, og so
skuldi eg helst siga tað,
hann meinti. Ferð eftir ferð
gjørdi eg vart við, at hann
fekk meg ikki at siga tað,
hann vildi, og hann spurdi
aftur og aftur, um eg ikki
segði ósatt. Og tá eg segði,
at um hann helt fram upp á
handa mátan, vildi eg ikki
meira, so segði hann,at
hann fór at rannsaka mína
skrivstovu, segði Magnus
Petersen.
Thorvald
Magnus umrøddi danska
politistin, ið annars verður
nevndur við eftirnavninum
Hesselholt, fyri Thorvald.
- Eg segði ikki annað fyri
Thorvald enn tað, eg her
havi sagt. Hitt hevur hann
funnið uppá sjálvur, segði
Magnus.
Hann slapp at lesa frá-
greiðingina, og sum Finn-
bogi Christiansen eisini
greiddi frá hin dagin, með-
an hin sat og spurdi og av-
hoyrdi. Magnus gjørdi vart
vid, at hann hevdi kravt
fleiri broytingar i frågreid-
ingina. Nakað varð rættað,
men bara tað sum hóvaði
Thorvald.
- At enda vildi eg bara
hava hann útaftur av skriv-
stovuni, tí eg hevði annað at
gera. Fyri at fáa hann út,
gekk eg við til, at hann
skrivaði hesa frágreiðing-
ina, men eg vildi ikki skriva
undir hana, segði Magnus
Petersen í rættinum.
randi
I Ikki
Tilfarið er nógv, ið lagt verður fram á rættinum í sakarmálinum um Heygadrang. Her
kemur Magnus Møller, almenni ákærin, við fullari tasku til rættarhølid, sum er á Hotel
Hafnia. Í hesum málinum er hann ikki ákæri, men hjálparmaður hjá Per Jensen, ið er
komin úr Danmark at vera ákæri í hesum sjáldsama sakarmáli
Kundi verið meira
Hin eykasáttmálin uppá
5,75 mió. krónur fevndi um
broytinar, ið gerast skuldu á
skipið í byggitíðini. Magn-
us Petersen visti ikki rætti-
liga at svara, hvussu funnið
varð fram til hesa upphædd-
ina, men hon kundi verið
stórri, segði hann. Hann
visti, at tílíkar upphæddir
hava verið settar av í líkn-
andi sáttmálum, og í summ-
um fórum hevur upphæddin
verið stórri, helt hann seg
vita.
Út á seinnapartin miku-
dagin kom ákærin inn á
fíggjarligu viðurskiftini hjá
P/F Heygum.
Tá sáttmálin varð gjørdur
í 1986, helt Magnus útlitini
vera góð fyri at útvega egin-
pening.
Ætlanin var at stovna
umsitigarfelag, sum skuldi
selja svartkjaftin, skipið
fiskaði. Fiskasglan hevi
noktað at selt lastina hjá
tveimum ella trimum
svartkjaftaskipum, tí stjórin
Birgir Danielsen trúði ikki
uppá svartkjaftaævintýrið.
Magnus helt tað ikki vra ov
stóra uppgávu hjá felagnum
at selja fiskin. Teir kundu
enntá fáa søluvinningin.
P/F Heygar helt, at kanska
bar til eisini at selja fyri
onnur skip.
Heygar kundi ikki
Akærin vildi vita, hví teir
ætlaðu at stovna eitt felag
aftrat.
Jú, tað var tí teir arbeiddu
við at kanna møguleikan
fyri at fáa provisión og lán
frå undirleverandørunum
til skipabggingina. Magnus
hevði ta fatan, at provisión-
in kundi ikki fara beinleidis
til skipid. Ætlanin vid hes-
um var at fåa eginpening.
- Eg helt måtan, sum
Grannskoðarvirkið hjá
Jógvan Sundstein brúkti við
Andriasi í Hvannadsundi
vera skeivan við at lata
provisiónina fara beinleiðis
til reiðaríið, segði Magnus
Petersen.
Endurfígging
Teir tosa eisini um at end-
urfíggja skipið, sum er gjørt
í nógvum førum við skipa-
byggingum á donskum
skipasmiðjum, og fåarentu-
fyrimunir og kursvinning.
Tað loysti seg væl hjá P/F
Vál, sum á tann hátt fekk 15
mió. krónur burturúr, men
tá Finnbogi Christiansen
kannaði møguleikan, varð
rentan hægri, og einki meira
varð gjørt við tað. Magnus
átók sær ikki hetta arbeiðið,
tí hann helt seg ikki til.
Nakrar dagar eftir, at sátt-
málin varð skrivaður við
Skáls Skipasmiðju í februar
1986, sendir Magnus Peter-
sen telefax úl Danmarks
Skibskreditfond og sekir
um lán til P/F Heygar. Í
umsóknini stendur, at
tríggjar milliónir krónur eru
inngoldnar í partapeningi,
og 5,75 milliónir koma
aftrat.
Hvussu bar hetta ul, tå
bara 1,592 miliónir stóðu á
kontoini, vildi ákærin vita.
Magnus helt fyrst, at hetta
var ein feilur. Í staðin fyri
tríggjar milliónir skuldi
standa tvær. Men so rættaði
hann seg sjálvan, at tað ikki
skuldi standa inngoldin
partapeningur, men teknað-
ur partapeningur. (345,75
mió. krónur var kravdi
partapeningurin).
Tá ivadust teir ikki í, at
tað fór at bera til at fáa
pengarnar til vega, segði
Magnus Petersen. Teir
høvdu roknað við at tjent
tvær milliónir uppå at keypa
og selja Vågaklett, ti skip
kundu tå seljast i Føroyum
fyri høgan pris, ti vid
skipinum fylgdi fiskiloyvi.
Hann nevndi sumdømi, at tå
teir keyptu, avtaladu teir
keypsprisin 14 milliGnir,
men Føroya Banki vildi ikki
ganga vid ul meira enn 12
Á