Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyri og ímóti demokratii MIKUDAGIN í farnu viku fylti Føroya Blaðmannafelag 40 ár. Í hesum sambandi varð skip- að fyri hátíðarhaldi í Norður- landahúsinum allan leygar- dagin, har tvey nýggj tiltøk hjá felagnum vórðu avdúkað: Ársins rósa og »Årsins ulka«. TALAN er um at lata føroy- ingum, sum å ein og annan hått hava gjørt seg galdandi i samfelagnum hetta seinasta årid, virdislønir. Valid av hesi fyrstu »Årsins rósa virdisløn- ini var sera heppið. Anette Wang, sum hevur gjørt eitt stórt og slóðbrótandi arbeiði til frama fyri felagsskapin Amnesty international. Vit kunnu bert fegnast um, at Blaðmannafelagið við hesum nýggja og frálíka tiltaki hevur valt hesa kvinnuna, sum hev- ur halgað so stóran part av lívi sínum til arbeiði hjá Am- nesty. Virðislgnin, sum fer at verða latin á hvørjum ári, er til ein persón, sum hevur gjørt okkurt gott og positivt, sum er við til at menna demokrati- ið uttan at hava hugsað um egnan vinning av nøkrum slag. Umframt heiðurin at vera kosin »Årsins rósa, so fekk Anette Wang eisini ein málning. sum Edvard Fuglø hevur málað. HIN virdislønin »Årsins Ulka« var til ein persón i Føroyum, sum hevur gjørt ein brølara av onkrum slag. Og hesa vann landsstýrismaðurin Svend Aage Ellefsen. Og var hon fyri heldur kalligu mót- tøkuna, nakrir studentaskúla- ÅRSINS ULKA 1992 FØROYA BLAÐMANNAFELAG næmingar herfyri fingu, tá teir skuldu handa nakrar mót- mælis undirskriftir í Tinga- nesi. = Landsstýrismaðurin noktaði at taka ímóti undir- skriftunum og hevur blað- mannafelagið — og helst fær tað undirtøku manna millum — valt at kalla hetta fyri ár- sins brølara. UM tað er av tilvild ella tað hevur verið bevíst at hesar báðar virdislønirnar vóru latnar fólki, sum i tí eina førin- $osíalurin um arbeiða fyri demokratisk- um rættindum og í hinum í- móti somu rættindum, skulu vit ikki døma um. Men eingin ivi er um — eftir okkara hugs- an — at atburðurin hjá um- redda landsstýrismanni í undirskriftamálinum var bæði ódemokratiskur og for- dummandi. Maður, sum letur seg velja í eitt av landsins mest týðandi størvum — landsstýrismann — hevur ikki loyvi til at misbrúka henda sess við burturav at arbeiða fyri sínum valdømi. Antin vit so eru fyri undirsjóartunnlin- um ella ikki, so kann ein mað- ur, sum er settur at reka landspolitikk, ikki loyva sær at hugsa taktiskt í atkvødum, soleiðis sum hann eftir okk- ara tykki gjørdi tað henda dagin. TAÐ var og er skyldan hjá einum landsstýrismanni at lurta eftir øllum sjónarmið- um, sum nú koma fram í ein- um máli, antin honum hóvar tey ella ikki. At nokta at taka ímóti meira enn 4000 undir- skriftum, har fólk mótmæla eini almennari iløguætlan, er ein óhoyrdur frekleiki. At hetta so eisini er ársins brøl- ari kunnu vit helst øll vera samd um. Men sum sagt: henda dag vóru so latnar virð- islønir: onnur til ein persón, sum roynir at menna demo- kratiið og hin til ein, sum roynir at undirgrava tað. So í veruleikanum var »Årsins Uika« meira enn bert ein skemtiligur brølari frá einum politikara. Valið var eitt plett- skot eins væl og valið av Am- nesty-stríðskvinnuni var tað. Tøkk til Blaðmannafelagið og annars tillukku við teimum fyrstu 40 árunum. Lesið aðra- staðni í blaðnum um føding- ardagin og handanina av virð- islønunum.