Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-05-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 19. maí 1992 A [AA [——— Í atelierinum hjå Mikines Lykilin til Mykines pi A nýggju matstovuni og gistingarhúsinum verður eisini kunningarstovu og her skulu fólk spyrja um loyvi, sigur Oskar Joensen, stigtakari Sunnudagin var reseptión í Mykinesi. Flippumenn úr Havn høvdu leitað sær vestur, umboð fyri ta spírandi føroysku ferða- vinnuna vóru mølt, saman við tíðindamonnum og umboðum úr landstýrin- um. Og orsgkin at nýggj matstova, gisuingarhús og kunningarstova lat upp í Kristjanshúsi í Mykinesi. Húsið er nysøguligt, ti heimskendi listamaðurin, mykinesmaðurin Samuel Mikines, nýtti hetta húsið til atelier og her er grundin lógd undir mangan víðagitnan málning. Eini 40 komu við tyrlu sunnudagin og tá ið tyrlan hevði flogið fyrsta túrin av aftur oynni seinna- partin fekk hon tekniskt brek og ivasamt var um fólkini sluppu avaftur oynni. Okyrt var og Súlan sigldi ikki. Men um tíggjutíðina vórðu øll komin av oynni í øllum góðum. Matstova fyrr --Hetta er ikki fyrstu ferð, at matstova hevur verið í Mykinesi, men hinar eru so dotnar niður- fyri aftur. Eg eri føddur og uppvaksin í Mykinesi og fyri trimum árum síðan flutti eg aftur til oynna, sigur Oskar Joensen, stig- takari. --Eg havi gingið og hugsað um, hvat vit kundu gera fyri at fáa okkurt burturúr øllum teimum ferðafólkum, sum á hvgrj- um sumri vitja hjá okkum, sigur Oskar Joensen. --Og so fekk eg hugskot- ið, at lata upp eina nú- tímans matstovu og gist- ingarhús. Martin Joensen, ein mykinesmaður í Havn eigur Kristianshús. Og eg spurdi hann sum eg kundi leiga tey. Her var alt leyst og liðugt beinanvegin og eg havi fingið fríar hendur til at innrætta tey ul enda- málið, sigur Oskar Joen- sen. Tvey fólk fyribils Tað verða kvinnurnar Katrina Johannesen og Jónleyg Lauritsen, sum koma at standa fyri mat- gerðini og serveringini. --Vit hava sett tvey fólk fyribils, men eg vóni, at grundarlag verður fyri fleiri. Vit ætla at hava fast morgunmat, men annars eru møguleikar at eta aðrar tíðir av degnum, sigur Oskar Joensen. --Eisini kunnu fólk gista í Kristianshúsi. A loftinum eru trý kómur og møguleiki er fyri at innrætta í kjallaranum. og møguleiki er fyri at samskipa gistingina i bygdini, tey sum ynskja at leiga hús út, kunnu leiga um tey ætla sær uttangarðs, Oskar Joensen frammanfyri Kristianshúsi. Hann skal umframt at hjálpa til í nýggju matstovuni eisini verða ferða- leiðari í Mykinesi. Tað er Ferðamannaráð Fóroya, sum hevur sett hann til hetta arbeiði. Fleiri túsund fólk vitja Mykines á hvørjum summari gjøgnum okkum. Vit Skulu eisini hava,ein kunningarstovu i húsunum, sigur Oskar Joensen. Spyrja um loyvi Eini 4000 fólk koma út í Mykines um ári, bert við Súluni og tí kunnu ferða- fólk órógva tað viðkvæma fuglalívið. Mykinesmenn vilja nú hava stýring á hvar tey ymisku fólkini ganga og tí hevur bygda- ráðið saman við teimum trimum bóndunum í oynni avgjørt, at ferðafólk skulu spyrja um loyvi, áðrenn tey fara útum bøgardarnar. --Fólkini skulu spyrja Síða 3 um loyvi her hjá okkum í Kristianshusi. Eg eri eisini settur sum umboðsmaður fyri Ferðamannaráð Før- oya og eg skal arbeiða sum ferðaleiðari í oynni, sigur Oskar Joensen --Svartfuglurin hevur tað heldur ikki gott í Myki- nesi. Og tí mugu vit ansa eftir, at fólk ikki gongur allastaðni, eitt nú í lunda- landinum. Tó siga menn, at meira lív er í lunda- landinum í ár. Og eg havi sæð eina súlu stoytt seg eftir fiski á víkini og tað er langt síðan seinast. So kanska onkur broyting til tað betra er við at henda. Annars hava súlu og havhestastovnurin tað Eftir Jústinus Eidesgaard Myndir Jens Chr. Vang gott, sigur Oskar Joensen. Umframt matstovu og gistingarhus er ætlanin at Kristianshús skal gerast til eitt savningarstað í bygd- ini. Argja Koyriskúli v/ Jákup Vang Andreasen Nýtt teoriskeið byrjar hóskveldið 21. mai kl. 21.00. Tlf. 12270 Katrina Johannesen og Jónleyg Lauritsen skulu tere Thomas Arabe var eisini í Og løgreglumadurin Regin Leonsonn skålar fyri syrgja fyri matgerð og servering framtíðar ferðavinnuni í Mykinesi Mykinesi